mánadagur 16. juni 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 113 - 16. juni 2008
Um fíggjardeildina
Fíggjardeildin hevur ábyrgd av at fyriskipa og samskipa
fíggjarligu viðurskiftini á stovninum. Fíggjardeildin hevur
eftirlitið við, at játtanirnar halda, ráðgevur leiðsluni og
hinum deildunum á stovninum um innanhýsis fíggjar-
stýring ina og ger ymisk hagtalsyvirlit til stovnin og aðrar
almennar myndugleikar. Harafturat umsitur Lands verk
íløgur og viðlíkahaldsuppgávur fyri onnur ráð.
Stovn urin hevur eisini ábyrgd av at gera sam felags bú-
skapar ligar útgreiningarnar í sambandi við íløgur og við-
líka hald og at menna fíggjarstýringina í sambandi við
verk ætlanir og rakstrarætlanir. Tí søkja vit eftir einum
búskapar frøðingi, sum skal vera við til at menna hetta
arbeiðs økið uppaftur meira.
Á deildini starvast fimm fólk, og tú kemur at vísa bein-
leiðis til fíggjar leiðaran.
Arbeiðsøkið
Sum búskaparfrøðingur kemur tú at hava ábyrgdina av:
· at gera costbenefit-kanningar og -frágreiðingar
· at vera við til at menna fíggjarstýringina á stovninum
· at vera við til at menna fíggjarstýringina av stovnsins
verk ætlanum og rakstrarætlanum
· her undir at gera disponeringsroknskapir
· at vera við til at gera fíggjarlógararbeiðið
fyri av varð andi ráð
· at menna hagtalsgrundarlagið
Tú kemur eisini at luttaka í øðrum arbeiðsuppgávum hjá
deildini, t.d. dagliga fíggjareftirlitinum, hag tals arbeiði-
num og ársroknskapargerðini.
Førleikakrøv
Vit sóknast eftir einum fólki við viðkomandi útbúgving
frá hægri lærustovni, t.d. cand. polit, cand.merc. HD(R)
ella líknandi.
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum og vænta tí, at
tú sýnir arbeiðssemi, dugnaskap og nærlagni. Vit leggja
stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú arbeiðir
sjálvstøðugt, ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum
samstarvsevnum og málbert teg væl, bæði skrivliga og
munnliga.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum
Fíggjar málaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verður
at senda til lv@lv.fo ella til:
Landsverk
Postmoga 78
FO-110 Tórshavn
og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. juni 2008.
Merk umsóknina „Umsókn-Búskaparfrøðingur“ og
viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upp lýs-
ing ar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árant
Andriasson, fíggjarleiðara, á 540 821 ella aa@lv.fo.
STARVSLÝSING
Búskaparfrøðingur
Søkt verður eftir einum búskaparfrøðingi at starvast á fíggjardeildini fulla tíð.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur.
Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallarmál, herundir tyrlupallar.
– HAR ØLL SYNGJA VIÐ
7., 8., 9. august 2008
www.summarfestivalur.fo
Blómubørn
sum gjørdust vísumenn
Kári P & Hanus G. Johansen