týsdagur 29. februar 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
CARL
ELI
NOLSØE
SAMUELSEN
Føroysku umboðini í norð-
urlandakappingini fyri skúl-
aungdómar, kunnu sum
heild vera nøgd við avrík
síni. Allir fingu stig, og nær-
um allir telvaðu yvir tað
væntaða.
Ingolf Gaard og Rúni
Dragaberg, báðir úr Klaks-
vík, luttóku í elsta bólki-
num, teimum 17-20 ára
gomlu, og her eydnaðist tað
Ingolfi at fáa eitt stig av
seks møguligum, meðan
Rúni fekk hálvt stig.
Ì bólkinum fyri teimum
15-16 ára gomlu gekk tað
sera gott hjá føroysku telv-
ararnum. Martin Poulsen úr
Havn fekk 50%, tað vil siga
trý stig, og endaði mitt í
røðini, meðan Hans Kristian
Simonsen úr Kollafirði fekk
hálvttriðja stig.
Olaf Berg úr Havn hevur
altíð staðið seg væl í árligu
norðulandakappingini, og í
ár varð einki undantak.
Hann fekk trý stig og endaði
somuleiðis mitt í røðini í 13-
Kaldir unglingar
Talv: Unglingarnir úr Føroyum fingu sera góð úrslit í norðurlandakappingini
í Finnlandi fyri skúlaungdómar. Og í liðkappingini er so javnt sum tað kann
verða í toppinum í fyrstu deild undan síðsta umfarið.
CARL
ELI
NOLSØE
SAMUELSEN
Í bygdahúsinum í Hvalvík,
ið nevnist Streymahús,
komu klaksvíkingar man-
sterkir inn á gátt. Talan varð
greið, teir ætlaðu sær øll
fýra stigini við tí í eyga at
leggja seg ájavnt havnar-
monnum í oddanum.
Dysturin endaði við stór-
sigri til klaksvíkingarnar,
3,5-0,5, men kundi eins væl
koppa hinvegin. Allir átta
telvarnir vórðu í tíðarneyð.
Rani Nolsøe úr Klaksvík
vann á fyrsta borði móti
Martini Brekká. Martin stóð
betur, men við eitt vendist
fyrimunurin, Rani fekk frí-
finnu og hereftir varð tað
hann sum royndi at vinna.
Rani telvaði væl í tíðar-
neyðini og vann sannfør-
andi.
Á øðrum borði varð eitt
rættuliga spennandi talv
millum Ólavur Simonsen úr
Klaksvík og Finnbjørn
Zachariassen. Ólavur vann,
men í tíðarneyðini hevði
Finnbjørn kontrakjansir í
einari støðu har Ólavur stóð
aktivari. Eftir tíðarneyðina
fekk Ólavur rók, men Finn-
bjørn stóð somikið væl at
hann royndi eina løtu aftrat,
CARL ELI NOLSØE
SAMUELSEN
Í internetkapping sum
varð herfyri eydnaðist tað
hálendinginum Jeroen
Piket at basa sjálvan Gar-
y Kasparov í finaluni. Pi-
ket vann 1,5-0,5.
Nógvir sterkir telvarar
luttóku í kappingini, ið
nevndist Kasparov Cup.
Nakrir sótu við hús og
telvaðu, meðan aðrir telv-
aðu alment.
men Ólavur vann at enda.
Hálva stigið hvalvíkingar
fingu fekk Sámal Christian-
sen á triðja borði móti Stein-
tóri Rasmussen. Steintór fór
í álop og offraði bisp fyri
tríggjar finnur og fekk heilt
góða støðu, men Sámal fann
allatíð bestu leikirnar og
fekk at enda ævigt skák.
Tummas M. Anthonius-
sen og Bergur Magnussen
hittust á fjórða borði. Sera
javnt varð, men Tummas
fekk tó lítlan fyrimun áð-
renn tann herviliga tíðar-
neyðin byrjaði at ávirkað
talvið. Tummas setti ein
heldur ørkymlaðan Berg
mát mitt í tíðarneyðini.
