týsdagur 29. februar 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 29. februar 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 29. februar 2000
Johanna Mikkelsen, 37 ár
Veteranurin millum lokalu leikararnar. Hevur í fleiri ár
talst millum bestu málverjar í landinum, og er eisini úttikin
til landsliðshópin. Hevur verið burtur stóran part av árinum
við skaðanum, sum hon fekk undir upphitingini áðrenn
fyrra europacup dystin
Rannvá Andreasen, 19 ár
Hevur rættuliga fingið sítt gjøgnumbrot í ár, eftir at Johanna
varð skadd. Við sínum góða yvirblikki, er hon ofta við til
at seta kontraálop í gongd, tá langir bóltar verða tveittir
fram. Hevur eins og systurin, Ragna, ein ótrúligan viljia,
og stríðist nú við Johannu um rættin til at verða fyrsti
málverjin.
Annika Ljósstein, 26 ár
Liðskiparin á stjørnuliðnum er sera sterk í verjuni, og hevur
harumframt eitt rættuliga gott skot, sum eisini ger hana til
eina støðuga hóttan í álopspartinum. Er millum bert tríggjar
føroyskar kvinnuleikarar, sum hava roynt seg í næstfremstu
donsku deildini. Fekk so at siga FM-heitið í føðingardags-
gávu, við tað at hon fylti sunnudagin.
Simona Hansen, 20 ár
Fyrst og fremst er tað øgiliga skotstyrkin, sum ger Simonu
til ein av mest týðandi leikarunum á liðnum. Hon hevur
sínar manglar í verjupartinum, men nakað av hesum verður
uppvigað av stødd hennara. Hevur tíðina fyri sær, og kann
hon menna seg enn meira, verður hetta ein leikari, sum vit
koma at síggja nógv til fram yvir.
Una Olsen, 17 ár
Er kanska evnaríkasti leikarin í felagnum, gevur seg altíð
100%, bæði til venjing og dyst. Er skjót og sterk, og tá
hon eisini loftar rættuliga væl, kann hon væl nýtast á
strikuni. Skjótleikin ger tó eisini, at hon er ein góður
vongspælari.
Vesna Tomajek, 37 ár
Hevur leikt 78 landsdystir fyri jugoslavia, og hevur m.a.
verið við til at vunnið silvur í OL í 1988. Hóast hon er
komin nakað upp í árini, er hon ríkiliga góð til føroyskan
hondbólt, og hevur avgjørt verið ein stórur styrkur hjá
klaksvíksliðnum.
Jastrid Gullaksen, 28 ár
Er kropsliga sterk, og ger hetta, at hon er ein týðandi liður
í verjuspælinum. Kropsstyrkin ger tó eisini, at hon ikki
smæðist burtur í álopspartinum, har hon megnar at skræða
seg ígjøgnum, hóast mótstøðuverjan heldur seg hava fatur
í henni.
Andrijana Milodanovic, 21 ár
Er við sínum skjótleika millum vandamestu vongspælarar
í landinum. Hóast hon ikki er lám, hevur hon eitt somikið
gott skot, at hon uttan trupulleikar kann spæla í høgru
álpssíðu. Kom til landið saman við venjaranum, og hevur
hon á sama hátt verið ein góður styrkur hjá liðnum.
Anna K. Samson, 25 ár
Hon man helst vera ein hin besti vongspælarin í landinum,
og fær við sínum skjótleika rættuliga nógv mál í kontra-
álopum. Hevur eisini eitt gott avsett, og megnar tískil at
»opna« málið, tá hon leypir inn frá veinginum.
Joan M. Joensen, 21 ár
Joan telist helst millum kvikastu leikararnar í Føroyum.
Ein styrki, sum serliga kemur til sjóndar í verjupartinum,
har hon fær fatur á nógvum bóltum. Kann spæla so at siga
alla staðni, men tá Sólvá hevur verið skadd meginpartin
av árinum, hevur Joan havt leiklutin sum spælskipari.
Ragna Andreasen, 19 ár
Hevur ein øgiligan stríðsvilja, sum í stórum mun kom-
penserar fyri teknisku manglum hennara. Hevur avgjørda
styrkina í skjótleikarnum og er vandamikil, tí hon altíð
setir beina kós móti málinum. Verður tó í so ofta dømd
fyri trok orsakað av ágrýtni sínum.
Sólva Eystberg, 34 ár
Kanska mest rutineraði føroyska leikarin. Er kanska ikki
tann leikarin, sum tú leggur mest til merkis, men hon
dugur sera væl at nýta høvdið, tá spælt verður. Eftir at
hava verið skadd stóran part av árinum, er hon í seinastuni
nýtt til at fáa frið á spælið, tá nógv hevur staðið á. Hevur
eins og Annika roynt seg í næstbestu donsku deildini
Tá tosið í framtíðini fer at fella á hondbóltslandskappingina 1999/2000, er einki at ivast í, at Stjørnan fer at standa frammalaga í minninum hjá teimum flestu. Alt kappingarárið hava tær verið so nógv tað besta liðið, og kontanta
avrokningin sæst eisini á stigatalvuni, har tær eru langt framman fyri næstu liðini. Liðið telur bæði ungar og evnaríkar umframt eldri og royndar leikarar, og hevur tískil ta so vælkendu blandingina av talenti og rutinu. Eisini er hópurin sera
breiður, og sæst hetta m.a. aftur í, at tað so at siga altíð eru tólv nøvn á dómaraseðlinum. Niðanfyri hava vit í stuttum lýst tær tólv, sum vóru á dómaraseðlinum leygardagin.
12 stjørnur - 12 stjørnur - 12 stjørnur - 12 stjørnur - 12 stjørnur