týsdagur 29. februar 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 29. februar 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 29. februar 2000
Eg eri ikki samd við Jógvan við Keldu í, at trupulleikarnir bara vaksa í
sjúkrahúsverkinum, sigur Helena Dam á Neystabø millum annað í svari
upp á fyrispurning
Bensinavgjaldið eigur at endurskoðast
ÓLAVUR Í BEITI
Í farnu viku fekk Karsten
Hansen fyrispurning frá
Bjarna Djurholm, sum vil
hava at vita frá fíggjarmála-
ráðharranum, hvør faktura-
prísurin á bensini (kalium
og blýfrítt, 98 oktan) og á
diesel er? Løgtingsmaðurin
vil hartil hava at vita, Hvørji
avgjøldini á bensini (kalium
og blýfrítt, 98 oktan) og á
diesel eru, og hvussu verða
tey ásett? Og at enda spyr
Bjarni Djurholm, um lands-
stýrismaðurin hevur ætlanir
um at lækka/regulera av-
gjøldini á bensini, so
bensinprísurin verður í
javnari lutfalli við diesel-
prísin?
Prísmunurin 4 kr/l
Í viðmerkingunum sigur
Bjarni Djurholm m.a., at
farnu tíðina eru oljuprísirnir
á heimsmarknaðinum støð-
ugt hækkaðir. Hetta hevur
m.a. havt við sær, at prísurin
fyri blýfría bensinið nú er
8,29 kr/l, meðan kalium-
bensinið kostar 8,41 kr/l (pr.
24. februar 2000). Hóast al-
heims prísvøkstur, so er
endaprísurin á bensini og
diesel treytaður av vinning-
inum, sum oljufeløgini taka,
og ikki minst avgjøldunum,
sum fara í landskassan. Pol-
itiski myndugleikin hevur tí
stóra ávirkan á endaliga
prísin.
– Farna árið er bensin-
prísurin hækkaður við uml.
1 kr/l, ella um 200 kr/mðr.
fyri vanliga koyring. Prís-
hækkanin hevur ikki rakt
Byggir avgjaldsskipanin annars á at tryggja landskassanum inntøkur og at tálma orkunýtsluni, so er endamálið fokið,
nú vaksandi tal av privatbilum nýta diesel sum brennievni, sigur Bjarni Djurholm í viðmerkingunum til fyrispurning
eigararnar við dieselbilu-
num líka meint, men eisini
her er talan um munandi
prísvøkstur (4,33 kr/l pr. 24.
februar 2000). Úrslitið av
prísgongdinini farna árið er,
at prísmunurin millum sup-
Bæði tól og peningur
manglar innan alt
sjúkrahúsverkið
ÓLAVUR Í BEITI
Hvussu ber tað til, at meðan
Almanna- og Heilsumála-
stýrið bólgnar av fólki so
bara vaksa trupulleikarnir í
sjálvum verkinum? vildi
Jógvan við Keldu hava at
vita frá heilsumálaráðharr-
anum, og verður svarað, at
tað var úrslitið av bygnaðar-
uppskotinum
hjá
Finn
Norman Christensen, sum
avgjørdi, at umsitingin inn-
an sjúkrahúsverkið, á Al-
mannastovuni, hjá Sjúkra-
hússtjóranum og táverandi
Almanna- og heilsudeildini
í Tinganesi skuldi øll leggj-
ast saman til eitt stýri. Tað
er nú gjørt. Talan er ikki um
fleiri fólk, men um tey somu
fólkini, sum nú eru sett eitt
stað.
Í øðrum spurningi vildi
spyrjarin hava at vita, hví
sjúkrahúsleiðarin á Lands-
sjúkrahúsinum ger tað trup-
ult hjá yvirlæknum at ferð-
ast millum sjúrkahúsini, og
svarar heilsumálaráðharrin,
at á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
er eingin kirurgiskur yvir-
lækni settur. Tað er av væl-
vild, at sjúkrahúsleiðslan á
Landssjúkrahúsinum hevur
skipað so fyri, at tað fram-
haldandi er kirurgisk vakt á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí
tað eru læknarnir á Lands-
sjúkrahúsinum, sum reka
vaktina
á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi. Um so var, at
læknarnir á Landssjúkra-
húsinum ikki røktu lækna-
uppgávur í Klaksvík, so
hevði eingin kirurgi verið á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Nevnd sett
Og
hví Almanna-
og
Heilsumálastýrið ikki vil
seta kirurg á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, hóast umsøkjari
er, svarar Helena Dam á
Neystabø, at Almanna- og
heilsumálastýrið leggur seg
ikki út í setan av skurðlæk-
num á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi. Tað er Klaksvíkar
Sjúkrahús, sum sjálvt setir
skurðlæknar. Bert tá talan
er um yvirlæknar, eisini um
yvirlæknar í kirurgi, ið
verða settir sum tænastu-
menn, er tað landsstýris-
maðurin, sum setur og ikki
Klaksvíkar Sjúkrahús.
