týsdagur 29. februar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 29. februar 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 29. februar 2000
Sjómansheimið nútíðarger
Klaksvíkar Sjómansheim
verður umvælt og nútíðar-
gjørt fyri umleið eina milli-
ón.
Seks kømur, umframt
»suituna«, gongina og mót-
tøkuna skulu gerast av
nýggjum í hesum umfari-
num. Framman undan eru
tvey kømur gjørd.
Arbeiðið er í gongd í
løtuni, men verður steðgað,
tá summarferðingin rætti-
liga kemur fyri. Seinni verð-
ur arbeiðið so tikið upp-
aftur, verður sagt av Klaks-
víkar Sjómansheimi.
Sjómansheimið er umleið
40 ára gamalt og treingir til
ein rættiligan umgang innan
fyri at fylgja altjóða støði.
Sagt verður av Sjómans-
heiminum, at kostnaðurin
av umbyggingini liggur um-
leið 100.000 krónur fyri
hvørt kamarið. Tað kann
tykjast at vera ein øgiligur
prísur. Men tá hugsað verð-
ur um alt, sum gerast skal
millum skins og holds, so
sum útskifting av rørum og
so framvegis, so man
kostnaðurin kortini vera á
gestum.
Tað er sjálvandi møtimik-
ið hjá Sjómansheiminum at
fara undir slíka útbygging.
Men gongdin hevur verið
soleiðis seinnu tíðina, at tey
trúgva upp á, at tað fer at
bera til. Gistingarnar hava
verið støðugar, ella í øllum
førum ikki í minking, sum
tikið verður til. Og væl av
øðrum tiltøkum vera eisini
hildin á Sjómansheiminum.
Slík tiltøk, har fólk biða um
størri døgurðar, bæði at hava
inni á Sjómansheiminum og
eisini slíkt, sum latið verður
út úr húsinum.
Tað eru ymisk fólk sum
búgva á Sjómansheiminum
alt eftir árstíðini. Um summ-
arið eru tað mest útlendsk
ferðafólk. Og sum ikki
einaferð verða týskarar
nevndir fyrst. Annars eru tað
fólk, sum koma til Klaks-
víkar til eitthvørt stytri tiltak
ella arbeiði. Onkur skúla-
næmingur og onkur fót-
bóltsleikari búgva fast. Eis-
ini er nakað av fólki, sum
etur fast á Sjómansheimi-
num.
Klaksvíkar Sjómansheim skal umbyggjast og nútímansgerast. Tann parturin
av arbeiðinum, sum nú er i gongd, fer væntandi at kosta út móti eini millión,
verður sagt av Sjómansheiminum
Klaksvíkar
Sjómansheim
er umleið 40
ára gamalt og
treingir til
umvælingar
(Mynd: Jens
Kristian Vang)
leið, heldur leiðslan á
Klaksvíkar Sjómansheimi.
Tá hetta umfarið er liðugt,
fer kostnaðurin væntandi at
tátta í milliónina, meta tey
á Sjómansheiminum.
Samlaða kamarstalið fer
at lækka við hesi útbygging-
ini av tí, at alt nú verður
gjørt til dupultkømur. Men
tað er neyðugt, siga tey.
Stutt og greitt, tí kundin
krevur altjóða støði. Í dag
vil eingin gjalda fyri eina
song, har wc og bað eru á
gongini saman við øðrum
Ungur føroyingur
økonomur hjá DONG
JAN MÜLLER
Tann 26 ára gamli havna-
maðurin Regin Hammer er
valdur út millum rættiliga
nógvar umsøkjarar til eitt av
teimum týðandi størvunum
hjá danska olju- og gassfel-
agnum DONG, ið ætlar sær
at vera við í oljuleitingini
við Føroyar.
Regin Hammer, sum í
dag starvast hjá Fíggjar-
málastýrinum, skal taka við
starvinum sum økonomur í
leitingar- og framleiðslu
deildini hjá DONG 1. mai.
Hann skal arbeiða á høv-
uðsskrivstovuni, sum liggur
í
Hørsholm
nærhendis
Keypmannahavn.
