mánadagur 16. juni 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 113 - 16. juni 2008 ]
RINGIÐ TEL 312 000 OG
FÁIÐ EITT ÓBINDANDI TILBOÐ
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo
Maria Poulsen
HITAPUMPAN
CTC-vørumerkið er vælkent hjá føroyingum. Við
meira enn 50 árum á føroyska marknaðinum
nýtist ikki at siga meira...
Tygum fáa CTC-hitapumpuna hjá Mariu Poulsen.
RINGIÐ TEL 312 000 OG
FÁIÐ EITT ÓBINDANDI TILBOÐ
Tel 312 000 | Fax 315 970 |
mp@mp.fo
|
www.mp.fo
Tel 312 000
|
Fax 315 970
|
mp@mp fo
|
www mp fo
CTC-vørumerkið er vælkent hjá føroyingum. Við
meira enn 50 árum á føroyska marknaðinum
nýtist ikki at siga meira...
Tygum fáa CTC-hitapumpuna hjá Mariu Poulsen.
Eysturríkarar vóna, at
landsliðið hjá teimum
kann endurtaka
bragdið frá Cordoba
í HM-endaspælinum,
sum var í Argentina
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Útjavnandi málið hjá Eystur
ríki í yvirtíðini, í dystinum
ímóti Póllandi hevur spark
að lív í eysturríksku tjóðina.
Við einum sigri á Týsklandi
á Ernst Happel Leikvøllinum
í Wien í kvøld, kann verts
tjóðin senda málsliga og
søguliga stórabeiggjan –
Týskland – út í myrkrið.
Hetta var júst tað, sum hendi
í miðumfarinum, tá HM
endaumfarið var í Argent
ina, í 1978. Eysturríki vann
32 á Týsklandi og sendi
týsku heimsmeistarnar út í
myrkrið. Hetta var ein góð
hevnd
fyri
eyðmýkjandi
hálvfinalutapið í HMenda
spælinum í 1954, tá Týsk
land vann ein knúsandi 61
sigur. Týskland og Eystur
ríki spældu eisini bronsufin
aluna í HM í 1934, tá vann
Týskland 32. Eysturríksku
fjølmiðlarnir og fótbóltsal
menningurin biðja nú um, at
undurið frá HM í Argentina
í 1978 skal henda aftur. Tá
skoraði Hans Krankl tvey
mál fyri Eysturríki. Hetta
sama árið var Hans Krankl
bert 7 atkvøður frá at gerast
ársins spælari í Evropa. Kev
in Keegan vann tann heið
urin í 1978.
Heimurin minnist
best 1982
Meðan týskarar og eystur
ríkar tosa nógv um 1978 og
nakað um 1954 og 1934, so
minnist heimurin best dyst
in í HMendaspælinum í
Spania í 1982. Eysturíki og
Týskland vóru í bólki sam
an við Algeria og Chile, og
skuldu liðini møtast í síðsta
dystinum í bólkaspælinum.
Eysturríki hevði vunnið 10
á Chile, og 20 á Algeria.
Algeria hevði vunnið 21 á
Týsklandi,
og
Týskland
hevði vunnið 41 á Algeria.
Í 3. umfarinum vann Algeria
32 á Chile. Nú hevði
Algeria tørv á, at Eysturríki
tók stig frá Týsklandi, ella,
at Týskland vann 30 ella
meir á Eysturríki. Týskir
sigrar á 10 og 20 merktu
báðir, at Týskland og Eystur
ríki komu víðari. Týskland
leyp á, og longu eftir 10 min
uttir skoraði Horst Hrubesch
til 10. Men hvat? Hetta
úrslitið var jú nøktandi fyri
báðar partar, og restina av
tíðini hendi einki! Liðini
bara trillaðu bóltin aftur og
fram. Spanskir og uttanvelt
aðir áskoðarar vóru rasandi,
og algirskir áskoðarar sótu
og veitraðu við pengaseðlum,
fyri at vísa hvat teir hildu
um samansvørjingina hjá
teimum báðu týskttalandi
londunum. »Skandalan í Gij
on« hevur dysturin verið
nevndur hesi farnu 26 árini.
Í kvøld kann hvørgin partur
in liva við, at hin parturin er
á odda 10, so vónandi fáa
vit ein dyst, sum vit kunnu
minnast fyri tað góða. Og
vit vilja jú so fegin hava, at
Josef Hickersberger kemur
til Føroya við eysturríkska
fótbóltslandsliðnum í okto
ber. Til tað krevst, at Eystur
ríki fær eitt nøktandi úrslit í
kvøld!
2O\KXVUUR
:mXYNG\T
9R[VVZoX\O=KYZ]GXJ.UlY[SSGX
9ORMZ\KX[XoX.G\TZOR2O\KXVUUR
YGSHGTJO\O:GRR9NOVY8GIKSGTMRG\OZ
SGTTOTMGZYOMRG9R[VVOTGoX.G\TZOR2O\KXVUUR
=KYZ]GXJ.U
Farið verður úr Havn 12. juli og á ferðini verður lagt at í
Hebridunum ella í Isle of Sky ella aðrastaðni í Skotlandi.
Koma til Liverpool 18. juli, har mynstra verður av.
Kostnaðurin er 200 kr. um døgnið.
Meir fæst at vita á www.westwardho.fo ella við at venda
sær til Jónsvein Lamhauge, tlf. 31 17 62 ella senda eitt teldubræv
til jonsvein@torshavn.fo.
Hans Krankl og Eysturríki framdu søguligt bragd, tá teir í
1978 sendu Týskland úr HM-kappingini við 3-2 sigri. Nú
heldur øll tjóðin ondini í vón um eina endurtøku
Eysturríkar biðja
um undurið frá 1978