Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 114 - 17. juni 2008 Tvey fólk vórðu fyrrapartin flutt á Landssjúkrahúsið eftir ein harmoniku­ samanstoyt í Streymnesi FERÐSLUÓHAPP Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Førarin á einum trailara helt ikki neyðugu frástøðuna frá bilinum frammanfyri, tí hendi ein harmonikusaman­ stoytur á landsvegnum við Streymnes í morgun. Ein bilur, sum var á veg norðureftir, minkaði brád­ liga heilt nógv um ferðina, tá hann kom til fyrru frá­ koyringina til Streymnes. Ein annar persónbilur, sum koyrdu aftanfyri, gjørdi tað sama. Men førarin á trailar­ anum gáaði ikki, at bilarnir nærum steðgaðu, fyrr enn ov seint var. ­ Trailarin var fullur av fiski, og tí hevur hann eina nógv longri bremsilongd. Førarin segði, at hann umhugsaði at koyra trailar­ an oman av vegnum, men so hevði hann koppað, og so hevði verið nógv størri skaði, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn. Trailarin rendi á aftara persónbilin, sum aftur varð trýstur í tann fremra bilin. Stoyturin var so mikið harð­ ur, at bilarnir fingu sera stóran skaða – serliga tann, sum var ímillum trailaran og fremra bilin. ­ Førarin á fremra bilinum fekk ein kraga um hálsin, so sum altíð verður gjørt, um nakar ivi er um skaða í hálsi ella nakka. Men hann gekk sjálvur í sjúkrabilin og sá ikki út til at hava fingið stórvegis mein. Men førarin í hinum bilinum varð fluttur á børu í sjúkra­ bilin. Báðir førararnir vórðu innlagdir á landssjúkrahúsið til kanningar, sigur vakthav­ andi, sum ikki metir, at tal­ an var um stórvegis skaða. Óhappið var eitt typiskt dømi um, hvussu tað kann ganga, tá neyðuga frástøðan ikki verður hildin, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn. Trailari helt ikki frástøðuna Báðir persónbilarnir fingu stóran skaða, og báðir førararnir vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar Mynd: Jens Kristian Vang Rósa og pengar frá Kiwanis Kiwanis Rósan hevur nú 17 ár á baki. Talan er um 15 aktivar kvinnur, sum skaffa pening til felagið við Skava & Vinn við bingospæli aðru hvørja viku og í trý ár móttikið fløskur av ólavsøku fyri Tórshavnar Kommunu. Kvinnurnar hittast til fundar annan hvønn hósdag hjá hvørjari aðrari, til tær væntandi seinni í ár ella næsta ár fáa egin høli í nýbygdu húsunum hjá Kiwanisfeløgunum Rósan og Tórshavn. Kiwanisfel­ øgini løgdu lunnar undir árliga hjálpatiltakið, har allir 1. flokkarnir í Føroyum fáa handað hvør sín hjálm higartil við góðum stuðli frá Ferðslutrygd, MBM, Eik og Faroe Ship. Eisini hevur felagsskapurin síðani 1991 latið stuðul til gagns fyri føroysk børn. Í fjør lat Kiwanis Rósan stuðul til millum annað børn, hvørs foreldur vóru rakt av krabbameini, krabbameinsrakt børn og spælistovu til Kvinnuhúsið. Forsetin í Kiwanis Rósuni, Eyðhild Sivertsen, handar kekk til umboð fyri Smáar herðar-Stór byrða, Salua Manai t.h., og Tóru Højgaaard Joensen í miðjuni Peter Foldgast, sum hevur verið topp­ skjútti hjá Brøndby, men sum seinast hevur spælt við AGF, skal styrkja um hópin hjá EB/Streymi restina av kappingarárinum FÓtbÓLtUR Jákup Mørk Oddaliðið og steypavinnar­ arnir úr EB/Streymi hava nú styrkt sær um hópin við danska Peter Foldgast. Tað váttar formaðurin í EB/Streymi, Rólant Høj­ sted, fyri Sosialinum. Peter Foldgast var fyri 4­ 5 árum síðani eitt tað heit­ asta álopsnavnið í donskum fótbólti, og eftir at hava verið toppskjútti hjá Brønd­ by, skifti hann í 2004 til týska Rot­Weiß Essen. Her steðgaði ævintýrið tó nak­ að, tá spælarin var nógv skaddur, og síðani hevur hann roynt seg í AGF. Sigfríður Clementsen, sum er venjari hjá EB/ Streymi, sigur, at tað alla tíðina hevur verið ætlanin, at styrkja um hópin. ­ Vit vistu longu í vár, at hópurin var dekan ov tunn­ ur. Og tað hava vit eisini sæð, nú Mikkjal Thomassen, Høgni Zachariassen og Dánj­ al Davidsen allir eru úti í longri og styttri tíðarskeið, sigur Sigfríður Clementsen. ­ Tað bar tó illa til at fáa fatur á nøkrum av teimum spælarunum, sum vit royndu at fáa, tá, og tí valdu vit at bíða, heldur enn at satsa við onkrum útlendskum spælara, sum vit als einki kendu til. Fyri nøkrum vikum síðani gjørdist hesin møguleikin so opin, og síðani hava vit arbeitt við hesum. ­ Og sæð frá einum venj­ ara­sjónarmiði, so haldi eg, at talan er um ein sera spennandi spælara. Foldgast er kanska best kendur sum áleypari, og í útgangsstøðin­ um verður tað helst her, at vit koma at nýta hann. Hin­ vegin er hann eisini væl før­ ur fyri at røkja fleiri onnur pláss á liðnum, umframt at hann kann frígeva aðrar spælarar – eitt nú Sorin – sum vit so kunnu brúka til at røkja aðrar uppgávur. So ein spælari av hesum slagnum er heilt víst við til at økja um teir møguleikarnar, sum eg havi at flyta við fólkinum, sigur Sigfríður Clementsen. Umframt styrkin í heim­ ligu kappingini fegnast Sig­ fríður eisini um, at felagið við hesum hevur fingið ein spælara, sum veruliga kann tilføra liðnum nakað, nú europiskar uppgávur eisini standa fyri framman. Peter Foldgast Føddur: 3. desember 1979 Hædd: 184 cm Vekt: 81 kg Áður spælt við: Vallensbæk, Frem, AGF, Brøndby, Rot-Weiß Essen FAKTA Superliguspælari til EB/Streym Peter Foldgast varð fyri nøkrum árum síðani vandamesti áleyparin í donskum fótbólti. Nú verður tað í EB/Streymi – sum hevur vandamesta føroyska áleyparan – at hann skal gera um seg Mynd: Polfoto