Regin Hammer hoyrir til
tað ættarliðið at ungum før-
oyingum, sum hevur valt
oljuvinnuna sum sítt fram-
tíðar livibreyð. Hugurin
hevur alla tíðina verið til
økonomi og lærugreinar við
tilknýti til hesa lærugrein.
Eftir lokið studentsprógv
læs Regin økonomi á Fróð-
skaparsetrinum í eitt ár og
higani gekk so leiðin til
skotska oljubýin Aberdeen,
har Regin tók eina trý ára
útbúgving innan búskapar-
frøði á Robert Gordon
University.
Stóri áhugin hjá altjóða
oljuheiminum fyri føroyska
landgrunninum hevur helst
eisini birt uppundir áhugan
hjá Regini fyri oljuvinnuni,
tí eftir lokna útbúgving í
Aberdeen fekk hann eitt sti-
pendium frá AMG-olju-
bólkinum (Tað eru Statoil,
Mobil og Enterprise) at lesa
við oljubúskaparfrøði við
lærda háskúlan í Dundee.
Eftir hetta arbeiddi Regin í
eina tíð hjá Enterprise í
London. Síðani gekk leiðin
heim til Føroya og hevur
Regin arbeitt hjá Fíggjar-
málastýrinum í skjótt tvey
ár. Har hevur hann serstak-
liga tikist við at tilrætta-
leggja kolvetnisskattalóg-
irnar, sum nú eru samtyktar
av løgtinginum.
Uppá fyrispurning um tað
ikki verður ein missur fyri
føroyskar
oljumyndug-
leikar, at útbúgvin fólk sum
hann fara til oljufeløgini at
arbeiða sigur Regin Ham-
mer, at hetta er ein náttúr-
ligur útviklingur. Tað er
eisini av týdningi at fáa
føroyingar við í arbeiði at
finna oljuna. Tað er eisini
avmarkað, hvussu mong
kunnu arbeiða innan tað
almenna.
Stóra takið her heima er
tikið við øllum fyrireik-
ingunum til 1. útbjóðing, og
harnæst er tað eisini eitt
ynski frá føroyskum mynd-
ugleikum, at útlendsk olju-
feløg, sum ætla at arbeiða
við Føroyar, seta føroyingar
í størv. Regin Hammer sig-
ur, at hann hevur vónir um
at skula arbeiða við Før-
oyaøkinum sum frálíður.
Fyri seg sjálvan er tað eis-
ini ein størri faklig avbjóð-
ing, tí hetta er tað øki hann
hevur specialiserað seg í.
Sjálvur heldur Regin Dong
verða eitt áhugavert felag
og hann sær fram til nýggju
avbjóðingina.
Regin
Hammer
hevur fingið
týðandi
starv hjá
danska
felagnum
DONG
Frá 1000 ára haldinum
Evni
Thomas Kingo
Apostólsku
fedrarnir
Heidnir si›ir
upp í okkara
øld
Martin Luther
Apostólsku
fedrarnir
Apostólsku
fedrarnir
Kaj Munk
Fyrilestrahaldari
Marjun Bæk
Martin R. Jacobsen
Sverri Egholm
David Johannesen
Martin R. Jacobsen
Martin R. Jacobsen
Magnus Jørgensen
Tiltak
Fyrilestur og
konsert vi›
Havnarkórinum
Fyrilestur
Fyrilestur og
konsert vi›
Sandoyar Manskóri
Fyrilestur og konsert
vi› Vestmanna
Sangkóri
Fyrilestur og
konsert vi›
Fyrilestur
Dupultkvartett
úr Runavík
Fyrilestur og konsert
vi› Eystankórinum
Sta›ur
Tórshavn
Listaskálin
kl. 20.00
Klaksvík
Kirkjukjallarin
kl. 16.00
Dalur
Bygdahúsi›
kl. 16.00
Kollafjør›ur
Kirkjan
kl. 16.00
Tórshavn
kl. 16.00
Nor›skála
Kirkjan
kl. 16.00
Glyvrar
kl. 19.00
Dagf.
