týsdagur 29. februar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 29. februar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Løgmaður til Brússel
at samráðast
Fullveldissamráðingarnar
Tað er einki at ivast í, at
samráðingarnar, sum skulu
førast í næsta mánaða og
eina tíð framyvir millum
landsstýrið
og
donsku
stjórnina um nýggja stjórn-
arskipan fyri Føroyar, hava
stóran týdning fyri land og
fólk.
Til at føra hesar samráð-
ingar okkara vegna hava vit
stjórn
okkara,
Føroya
Landsstýri. Landsstýrið er
grundað á samansetingina
av Føroya Løgtingi. Tey, ið
manna landsstýrið og løg-
tingið hava sostatt ábyrgd-
ina av, at sjónarmið føroy-
inga verða løgd fram og
vard so væl sum møguligt.
Sjónarmiðini eru í høv-
uðsheitum niðurfeld í løg-
tingssamtykt, og út frá hesi
løgtingssamtykt
hevur
landsstýrið gjørt eitt upprit,
sum uttanlandsnevndin hev-
ur fingið til ummælis,
áðrenn landsstýrið fer til
samráðingarborðið. Hetta er
alt eftir bókini og eftir rætt-
ari mannagongd.
Tá ið uttanlandsnevndin
hevur handað landsstýrin-
um sítt tilmæli ella álit vita
landsstýrisins samráðingar-
fólk, hvørjar politiskar
heimildir teir hava. Tí teir
kunnu taka fyri givið, at
politisku umboðini í uttan-
landsnevndini binda sínar
floksfelagar í tinginum. Tað
er tí ikki avgerandi, um
flokkar hava ein ella tveir
limir í hesi nevnd. Einki er
at ivast í, at tilmæli frá sam-
gongulimunum í nevndini
anini frá 1918. Men nú hes-
ar ætlanir eru við at gerast
veruleiki, kunngerð Javnað-
arflokkurin, at hann brýtur
allar brýr til samgongu-
flokkarnar og »fer ikki at
nýta meira tíð og orku uppá
at viðgera fullveldisupp-
skotið hjá samgonguni«.
(citat Sosialurin 22.2.2000).
Men samstundis sum hes-
in flokkur gevur skarvin
yvir samtykkir hann á eyka
landsfundi:
1.Verandi støða er ógreið
og tryggjar ikki nóg væl
føroyskt sjálvræði
2.At vit skulu hava nýggja
skipan við altjóðarættlig-
um sáttmála millum
Føroya og Danmark.
3.At ríkisfelagsskapurin er
grundaður á sáttmála
millum tvær sjálvstøðug-
ar tjóðir
4.At Føroya Løgting, sum
umboð fyri Føroya fólk,
er evsta vald á øllum
málsøkjum, sum eru
yvirtikin
5.At eingin avmarking er
fyri, hvørji mál og máls-
øki kunnu koma undir
føroyskt ræði.
Alt hetta er við í tí, sum
landsstýrið arbeiðir fyri, og
sum løgtingið hevur sam-
tykt. Sannlíkt er væl eisini,
at tað er við í landsstýrisins
uppriti. Einasta frávik er, at
Javnaðarflokkurin brúkar
orðið
ríkisfelagsskapur,
meðan landsstýrið brúkar
orðið fullveldi (ella okkurt
verður at teir geva lands-
stýrinum heimildir at sam-
ráðast um eina skipan, sum
svarar til løgtingssamtykt-
ina og uppritið. Væntandi
og vónandi mælir Mið-
flokkurin eisini til, at lands-
stýrið fær fríar hendur at
samráða seg til eina góða
og gagnliga loysn.
Hinvegin er ivasamt, hvat
tilmæli Javnaðarflokkurin
kemur við. Politiska gongd-
in síðani seinasta val hevur
tíverri verið tann, at flokk-
urin hevur ikki sagt tað, sum
hann meinar ella helst, at
hann ikki hevur meinað tað,
sum hann sigur. Beint eftir,
at landsstýrið varð skipað,
kunngjørdi flokkurin, at
hann kundi taka undir við
fyrstu síðu í samgongu-
skjalinum. Áðrenn valið
varð flokkurin ógvuliga
áhugaður í íslendsku skip-
líknandi, kanska nýveldi).
