týsdagur 17. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 114 - 17. juni 2008
Einki fátækramark í Føroyum
Í januar heitti Samtak á løgtingið um at áseta eitt fátækramark í einari
nýggjari forsorgarlóg. Føroyska forsorgarlógin er frá 1960 árunum og er tí
ótíðarhóskandi. Í einari kanning hjá danska vikublaðnum >>A4<<, hevur
danska fólkið ásett eitt fátækramark, ið sigur, at hevur tú eina inntøku undir
11.194 krónur, ert tú fátækur. