týsdagur 29. februar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 29. februar 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 29. februar 2000
JÁKUP MØRK
H71-Kyndil 19-31 (7-17)
Hetta kappingarárið hevur
ikki staðið nakað serliga
væl til í hondbóltshøpi hjá
hoyvíkingum, og eftir at
hava sæð teir báðar seinastu
dystirnar hjá liðnum, mun-
nu flestu áskoðararnir vera
sannførdir um, at við ver-
andi gongd fer at enda heilt
galið.
Góðu dagarnir tey bæði
undanfarnu kappingarárini
munnu helst ikki vera
gloymdir enn, men í øllum
førum skal nógv broytast,
um hoyvíkingar skulu gera
sær vónir um luttøku í
oddastríðnum og steypafin-
alum.
Sunnudagin var tað Kyn-
dil, sum stóð hinumegin
miðlinjuna, og hóast Kynd-
il fyri fyrstu ferð í ár var
Wardumleyst, so gjørdist
rættuliga skjótt greitt, at
heldur ikki hesu ferð skuldu
hoyvíkingarnir hava nakað
serliga at siga.
Kyndil átti alt
Eftir at hoyvíkingar tíðliga
í dystinum høvdu eina eitt
máls leiðslu, stóð tað nevn-
liga Kyndil á restini.
Grønu havnarmenninir
tóktust vera væl fyrio, og
uttan stórvegis hóvasták,
spældu
hoyvíksverjuna
tunna ferð eftir ferð, ella
vórðu álopini endað við
skotroyndum útifrá, har ser-
liga Petur var ein stór
hóttan.
Tað sigur eisini eitt sind-
ur um støðuna hjá hoyvík-
ingum, at tá fyrri hálvleikur
var liðugt spældur, høvdu
teir einans fingið tíggju mál
seinastu 60 dystarminutt-
irnar, og við slíkari mál-
skjóting er ikki serliga lætt
at fáa fatur á nøkrum stig-
um.
Einasti hoyvíkingurin,
sum skaraði fram úr hesu
ferð, var Olaf Vestergaard,
men tíanverri var tað ikki
fyri nakað vakurt hond-
bóltsavrik. Heldur var tí
hann í seinna hálvleiki fekk
triðju útvísingina og harvið
reytt kort, eftir at hann so
at siga allan dystin hevði
roynt at fingið sinnið hjá
Hans Áka í kók.
Hetta eydnaðist tó ikki, og
eigur Hans Áki rós uppi-
borið fyri tað. Gaman í fekk
hann tvær útvísingar, men
hetta er meira ein avleiðing
av hansara spælistílið, har
hann ongantíð sparir seg í
nærdystum.
Mugu styrkjast
Kyndil helt við sigrinum
framhaldandi fast í møgu-
leikanum fyri heiðursmerk-
jum. Ikki tí, hesin dysturin
var ikki tann týdningar-
mesti á árinum, men hin-
vegin telja øll stigini eins
nógv.
Mikudagin stendur tó ein
nakað torførari uppgáva
fyri framman, tá Kyndil
skal royna seg móti Neist-
anum. Einki er at ivast í, at
kyndilsleiakararnir
eru
grammir eftir stigunum í
hesum dysti, og harafturat
hava teir helst einki ímóti
at leggja fót fyri grannunum
í gullstríðnum.
Higartil hevur Neistin tó
vunnið allar innanhýsis
uppgerðirnar í landskapp-
ingini, men hinvegin eydn-
aðist tað Kyndli at vinna
steypafinaluna, so líkindini
fyri einum spennandi dysti
skuldu verið góð.
Hoyvíkingar hava nú frí
í hálva aðru viku, áðrenn
teir enn einaferð skulu
royna seg móti einum topp-
liði. Tá verða tað strand-
ingar, sum koma á vitjan,
og mett eftir avrikunum í
farnu viku, er lítið at ivast
í, at hoyvíkingar heldur ein-
ki fáa burtur úr hesum dyst-
inum.
Yvirhøvur skal rættuliga
nógv broytast, um hoyvík-
ingar skulu fáa nakað sum
helst stig afturat hetta kapp-
ingarárið, og skulu teir gera
sær nakrar vónir um at lut-
taka í nøkrum oddadysti
komandi árini, skal mangt
og hvat henda.
