Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. februar 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 41 - 29. februar 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 41 - 29. februar 2000 JÁKUP MØRK Stjørnan-VB 34-27 (15-18) Høllin var so at siga stúgv- andi full leygardagin, tá Stjørnan, sum alt árið hevur ligið á odda, fekk vitjan av VB. Vann Stjørnan dystin, kundu tær so at siga kalla seg meistara, og á pappí- rinum skuldi hetta verið ein uppgáva, sum til bar at loys- a. VB hevur nevnliga ikki fingið serliga góða úrtøku burtur úr sínum dystum hetta kappingarárið, og liggja tær í løtuni á einum fimta plássi. Í fleiri av dystunum, hev- ur tað kortini verið sera nær við hjá VB, sum kortini hevur drigið styttra stráðið í dystum móti hinum lið- unum. Talan hevur í nógv- um førum verið um sera góðan hondbólt, og eitt nú var um reppið, at tær megn- aðu at basa Kyndli í steypa- finaluni. Klaksvíkingar mundu tí- skil ikki vænta sær nakran lættan dyst leygardagin, og fingu tær so sanniliga held- ur ikki. Javnur fyrri hálvleikur Sjørnan byrjaði annars dyst- in við at senda Andrijanu av stað tvær ferðir, og skjóti vongurin sendi báðar ferðir bóltin í netið, men tær á mótstøðuliðnum góvust tó ikki so. Spakuliga tóku tær seg inn á Stjørnuna, og hó- ast tað leikaði sera javnt á, so var tað VB, sum átti munin meginpartin av tíð- ini. Annars er vert at leggja til merkis, at stjørnukvinn- urnar tóktist rættuliga tyng- dar av uppgávuni, nú gullið var komið somikið nær, og hetta haldi eg eisini ávirkaði spæl teirra stóran part av dystinum. Hetta sást kanska best tá mál vórðu skotin, so vóru smíl og látur at síggja á VB liðnum, meðan tað hjá Stjørnuni heldur tóktist sum ein lætti, hvørja ferð onkur av leikarunum megnaðu at skora. Í slíkum støðum kemur ofta væl við, um nakrir av leikarunum hava nakrar royndir at dúva upp á, og hetta vísti leikandi hjá Stjørnuni, Vesna Tomajek, eisini. Hon var við í tí mesta á vøllinum, og tá skotroynd- irnar hjá Simonu ikki vildi fara í málið, so kom sera væl við, at venjarin var so- mikið væl fyri. Hjá VB tóktist serliga Arnleyð at vera væl fyri, men eingin av hinum leika- runum eigur at verða gloymd fyri sítt spæl. Allar sum ein stríddust tær í ver- jupartinum, og bæði skjótu mótálopini og strikuspælið riggaði sera væl. Somikið væl gekst hjá VB, at tá farið varð til hálv- leiks, var ikki nógv, sum bendi á, at Stjørnan skuldi vinna dystin, og sjónligasta tekini um hetta hekk á bróstinum, har máltalvan segði frá, at VB hevði skot- ið trý mál fleiri enn Stjørnan fyrstu 30 minuttirnar. Full ferð á Stjørnuna Nú veit eg ikki, hvat klaks- víksgenturnar høvdu tosað um í hálvleikinum, men tær komu sum ódnarveður móti VB-liðnum, nú seinni hálv- leikur fór í gongd. Hetta gav eisini rættuliga Stjørnurnar glitraðu Eftir ein sera undirhaldandi dyst í KÍ-høllini leygardagin, kundu kvinnurnar hjá Stjørnuni saman við mongu áskoðarunum fegnast um, at nú er so at siga komið á mál í FM-stríðnum skjótt úrslit, og eftir einum fimm minuttum, høvdu tær aftur fingið samband við VB. Lagið á áskoðarunum var sum vera man sera gott, og ivaleyst hava øll við- haldsfólkini gjørt sítt til, at tað nú fór at gangast betri. Í øllum førum lyftist spælið hjæa heimaliðnum enn meira, men kortini megnaðu tær ikki rættuliga at skræða seg leysar frá VB. Suðuroyargenturnar