mánadagur 16. juni 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 113 - 16. juni 2008 ]
Bentley
vil royna
CL
David Bentley var ein
av profilunum á liðnum
hjá Blackburn í farna
kappingarári, men hann
ynskir at skifta til eitt
annað felag.
- Eg havi gjørt tað
greitt fyri leiðsluni í fe-
lagnum. Eg vil gjarna
bjóða mær sjálvum av
við at spæla í Champ-
ions
League,
sigur
Bentley.
Blackburn er ikki í
nánd av Champions
League, og tí má Bent-
ley skifta til eitt av
størru ensku feløgnum
ella fara út um Ongland
at spæla.
Adebayor
kostar ov
nógv
Italska felagið AC Mil-
an hevur víst stóran
áhuga fyri álopsspælar-
anum Emanuel Ade-
bayor, sum spælir fyri
enska felagið Arsenal,
men líkt er til, at
Adebayor er ov dýrur
fyri
italska
felagið.
Sagt verður, at Arsenal
vil hava 300 milliónir
krónur fyri Adebayor,
og tað er meira, enn AC
Milan er ført fyri at
gjalda. AC Milan skal
eisini verða áhugað í
Samuel Eto’o og Didier
Drogba.
Ongar umberingar frá Viggo
Um vikuskiftið fall avgerðin um, hvør flytir upp og kann flyta upp úr 2.
Deild vestur. FC Fyn hevur stórar ætlanir, men tað var eitt skot fyri
bógvin, at felagið ikki flytir upp í 1. Deild næsta kappingarár. Royndi
venjarin Viggo Jensen var settur at tryggja uppflytingina, men hann
megnaði ikki at halda liðið á uppflytingarplássunum. - Um tú setir tær
stórar ætlanir um at flyta upp, so skalt tú ikki leita eftir umberingum, tá
tað ikki eydnast, sigur Viggo Jensen við bold.dk
PSG vil hava Thuram
36 ára gamli Lilian Thurham ætlar sær at skifta
felag. Hann hevur sáttmála við FC Barcelona, men
nú er franska felagði PSG úr Paris áhugað í roynda
franska verjuspælaranum, sum er liðformaður á
landsliðnum. Eisini feløg í Onglandi, Italia og
Skotlandi sigast verða áhugað í Thuram, sum í
hesum døgum stýrir fronsku verjuni undir EM-
endaspælinum.
Nihat Kahveci úr
Villarreal var stóra
hetjan í Turkalandi
í gjár, tá hann við
tveimum málum
seinastu minuttirnar
brádliga vendi
hóttandi ósigri til
víðari luttøku í
fjórðingsfinalurnar í
EM-endaspælinum
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
- Tað er ófatuligt, at vit tapa
ein dyst, hóast vit eru á
odda 2-1, tá fýra minuttir
resta av dystinum. Vit
kunnu ikki loyva okkurt at
gera tílíkt mistøk, sum vit
gjørdu, og síðan vænta at
vinna. Verjuparturin var
ikki nøktandi í seinastu
tveimum
málunum
hjá
Turkalandi.
Jú, tað var sanniliga ófatu-
ligt. Turkaland vann seg í
gjárkvøldið víðari úr bólka-
spælinum. Kravið var ein
sigur móti Kekkia, men tað
sá einki út, tá farið var um
tíman av dystinum. Jan
Koller og Jaroslav Plasil
høvdu við hvør sínum máli
lagt leiðina móti fjórðings-
finaluni. Men turkar fullu
ikki í fátt.
Arda Turku minkaði um
leiðsluna,
áðrenn
Nihat
Kahveci seinastu løtuna
sendi alt Turkaland í dreyma-
land. Tá tríggir minuttir
restaðu av vanligu leiktíðini
sendi hann bóltin um mál-
strikuna, tá Petr Cech í máli-
num stórliga mistók seg.
Og tveir minuttir seinni
sendi hann, umvegis saman-
komingina, í netið til 3-2.
