Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. februar 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 41 - 29. februar 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 41 - 29. februar 2000 SVEINUR TRÓNDARSON Tað gongur misjavnt á hjá føroyingunum í donsku flogbóltskappingini. Bárður Mikkelsen og Fortuna spældu tveir dystir um vikuskiftið. Teir vunnu tann fyrra móti Skovbakken, men taptu tann seinna móti Lyngby. Dagsins maður Í fyrra dystinum var spenningur. Fortuna hevði tapt báðar undan- farnu dystirnar móti Skovbakken í hesum kappingarárinum og tí var lagt upp til, at teir hesa- ferð skuldu vinna. Tað eydnaðist, men tað var eftir tógvið stríð og ein sera spennandi dyst. Byrjanin var ikki ser- liga góða hjá Fortuna. Ein av bestu leikarunum hjá Fortunu var ov seinur til bussin og var tí ikki við í fyrra hálvleiki og tað sást eftir øllum at døma á spælinum. Skovbakken vann fyrsta sett 21-18. Annað sett setti Skov- bakken ferðina enn meira upp og tá klárði Fortuna als ikki at fylgja við. Teir taptu settið 13-21 og tað sá út til at fara at ganga sum í dystunum fram- manundan. Men burturvilsti mað- urin hevði sjálvur funnið vegin til Århus og longu í triðja settið spurdist úr- slit burtur úr tí. Fortuna vann 21-9 og hevði nú fingið vónina aftur. Men tað var stokkutur hiti. Skovbakken menti seg aftur og vann fjórða sett 21-18. Hóast tað nú sá út til at Skovbakken hevði fingið fótin fyri seg eydnaðist tað Fortunu at venda skút- uni enn einaferð og teir vunnu lítla javnbrótaran 9-7 og fingu tí javna til 1-1. Í seinasta javn- brótaranum um dystin var tað Fortuna, sum var om- aná. Teir vunnu hann 15- 7 og harvið dystin 2-1. Eftir dystin var Bárður Mikkelsen valdur til dag- sins leikara, men sigurin hjálpti ikki sunnudagin, tí SVEINUR TRÓNDARSON SÍ-Fram 0-2 (21-19, 12-21, 3-7 18-21, 19-21) Fram vann dystin móti SÍ í Sørvági og varðveitti ti trý- sti á Mjølnir um silvurmerk- ini. Lið sørvinga var skert sunnudagin og tá tikið verð- SVEINUR TRÓNDARSON Mjølnir-ÍF 2-0 (21-15, 18-21, 9-7 21-10, 21-4) Hóast tað var Mjølnir, sum vann dystin móti ÍF í Klaks- vík sunnudagin, so kláraðu fuglfjarðarkvinnur at gera tað, sum fá lið hava gjørt undan teimum í ár. Tær vunnu eitt sett móti meistarunum. Mundi eydnast Eftir tí, sum vit hava frætt úr Klaksvík, so var ikki tal- an um ein av teimum vøkru dystunum. Fyrsta sett tók Mjølnir sær av, og tað var eisini væntandi, at tær fóru at vinna annað sett, men so varð ikki. ÍF fótaði sær betri enn nakran vardi og tá sam- anumkom hjøvdu tær vunn- ið annað sett 21-18. Síðani varð farið í holt við javnbrótaran fyri at finna ein vinnara til fyrra hálv- leik. Her leikti javnt á, og heldur ikki tað var eftir “skránni”. Fugfjararkvinnur fingu góða byrjan og hildu tørn. Javnbrótarin er stuttur og tí ræður um ikki at lata hitt liðið sleppa ov langt og ÍF kláraði at halda fast. Í veruleikanum kláraðu tær at halda so fast, at tær fingu tveir settbóltar, men tíverri fyri tær megnaðu tær ikki at umseta teir og hálv- leikssigurin endaði tí í Klaksvík. Stórur munur Í seinna hálvleiki sást betur hvat av liðunum liggur í oddinum og hvat liggur í botninum. Mjølnir hevði fingið fótin fyri seg og tað fingu ÍF-kvinnurnar at kenna. Triðja settið endaði 21- 15 til Mjølnir og hetta vóru greið boð um, at tað sum hendi í fyrra hálvleiki skul- di ikki endurtaka seg, og so