megn- aðu enn tá at vinna seg fram um enn einaferð, men hetta nervaði ikki Stjørnuna. Klaksvíksgenturnar, sum nú rættuliga høvdu fingið ferðilin av gullmerkjunum, settu enn meira ferð á, og móti endanum av dystinum skramblaði so alt saman hjá VB. Stjørnan slapp rættuliga ótarnað at skjóta fimm mál teir báðar seinastu minutt- irnar, og rómurin í høllini var øgiligur tá Vesna móti endanum av dystinum kun- di leypa frá veinginum og skorað, eftir at bólturin varð lyftur inn í málteigin. Viljin var á muni Vágsgenturnar taptu sum kunnugt dystin við ikki færri enn sjey málum, men verður sæð burtur frá teim- um báðum seinstu minutt- unum, so megnaðu tær so sanniliga at geva komandi føroyameistarunum dygga mótstøðu. Munurin var tó helst, at viljin og sigurshungurin hjá heimaliðnum var nakað størri enn hjá gestunum. Annað var, at breiddin í stjørnuhópinum er væl størri enn hjá VB, og tískil kundu tær lata stuðulsleik- ararnar hvíla seg nakrar minuttir, uttan at hetta darv- aði spælinum serliga nógv. Eisini gevur breiði hóp- urin nógv størri valmøgu- leikar hjá venjaranum, og í øllum førum er tað ein sann- roynd, at spælið hjá Stjørn- uni fór at ganga munandi betri, tá Sólva Eystberg kom á vøllin í seinna hálv- leiki. Veteranurin, sum hevur verið skadd stóran part av árinum, hevur kanska ikki orku til at spæla ein heilan dyst, men leygardagin lá hennara partur so sanniliga ikki eftir. Ja, breiddin á liðnum er somikið stór, at tað ikki man vera langt av leið at siga, at klaksvíksgenturnar høvdu megnað at vunnið meistara- heitið, hóast tær báðar út- lendsku ikki høvdu verið á liðnum. Við núverandi manning er í øllum førum eingin ivi. Klaksvíkingar eiga so nógv tað besta kvinnuliðið í landinum, tá um hondbólt ræður. Gaman í, so restar teim- um enn eitt stig, áðrenn tær eru 100% vísar í FM heit- inum, men tað krevur so eitt undur av teimum heilt stóru, um hetta ikki skal eydnast teimum. Kann gerast heilt gott VB liðið hevur tó eisini góðar møguleikar at gera seg galdandi komandi árini. Á liðnum eru fleiri heilt góðir leikarar, sum eisini hava aldurin við sær, so- leiðis at tær kunnu vera við á liðnum í fleiri ár frameftir. Kanska er hópurin í so tunnur í ár, men fleiri ungar gentur eru á veg inn í hópin, so megna tær at halda fast við fólkið, er einki at ivast í, at tær komandi ár megna at vinna sær eina betri enda- støðu enn núverandi fimta plássið. Fleiri dystir hetta árið hava tær tapt sera tepurt, og verður sæð burtur frá teimum báðum seinastu minuttunum leygardagin, var eisini her talan um ein sera javnan dyst. Ein dyst, sum helst man teljast mill- um bestu dystirnar, sum hava verið í ár, og sum kunnugt skulu tvey lið til fyri at skapa ein góðan dyst. Dysturin í tølum Málskjúttar: Stjørnan: Vesna Tomajek 12 (4), Andrijana Milodanovic 8, Annika Ljósstein 4, Jas- trid Gullaksen 3, Anna K. Samson 3, Simona Hansen 3, Joan M. Joensen 1 VB: Arnleyð Krosslá 6, Christina Holm 6, Gurið Mortensen 4, Regina Rádó 4 (2), Sólrun Krosslá 4, Rannvá Augustinussen 2, Eyðbritt Krosslá 1 Brotskøst: Stjørnan 4, VB 3 Útvísingar: Stjørnan 3, VB 2 Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen Tá dysturin endiliga var lokin, kundu leikarar og áskoðarar fegnast um, at klaksvíkingar so at siga høvdu tryggjað sær meistaraheitið, hóast teimum enn væntar at leika nakrar dystir Mynd: Álvur