Men hugsanin hjá báðum
pørtum er væl tann, sum eis-
ini verður sagt í samtyktini
hjá Javnaðarflokkinum, at
talan er um sjálvstøðugar
tjóðir. Føroyar eru ongan-
tíð innlimaðar í danska rík-
ið, sum ein partur av hes-
um. Føroyar eru eitt land,
eitt fólk og ein tjóð, sum
hevur verið undir danakongi
síðani1380, men ikki sum
ein
partur
av
danska
ríkinum. Tí kann talan ong-
antíð vera um ríkisfelags-
skap, men hinvegin kunnu
vit við sáttmála klárgera
spurningin um ríkjafelags-
skap. Tað vil siga ein sátt-
mála millum tvey ríki, tvey
lond, tvey fólk ella tvær
tjóðir á líka føti. Tað er tað,
spurningurin snýr seg um.
Landsstýrið sigur greitt,
at teir vilja avgreiða hesa
støðuna. Javnaðarflokkurin
sigur í orðum, at hann vil
gera tað sama. Men í gerð-
um vil hann ikki.
Í politikki roynir ein at fáa
og útinna ávirkan. Menn og
flokkar, sum ikki tora, ikki
gera sær støðuna og mál-
setningarnar nóg greiðar,
sum spæla firtnir, sum rýma
av fundi og uppføra seg
óbúgvi, kunnu ikki rokna
við at fáa ávirkan.
Tá verða tað hinir, sum
arbeiða við málinum fyri
eyga, sum eisini síggja úr-
slitini tá av tornar.
Jógvan Sundstein
Í mai mánað í ár fer Anfinn Kallsberg, løgmaður á
vitjan á ES-høvuðsborgini í Brussel. Sambart Degi
og Viku í farnu viku fer løgmaður til Brussel at
samráðast um eina nýggja avtalu fyri Føroyar.
Henda avtalan skal so avloysa verandi hand-
ilsavtalu umframt at knýta onnur viðurskifti uppí,
sum í dag ikki eru partur av handilsavtaluni. Her
verður so eisini komið inn á tey fýra frælsini í ES,
sum umfata vørur og tænstur, kapital, útbúgving
og arbeiðsmegi.
SPURNINGURIN um tilknýti okkara til ES er aftur-
vendandi og viðgjørdi løgmaður hann í frágreiðing
síni herfyri um uttanríkismál. Løgmaður segði m.a.
tá, at landsstýrið hevur slept ætlanini at fáa eina
EBS-líknandi avtalu við ES, soleiðis sum eitt nú
Noreg hevur. Heldur leggja Føroyar seg eftir at
fáa eina víðkaða handilsavtalu við ES, og tað er í
hesum sambandi, at løgmaður ætlar sær til
Brussel at hitta Romano Prodi, oddamannin í ES
umframt fleiri av hansara næstu monnum. Her er
serstakliga talan um teir kommiserar, sum hava
ábyrgdina av økjum, sum verða innihildin í eini
avtalu millum Føroyar og ES.
EITT av málunum, sum løgmaður náttúrliga kem-
ur at viðgera, tá hann fer at hitta ES-leiðarar er
spurningurin um tey krøv, sum verða sett før-
oyingum í eini møguligari víðkaðari avtalu. Í hesum
sambandi varð nevnt í Degi og Viku spurningurin
um lógarkrøv okkara til útlendsk oljufeløg, at allar
vørur og tænastur í eini komandi oljuvinnu skulu
um føroyskan keikant o.a. í hesum sambandi.
Sambart ES-direktivi kunnu limalond í ES ella lond,
sum ES hevur gjørt eitt nú EBS-avtalur við, ikki
favorisera sínar egnu fyritøkur, men talan skal vera
um heilt fría kapping. Soleingi Føroyar ikki eru
limir í ES ella hava nakra EBS-avtalu standa vit
rættiliga frítt í spurningum, sum hava við eina
komandi oljuvinnu at gera.
LØGMAÐUR sigur seg vera greiðan yvir hetta
málið og fer sjálvandi at fyrihalda seg til tað, tá
samráðingar verða. Støðan er tann, at tað stendur
í lógini, at alt virksemi skal um føroyska keikant,
og tá ger tú mun á føroyskum og útlendskum. Tvs.
at útgerðarhavnir so sum Aberdeen, Stavanger,
Peterhead ol. vera ikki á jøvnum føti í kappingini
fyri bert at nevna eitt.