var. Mjølnir setti seg tungt á dystin og fjórða sett var ein avgreiðsluspurningur burt- urav. Meistararnir úr Klaksvík vundu burtur úr ÍF, sumv arð sent aftur til hús við einum lemjandi tapi í sein- asta settinum sum endaði 21-4. ÍF vann eitt sett Flogbóltur: Tað er sum at vinna ein dyst, at fáa eitt sett frá Mjølnir og tað kláraðu fuglfjarðargentur sunnudagin. Dystin taptu tær ... Tískil vann Mjølnir dyst- in 2-0 og tað var tað, sum øll høvdu roknað við, men ÍF vann í hvussu er eitt sett frá meistarunum og tfóru tí ikki tómhentar aftur um Leirvíksfjørð. tá tapti Fortuna greitt 2-0 móti Lyngby. TV55 niðast Hjá TV55 gongur ongan veg. Annika Joensen og Alvilda Ólavsdóttir eru við í hópinum hjá liðnum úr Keypmannahavn, men tað er synd at siga, at tað gongur væl í hond hjá teimum. Tá innleiðandi kappingin var av lógu tær á næstaftasta plássið og nú tveir dystir eru leiktir í endaumfarinum eru tær niðast. Sunnudagin spældu tær móti HIK Ålborg og tann dystin taptu tær 2-1. Tó so, tað bilar ikki stórvegis um liðini tapa, tí eingin flytir niður úr bestu deildini. Kappingin verður víðka næsta ár og tí flyta tvey lið upp og einki niður. ASV Århus, sum eisini eru í sama bólki, sum TV55 hevur Juanu Joen- sen á liðnum, og hjá teim- um gongur heldur betri. Tær hava spælt tveir dyst- ir í endaumfarinum og vunnið báðar. Tann fyrra móti HIK Ålborg 2-1 og tann seinna 2-0 móti Skt. Jørgens. Gudrid Nolsøe og hinar Fortunakvinnurnar høvdu frí um vikuskftið. Næsti dysturin hjá teimum verð- ur týskvøldið, tá tær skulu spæla lokaluppgerð móti hinum Odenseliðnum í meistaradeildini hjá kvinnum, DHG. Bárður dagsins maður Flogbóltur: Havnarmaðurin Bárður Mikkelsen fekk heiðurin at verða kosin dagsins maður eftir dystin móti Skovbakken, tá Fortuna vann 2-1. Tað er fyrstu ferð í ár Forutna vinnur á Skovbakken ur av í betra endanum, so sæst tað aftur á spælinum. Ikki tí, gestirnir vóru eisini munandi skerdir, men teir eru kanska betri fyri tá til stykkis kemur. Í tómgongd Tað var ikki tað vakra spæl- ið, sum sermerkti dystin í Sørvági sunnudagin. Hvør- ki av liðunum megnaði at Fram oman á í Sørvági Flogbóltur: SÍ var ov nógv skert tá Fram var á vitjan og tapti dystin greitt Hóast ÍF vann eitt sett í dystinum móti Mjølnir, so var ongantíð ivi um, hvønn veg stigini skudlu fara vísa tað heilt stóra og tað tyktist heldur ikki at leika- rarnir vóru serliga uppsettir. Sørvingar manglaðu tveir lyklaleikarar og høvdu tí torført við at fóta sær. Jón Nielsen, sum hevur verið so nógv tann týdningarmesti leikarin hjá sørvingum, var ikki við og tað var hevarin, Kaj á Stongum, heldur ikki. Hóast Kaj, í sentimetrum, ikki er ein stórur maður, so hevur hann fingið nógv burturúr, sum hevari í ár, og tað er trupult at koma í hansara stað móti endanum av árinum. Suni Hansen var við, men einsamallur megnar hann ov lítið til at tað munar. Tá so móttøkan er av skriðuni er einki at gera. Einki upp á seg Hjá Fram var hetta ein dyst- ur, sum tað snúði seg um at vinna, hava teir ætlanir um at vinna silvuri í ár. Hóast hvørki Magnus Tausen, Dá- vid Davidsen ella Bernhard Petersen vóru við, so eru Framararnir so væl skip- aðir, at teir hava annað fólk at seta ístaðin uttan at tað ávirkar spæli ov nógv. Sum vit hava skilt, var manningin á Fram liðnum tann yngsta teir nakrantíð hava møtt við og tá teir vunnu, so bilti tað einki. Við sigrinum sunnudagin helt