Leiðsla felagsins hevur tó
áður verið sera virkisfús, og
hvør veit, um hovíkingar
ikki fáa onkran styrk til
komandi kappingarár. Í øll-
um førum er eingin ivi um,
at teir hava tørv á allari
hugsandi styrk.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olesen 5,
Eyðun H. Højgaard 5,
Tróndur Vatnhamar 3, Ein-
ar Brimnes 3, Bárður Brim-
vík 2, Rene Dahl Olesen 1
(1)
Kyndil: Regin Petersen 8,
Hans Áki Dahl Christian-
sen 8, Jacob Jónsson 6 (2),
Rúni Poulsen 5, Janus Einar
Sørensen 3, Niels Viggo
Niclasen 1
Brotskøst:
H71 2, Kyndil 2
Útvísingar:
H71 5, Kyndil 2
Diskvalifikatión:
H71 1 (3x2 minuttir)
Dómarar úr Stjørnuni:
Geir Wardum og Carsten
Andersen
Linligt á Hálsi
Aðru ferð innan fimm dagar vóru hoyvíkingar vertir fyri einum liði, sum lá
ovarlagari á stigatalvuni, og aðru ferð máttu teir leggja rygg til stórtap
Hans Áki leikti, sum vanligt, ein sera góðan dyst í verjupartinum, men harumframt eydnaðist honum eisini at skjóta
ikki færri enn átta mál sunnudagin, tá Kyndil og H71 dystaðust uppi á Hálsi
Mynd: Álvur Haraldsen
JÁKUP MØRK
Tjaldur-VÍF 24-33
(11-16)
Tað gjørdist eingin end-
urtøka av »næstan sen-
satiónini«, tá VÍF vitjaði
inni í Runavíkini. Úrslitið
gjørdist ein greiður sigur
til vestmenningar, og var
hetta nokk heldur ikki
meira enn væntað.
Onkuntíð hava odda-
liðini kanska havt dekan
ov góðan hug at sovna,
tá dysir hava verið móti
botnliðunum, men hesu
ferð datt VÍF ongantíð í
tað grøvina.
Rógvi við aftur
Teir settu seg nevnliga
beinan vegin á dystin
sunnudagin, og tá tíggju
minuttir vóru leiktir, var
munurin longu seks mál.
Eftir hetta tóku teir sær
meira av løttum, men
spennandi gjørdist dyst-
urin ongantíð, til tess var
munurin millum liðini alt
ov stórur.
Mest
merkisverda
hendingin í dystinum var,
at Rógvi Nielsen nú er
aftur á vøllinum, eftir at
hann hevur verið skaddur
alt kappingarárið.
Ivaleyst ein hugalig
staðfesting hjá vestmenn-
ingum, sum hava havt sítt
at dragast við, hvat skað-
um viðvíkur.
Aftur leysir í
toppinum
Við sigrinum løgdu vest-
menningar seg aftur tvey
stig fram um Neistan og
StÍF, men vestmenningar
hava tó leikt fleiri dystir
enn hesi bæði liðini.
Betur man tó vera at
hava fingið stigini í pos-
an, og megnar Kyndil at
leggja fót fyri Neistanum
týsdagin, munnu gull-
vónirnar hjá vestmenn-
ingum kanska gerast nak-
að bjartari.
Enn er tó einki avgjørt
í so máta, men í øllum
førum er líkt til, at vinn-
arin av landskappingini í
ár, helst skal vinna sær
væl meira enn tey 25 stig-
ini, sum StÍF hevði sein-
asta ár.
Líkt er í øllum førum
til, at tey fýra ovastu lið-
ini øll fara at fáa 18 stig
burtur úr dystunum móti
niðaru liðunum, og so er
spurningurin,
hvussu
gongst í innanhýsis dyst-
unum millum toppliðini.
Her hava Vestmenn-
ingar longu tapt tvær
ferðir í endaspælinum, og
eftir øllum at døma, skulu
teir ikki missa serliga
nógv afturat, um teir ætla
sær enda ovastir.
Vanliga verður tikið til,
at tað er kalt uppi á topp-
inum, men hetta orðafelli
kann í øllum førum ikki
nýtast um kappingina hjá
monnum hetta kapping-
arárið, tí líkt er til, at tað
verður alt annað kalt á
toppinum, tá avgerandi
dystirnir skulu avgreiðast
komandi góða mánaðin.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Tjaldur: Sverri Justinus-
sen 9 (3), Ragnar Olsen
4, Elias Hansen 4, Arn-
finn Langgaard 2, Jón S.