Haraldsen Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa fyri almennum fyri- lestri á Fiskirannsóknar- stovuni mikukvøldið 1. mars 2000 kl. 20.00. Kári á Rógvi, cand.jur. LL.M., heldur fyrilestur, ið hann kallar Parlamentaris- ma og valdstríbýti. Hetta er sjeyndi og seinasti fyrilestur Kári á Rógvu heldur fyrilestur um valdstríbýti Hetta er seinasti fyrilesturin í eini røð við evnum úr millum annað Hvítubók í røðini við evnum m.a. úr Hvítubók. Kári á Rógvi er útbúgvin juristur á universitetinum í Keypmannahavn. Haraftur- at hevur hann lokið prógv sum Master of Laws við universitetið í Aberdeen. Undir lesnaðinum í Dan- mark arbeiddi hann í fólka- tinginum og á eini advokat- skrivstovu. Kári starvast nú sum skrivari hjá grundlógar- nevndini. Fyrilesturin snýr seg um tvær ógvuliga týðandi lærur í galdandi stýrisskipanarlóg, parlamentarismuna og vald- stríbýtið. Hesar hava havt stóra ávirkan á stjórnarskip- anir víða um. Báðar lærur hava tó ein heilt serligan uppruna, søguliga og ideo- logiskt. Fyrilesturin er ein roynd at greina tær søguligu fortreytirnar og síðani spyrj- a: Er grundarlag enn fyri at varðveita hesar gomlu meg- inreglur í verandi líki? Parlamentarisman er ein avleiðing av stríðnum mill- um fólkavalda tingið og kong um fyrisitingarvaldið. Sigurin hjá parlamentunum hevur merkt, at stjórnirnar í norðanlondum og aðra- staðni nú eru óbeinleiðis fólkavaldar. Men hetta hev- ur eisini ført við sær, at tað eru politisku samgongurnar, ið stýra bæði tingi og stjórn. Tann formligi rætturin hjá tinginum at samtykkja mis- álit, stýra fíggjarjáttanini, góðkenna millumlandasátt- málar, smíða lóggávu eins og aðrar parlamentariskar heimildir eru tí ikki veru- ligar heimildir í dag. Valdsbýtislæran hevur sín uppruna í hugsanum hjá enskum hugspekingum seinast í 17. øld, serliga John Locke. Her hjá okkum hevur vanlig fatan verið, at valdið eigur at vera tríbýtt. Hetta byggir partvís á ser- ligu tilgongina, tá danska grundlógin varð skrivað. Hugt verður at, um tíðin ikki er komin at kjølfesta eitt nýtt valdsbýti, grundað á tankarnar hjá Locke og øðrum, men tillagað veru- leikanum á okkara døgum. Samanumtikið eru parla- mentarisma og valdstríbýti tey mest týðandi prinsippini í verandi stýrisskipan. Men spurningurin kann setast, um vit blint hava elt eftir, har fyri var slóðað. Í hesum tíðum, tá allir flokkar eru samdir, at broytingar skulu gerast í valdsbýtinum mill- um land og ríki, mugu vit duga sjálvi okkum slóðir at bróta. Hvat er nú til ráða at taka í Gundadali? Síggi í bløðunum, at málið um Tórsvøll hevur verið fyri drúgvari viðgerð á aðal- fundi í FSF – tó ikki sum ítróttamál, men sum húsa- mál. Limafeløgini úti um landið, og onkur í Havn við, hava á hesum fundi givið til kennar, at tey eru ikki nøgd við, at fótbóltssam- bandið í so stóran mun hev- ur gjørt sær hendan ítrótta- vøll í Havn til sítt mál, at tað fíggjarliga fyribils hevur bundið seg við ikki minni enn 5,5 milliónum í ein bygning, sum enn ikki er annað enn ein beinagrind, ið ivaleyst fer atkosta upp móti teim 20 milliónunum, áðrenn liðugt verður. Men formaðurin, Torleif Sigurðsson, hevur í aðrar mátar roynst fótbóltinum so dyggur, at menn heldur bara vildu taka hansara framferð í hesum Tórsvallarmáli til eftirtektar enn lat ahann fara frá sum formann, so sum hann hótti við, um hann ikki fekk sín vilja. At