Viðvíkjandi spurningi-
num, hví Landssjúkrahúsið
altíð fær so nógv meiri enn
Suðuroyar- og Klaksvíkar
sjúkrahúsi, sigur heilsu-
málaráðharrin seg hava
mælt til, at serstøk tólakonto
verður stovnsett til øll 3
sjúkrahúsini, við tí enda-
máli at samskipa neyðugar
íløgur av hesum slagi. Eg
vil fegin enn einaferð fegn-
ast um, at Løgtingið gjørdi
av at játta pening til hesa
konto fyri øll 3 sjúkrahúsini
á fíggjarlógini í ár. Henda
konto fer at verða umsitin
av einari nevnd við fólki frá
øllum 3 sjúkrahúsunum.
At enda vildi Jógvan við
Keldu hava at vita, um allir
deildarleiðarar í Almanna-
og
Heilsumálastýrinum
koma av Landssjúkrahúsi-
num, og svarar heilsumála-
ráðharrin, at deildarstjórar-
nir í Almanna- og heilsu-
málastýrinum eru settir
sambært lýsing og millum
teir umsøkjarar, sum vóru
best kvalifiseraðir.
– Eg skal nýta høvi til at
upplýsa, at Almanna- og
heilsumálastýrið
hevur
verið sera heppið at fingið
dugnaligar og arbeiðssamar
deildarstjórar. At enda kann
upplýsast, at tann eini av
teimum hevur havt eitt leið-
andi starv á Landssjúkra-
húsinum, svarar Helena
Dam á Neystabø.
Landsstýrismaðurin fegnast um, at løgtingið hevur játtað
pengar til eina serliga tólakonto fyri øll trý sjúkrahúsinum
í landinum
erdiesel og bensin nú er um-
leið 4 kr/l.
– Spurningurin er tí, um
landsstýrismaðurin ikki eig-
ur at endurskoða avgjalds-
skipanina á bensini, so skip-
anin verður í javnari lutfalli
við avgjøldini á diesel, við
øðrum orðum at lækka ben-
sinavgjøldini. Fakturaprís-
urin á olju/bensini verður
m.a. reguleraður av altjóða
oljuprísinum og dollarkursi-
num, sum skifta javnan.
Hetta skuldi tó ikki forða
landsstýrismanninum
at
fingið til vega prísleguna pr.
24. februar 2000, sigur
Bjarni Djurholm m.a. í við-
merkingunum til fyrispurn-
ingin.
Aðalfundurin, sum er
hægsti
myndugleiki
Starvsmannafelagsins
staðfestir, at málið á Inn-
krevjingardeildini á Toll-
og Skattstovu Føroya ikki
er av fyrrenn øll 14
starvsfólkini hava fingið
høvi til at koma at aftur í
arbeiðið.
Aðalfundurin áleggur
nevndini í Starvsmanna-
felagnum at virka fyri
hesum.
Samtykt á 39. aðalfundi
hjá Starvsmannafelag-
num tann 26. febr. 2000
Yvirlýsing
Frá aðalfundi Starvsmannafelagsins
Formaðurin
sleppur ikki at
forða okkum
ÁKI BERTHOLDSEN
–Er Atli Hansen farin at
brúka sítt starv sum formað-
ur í Felagnum Nótaskipum
til at forða nøkrum av
teimum, sum eiga nótaskip,
til at byggja út, samstundis,
sum aðrir júst hava bygt út?
Hetta er ein spurningur,
sum limir í Felagnum Nóta-
skipum, nú seta sær sjálv-
um.
Í øllum førum er tað
greitt, at onkrir limir í Fel-
agnum Nótaskipum eru ikki
so fegnir um, at formaðurin
í felagnum skrivar grein eft-
ir grein í bløðunum um at
tað er neyðugt at tálma út-
byggingini av svartkjafta-
vinnuni.
