týsdagur 29. februar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 29. februar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 29. februar 2000
...vit søkja eftir 20 ungum kvinnum og monnum, ið skulu mynda føroyska
fiskivinnu komandi árini.
Eitt sindur um teg
Tú ert púra vitandi um, at Føroyar hava brúk fyri tær. Tað sæst ikki á
skræðuni, men tú hevur eitt brennandi ynski um at taka lut í at ávirka
framtíðina í Føroyum.
Eitt sindur um okkum
Vit bjóða eina spennandi útbúgving, ið tekur støði í veruleikanum. Tað, tú
lærir, kanst tú brúka, og tey, ið undirvísa, eru fólk í lyklastørvum í føroysku
fiskivinnuni.
Fiskivinnuskúlin bjóðar tvinnar útbúgvingar
!2 ára vinnurættað útbúgving (AIF), ið gevur beinleiðis atgongd til
arbeiðsmarknaðin ella tøkniligar útbúgvingar á matvøruøkinum.
!3 ára yrkisgymnasial útbúgving (HIF). At ein útbúgving er yrkisgymnasial
merkir, at hon gevur atgongd til hægri útbúgvingar.
Ring 424573 og bið um umsóknarblað.
Fiskivinnuskúlin í Vestmanna
Postrúm 96 - 350 Vestmanna - Tlf. 42 45 73/42 44 96 - Fax 42 44 28
www. fiskvest.fo - Teldupostur: fiskvest@fiskvest.fo
stephanssons hús
Óli Heinesen, stjóri á Toll- og Skatt:
Innheintingin á veg út í økini
Stjórin á Toll- og Skattstovuni vísir aftur, at leiðarin fyri innkrevjingini hevur sagt upp og hann sigur samstundis, at
arbeiði við at leggja innheintingina út til økini er væl á veg. – Tað gongur sína gongd. Tey fyrstu starvsfólkini eru flutt
undir økini, sigur Óli Heinesen, sum heldur gongdina í trætuni við Starvsmannafelagið vera sera óhepna
SVEINUR TRÓNDARSON
Fríggjdagin frættist, at rætt-
uligt rumbul var í á Inn-
krevjingardeildini hjá Tolli-
og Skatti.
Søgur gingu um, at fleiri
enn tey sjey, sum høvdu
sagt upp frammanundan,
høvdu sagt upp, men tað var
heldur enn ikki torført at fáa
søgurnar váttaðar.
Sjey er nóg mikið
Ikki fyrr enn fyrrapartin
mánadagin eydnaðist at fáa
orð á stjóran á Toll- og
Skattstovuni og hann aftur-
vísti øllum søgunum.
– Eg havi eisini hoyrt has-
ar søgurnar, men kann bert
siga, at einki er í teimum.
Eingin hevur sagt upp aft-
urat teimum, sum longu eru
farin, sigur stjórin.
– Men, leggur hann aft-
urat, leiðarin, sum ein partur
av starvsfólkinum hevur
funnist at, er farin til hús,
men tað er tí, at hon ikki
meir orkaði at standa ímóti
ákærunum. Í veruleikanum
er tað ótrúligt, at hon hevur
verið við so leingi, men nú
kunnu vit siga, at starvsfólk-
ið náddi málinum.
Tá leiðarin er farin til
hús, er so ein møguleiki fyri
at starvsfólkið, sum hevur
sagt upp, verður sett aftur?
– Nei, tað kemur ikki upp
á tal. Tey hava sagt seg
sjálvan úr starvi av tí at tey
vóru ónøgd við leiðsluna og
so er ikki meira at gera við
tað. Tey vera ikki sett aftur,
sigur Óli Heinesen.
Tað at deildarleiðarin er
farin til hús hevur einki við
sjálva innkrevjingina at
gera. Hon er farin heim, tí
hon ikki kláraði at standa
ímóti trýstinum, sum hevur
ligið á henni, men tað var
ætlanin, at hon skuldi vera
fakligur leiðari fyri allari
innkrevjingini og sita í
stýrinum.
– Ætlanin er, at hon skal í
stýrið at arbeiða at taka sær
av uppgávum og tann ætl-
anin heldur fram, sigur Óli.
EDV-skipanin haltar
Óli Heinesen sigur, at ar-
beiði við innkrevjingarskip-
anini er vorðið tarnað av at
edvskipanin ikki hevur ver-
ið tøk til tíðina.
– Skipanin er føroysk og
tað hevur í hesum føri havt
vansar við sær fyri okkum.
Mótrokningin koyrir og
skipanin, sum skal stýra
eykatrekkinum verður klár
um eina viku, men tað eru
aðrir partar, sum enn ikki
eru lidnir og tað hevur
seinkað okkum, sigur Óli
Heinesen.