Mikudagin
01.03.2000
Sunnudagin
12.03.2000
Sunnudagin
12.03.2000
Sunnudagin
12.03.2000
Sunnudagin
19.03.2000
Sunnudagin
26.03.2000
Mánadagin
27.03.2000
Skrá fyri februar og mars
RZ008
www.tusund.fo
EDVARD JOENSEN
Skal tað bera til at liva av
jarðarbrúki, er neyðugt, at
bóndin eisini kennir til nú-
tíðar virkisrakstur. Tað er
ikki nokk at duga at mjólka
og kenna seyð. At hava skil
á roknskapinum er minst
líka umráðandi.
Ofta hoyrast bøndur klaga
um, hvussu tungt tað er at
fáa landbúnaðin at bera seg
fíggjarliga. Men verður
hann so spurdur um, hvussu
stór íløgan er fyri hvørt
kilog av kjøti ella litur av
mjólk, hann framleiðir, dug-
ir hann mangan ikki at
svara. Hann hevur stutt sagt
ov lítið skil á roknskapi-
num, sum er líka neyðugur
í landbúnaðinum, sum hann
er í handilsvinnuni ella á
flakavirkinum.
Tað ber ikki til at klaga
um eitt ting, sum tú als ikki
kennir. Og kennir tú ikki
orsøkina til, at tað gongur
illa, ber heldur ikki til at
venda gongdini.
Tað letur til, sigur norski
búnaðar- og fíggjarfrøðing-
urin, Ole Christen Hallesby,
at ein stórur partur av bønd-
unum eru í einum stórum,
passivum bólki, bara tí, at
teir av traditión skulu vera
Bóndin
skal vera
virkisleiðari
Ov lítið er hjá bóndanum bara at vera ein, sum arvar ein
garð fyri at bera traditiónina víðari. Hann skal hugsa um
jarðarbrúkið sum eitt toppprofessionelt rikið virki
bøndur, og ikki tí, at teir
tíma tað.
Ole Christen Hallesby var
um vikuskiftið í Føroyum
og helt skeið fyri føroyskum
bøndum. Skeiðið varð hild-
ið á Hotel Vágum leygar-
dagin og sunnudagin.
Ole Christen Hallesby
sigur um føroyskar bøndur,
at sum framleiðarar eru teir
dugnaligir, men sum virkis-
leiðarar og roknaskapar-
menn eru teir amatørar.
Arvur
Bóndin er berari av tradi-
tiónini og mentanararvi-
num. Spurningurin er so,
um hetta verður ein mót-
søgn til tað at vera bóndi.
Tað vil siga ein konflikt
millum framleiðaran og
mentanarberan.
Í Noreg er ein traditión
fyri, at bóndin skal vera
bæði framleiðari og ment-
anarberi, sigur Ole Christen
Hallesby. Og so kemur tann
triðja konfliktin. Ber tað til
fíggjarliga at vera bóndi?
Ole Christen Hallesby
greiðir frá, at nógvir norskir
bøndur hava arbeiði við síð-
una av jarðarbrúkinum við
tí úrsliti, at tá tað er gjørt,
er ikki orka til rættiligt jarð-
arbrúk. Og so býtur alt seg
aftur í halan.
Hetta man heldur ikki
vera so øgiliga ókent hjá
føroyskum bøndum, metir
hann.
Norski búnaðar- og bú-
skaparfrøðingurin heldur, at
tað má vera uppgávan hjá
politikarunum at syrgja fyri,
at tað verður førdur ein poli-
tikkur, sum tryggjar bónda-
num fíggjarliga grundarlag-
ið. Tí eingin kann rokna við,
at tað at vera bóndi í sær
sjálvum er eitt arbeiði, sum
gevur pengar.