Ein av teimum nótareið-
arum, sum bara hevur eitt
gamalt og lítið nótaskip, er
Jákup Olsen í Vági, og vit
hava spurt hann, um hann
er samdur við formannin
hjá sær, at vit nú eiga at
tálma útbyggingini av nóta-
flotanum.
Tað er hann ikki.
Og hann er eisini mis-
nøgdir við, at Atli Hansen
brúkar sítt starv, sum for-
maður í felagnum Nótaskip-
um til at heita á landsins
myndugleikar um at steðga
útbyggingini av nótaflotan-
um.
– Tað eru átta limir í fel-
agnum Nótaskipum og eg
kann ikki hugsa mær, at eg
eri tann einasti, sum ikki
taki undir við formannin-
um, sigur Jákup Olsen.
Jákup Olsen sigur annars,
at málið er ikki viðgjørt í
felagnum og tí dugir hann
ikki at síggja, hvussu Atli
Hansen kann úttala seg fyri
Felagið Nótaskip.
Reiðarin í Vági ivast eis-
ini í, um tað tænir áhuga-
málunum hjá Nótaskipum,
at formaðurin áhaldandi fins
at og hartar landsstýris-
mannin í fiskivinnumálum.
Helst hevði tað tænt okk-
um betri at samstarva við
hann og at víst á gongar
leiðir, heldur enn at gera
hann til ein mótpart hjá fel-
agnum.
Atli ger mismun
Jákup Olsen sigur, at eitt er,
at Atli Hansen ger seg til
talsmann fyri, at nýggj loyvi
ikki verða.
– Men hann kann ikki
gera seg til talsmann fyri,
at vit, sum eru í vinnuni,
ikki skulu sleppa at byggja
út.
Hann vísir á, at tað sær
eitt sindur merkiligt út, at
beint tá ið nakrir nótabátar
eru skiftir út við størri og
betri skip, skal Atli Hansen
gera seg til talsman fyri at
leggja lok á.
– Hvat so við okkum, sum
eiga Saksaberg? Og hvat
við øðrum bátum bátum,
sum eisini eru lítlir og
ótíðarhóskandi? Skulu vit
ikki sleppa at skifta skipini
út við størri og betri skip
spyr Jákup Olsen.
Vit mugu koyra á
Jákup Olsen heldur tvørtur-
ímóti, at tað hevur alstóran
týdning, at føroyingar koyra
á at fiska svartkjaft.
– Vit hava ikki havt skip
til at fiska nakað serligt av
svartkjafti. Tí hevur tað eis-
ini verið trupult at kravt
nakað serligt av kvotu.
– Og leggja vit ikki doyð-
in á at fiska meiri svartkjaft,
verður tað eisini trupult í
framtíðini at krevja nakað
serligt av kvotu.
Og nettupp tí leggur Ják-
up Olsen dent á, hvussu
stóran týdning tað hevur hjá
føroyingum at fiska meiri
svartkjaft.
Samstundis sær hann
svartkjaftin sum ein av
teimum heilt fáu møguleik-
unum, vit hava, til at menna
fiskivinnuna, tí toskurin,
hýsan, upsi og onnur fiska-
sløg, eru so hart troytt, at
har eru neyvan møguleikar
at fáa meiri burturúr. í
hvussu so er til nøgd.
– Svartkjafturin er einasti
fiskurin, vit eiga eftir og tað
ber ikki til at lata hann
gleppa okkum av hondum.
Tvørturímóti eiga vit at
fiska sum mest fyri at
styrkja okkara støðu.
Íslendingar og norð-
menn skulu parkerast
Reiðarin á Vági ásannar
kortini, at tað kann koma at
sansa at hjá summum bát-
um, um kvotan, vit fáa, ikki
verður nóg stór.
– Men so er bara eitt at
gera. Og tað er at fáa svart-
kjaftakvotuna hækkaða.
Sostatt heldur Jákup Ol-
sen, at tað er ógvuliga um-
ráðandi hjá føroyingum at
leggja á annan bógv og at
krevja eina hægri kvotu.
–Tað hevur stóran týdn-
ing, at vit ikki góðtaka, at
fáa eina so lítla svartkjafta-
kvotu, at tað ikki verður nóg
mikið til eina veruliga, før-
oyska vinnu.
Hann sigur, at fyri at fáa
eina hægri kvotu, er tað
neyðugt, at føroyingar park-
era íslendingar og norð-
menn úti á síðulinjuni í eina
tíð og fara at samráðast við
ES ístaðin um svartkfatin.