Men størsti trupulleikin er
avtaluskipanin, sum ikki
enn er fingin upp á pláss.
– Har hava vit enn nakrar
praktiskar trupulleikar, tí
tað ber ikki til bara at gera
avtalur. Tær skulu setast í
gildi við undirskrivt og av-
talurnar skulu kunna prógv-
ast, og har hava vit ikki
funnið eina nøktandi loysn
enn, sigur Óli Heinesen.
Flytingar av
starvsfólki
Nú tey sjey starvsfólkini
hava sagt upp, so er ein upp-
lagdur spurningur, hvussu
verður við innkrevjingar-
skipanini framyvir.
– Tað verður, sum vit alla
tíðina hava ætlað. Hon
verður løgd út á økini, sigur
hann.
Men koma tit ikki at
mangla fólk úti í økjunum,
nú sjey fólk ikki longur eru
við?
– Nei, tað koma vit ikki.
Uppgávurnar vera lagdar út,
og fólkið, sum er í økinum
verður sett at taka sær av
teimum, sigur Óli.
Hava tit tøkt fólk runt
landið?
– Ja, tað hava vit. Vit hava
verið ígjøgnum rættiliga
stórar umleggingar og tað
hevur havt við sær, at fólk
ikki hava eins nógv at taka
sær av, sum tey høvdu áðr-
enn. Tí er tað eingin trupul-
leiki, sigur Óli.
Hann staðfestir enn eina-
ferð, at tey fólkini, sum
hava sagt seg úr starvi, hava
gjørt tað av egnum vilja, og
tí vera tey ikki sett aftur,
Hann útihýsir kortini ikki
møguleikanum fyri, at tey
trý, sum hava sagt upp, og
sum enn eru til arbeiðis,
møguliga kunnu verða sett
aftur, men tað vil tíðin vísa,
tí hann skal tosa við tey
fyrst, sigur hann.
– Einki starvsfólk hevur
sagt upp, men deildarleið-
arin er hoknað undir trýst-
inum og farin til hús eina
tíð. Og arbeiði við at
leggja út til økini heldur á,
sigur Óli Heinesen
Kundi verið
handfarin øðrvísi
Stjórin á Tolli- og Skatti er ikki ósamd-
ur við formannin í Starvsmannafelagn-
um um at ósemjan ikki var rætt hand-
farin frá byrjan
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er lítið vit hava hoyrt
til Óla Heinesen í sam-
bandi við ósemjuna á Inn-
krevjingardeildini
hjá
Tolli- og Skatti.
Hóast
hann
hevur
ábyrgdina fyri stovninum,
so hevur hann ikki sagt
stórvegis.
Í seinastu viku segði
Gunnleivur Dalsgarð, at
hann helt ikki, at ósemjan
á deildini var taklað rætt,
tí í veruleikanum var tann
grundleggjandi ósemjan
ongantíð loyst.
Nú nakað er fráliðið,
spyrja vit Óla Heinesen
sama spurning.
Er trupulleikin kanska
tann, at tann upprunaliga
semjan ongantíð er loyst,
men at ov stórur dentur
er lagdur á tann fakliga
partin?
– Tað er ikki óhugsandi.
Málið gjørdist so persón-
ligt frá byrjan og tað
gjørdi ikki støðuna betri,
at
Starvsmannafelagið
kom við eini ákoyring
upp á 23 síður móti deild-
arleiðaranum. Eftir tað
var tað so sera torført, at
fáa loyst tann veruliga
trupulleikan, sigur Óli
Heinesen.
Hann sigur, at hann
framhaldandi arbeiðir fyri
eini loysn, men tað gerst
alsamt torførari, sum tíðin
líður.
–Eitt skal mann so hava
í huganum afturat og tað
er, at tað er trupult at gera
eina semju um persónlig-
ar spurningar um ikki
persónarnir eru við í
semjuni, og tað hevur
semjan ikki fyrilit við.
Hann leggur tó eina við,
at Toll- og Skatt hevur
lagt doyðin á, at arbeiða
eftir
semjuni,
hóast
Starvsmannafelagið
roynir at siga nakað ann-
að. Um tað eydnast má
tíðin vísa
– Tað goysir um eitt korter
Hesi vóru boðini íslendingar fingu leygardagin tá teir lurtaðu eftir útvarpinum.
Hekla var um at fara at goysa og fyri fyrstu ferð nakrantíð bar til hjá jarðfrøð-
ingum at siga tað áðrenn tað hendi. Gosið er longu minkað nógv
SVEINUR TRÓNDARSON
Leygardagin tók íslendska
gosfjallið Hekla at goysa.