Hálvt stig til hvalvíking-
arnar. Stormur og glopra-
regn yvir Hvalvík hendan
dagin varð av sonnum
merkt_
Støðan
undan
síðsta
umfar:
Havnin 26
Klaksvík 25,5
Kollafj. 16
Hvalvík 15
Sandavág 13
Toftir 12,5
Allir dystirnir næsta viku-
skiftið eru av stórum týd-
ningini. Havnarmenn møta
14 ára bólkinum. Anders
Nicolajsen, búsitandi í Dan-
mark, fekk hálvt stig og
endaði aftast.
Sjálvdan sær ein føroy-
skar gentur telva á høgum
støði, men Miriam Olsen,
sum eins og Anders er bú-
sitandi í Danmark, fekk gott
úrslit í Finnlandi. Hon telv-
aði í 11-12 ára bólkinum,
og ognaði sær tvey stig.
Kappingin varð skipað
soleiðis, at tveir teir bestu
úr hvørjum norðurlandi um-
boðaðu ymsu bólkarnar. Úr-
slitið í ár hjá føroyingunum
týður á, at vit saktans kunnu
javnseta okkum við hini
norðanlondini viðvíkjandi
skúlatelving.
Støðuga venjingin ung-
lingarnir fingu, áðrenn farið
varð avstað, frá John Rød-
gaard gav uttan iva ungling-
unum íblástur og neyðuga
sjálvsálitið.
Við á ferðini vóru ferða-
leiðarin Martin Berg, og
Flóvin Tór Næs, sum talv-
venjari.
Klaksvíkingar vunnu
útsetta dystin
toftamonnum, sum stríðast
undan niðurflyting, klaks-
víkingar møta sandavágs-
monnum, sum eisini stíðast
undan niðurflyting og so er
tað dysturin um triðja pláss
millum hvalvíkingar og
kollfirðingar.
Ómøguligt er at spáa um
hvør vinnur deildina, men
eitt er greitt; havnarmenn
eru hálvt stig framanfyri og
kunnu tí sjálvir avgera før-
oyameistaraheitið.
Síðsta umfar verður í
kommunuskúlaauluni leyg-
ardagin 4. mars kl. 12.00.
Hetta verður eitt felagsum-
far, har allar dystirnir í
deildunum verða telvaðir
undir somu lon.
Kasparov tapti
Ein sera sterk telda
varð við, men hon varð
tikin úr kappingini veg-
na tekniskar trupulleik-
ar. Nógv vilja vera við,
at tað møguliga var
Kasparov, sum fekk
sparkað
telduna
úr
kappingini, tí hon var
ov sterk til hansara.
Men hetta eru bert git-
ingar.
Heimsmeistarin mátti herfyri lúta
móti hálendinginum, Jeroen Piket
Í vaksnamannadeildunum
eru teir nú av álvara farnir
undir nýggja fótbóltsárið.
Yngru deildirnar eru eis-
ini farnar at hugsa um
nýggja
kappingarárið.
Venjarar eru settir til flest-
u liðini, men á flestu støð-
unum eru teir ikki av álv-
ara farnir undir uttandura
venjingina enn.
Nógvir av yngru spæl-
arunum eru sannir snill-
ingar í innandura fótbólti.
Hetta hevur verið sjón
fyri søgn í mongu kapp-
ingunum, sum í vetur
hava verið kring landið.
Og komandi vikuskifti
fáa tey ungu aftur ein
møguleika at royna seg í
innandura kapping. Tað
er B68, sum er fyrireikari.
Teir bjóða dreingjunum at
kappast í fimm bólkum.
Talan er um dreingir, sum
eru føddir frá 1984 og
fram til teir, sum eru
føddir í 1992 ella seinna
enn so.
Genturnar fara at kapp-
ast í fýra bólkum. Tær el-
stu, sum hava loyvi at
vera við, eru tær, sum eru
føddar í 1983, og í yngsta
bólkinum fara tær at
kappast, sum eru føddar í
1990 og seinni enn so.