–Íslendingar og norð-
menn hava nýliga samráðst
aftanfyri ryggin á føroying-
um um toskin í Smoguhav-
inum, og tað fekk avleið-
ingar fyri føroyingar, tí tá
góvu norðmenn íslending-
um burturav toski, sum vit
eiga sáttmálarætt til.
– Tí er tað onki forgjørt í,
um vit parkera teir á síðu-
linjuni í hesum málinum, tí
teir hava gjørt tað sama
ímóti føroyingum.
Jákup Olsen sigur, at tað
sindri av svartkjafti, sum er
í norskum og íslendskum
sjógvi er so lítið, at tað er
onki at tosa um.
– Allur svartkjafturin av
týdningi er í ES og føroysk-
um sjógvi. Tað eru ES og
vit, sum eiga svartkjaftin.
– Sostatt eru tað vit og
ES, sum eiga at samráðast
um svartkjaftin. Og tí eiga
vit at taka fyrstu violinina
frá íslendingum og norð-
menn í hesum máli og
venda okkum til ES at sam-
ráðast um at býta svartkjaft-
in.
Higartil hava vit mest
brúkt svarkjaftin til at býta
um við botnfiskakvotur
aðrastaðni.
Men tann møguleikan
heldur Jákup Olsen, at vit
kunnu varðveita.
– Tað veldst aftur um,
hvussu stóra kvotu, vit fáa í
okkara part, sigur hann.
Á einum fjølmentum aðal-
fundi í dag samtyktu fund-
arfólki eina yvirlýsing, sum
staðfestir, at málið á Inn-
krevjingardeildini hjá Toll-
og Skattstovu Føroya ikki
er av fyrrenn ØLL 14 fólk-
ini, hava fingið høvi til at
koma aftur til arbeiðis, og
at tey øll 14 fáa eins viðgerð
framyvir.
Aðalfundurin
álegði
nevndini at virka fyri, at
hesi viðurskifti koma í rætt-
lag. 7 av fólkunum, sum
hava starvast á Innkrevjing-
ardeildini, hava sagt seg úr
starvi orsakað av samstarvs-
trupulleikum við leiðsluna
á Innkrevjingardeildini.
Nú leiðarin ikki longur er
í starvi á Innkrevjingar-
deildini, er grundarlagið
fyri uppsøgnunum burtur.
Við tað at Fíggjarmálastýrið
hevur sett nýggja leiðslu á
Grundarlagið fyri
uppsagnunum burtur
Saksaberg er eitt av teimum nótaskipunum, sum treingir til at verða skift út. Men reiðarin,
Jákup Olsen, heldur, at áskoðanin hjá formanninum í felagnum nótaskipum, er ein
forðing fyri hesum og tað góðtekur hann ikki
Limir í Felagnum Nótaskipum eru misnøgdir við, at
formaður teirra, Atli Hansen, mælir til at til at bremsa
útbyggingini av svartkjaftavinnuni
Innkrevjingardeildini við-
urkennir hon, at hon hevur
haft leiðslutrupulleikar, og
má tí fara undir at viðgera
støðuna saman við øllum 14
starvsfólkunum av nýggj-
um.
Semjan
sum
Starvs-
mannafelagið gjørdi við
fíggjarmálaráðharran,
Karsten Hansen, innibar
eisini eina avtalu um at
fólkini skuldu viðgerast
eins, og at øll skuldu vera
umfataði av arbeiðnum av
desentraliseringini.
Á aðalfundinum vórðu
viðgjørd fleiri onnur mál
m.a. brotini á grein 2 í sátt-
málanum, broyttur bygnað-
ur og komandi sáttmála-
samráðingar, sum longu nú
er neyðugt at fara í holt við
at fyrireika.
Eisini var formans- og
nevndarval.
Gunnleivur
Dalsgarð stóð fyri valið sum
formaður og hann var ein-
mælt afturvaldur sum for-
maður fyri eitt tvey ára
skeið. Heini Joensen og
Ingun Olsen stóðu eisini
fyri fyri vali, og tey vóru
afturvald. Sum eyka limir
vóru Súni Selfoss og Janus
Djurhuus afturvaldir.
Starvsmannafelagið
Tórshavn tann 26.02.2000
Gunnleivur Dalsgarð á aðalfundinum leygardagin