Hesaferð kom tað ikki óvart
á íslendingar kortini, tí fyri
fyrstu ferð nakrantíð, vistu
jarðfrøðingarnir av tí áðrenn
tað tók at rúka úr fjallinum.
– Tað fer at goysa úr
Heklu um eitt korter ella so,
segði tíðindamaðurin í út-
varpinum og hann var ikki
langt av leið.
Tveir tíðindamenn vóru á
veg úr Reykjavík til Akur-
eyrar tá boðini bórust og teir
løgdu leiðina fram við
Heklu. Tí bar til hjá teimum
at fáa myndir av gosinum.
Myndir, sum fá hava tikið
undan teimum.
Sosialurin hevur frætt úr
Íslandi, at tað gekk stutt tíð,
so var ikki hugsingur um at
fara nærhendis fjallinum.
Byrjaði ógvusliga
– Tá tað byrjaði sá tað út til
at fara at gerast eitt av teim-
um heilt stóru gosunum,
men longu sunnudagin
minkaði tað rættuliga fitt og
í nátt minkaði tað aftur,
sigur Marentsa Poulsen,
sum býr í Reykjavík.
Hon hevur, sum allir aðrir
íslendingar fylgt við gosin-
um, sum ikki kom so óvart
á íslendingar kortini
Tíggju ár ímillum
Tað er ikki ókent, at tað
ganga júst tíggju ár ímillum
hvørja ferð Hekla goysir.
Kortini vil íslendskur
jarðfrøðingur verða við, at
júst hetta millumbili er tað
stytsta nakrantíð, tí tað eru
ikki gingin meiri enn níggju
ár síðani tað goysti úr Heklu
seinast.
Sum nevnt bar hesaferð
til hjá íslendsku jarðfrøð-
ingunum at siga áðrenn at
tað fór at goysa, og til tað
er tað ein heilt serlig frá-
greiðing.
Íslendingar ganga nevn-
iliga og bíða eftir tí stóra
Suðurlandsgosinum, sum,
sambært
serfrøðingum,
kann koma nær tað skal
vera og skulu vit trúgva
teimum, so er ikki ráðiligt
at vera nærhendis tá tað
gosið kemur.
Skrásetingarnar
skulu
geva íslendingum ein kjans
at sleppa burtur úr økinum
í góðari tí, so at mannalív
ikki farast í gosunum og
hóast tað ikki býr fólk í øk-
inum við Heklu, so virkaði
goseftirlitsskipanin so væl
at íslendingar vistu tað eitt
korter áðrenn.
Turistgos
Nú tað gekk so skjótt at
Heklugosið minkaði burtur
í einki siga íslendingar, at
hetta var eitt turistgos.
Bilrøirnar á vegnum móti
Heklu bera eisini á tað borð-
ið, tí sunnudagin vóru bil-
røðirnar heilar 4 kilometrar
tá tær vóru longstar.
Meðan bilrøðirnar vóru
upp á tað longsta brendi
hann á við ódnarveðrið,
sum menn ikki hava vita um
í Íslandi í longri tíð.
Heili 1500 fólk sótu inni-
stongd í bilum sínum á veg
móti Heklu, og tey slupp
hvørki aftur ella fram.
Ein stór fjøld av bjarg-
ingarfólki var úti til arbeiðis
sunnukvøldið og úr ísl-
endsku fjølmiðlunum frætt-
ist, at ikki síðani tað tóka at
goysa í Vestmannaoyggjun-
um í januar í 1993, hevur
so stórt bjargingar tiltak ver-
ið í Íslandi.
Í heila tikið er byrjanin
upp á nýggja túsundára
skeiðið ikki farin serliga við
grannum okkara fyri vestan.
Fyri ikki so langari tíð
síðani hendi størsta bilvan-
lukka í íslendsku søguni,
síðani tók Hekla at goysa
og sum ikki tað var nóg
mikið, so kom stóra ódnar-
veðrið upp í leikin eisini.
Forsetin var og hugdi
Sunnudagin var íslendski
forsetin Ólavur Ragnar
Grímsson, unnusta hansara,
Dorit og forsætisráðharrin
Dávíd Oddsson og hugdu at
gosfjallinum, men sýnið var
ikki serliga gott.
Harafturímóti fingu ísl-
endingar yvirhøvur nakað at
tosað um, tí tá fjølmiðlarnir
tosaðu við unnustuna hjá
forsetanum um gosfjallið,
svaraði hon teimum partvís
á íslendskum.
So nú er løtan gloymd, tá
íslendsku miðlarnir ætlaðu
at gera eina gølu burturúr,
at forsetin hevði funnið eina
unnustu, so stutt eftir at
kona hansara varð farin hið-
ani.
Hon doyði fyri ikki so
langari tíð síðani av krabb-
ameini.