Ótrúligt og ófatuligt. Tað
mátti kekkiski venjarin,
Karel Bruckner, sanniliga
eisini viðurkenna.
Lítil og høgur
Lítið er at ivast í, at lág-
vaksni Nihat Kahveci er
sera høgt í metum hjá turk-
an í hesum døgum. Hóast
hann hevði gjørt stórvegis
um seg, so tók hann av
møguleikanum, tá hann
beyðst.
Liðskiparin
tók
ábyrgd, tá tað stóð á.
28 ára gamli framherjin
er
sáttmála
bundin
at
spanska felagnum Villar-
real, har hann hevur leikt
seinastu tvey árini. Tað eru
nú 10 ár síðani, at hann
fekk sítt gjøgnumbrot í
turkiska Besiktas, har hann
skjeyt 27 mál í 114 dystum
fyri felagið.
Fyrrverandi venjari hans-
ara í turkiska stórfelagnum,
John Toschack, fekk dugna-
liga málskjúttan við sær til
Spania og Real Sociedad í
2002. Saman við serbanum
Darko Kovacevic royndist
hann sera væl, har hann 58
ferðir var skrásettur sum
málskjútti.
Í gjár kundi hann við
sigursmálinum skjóta sítt
mál nummar 17 í lands-
liðsbúnanum, tá hann sendi
heimlandið í himmiríkið.
- Tað ger ikki støðuna
hugaligari, at Spania
fær sigursmálið
júst eftir, at ein
av okkara verður
hálaður, segði Lars
Lagerbäck, svenskur
landsliðsvenjari,
eftir ósigurin fyri
spaniumonnum
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
David Villa verður spældur
einsamallur móti málverja-
num. Olof Mellberg og Pett-
er Hansson megnaðu ikki at
verja fyri fríspælingini, og
framherjin hevur nú møgu-
leikan at tryggja Spania
víðari luttøku. Hann sendir
til vinstru hjá málverjanum
Andreas Isaksson, meðan
øll eygleiða bóltinum, sum
hevur beina kós móti máli-
num. Klokkan vísir 92
minuttir, og Spania er á
odda við tveimum málum
móti einum.
- Tað ger ikki støðuna
hugaligari, at Spania fær
sigursmálið júst eftir, at ein
av okkara verður hálaður,
var
viðmerkingin
hjá
svenska landsliðsvenjara-
num, Lars Lagerbäck, eftir
ósigurin.
Luis Aragones og spanski
landsliðshópurin hava verið
flúgvandi í fyrstu dystunum,
og úrtøkan ber við sær, at
venjarin ætlar at geva fleiri
av stuðulsleikarunum frí í
seinastu bólkadystinum.
- Vit vóru við yvirlutan
fyrstu stóru løtuna av dyst-
inum og komu uppiborið á
odda. Seinni mistu vit takið,
og teir javna. Vit royndu at
fáa sigursmálið í seinna
umfarinum, og tað eydnað-
ist. Vanliga eru seks stig
nóg mikið til at vinna seg
víðari. Eg vænti, at vit gera
broytingar í uppstillingini í
dystinum móti Grikkalandi,
segði spanski landsliðsvenj-
arin, Luis Aragones.
David Villa hevur verið
ein av stóru leikarunum í
hesum EM-endaspælinum.
Fýra mál eftir tveimum
dystum sigur ikki lítið um
framherjan.
- Hetta málið smakkar
væl betri enn tey trý, sum
eg skjeyt móti Grikkalandi.
Vit vóru betra liðið, men
vit stríddu okkum til sigurs.
Teir tóktist nøgdir við javn-
leikin. Míni mál eru ikki
tey mest umráðandi, men
sjálvandi eri eg fegin um
tey. Vónandi halda vit
áfram við hesum, helst líka
til 29. juni, segði David
Villa eftir dystin.
Nihat sendi turkar
í dreymaland
– Dómaramistak kostaði sigurin
Fagnaðurin var ovurstórur, tá Nihat hevði sent seinasta bóltin í kekkiska netið
Mynd: Polfoto/AP