Fram trýsti á Mjølnir í kappingini um silvurmerk- ini og tí er enn eitt sindur av spenningi um tað. Í botninum er eingin spenningur, tí hvørki ÍF ella SÍ, sum liggja lið um lið í botninum flyta niður. Fram var við yvirlutan, tá teir sunnudagin vitjaðu í Sørvági SVEINUR TRÓNDARSON Mjølnir-ÍF 2-0 (21-9, 21-6 21-13, 21-16) Tað gekk skjótt fyri seg, tá Mjølnir og ÍF hittust í Klaksvík sunnudagin. Mjølnir var alt ov sterkt til at ÍF kundi gera nakað við teir og tí endaði dyst- urin við greiðum 2-0 sigri til Mjølnir. Ikki annað væntandi Í upptaktini í leygardags- blaðnum skrivaðu vit, at tað neyvan fór at enda við øðrum enn einum sigri til Mjølnir og so var. Í veru- leikanum kunnu vit siga, at tað var ikki annað væntandi, tí Mjølnir hev- ur víst seg at vera rættu- liga sterkt í løtuni og tí skuldi okkurt heilt óvænt- að henda, um ÍF skuldi megna at vinna dystin. Tað hjálpti neyvan at ÍF mátti spæla uttan teir báð- ar, Símun Lassaberg og Bartal Eliasen, sum eru nakrir av teimum mest royndu leikarunum á ÍF liðnum. Í teirra stað var SVEINUR TRÓNDARSON Dráttur-Fleyr 2-0 (21-17, 21-17 21-10, 21-14) Fleyr fekk ikki hevnd fyri tapið í hálvfinaluni móti Drátti, tí kvinnurnar úr Vág- um gjørdu bart. Tær vunnu dystin sunnudagin greitt. Hava mótið enn Dráttur var sterkara liðið á Giljanesi sunnudagin og tí var ongantíð nakar rættu- ligur ivi um hvør fór at vinna dystin. Fyrri hálv- leikur var nokkso javnur, men kortini var Dráttur klárt tað betra liðið. Fleyr var kanska eisini nakað skert av, at Rúna Hentze ikki var við tí hennara drúgvu royndir telja ikki so lítið fyri hinar leikararnar á liðnum. Óvæntað var tað haraft- urímóti ikki at Dráttur vann. Tær hava higartil í ár víst, at tær, tá hugurin er til stað- ar, kunnu gera seg galdandi í oddinum, men tað krevur so eisini, at tær vinna dyst- irnar móti liðunum, sum eru Dráttur vann aftur á Fleyr Flogbóltur: Dráttur vann enn einaferð á Fleyr og hevur tí enn møguleika at gerast nummar tvey, men so skulu tær vinna á TB næsta vikuskiftið undir teimum í stigatalvuni. Tað er gloppið hjá teim- um tvær ferðir í ár, og tað vísir kanska støðuna hjá Drátti sum hon er. Tilfarið er til staðar, men spælið er ikki nóg støðugt til veruliga at kunna gera seg galdandi. Men tær hava mótið enn, hóast tað verður torført at fáa hendur á silvurmerkju- num. TB liggur best fyri og liðini bæði hittast nevniliga næsta vikuskiftið. Tann dysturin verður samstundis seinasti dysturin hjá Drátti í ár, tí fríggjakvøldið spæla tær móti Mjølnir tann dyst- in, sum átti at verið leiktur tann dagin steypafinalan er. Tí vita vit sunnudagin um tað fer at eydnast Drátti at vinna silvurmerkini ella ikki. Ringt ár Hjá Fleyr hevur árið verið serstakliga ringt, tá hugsað verður um úrslitini. Tær hava tapt so nógvar dystir, sum ongantíð fyrr og sein- asta vikuskiftið glapp fina- lusessurin teimum av hond- um í steypakappingini. Tað skal tó sigast teimum til fyrimuns, at tær hava yngri leikari settur, og tað er ikki bara sum at siga tað, at verða tveittur út í ein dyst móti Mjølnir. Úrslitið var eisini har- eftir og ÍF liggur fram- haldandi á seinasta plássi saman við sørvingum. Steypafinalan fyri framman Hjá klaksvíkingum er á- rið ikki burturspilt, verri enn so. Teir hava ikki fingið tað burturúr, sum teir ætlaðu sær, men enn er ein møguleiki eftir og honum fara teir eftir. Ver- ið vís í tí. Klaksvíkingar hava sett eyguni eftir steypafinal- uni og øll orka verður nú brúkt til at fyrireika seg til tann dystin. Klaksvíkingar høvdu sett nøsina upp eftir at vinna móti havnarmonn- um í landskappingini í ár, men tað er enn ikki eyd- nast teimum. Tí hevur tað nógv at siga fyri teir, at teir klára at koppa Fleyr í steypafinaluni. Um tað fer at eydnast, fáa vit at síggja ... Alt eftir bókini Flogbóltur: Mjølnir avgreiddi dystin móti ÍF eftir bókini. Nú eru eyguni vend móti steypafinaluni móti Fleyr havt torført við at finna rætt- a fólki í ár, og tað ger truplu uppgávuna enn torførari. Men soleiðis er ítróttur eisini og tað er einki annað at gera við tað enn at berjast víðari, hóast tað svíður sum svøllur tá tað gongur ímóti. Ikki besta útgangsstøði Nú kappingarárið líður móti endanum hevur Dráttur um- framt stríðið um silvur- merkini steypafinaluna móti Mjølnir eftir. Henda verður, sum áður sagt, leikt 18. marts, men útgangsstøðið hjá Drátti er ikki tað besta. Inntil finalu- na mugu tær klára seg uttan Herborg á Mýruni, tí hon er farin lestrarferð. Herborg spælir hevari og tí verður tað torført at klára seg uttan hana. Kortini er hetta ikki na- kað sum hevur verið Drátti ókunnugt, tí tær hava vitað tað leingi og hava tí fyri- reikað seg eitt sindur til broytingina. Um tað so fær ávirkan á spælið í finaluni er ikki gott at vita. SVEINUR TRÓNDARSON Føroyskir flogbóltsspæl- arar trívast í donsku flog- bóltskappingini. Fleiri føroyskir útisetar spæla við í bestu donsku deild- ini, men tað eru ikki allir, sum hava valt ta loysnina. Hyggja vit eftir leika- ralistanum hjá ÍF Føroy- um, so er bara talan um »gomul« kend andlit. Alt leikarar, sum hava leikt við Fram og Fleyr í níti- árunum. Málið í eygsjón Sum øll onnur feløg, máttu føroyingarnir byrja í botninum við nýggja lið- num tá teir byrjaðu fyri trimum árum síðani, men tað var mestsum ov lætt. Mótstøðan var ikki stór og tí var kósin sett beint uppeftir. Tá teir í fjør fluttu upp í triðju deild mettu tey flestu, at nú mundi stígur fara at koma í, tí kapp- ingin í deildunum er mun- andi harðari enn hon er í seriunum. Byrjanin gav skeptik- arunum rætt, tí tað gekk heldur enn ikki striltið at koma í gongd. Liðið tapti alt ov nógvar dystir og lá ta einu tíðina við einum ávísum likamsluti í vatn- skorpuni. Fyri at venda skeivu gongdini varð Herman Lindberg settur sum venjari og hann mann hava havt okkurt gott at siga ungu monnunum, tí við eitt fór at ganga hinvegin. Gingið stútt framá Síðani hann tók við hevur gingið stútt framá. Dystir, sum fyrr eru taptir verða nú vunnir. Hetta hevur gjørt sítt til, at ÍF Føroyar hevur kropið sær upp eftir stiga- talvuni har tað nú er á fjórða plássi. Av tí at árið í ár er heilt serligt í donskum flogbólti, flyta fimm tey fremstu liðini í triðju deild upp í aðru, og sum støðan er í løtuni eru føroyingarnir næstan trygg- ir. ÍF Føroyar liigur á fjórða plássi við 16 stigum. Tvey frammanfyri nummar fimm og fýra frammanfyri numm- ar seks - og tvey aftanfyri nummar trý. Og tað væntað bert trý umfør í kappingini. Tað merkir, at vinnur ÍF Føroyar næsta dystin, sum er móti VKV Glad- saxe, so eru teir tryggj- aðir uppflyting. Góða eydnu Sum altíð er spurningur- in um tað ber til at halda upp á fólki og soleiðis er eisini hjá ÍF Føroyum. Eftir tí, sum Sosialurin hevur frætt, vera allir leikararnir uttan ein við næsta ár