Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. februar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 41 - 29. februar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 41 - 29. februar 2000 Øll skulu viðgerast eins Seinasta leygardag skrivaði Edvar Joensen blaðmaður nakað í samband við at Næraberg kom á Klaksvík. M.a. skrivar hann: »Fólk vóru so smátt farin at skott- ast eftir, hvar móttøku- nevndin mundi vera. Men har var eingin. Eitt sindur kollut varð hildið (undir- strikað av undirritaða). Væl var hetta eitt brúkt, leigað skip, men klaksvíkingar hava útnevnt tað til flagg- skipið í flotanum, so har átti at verið gjørt okkurt burtur- úr«. Siðvenja hevur verið og er í Klaksvík, at almennar móttøkur hava verið og eru fyri nýbygningum Av og á hevur verið tosað um, um hetta skal broytast, men hildið hevur verið, at best er sum er, tí torført verður at stýra, tá fleiri brúktir bátar og skip koma millum ár og dag. Viðmerking: Aðrar siðvenjur hava eis- ini verið umrøddar, eitt nú, skulu vit flaggað, tá onkur hevur undan føðingardag, kansaka ein fyrrverandi bý- ráðslimur, kanska ein – sum onkur heldur – hevur størri týdning enn annar, hevur rundan dag. – Hetta verður ikki gjørt. T.d. hevur fólk ringt til okkara, tá onkur er farin, hvussu tað ber til, at býráðið ikki hevur flaggið á hálvari stong. – Her hava vit ta sið- venju, at flaggið er á hálvari stong, tá jarðarferð er. – Tað er lættari at fylgja. Vit kenna týdningin av fólki við dirvi og áræði Annað er, tá okkara frægi ítróttarungdómur vinnur sær meistarheiti. Hvussu verða hesi heiðrað! Her hevur kanska verið ilt at fylgt við, men vit hava roynt, og vóna at tað enn betur verður fylgt upp í framtíðini. Umráðandi er, at vit royna at viðgera øll eins. – Eitt nú er skipið Norðborg, fyrrverandi Gardar, farið til fiskiskap, uttan at koma til Føroyar. – Hinvegin fekk Christian í Grótinum, sum var nýbygningur úr Kili al- menna móttøku. Sjálvandi ynskja bæði bý- ráðið og allir klaksvíkingar einum tílíkum megnartaki og tílíkum átøkum góða eydnu – tað hava vit eisini gjørt á annan hátt – vit eru ikki sørt ernir av tílíkum dirvi og áræði, og eingin kennir tað betri enn vit, hvønn týdning hetta hevur fyri bý okkara, og fegnast um, at felagið J. F. Kjølbro við nýggjum og yngri kreft- um framvegis er ein horna- steinur í samfelagi okkara. Ofta er lætt hjá fremm- andamanni, sum eina ferð av og á er í Klaksvík, at gera seg inn á siðvenjur, kanska uttan tó at hugsa seg nóg væl um. Jógvan við Keldu, borgarstjóri Avmarkingar á ymiskum marknaðum Marknaðurin í ES og USA vil um 10-20 ár mangla fisk. Hetta sigur norski marknaðargranskari Børn Eirik Olsen á eini aliráðstevnu, sum norska gransk- ingarráðið skipaði fyri í seinastu viku. ES og USA avmarka atgongdina hjá triðjalondum til sínar marknaðir við reguleringum, tolli og kvot- um, men um ikki so langa tíð vera hesi londini kanska noydd til at stimulera innflutningin av fiska- vørum. Orsaka av avmarkingum á marknaðunum í ES og USA hevur m.a. norska fiskivinnan lagt dent á at marknaðarføra seg á asiatiskum marknaðum og væntandi fer hesin marknaður at vaksa munandi komandi árini, tískil vil minni verða eftir til markn- aðin í ES og USA. Í dag keypa asiatisk lond 40 % av øllum fiski, sum verður útfluttur. Norski granskarin metur, at um nøkur ár so er hesin parturin øktur til 2/3 (Intrafish). www.sosialurin.fo Fyrsti føðingardagurin Heidi og Sólvá vóru báðar føddar 29 februar fyri fýra árum síðani Sólvá saman við pápa sínum, Kaj, sum lovar stóran føð- ingardag í dag Pápin lovar stóran føðingardag, nú Sólvá kann halda sín fyrsta veruliga føð- ingardag EYÐUN KLAKSTEIN MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN Í ár er leypár, og tað hevur við sær, at fólk sum sum eru fødd 29. februar, aftur sleppa at halda veruligan føðingardag. Soleiðis er eisini hjá teimum børnum, sum vórðu fødd 29. februar fyri fýra árum síðani, og tey sleppa sostatt at halda sín fyrsta rættiliga føðingardag í dag. Ein av teimum er Sólvá Lávík, og foreldrini lova stóran