føroyskur fótbóltur hevur tikið seg so væl upp í altjóða høpi hevur m.a. Tor- leif Sigurðsson allan heiður uppibornan fyri; men at hann hevur verið ein tann ítarsti til, sum tað tykist, at beina fyri møguleikanum fyri einum veruligum lands- stadion í Føroyum, tað fara fólk í Føroyum, sum ítrótta- liga hava annað og meira enn bara fótbólt í huga, ikki at siga honum tøkk fyri. Men høvuðspersónarnir í hesari ótruligu søk eru eyð- sýniliga advokaturin Jógvan Páll Lassen og fyrrverandi býráðsformaður Poul Michelsen. Á fundi fyri brátt ári síðan um Tórsvøll, har endamálið var at fáa veruligu viðurskiftini fram í ljósið og at fáa allar ítrótta- ligar og samfelagsligar part- ar at bera fram sína hugsan, vóru hesir báðir teir einastu, sum saman við Leivi Han- sen, býráðsformanni, talaðu fyri broyttu kósini í hesum gamla frítíðar- og ítrótta- máli, og framvegis eru tað bara hesir menn, sum tala fyri avskeplaðu ætlanini. Á nevnda fundi kom onki sannførandi fram um tað myrkaspæl, sum onkur av luttakarunum skírdi fram- ferðarháttin í hesum máli; heldur vóru somu sniðfund- igu og villleiðandi útsagnir at hoyra, sum eisini okkara pressa tíverri alt ov nógv hevur latið teigar til. Hongur ikki saman Tað man tó nú vera hugs- andi fólki greitt, at útsagn- irnar hanga illa saman hjá hesum monnum, sum so- leiðis hava ført ta bjørtu hugsjón út í óføri. Jógvan Páll Lassen í Sosialinum í farnu viku: »Nú er ein av- tala fingin í lag við fótbólts- sambandið, og nú fer grunn- urin undir at fáa arbeiðið frá hondini, sum enn restar í á hinum partinum av Tórs- vølli. Fíggjarliga eru tingini í lagi«. – Eru tingini veru- liga fíggjarliga í lagi til »hin partin av Tórsvølli«, um Fótbóltssamband Føroya, sum bert undir trýsti gongur við til at inniloka eitt byggi- skapilsi og onki meira, skal vera fíggjarliga álitið? – Og Poul Michelsen í Dimma- lætting: »Fíggjarætlanin hjá okkum heldur, og lánibyrð- an er, sum vit høvdu vænt- að«. Høvuðsgrundgevingin fyri ikki at leggja støði til eitt fullfíggjað stadion í fjør, tá ið umstøðurnar vóru opti- malar til tað, segðist vera tann, at grunnurin toldi ikki lánibyrðina, um samlaði kostnaðurin fór upp um 10 milliónir, og nú er onki óført, nú kostnaðurin man vera farin upp móti tí trí- faldaða! – Poul framhald- andi· »Tað fer ikki at ávirka Tórsvøll nakað, um lands- dystirnir verða spældir á Svangaskarði ella á Tórs- vølli (í fjør vórðu allar árar eirindaleyst lagdar í sjógv til tess at fáa landsdystirnar til Havnar!)… FSF rindar eitt fast árligt gjald, antin tað ger nýtslu av vøllinum ella ikki (man slíkur hug- burður fara at halda sær í fótbóltssambandinum?)… Tórsvøllur skal eisini fáa inntøkur frá at leiga hann út…« – Tosar tú veruliga í álvara, Poul? Men evstu ábyrgdina eiga býar- og landsmyndugleikarnir, sum væl og virðiliga vórðu kunnaðir um, hvønn veg leiðin bar. Málið er tó ikki farið heilt fyri bakka, um enn tað nú verður kostnað- armikið at rætta kósina upp- aftur. Tað kann tykjast láturvert av mær sum leikmanni at vilja leggja myndugleikum ráð um viðurskifti sum hesi; men so dillettantiskt sum tað higartil er farið fram í hesum byggimáli, má ein og hvør borgari hava loyvi til at bera fram sína hugsan til bata. Fyri mær at síggja má nú fyrsta stigið vera, at bý- ráðið tekur málið í egnar hendur og loysir teir menn frá upgávuni, sum soleiðis hava misrøkt