Gleðisheygg 2, Súni Fr.
Johannesen 2, Áki Han-
sen 1
VÍF: Sámal Joensen 7,
Martin Hummeland 7,
Ingi Olsen 6 (1), Agnar
Joensen 5 (1), Harald
Bjørgvin 3, Johnny Joen-
sen 3, Rógvi Nielsen 1,
Petur Fr. Joensen 1
Brotskøst:
Tjaldur 3, VÍF 3
Útvísingar:
Tjaldur 2, VÍF 1
Dómarar úr Neista-
num:
Hjalmar
Petersen
og
Kristian Johansen
Eftir bókini
Oddaliðið í landskappingini hjá
monnum, var sunnudagin og
vitjaði botnliðið úr Runavík, og
úrslitið gjørdist, sum fólk flest
høvdu væntað
Tað eydnaðist Agnari Joensen at skjóta fimm mál í
dystinum sunnudagin
Savnsmynd
JÁKUP MØRK
KÍF-StÍF 21-27 (10-12)
Tað vóru toppur og botnur,
sum hittust, tá StÍF sunnu-
dagin legði leiðina til Vest-
manna, har Kollfirðingar
tóku ímóti.
Alt árið hava liðini stríðst
í hvør sínum enda, og tískil
var eisini væntandi, at
strandingarnir skuldu fara
av vøllinum sum sigursharr-
ar. Tó so, tá liðini hittust í
grundspælinum, var heilt
nær við, at KÍF koppaði før-
oyameistarunum, so við-
haldsfólkini hjá heimalið-
num mundu helst vóna, at
okkurt fór at spyrjast burtur
úr dystinum sunnudagin.
Spældu fyri
møguleikanum
Skjótt var eisini greitt, at
leikararnir hjá KÍF eisini
høvdu vónir um eitt gott úr-
slit, tí eftir at StÍF hevði
fingið ta betru byrjanina,
fóru teir á heimaliðnum
brádliga at gera um seg.
Gestirnir royndu eisini
sítt, men vanliga kvika og
vakra álopsspælið riggaði
so als ikki, og KÍF megnaði
at vinna sær eina trý mála
leiðslu.
Eftir eitt time-out, fingu
strandingar tó meira skil á
spæl sítt, og seinastu 10
minuttirnar av hálvleikinum
fingu teir vent gongdini, so-
leiðis at tað vóru teir, sum
vóru frammanfyri, tá farið
varð til hálvleiks.
Seinna umfarið royndu
kollfirðingar framhaldandi
at stríðast fyri møguleika-
num, og hóast føroyameist-
ararnir rættuliga tíðliga
megnaðu at økja enn meira
um leiðsluna, so royndi
heimaliðið alla tíðina at
skapa eitt sindur av spenn-
ingi í dystinum.
Sum ikki einaferð, so var
tað Óla Kristian, sum gjørdi
mest um seg, tá hann fleiri
ferðir bjargaði skotroyndum
frá gestunum. Áskoðararnir
fingu tó annað at tosa um,
tá Eddie Joensen brádliga
varð sendir á vøllin.
Eddie hevur nevnliga
slettis ikki spælt hetta kapp-
ingarárið, og einki er at iv-
ast í, at kollfirðingar hava
verið sera harmir um hetta.
Størsti veikleikin á liðnum
hevur alt árið verið, at teir
hava alt ov fáar skjúttar,
men nú Eddie er komin aft-
ur í aftur, røkist kanska fyri,
at henda støða gerst nakað
øðrvísi.
Hjá Strandingum er na-
kað øðrvísi statt, tá tosað
Í einum dysti, sum fyrra hálva tíman var meira spennandi enn strandingar ætlaðu, fingu føroyameistararnir enn tvey
stig í posan
StÍF heldur fast um vónirnar
verður um skjúttar. Vanliga
eru tað John og Artur, sum
gera mest um seg í mál-
skjótingini, men sunnudag-
in vórðu teir báðir so væl
og virðiliga yvirhálaðir av
leikandi venjaranum, Jón-
leif Sólsker. Ikki færri enn
tíggju mál fekk hann hesu
ferð, og sjálvur helt hann,
at tað mundi vera eini trý
ella fýra ár síðani, at tað
hevði skorist so væl hjá sær.