føðingardag. – Vit ætla at gera meira burtur úr hesaferð, og vit hava longu fingið pakkar sendandi frá familju, sigur Kaj Johannesen. Mamma Sólvu eitur Annika Lávík. Sólvá hevur higartil hildið føðingdagin hjá sær 28. februar. – Rættast hevði helst ver- ið at hildið dagin 1. mars, men fyri at hon ikki skal villast í tveimum ymiskum mánaðum, so plaga vit hald- a dagin 28. februar, sigur Kaj. Sól skein Kaj sigur, at tey høvdu ikki lagt seg eftir at fáa barn júst 29. februar, men hann er ikki keddur av, at tað endaði við tí. – Beint tá Sólvá kom í verðina, lat eg eitt vindeyga upp á Landssjúkrahúsinum og tók ein djúpan andadrátt. Tá lætti mjørkin akkurát, og sólin fór at skína. Tí kallaðu vit hana Sólvá, greiðir Kaj frá. – Og so var kvotan fyri at uppkalla foreldur langt síðani brúkt, leggur hann afturat. Sama kvøld, sum Sólvá var komin í verðina, skuldi Kaj spæla á konsert í Norðurlandahúsinum. Hann fór heim at sova eftir føðingina, og kom ov seint til konsertina. Men at fólk bíðaðu einar 10 minuttir eftir honum, legði stolti pápin ikki so nógv í. Sólvá gongur í barnagarði Sankta Josefs, og har gong- ur eisini Heidi, sum somu- leiðis fyllir 4 ár í dag, men sum fyrstu ferð rættiliga kann halda føðingardagin á rætta degnum. Vit ynska teimum, og øllum hinum sum hava føðingardag í dag, tillukku við degnum. Sosialurin - 311820 COCA COLA CUP B68 bjóðar øllum gentum og dreingjum at gera lið til kapping í fótbólti í ítróttarhøllini í Runavík í døgunum 4. og 5. mars 2000 Stuðul til kappingina • Spælt verður við stórum málum (smápiltamálum). • Á hvørjum liði eru 5 leikarar, 4 útileikarar og 1 málmaður. • Loyvt er at hava 1 eykaleikara. • Luttakarakostnaður: kr. 200,- fyri hvørt liðið. • Øll liðini skulu hava rættulig fótbóltsnøvn, sum t.d. B68, HB, Liverpool, Pharma osfr. 1. Pinkulingar (f. 92 og yngri) 2. Smápiltar (f. 90-91) 3. Piltar (f. 88-89) 4. Smádreingir (f. 86-87) 5. Dreingir (f. 84-85) 6. Gentur (f. 90 og yngri) 7. Gentur (f. 88-89) 8. Gentur (f. 86-87) 9. Gentur (f. 83-85) • Heiðursmerkir til nr. 1, 2 og 3 • T-shirts til nr. 1 í hvørjum bólki • Ein fótbólt til besta málskjútta í hvørjum bólki • Coca Cola til allar leikarar Fer fram á tel. 448068/ 448274 og 447644 millum kl. 19.00-21.00 Seinasta freist mikukvøldið 1. mars. Aldursbólkar Tilmelding Reglur o.a. Heiðursmerkir o.m.a. frá Coca Cola Læraralønir ikki hildnar aftur Føroysk leikritaskriving Framsýning Føroyskar bøkur á enskum Tvídrátturin millum Føroya Lær- arafelag og Fíggjarmálastýrið, sum kom í, tí Fíggjarmálastýrið hevur biðið Undirvísingar- og Menta- málastýrið halda lønum aftur, er nú av í fyrstu syftu, tí boð eru komin um, at allar lønir verða útgoldnar DAGFINN OLSEN Tað kom illa við hjá Før- oya Lærarafelag, at Fíggjarmálastýrið longu 14. februar hevur biðið Undirvísingar- og Mentamálastýrið halda lønir hjá sáttmálasettum lærarum aftur, meðan samráðst verður. Felagið og Karsten Hansen hava í leygar- dagsblaðnum viðmerk- ingar til málið. Men eftir at blaðið var farið il prentingar seinnapartin fríggjadagin kom fram, at lærarar hava einki at óttast, tí hesi boð eru komin til Føroya Lær- Mikudagin letur Pauli Vang upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík Mikudagin klokkan 15 letur upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er Pauli Vang, ið sýnir fram málningar. Mest eru tað landslagsmyndir, ið Pauli málar. Opið er frá mikudeg- num 1/3 til sunnudagin 6/3 2000. Mikudag til fríggjadag er opið frá 15 til 19. Leygardagin er opið frá 14 til 20 og sunnudagin frá klokkan 14 til 18. Enski bókaútgevarin Pamela Clunies Ross vitjar í hesum døgum í Føroyum fyri at kunna seg um føroyskar bókmentir. Ensamálið er at finna føroyskar bøkur at geva út á enskum máli. Í kvøld er rithøvundakvøld í Norðurlanda- húsinum, har Pamela C. Ross eisini luttekur DAGFINN OLSEN Norðurlandahúsið hevur boðið Pamelu Clunies Ross til Føroya. Hon hevur bóka- forlagið Mare‘s Nest, ið hevur givið út fleiri ís- lendskar bøkur, ið eru týdd- ar til enskt. Endamálið við at bjóða enska útgevaranum