almenna álit- ið. Tvinni viðurskifti verða síðan at hava í huga av nýggjum: útsjóndin og endamálið. Í sínari tíð, tá ið professi- onella stadionætlanin hjá teimum trimum arkitekta- feløgum, sum so ráðisliga og uttan nakra grundgeving vórðu skúgvað til viks, varð alment lýst á fyrsta sinni, vóru røddir frammi um, at slík ógvislig byggiætlan fór at skemma umhvørvið í Gundadali. Upprunaliga Tórsvallarætlanin var tó ólíka meira estetiskt gjøgn- umhugsað enn tann skemd, sum uttan útsjóndarligt fyri- lit nú stendur tveitt upp í hesum býarins fagrasta frí- tíðarøki. Dugi illa at hugsa mær, at byggi- og býarskip- anarnevnd býráðsins kann hava góðtikið, at hasin púra óneyðugi áskoðaraskráin varð settur upp á suðursíð- uni, ella at slík bingja skuldi kloykjast oman á vestaru áskoðaraplássini til fasilitet- ir, sum arkitektarnir í sínum projekti høvdu bygt ósjón- liga inn í heildina. Tað má nú vera eitt fólkakrav, at hesir skemmandi partar verða tiknir niðuraftur, hvør ið so enn skal bera fíggjar- liga kostnaðin av tí. Landsstadion Spurningurin verður síðan, um vit ynskja eitt lands- stadion í Føroyum, og um tað ber til at venda aftur til upprunaligu ætlanina í Gundadali. Okkara býráð tykist ikki at hava slept ætlanini um umstøður eisini til frælsan ítrótt, nú tað í einari tríáraætlan hevur sett eina millión krónur av á fíggjarlógini í ár til eina rennibreyt. Henda fyrsta milliónin kann væl saktans best nýtast til eitt endamál, og tað er at taka áskoðaraplássini á eystursíðuni niðuraftur og flyta tey, soleiðis sum tað jú lá í kortunum hjá »grunn- inum« at gerast skuldi. At fara og leggja eina renni- breyt aðrastaðni enn í Gundadali má metast at vera veruleikafjart, tí fyri tað fyrsta verða tá fleiri milliónir at binda bara í grundøki, sjálvt um býráðið skuldi latið av sínum egna, og harnæst kann ein berur renniringur ikki skapa tað umhvørvið og tann trivnað, sum er ein fortreyt fyri, at slík íløga skal kunna fáa nakran ítróttaligan og sam- felagsligan týdning. Og mundi ikki eisini fótbólturin havt gagn av, at umstøður til renniíðkan vóru á fót- bóltsøkinum? Men frælsur ítróttur er meira enn bara renning, hann krevur umstøður eisini til bæði kast og lop. Tað er ongin virðilig loysn hjá okkara býráð bara at vísa til eyrflata úti á einari høvd í Eysturbýnum. Fær frælsi ítrótturin ikki sømilig kor, kann hann ikki taka seg upp sum verulig ítróttagrein í býnum og fær heldur ikki týdning fyri frítíðarlívið og fólkaheilsuna. Men eisini í hesum ber Tórsvøllur í sær møguleik- ar. Ikki er so nógv pláss við norðurendan, men verður fráboðaða ætlanin um at flyta eystaru áskoðarapláss- ini longur eystur hildin, skuldi tað heldur ikki verið nakað stórmál at flutt eisini elmentini á suðursíðuni - tey kunnu møguliga skoyt- ast uppí á eystaru langsíðuni ella t.d. latast øðrum bólt- vølli í landinum – og tá kann Tórsvøllur lúka allar treytir til fullfíggjað stadion. At slík umbygging fer at krevja fleiri milliónir, enn reisast kunnu eftir fáum árum, er eyðsæð; men tíðin er nú til at seta út í kortið av nýggjum. Vit kunnu ikki bara sleppa endanum, lata henda skammarvarða verða standandi eftir okkum fyri eftirtíðina og lata frælsa ítróttin verða við skerdan lut. Ólavur Hátún Viðmerking: Ólavur Hátún heldur, at Tórsvøllur skal verða veruligt landsstadion, har frælsi ítrótturin eisini eigur innivist