Aðalmálið er rokkið
Komandi mikudag, skulu
bæði liðini aftur royna seg
móti liðum, sum eru í mót-
satta enda av stigatalvuni.
Kollfirðingar skulu tá
royna seg móti VÍF, og út-
litini fyri stigum í hesum
dysti munnu ikki vera av
teimum bestu.
Tað er tó ikki nøkur kata-
strofa, um kollfirðingar eis-
ini skuldu tapt hendan dyst-
in. Teir hava so at siga
tryggjað sær, at teir í øllum
førum ikki enda niðastir, tá
kappingarárið er lokið, so
aðalmálið fyri árinum er
longu rokkið,
Strandingar leggja leiðina
til Runavíkar, har botnliðið
Tjaldur tekur ímóti. Enn
hevur Tjaldur einki stig
fingið síðani endaspælið
byrjaði, og einki er at ivast
í, at StÍF eru stórfavorittar
at vinna dystin mikudagin.
Hetta er helst eisini neyð-
ugt, um føroyameistararnir
framhaldandi vilja vera
partur í gullstríðnum, har
VÍF og Neistin eru hinir lut-
takararnir.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
KÍF: Petur Martin Poulsen
7 (1), Petur Martin Johan-
sen 4 (1), Vagnur Johansen
4, Eddie Joensen 2, Óli
Kristian Djurhuus 1, Jákup
Dam 1, Emil Petersen 1,
Jónálvur Johannesen 1
StÍF: Jónleif Sólsker 10 (4),
John Petersen 5, Marius
Joensen 5, Artur Johansen
3, Bent Durhuus 2, Svein-
bjørn Poulsen 1, Kartin Da-
nielsen 1
Brotskøst:
KÍF: 5, StÍF 5
Útvísingar:
KÍF 3, StÍF 2
Dómarar úr Tjaldur:
Kári Hansen og Dánjal
Hansen
Strandingar hava framvegis góðan møguleika at verja
FM heitið
Savnsmynd
Ayr komið í
fjórðingsfinaluna
Annað umfarið á rað eydnaðist tað føroyska felagnum í
Skotlandi at vinna móti liði, sum dagliga spælir í Premier
League
JÁKUP MØRK
Leygardagin skuldi Ayr U-
nited aftur royna seg í skot-
sku steypakappingini, og
aftur hesu ferð var tað eitt
lið úr bestu skotsku deildini,
sum var á hini vall-
arhálvuni.
Vunnu
Endin av dystinum var, at
føroyska liðið vann dystin
4-3, eftir at teir tvær reisur
høvdu verið aftan fyri.
Sum tað skilst á skotsku
fjølmiðlunum, so var talan
um ein óvanliga ljótt spæl-
dan dyst, og sum skilst, so
gjørdi dómarin als einki fyri
at forða hesum.
Fimm gul og eitt reytt
kort vórðu givin í teir níti
minuttirnar, sum dysturin
vardi, men blaðmenninir er-
u á einum máli um, at hetta
talið kundi væl verið hægri.
Ikki við
Hvørgin av føroysku leik-
arunum vóru við í dystinum
leygardagin.
Jens Kristian Hansen er
enn ikki komin ræua fyri
seg aftur, og Jens Martin
Knudsen hevur lítið og ein-
ki spælt, meðan hann hevur
verið í skotska felagnum.
Í næstum fer málverjin
aftur til Íslands, har teir nú
eru farnir undir fyrireiking-
arnar til komandi kapping-
arár.
Hvussu verður hjá Jens
Kristiani í framtíðini tykist
enn nakað óvist, men leigu-
avtalan við B36 rennur út
um ein mánað.
Sosialurin - 311820
King GC Std. 5-12
89900
Cellerator GC
Std. 5-13
1.29900
Pinto GC Std. 5-13
59900
Pirez
Top Jr.
Std. 28-40
29900
Cellerator
Jr.
Std. 33-35 / 3-6
59900
êTRîTTUR ¥ N. Finsensg¿ta 5 ¥ Postsmoga 268 ¥ 110 Trshavn
Tel. 31 14 03 ¥ E-mail: sporthd@post.olivant.fo
ÍTRÓTTUR Á GLYVRUM
Tel. 44 73 99
F