til Før- oya, er at vekja áhuga henn- ara fyri føroyskum bók- mentum, so møguleiki verður fyri at fáa hesar út á enkum máli. Pamela C. Ross sigur seg ikki kenna stórvegis til før- oyskar bókmentir, men hon hevur lisið Barbaru. Hon leggur tó dent á, at henda bók jú upprunaliga er skriv- að á donskum. Hon sigur eisini, at hóast William Heinesen er á enskum, so er hann ikki kendir millum manna. Hon heldur vera hugtak- andi, at síðani umleið 1980 eru eini 800 bøkur komnar út á føroyskum. Hon kennir Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heine- sen, men leggur tó dent á, at hon er mest áhugað í bók- um, ið upprunaliga eru skrivaðar á føroyskum. Síðani 1995 hevur Mare‘s Nest givið út 10 íslendskar bøkur. Talan er ikki um stór- ar útgávur, men tær selja og ein áhugabólkur er til staðar. Tó er tað so, at enska for- lagið hevur fingið stuðul frá íslendskum myndugleikum og øðrum. Neyðugt er við umleið 50% í stuðli, um slík ætlan skal gerast veru- leiki, tí tað er vágaverk hjá lítlum forlag at geva slíkar bøkur út. Hóast bøkurnar koma út í Onglandi og USA, so er Gríma hevur skipað fyri skeiði í leikritaskriving. Hetta er liður í at fáa før- oyskan dramatikk á pall, nú fyrireikingar eru til føroyskan tjóðpall. Eisini er hetta liður í útskrivaðu leikritakappingini DAGFINN OLSEN Fyrsta umfar av leikrita- skeiðnum var í oktober í fjør. Tá vóru eini 6 - 8 lut- takarar. Seinna umfar hevur verið nú, og eini 3 luttóku. Tað eru Eyðun Johanne- sen og Jørgen Ljungdal, ið hava staðið fyri skeiðunum. Teir hava áður m.a. sam- starvað um uppsetingina av Glataðu Spælimonnunum. Fleiri orsøkir eru til, at slíkt skeið verður hildið. Gríma útskrivaði fyri tíð síðani leikritakapping og kundu áhugaðir høvundar á skeiðunum fáa vegleiðing og hugskot. Eisini eru fyri- reikingar til føroyskan tjóð- pall. Eyðun Johannesen byrjar í apríl í starvi, sum m.a. fevnir um at byggja hetta upp. Hann er sera á- hugaður í at fáa til vega før- oyskar leikir. Lættari at skilja Jørgen Ljungdal hevur tikið sær av at vegleiða í skrivliga arbeiðinum. Eyðun Johannesen hevur síðani sett leikbrot upp á pallinum. Hetta ger tað lætt- ari at skilja hjá høvundu- num. Ofta sæst ikki, um leik- brot rigga sum ætlað, fyrr enn tey verða framførd á palli, siga tey í Grímu. Bæði Gríma og Eyðun Johannesen eru greið yvir, at tað er ikki sum at siga tað at skriva leik, men tó vóna tey at fáa føroyskan nútíðar leik á pall framyvir. Eyðun Johannesen og Jørgen Ljungdal hava havt skeið í leikritaskriving Mynd: Jonhard Hammer Mynd: Álvur Haraldsen Pamela Clunies Ross er enskur bókaútgevari, ið hevur givið eini 10 íslendskar bøkur út á enskum máli. Ætlandi verður tað sama nú roynt við føroyskum bókum Mynd: Álvur Haraldsen Lærarafelagið og Karsten Hansen hava í leygar- dagsblaðnum viðmerkingar til málið arafelag frá Undirvísing- ar- og Mentamálastýri- num: Til Føroya Lærarafelag Vísandi til telefonsam- røðu við formannin 24. februar 2000, verður við hesum sagt frá, at allar lønir í mars til lærarar í fólkaskúlanum verða goldnar sum higartil. Funnið semingfólk Í gjár frættist, at Lærara- felagið hevur boðað lønardeildini hjá Fíggj- armálastýrinum frá við- víkjandi semingsfólkum. Hvørji hesi eru, fekst tó ikki at vita. bert talan um upplag uppá 2000 bøkur. Men sjálvsagt ber til at endurprenta, skuldi tað verið neyðugt. Eins og í øðrum høpum, t.d. í tónleikaídnaðinum, so er gongdin tann, at fólk eru troytt av teim stóru. Hugt verður nú í krókarnar, metir Pamela C. Ross. Talan verður í fyrstu syftu um 2 bøkur, ið skulu týðast og gevast út á enskum. Pa- mela kennir enn ikki stór- vegis til føroyskar bøkur, men ætlar at vitja bókasøvn og bókhandlar. Hon heldur tó, at rættast hevði verið at byrja við tveimum nýggjum føroyskum bókum. Norðurlandahúsið stend- ur fyri vitjanini og er eisini til reiðar at hjálpa til fíggj- arliga, men stjórin í húsi- num, Helga Hjörvar, væntar eisini, at onnur eru áhugað at seta pengar í. Í kvøld luttekur Pamela Clunies Ross á rithøvunda- kvøldinum, sum verður í Norðurlandahúsinum.