TAÐ er greitt, at løgmaður hevur til uppgávu at
tryggja okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuni best sømi-
lig kor og her ikki minst í teimum avtalum, sum vit
hava við ES. Tá má ein komandi oljuvinnu koma í
aðru røð. Men hinvegin er tað so ein sannroynd,
at tingið hevur samtykt við lóg, at vørur og tænatur
í komandi oljuvirksemi skulu yvir føroyskan keikant.
Nú vit fara at seta spónin í oljuleitingina og henda
nýggja lóg sleppur at royna seg, kann sjálvandi
vera spurt, hvussu væl timingin er at taka hetta
málið fram nú. Hetta er uttan iva nakað, sum
løgmaður hevur við í sínum metingum.Og hvussu
er er tað eitt sindur ringt at gjøgnumskoða, hvat
løgmaður hevur í kvittanum. Hóast tímingin kann
tykjast løgin, so vil ein møgulig broyting í hesi lóg
tó neyvan fáa nakran týdning enn. Tvs. at vit fara
helst at bjóða ágóðan av hesi lógini um keikantin
í nøkur ár.Vit seta annars álit okkara á løgmann,
at hann fer at fáa Føroyum eina góða avtalu við
ES.
Hin minsti musikkskúlin í
landinum liggur í Oyndar-
firði, men hóast tey bert
hava tveir tímar um vikuna,
so læra níggju næmingar
at spæla messingljóðføri.
Tey eiga rættiliga nýggj
ljóðføri í bygdini, og
hvønn
týsdag
vitjar
musikkskúlalærarin Atli
Petersen teir hugagóðu
næmingarnar, og bygd-
aráðið sær virði í hesum.
Samanspæl
millum plássini
Av tí at musikkskúlarnir í
Eysturoynni eru nógvir og
smáir, varð seinasta týsdag
ein verkætlan sett í gongd,
har næmingar runt fjørðin,
av
Strondum,
Skála,
Tofum, Runavík, Glyvrum
og úr Oyndarfirði hittust í
samanspæli.
Ætlan er løgd soleiðis at
tiltakið flytur og saman-
spæl verður einaferð á
hvørjum plássi, fyri at
enda við saman við horn-
orkestrinum á Skálafjørði-
Musikkskúli í Oyndarfirði
Ljómurin var óførur tá ið næmingar av Skálafjørðinum vóru í Oyndafirði seinasta týsdag
num, sum kallast Nes Sókn-
ar Musikkfelag.
Musikkskúlin á Skála er
komin aftur á føtur og
skúlastjórin Súni Kristian-
sen, sum eisini leiðir
musikkskúlan á Skála, hev-
ur fingur við í spælinum, tá
ið ræður um at samskipa
hesar venjingar.
Bløðini kunnu verða dýrur smeitur
Fara Dimmalætting og Sosialurin
sjálvi at bera bløðini og addressu-
leyst tilfar út, kann hetta føra til, at
Postverkið missir um 8 milliónir um
árið. Í ringasta føri verður talan um
uppsagnir
JOHN JOHANNESSEN
Verða tað bløðini sjálvi,
sum framyvir fara at bera
Dimmalætting, Sosialin og
lýsingabløð út til húsarhald-
ini, fer hetta at føra til álv-
arsligar avleiðingar fyri
Postverk Føroya.
Hetta ásannar Bergur í
Garði, postverkstjóri, nú tað
er vorðið greitt, at tey bæði
stóru bløðini, Dimmalætt-
ing og Sosialurin, ætla sær
at samstarva um at gera eitt
felag, ið skal bera bløð
teirra út allar dagar í vikuni.
Bløðini bæði siga seg tó
ynskja, at Postverkið fram-
haldandi skal bera bløðini
út, men so skal hetta vera
um kvøldið og fyri ein sám-
uligan penga. Arbeitt hevur
verið við at gjørt slíka av-
talu millum bløðini bæði,
Postverk Føroya og Føroya
Postfelag, ið er fakfelagið
hjá postboðunum, men líkt
er ikki til, at semja finst
millum hesar tríggjar partar.
Reglur og karmar
skulu haldast
Á aðalfundinum hjá Føroya
Postfelag um vikuskiftið
varð júst hetta málið við-
gjørt, og samdust fundarlut-
takararnir í hesum sam-
bandi um eina yvirlýsing.