Ætt eftir ætt
Á stevnuni í Vágum kom
meira enn einaferð fram,
sigur Ole Christen Hallesby,
at tað bara verður roknað
við sum givið, at tann elsti
sonurin í bóndaættini verð-
ur tann, sum ber arvin og
mentanina víðari. Eisini hó-
ast hann yvirhøvur ikki er
áhugaður. Tað liggur alla
tíðina sum eitt tigandi krav
frá umheiminum, at soleiðis
skal tað vera. Men mangan
er tað soleiðis, sigur Ole
Christen Hallesby, at eingin
tosar við viðkomandi sjálv-
an um, hvat hann ætlar. Og
tað er meira enn einaferð
endað við, at tann, sum
kanska er best egnaður og
áhugaður, verður settur til
viks, tí tann eldri, sum
hvørki tímir ella dugir, av
gamlari traditión skal verða
bóndi. Hann hevur jú rætta
navnið.
Tað hevur sínar avgjørdu
vansar, tá maður kennir seg
noyddan at bera ættararvin
víðari. Úrslitið verður ógvu-
liga ofta ein útbrendur mað-
ur, sum nógv heldur vil gera
alt annað. Av tí sama verður
eingin kontinuitetur. Alt
verður standandi í stað ella
í ringasta føri forferst.
Ole Christen Hallesby
sigur, at summir bøndur av
natúr eru eitt ógvuliga kon-
servativt fólkaslag. Í summ-
um førum bókstaviliga kon-
serveraðir, heldur hann.
Men sjálvandi eru tað
undantøkini. Tað er greitt.
Men í Føroyum er ikki langt
av leið at siga, at vit eru
uppsteðgað á mongum økj-
um innan landbúnaðin.
Tí var ein av uppgávun-
um á skeiðnum júst at siga
fólki, hvussu týdningarmik-
ið tað er at duga at hugsa
øðrvísi ella ótradiotionelt.
Lítið umhildið
Tað eru mótsetningar í jarð-
arbrúkinum,
sigur
Ole
Christen Hallesby. Bøndur-
nir vilja mangan sjálvir bera
arvin og traditiónirnar víð-
ari, men sita samstundis og
klaga um, hvussu illa tað
ber til fíggjarliga.
Her heldur Ole Christen
Hallesby, at samfelagið eig-
ur at viðurkenna bónda-
stættina heldur betri, enn
gjørt verður í dag. Manga-
staðni verður tað beinleiðis
lítisvert at vera bóndi. Og
tað kemst ofta av, at ov fáir
pengar eru í fakinum.
Hetta ávirkar sjálvandi
eisini tann, sum skal liva av
hesum. Hann kennir seg
verri fyri enn onnur og hev-
ur kanska lyndi til at geva
skjótari upp av tí sama. Men
bóndin má sjálvur gera sær
greitt, at tað hann ger, er
neyðugt. Og eisini má sam-
felagið sum so fáast at
skilja, at landbúnaðarfram-
leiðslan er beinleiðis lívs-
neyðug fyri at fáa samfel-
agið at koyra.
Men tað kann ikki bara
vera í veitslutalunum, at
slíkt kemur fram, sigur Ole
Christen Hallesby. Tað má
gerast nakað við búskapin,
og vit noyðast at síggja í
verki, at politikararnir veru-
liga vilja gera nakað fyri at
hjálpa landbúnaðinum.
Bøndurnir uppliva í dag,
at teir als ikki verða virdir
av
politikarunum.
Ole
Christen Hallesby sigur, at
bøndur hava greitt honum
frá, at tað hava verið ráð-
harrar, sum beinleiðis hava
sagt, at landbúnaður er so
lítið málsøki, at tað tíma teir
ikki at fáast við. Tí má onk-
ur annar taka sær av.
Samfelagið í dag hevur
líkasum hug at meta virði
eftir búskapinum. Her hava
vit eina stætt, sum hevur
lægri tímaløn enn tann, sum
byrjar nýggjur við kassan í
supermarknaðinum. Tá er
tað skjótt, at samfelagið sig-
ur, at hetta, tú gerst, er einki
vert.
Ole Christen Hallesby heldur, at samfelagið eigur at viðurkenna bóndastættina heldur
betri, enn gjørt verður í dag.
Leygardagin helt norski
Ole Christen Hallesby
fyrilestur um búnaðarmál.
Hetta var partur av eini
stevnu á Hotel Vágum um
evni at vera bóndi