Spælt verður við stórum
málum.
Kappingin verður í
ítróttarhøllini í Runavík
leygardagin 4. og sunnu-
dagin 5. mars. Síðsta
freist at boða frá luttøku
er í annaðkvøld. Tað ber
til at boða frá luttøku
millum klokkan 19 og 21.
Boðast kann frá á telefon
448068,
448274
og
447644.
Kostnaðurin er 200
krónur fyri hvørt liðið. Á
hvørjum liði eru fýra úti-
spælarar og ein málverji.
Hvørt liðið hevur loyvi at
hava ein skiftisspælara.
Øll liðini skulu hava rætt-
ulig fótbóltsnøvn.
Tað er Coca–Cola, sum
stuðlar kappingini. Heið-
ursmerkir verða latin tri-
mum teimum bestu lið-
unum í hvørjum bólki.
Bestu liðini fáa harafturat
t–blusur. Besti málskjútt-
in í hvørjum bólkinum
fær ein fótbólt, og allir
luttakararnir fáa Coca
Cola.
B68 bjóðar til
Coca–Cola Cup
Komandi vikuskifti skipa toftamenn
fyri innandura kapping í ítróttar-
høllini í Runavík
19
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 29. februar 2000
18
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 29. februar 2000
JÁKUP MØRK
Tjaldur-VÍF 17-18 (6-10)
VÍF hevur hetta kapping-
arárið staðið seg sera væl
í landskappingini, har tær
m.a. eru einasta liðið,
sum hevur megnað at
bast annars suverenu
stjørnunum úr Klaksvík.
Hesu ferð gekk leiðin
til Runavíkar, og mett eft-
ir metsigrinum í Vest-
manna, var eingin ivi um,
at hesin dysturin skuldi
kasta tvey stig burtur av
sær.
Tað gjørdi hann eisini,
men leingi stóð nógv á
hjá vestmenningunum,
sum tó kortini megnaðu
at toga sigurin heim í ev-
stu løtu.
Gekk sum ætlað í
fyrra
Eftir fyrsta hálva tíman
var tó lítið, sum bendi á,
at talan skuldi gerast um
ein javnan og spennandi
dyst.
Ioana Rápa, sum fyrr í
ár fekk álvarsligan skaða,
er framvegis ikki komin
rættuliga fyri seg, og tí-
skil hevði hon sett seg
sjálvan á beinkin sunnu-
dagin. Hetta sá tó ikki út
til at nerva lið hennara,
sum sum allan fyrra hálv-
leik hevði tamarhald á
støðuni, soleiðis at tær
kundu fara til hálvleiks
við eini tryggari leiðslu.
Tjaldur megnaði tó at
berja seg inn aftur í dyst-
in, og tá seinni hálvleikur
var
hálvrunnin,
stóð
brádliga á jøvnum mill-
um liðini.
Heimaliðið megnaði
eisini at leggja seg á odd-
a, tá einir fimm minuttir
vóru eftir at leika, men tá
hevði toppskjúttin úr
Vestmanna fingið nokk.
Ioana setti seg sjálvan
á vøllin eina løtu, beinan
vegin syrgdi hon fyri, at
tað aftur stóð á jøvnum.
Tá so Tjaldur lítla løtu
seinni brendi eitt brots-
kast og harumframt fekk
ein leikara útvístan, var
bólið reitt hjá VÍF, og
kundu tær sostatt loksins
tryggja sær tvey stig, sum
seinni kunnu vísa seg at
JÁKUP MØRK
Neistin-VB 26-22 (12-12)
Ivaleyst mundu tað vera
mong, sum áðrenn kapp-
ingarársbyrjan væntaðu, at
VB fór at verða eitt av teim-
um liðunum, sum rættuliga
fór at gera um seg hetta
kappingarárið.
Í byrjanini var eisini líkt
til, at so fór at verða, men
tá kappingin var nakrar vik-
ur gomul, kom brádliga
stígur í hjá teimum.