og tí skuldi bor- ið væl til at hildið fram við góða spælinum. Næsta ár fáa skeptika- rarnir uttan iva rætt, tí tá verður tað munandi harð- ari at spæla í fyrstu deild enn tað er at spæla í aðru. Men, sum í øðrum ítrótt- argreinum, so mennast í- tróttarfólk av kapping og tí er ikki óhugsandi, at teir enn einaferð fara at gera gjøldur við okkum skeptikarum. Vit ynskja teimum góða eydnu í royndini ... Føroyingar á veg upp í aðru deild SVEINUR TRÓNDARSON Tað var í teimum góðu gomlu døgunum ... Tað ljóðar sum eitt ævin- týr og tað er ikki so langt frá, at tað er tað eisini, tí fyri fyrstu ferð í nógv, nógv harrans ár, verða leiktar steypafinalur í flogbólti. Fyri nógvum árum síðani skipaði FBF fyri einari steypakapping, men hon datt niðurfyri. Í hennara stað kom ein vikuskiftis- kapping, og tað er ikki ov nógv sagt, at ein partur av glansinum fór av flogbólts- kappingini tá steypakapp- ingin hvarv. Nú royna vit aftur ... Nú verður so roynt aftur og um enn henda steypakapp- ingin ikki er so drúgv, sum tann í fótbólti ella tann í hondbólti, so er tað rætt av flogbóltssambandinum at byrja aftur og tað er eisini rætt í fyrsta umfari at byrja í smáum. Munurin millum deildir- nar er so stórur, at tað leik- liga hevði verið synd at latið t. d. fyrstu deild spælt saman við meistaradeildini, og tí er rætt at taka útgangs- støði í vikuskiftiskapping- unum. Men av tí, at henda steyp- akappingin ikki endaliga var fastløgd tá kappingin var løgd er samanfall mill- um dagin fyri steypakapp- ingini og seinasta umfar í landskappingini og tí hevur FBF gjørt av at flyta dysti- rnar 18. marts fram. Fluttir fram Dystirnir í kvinnudeildini verða báðir leiktir fríggja- dagin 3. marts, meðan dyst- irnir í mansdeildini vera leiktir ávikavist 7. marts og 10. marts. Hjá kvinnum merkir tað, at dysturin millum TB og Fleyr, sum sambært skránni eigur at vera leiktur í Havn 18. marts, verður leiktur í Trongisvági fríggjakvøldið 3. marts. Somuleiðis verður dysturin millum Dráttur og Mjølnir, sumstendur at verða leiktur 18. marts, leik- tur fríggjakvøldið 3. marts. Hann verður leiktur á Gil- janesi, sum tað stendur í skránni. Hjá monnum standa Fleyr og ÍF at skula spæla í Havn Steypafinalurnar flyta dystirnar Flogbóltur: Fyri fyrstu ferð í óminniligar tíðir verða steypafinalur í flogbólti og í tí sambandi er seinasta um- far í landskappingini flutt fram 18. marts og SÍ og Mjølnir í Sørvági sama dag. Hesir dystir verða nú leiktir so- leiðis, at Fleyr og ÍF spæla týskvøldið 7. marts í Gun- dadalshøllini, meðan SÍ og Mjølnir spæla í Sørvági fríggjakvøldið eftir, 10. marts. Meistararnir enda í Gundadali Hesar fýra flytingar hava so við sær, at vikuskiftið 18. marts vera eingir aðrir dyst- ir enn steypafinalan, sum verður leikt í Havn. Harafturat hava flyting- arnar eisini við sær, at sein- asta umfar hjá báðum meistaraliðunum, Fleyr hjá monnum og Mjølnir hjá kvinnum, verða leikt í Havn tann 11. marts Henda dagin hittast Fleyr og Mjølnir í báðum deildum og tað vil siga, at meist- ararnir vera kosnir í Gunda- dalshøllini leygardagin 11. marts. Vikuskiftið eftir endar flogbóltsárið við steypafi- nalunum og tað kundi vall- að funnist betri endi á árinum. Flogbóltur: Føroysku útisetarnir, sum spæla við egnum felagi, hava endiliga fótað sær í triðju deild og sum støðan er nú, skal vilja illa til um teir ikki skulu flyta upp í aðru deild