Í yvirlýsingini stendur, at
limir felagsins ikki kunnu
góðtaka, at málið í útvarpi
og bløðunum verður lagt út
soleiðis, sum um tað eru
starvsfókini í postverkinum,
ið eru ein forðing fyri, at
postverkið kann geva bløð-
unum eitt tilboð upp á at
bera bløðini út um kvøldið.
Eisini siga postfólkini í
yvirlýsingini, at tað fyrst og
fremst má standa upp til
leiðslu postverksins, um
hon metir, at útberingin ber
til innan teir karmar og regl-
ur, sum eru galdandi fyri
arbeiðsplássið.
Hesir karmar eru, sam-
bært Sunnleivi Højgaard,
nývalda formanninum í Før-
oya Postfelag, at postboð-
ini
skulu
fáa
ávísar
viðbøtur, skulu tey bera post
út um kvøldaranar.
Formaðurin í postfelagn-
um leggur dent á, at talan
ikki er um beinleiðis yvirtíð,
men um eina væl uppiborna
viðbót fyri at arbeiða hesa
óvanligu arbeiðstíð, sum
slík útbering hevur við sær.
Sunnleivur
Højgaard
leggur tó dent á, at hetta ikki
skal fatast sum nakar illvilji
frá postboðunum. Men tal-
an ikki er um annað enn
rímulig krøv.
Sáttmáli er sáttmáli
Bergur í Garði, postverks-
stjóri, sigur seg ikki kunna
gera annað enn at virða sátt-
málan
við
postfelagið.
Hann sigur seg hava fingið
greið boð frá posfelagnum
um, at felagið ikki fer at
eina semju, ið liggur uttan
fyri sáttmálan hjá postfólk-
unum.
– Hetta merkir, at tað
verður trupult hjá okkum at
fáa eina útbering, sum fer
at loysa seg, upp at standa,
sigur Bergur í Garði.
Postverksstjórin ásannar,
at ber ikki til at bera bløðini
út, fer hetta at merkja eitt
stórt tap fyri Postverkið, og
kann hetta tap í seinasta
enda føra til uppsagnir.
Postverk Føroya fær um
fýra milliónir um árið fyri
at bera bløðini út, og inn-
tøkan av øðrum addressu-
leysum posti er, sambært
postverksstjóranum, nøku-
lunda tann sama.
Sunnudagin skuldi »Norð-
borg« (fyrrv. »Gardar«) fara
avstað á fyrsta túrin, men
fóðringin fór á maskinuni,
so »Norðborg« slapp ongan
veg. Føroyska manningin
var øll kom yvir leygardag-
in, og við verða 28 mans,
harav 9 eru norðmenn. Tað
hevur ikki verið gjørligt at
fingið at vita, hvussu um-
fatandi brekið er og nær
»Norðborg« liggur
»Norðborg« verður klárur at
fara til fiskiskap, men av
reiðarínum verður sagt, at
gekst eftir ætlan, skuldi
royndartúrur gerast aftur í
gjár. Roynt var at fáa sam-
band við skiparan, Kristian
Martin Rasmussen, men
hoyrilíkindi vóru ikki til
tess, áðrenn blaðið fór til
prentingar.
Heimsins fittasti
drongur
JOHN JOHANNESSEN
– Hetta er uttan iva heims-
ins fittasta barn.
Orðini eigur tingkvinnan,
Annita á Fríðriksmørk, sum
leygardagin saman við
manni sínum, Pálli Olsen,
fekk sítt fyrsta barn.
Barnið er ein vælskaptur
drongur, ið vigar 7 pund og
er 53 cm langur. Hann kom
í heimin leygardagin við
keisaraskurði.
Keisara-
skurðurin gekk væl, og
bæði mamma og barn hava
tað gott.
Annita
og
lítli drongurin
sleppa væntandi
heim fyrsta dag-
in.
Og,
sum
skilst á Annitu,
stúrir hon ikki
fyri vøkunætum
uppi yvir tí lítla.
– Hann er so
fittur og friðar-
ligur, at hann
valla fær verið
f r i ð a r l i g a r i ,
sigur
glaða
mamman,
ið
fyribils
ikki
verður at hoyra á
tingsins røðara-
palli.