Í landskappingini hava
tær ongantíð fingið gongd
á aftur, men hinvegin hava
tær í steypakappingini
prógvað, at knotur eru í
teimum, og í øllum førum
er tað vist, at einki lið skal
taka sigurin sum eina sjálv-
fylgju, tá VB stendur hinu-
megin miðlinjuna.
Eftir at tær leygardagin
høvdu verið annar parturin
í einum rimmar dysti, skul-
du tær sunnudagin royna
seg móti Neistanum. Vandi
kundi kanska verið fyri, at
tær so at siga høvdu brent
alt krútið dagin fyri, og
okkurt kundi eisini bent á,
at so var, tí dysturin endaði
við sigri til heimaliðið, sum
sostatt helt fast um silvur-
vónirnar.
Ileana koyrd út
Munurin millum liðini bæði
var tó ikki serliga stórur
sunnudagin. Allan fyrra
hálvleik var gekk sera javnt
á, og ber til at tosa um yvir-
vág, so var tað helst VB,
sum hevði hesa.
Neistin helt tó alla tíðina
fast í tiemum, og onkuntíð
vóru tær eisini á odda við
einum máli.
Javnleikur var eisini støð-
an, tá farið varð til hálv-
leiks, og í seinna hálvleiki
gekk framhaldandi sera
javnt á.
Fyri Neistan mundi tað
helst kennast sum ein dygg-
ur smeitur, at Ileana Mano-
lescu tíðliga í seinna hálv-
leiki varð rikin av vøllinum,
eftir at hon hevði togað í
armin á Sórun, tá henda
leyp inn móti málinum.
Í øllum førum hevur hon
í fleiri dystum verið ein av
stóru orsøkunum til, at
Neistin hevur fingið stig við
sær aftur, og tískil vóru tað
helst fleiri, sum væntaðu
tað ringasta, nú hon ikki
kundi hjálpa liðfeløgunum
seinastu 20 minuttirnar.
Hetta fekk tó ikki so stóra
ávirkan á dystin, tí eftir út-
vísingina byrjaði Neistin
brádliga at fara frá gestu-
num. Nú skal tað ikki sig-
ast, at tað var útvísingin,
sum gjørdi munin, tí helst
var møðin eisini at farin at
gera um seg hjá mótstøðu-
liðnum. VB hevði havt ein
harðan dyst í Klaksvík
leygardagin, og harum-
framt er hópurin ikki serliga
breiður.
Hetta hevur eisini verið
ein trupulleiki í nógvum
dystum, tí stuðulsleikarar-
nir fáa ikki tað neyðugu
hvíldina undir dystinum.
So var eisini hesu ferð,
og kundi Neistin tí tryggja
sær sigurin í seinasta part-
inum av dystinum, har tær
runnu VB liðið niður.
Skert móti Kyndli
At Ileana fekk reyða kortið
í hesum dystinum merkir
eisini, at hon ikki verður
tøk, tá Neistin mikudagin
skal royna at basa grann-
unum úr Kyndli í einum
dysti, sum helst fer at hava
avgerandi týdning fyri,
hvørjar heiðurskrónur tey
bæði havnarliðini fáa.
Harumframt noyðast tær
helst eisini at vera Biritu
Wardum fyri uttan, tí hon
mátti seint í dystinum fara
út við skaða, so í løtuni sær
einki serligt út hjá Neist-
anum.
Tó so, viljan hava tær al-
oftast við sær á vøllin, og
at hesin ber langt er einki
at ivast í. Higartil hevur tað
í hvussu so er verið høvuðs-
orsøkin til, at Neistin fram-
haldandi hevur møguleikan
fyri heiðursmerkjum, men
um hetta eisini verður nóg
mikið mikudagin fer tíðin
at vísa.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Katrin á Neystabø
6 (4), Rúna Wardum 5,
Birita Wardum 4, Marjun
Jógvansdóttir 3 (3), Ileana
Manolescu
3,
Mildrið
Jacobsen 3, Inga Danberg
1, Gunnleyg Berg 1
VB: Regina Rádó 5 (1),
Arnleyð Krosslá 5, Gurið
Mortensen
4,
Sólrun
Krosslá
4,
Rannvá
Augustinussen 3, Christina
Holm 1
Brotskøst:
Neistin 8, VB 1
Útvísingar:
Neistin 2, VB 1
Diskvalifikatión:
Neistin 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Stjørnuni:
Geir Wardum og Carsten
Andreasen
Stigaleyst vikuskifti
Annan dagin á rað skuldi VB royna at vinna sær tvey stig, og annan dystin á
rað miseydnaðist hetta
verða sera týdningarmik-
il.
Stríðast um
silvurkrónurnar
Í øllum førum er VÍF,
saman við Neistanum og
Kyndli, partur í stríðnum
um silvurkrónurnar. Í løt-
uni eru tær helst liðið,
sum liggur best fyri í so
máta, men hinvegin skal
havast í huga, at teimum
enn væntar ein dyst móti
Stjørnuni.
Tveir dagar undan tí
dystinum, skulu tær á
heimavølli leika móti
Kyndli, og hesir báðir
dystirnir kunnu væl vísa
seg at fáa alstóran týdning
fyri, hvar silvurmerkini
skulu heingjast, tá av-
tornar.
Tjaldur hevur nú helst
mist allar vónir at fáa na-
kað stig burturúr kapp-
ingini, men niðurflyting
verður so eingin hetta ár-
ið, tí StÍF longu áðrenn
kappingarársbyrjan boð-
aði frá, at tær tóku liðið
úr kappingini.
Tjaldur
verður
tí
framhaldandi at síggja í
fremstu deildini komandi
ár, og hetta var eisini set-
ningur teirra, tá árið byr-
jaði, men helst høvdu tær
vónað, at okkurt stigið fór
at spyrjast burtur teimum
20 dystunum.
Enn eru kortini nakrir
dystir eftir, og hóast hann
kanska er lítil, so er
møguleikin enn til staðar.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Tjaldur: Sonja Gleðis-
heygg 6, Mona Lang-
gaard 4, Sunrid Gleðis-
heygg 3 (3), Kristine Ell-
ingsgaard 2, Beinta Joen-
sen 1, Heidi Jacobsen 1
VÍF: Jacklin Durhuus 7
(2), Signhild Petersen 5,
Nicolina Joensen 3, Fríða
Johannesen 2, Ioana Rápa
1
Brotskøst:
Tjaldur 4, VÍF 2
Útvísingar:
Tjaldur 3, VÍF 2
Dómarar úr Neista-
num:
Hjalmar
Petersen
og
Kristian Johansen
Vunnu
uttan
Ioanu
VÍF megnaði at basa Tjaldrinum í
einum dysti, sum á pappírinum átti
at verið ein avgreiðsluspurningur,
men sum kortini vísti seg at gerast
nógv torførari enn ætlað
Ileana skræðir her í armin á Sólrun, og so vistu dómararnir bert ein veg at senda hana. Neistin má nú vera rumenan
fyri uttan, tá tær í annað kvøld skulu spæla lokaluppgerð móti Kyndli
Mynd: Álvur Haraldsen
Sosialurin - 311820
3
arin
STEYP OG
HEIÐURSTEKIN
Nógv nýtt heimkomið
Vit hava stórsta úrvalið innan steyp og
heiðurstekin í Føroyum.
Vit skulu eisini gera vart við at vit hava stórar
møguleikar innan gravering av steypum og
heiðursmerkjum. T.d. kunnu vit gravera
búmerki hjá tykkum og annars alt tað vanliga.
Vit síggjast
í 3-aranum
SMS
Tel. 31 98 20 - 31 06 06
Fax 31 49 55
E-mail: tryarin@post.olivant.fo
NB. Vit gravera eisini
navnaskeltir v.m. til
el-talvur, hurðar o.a.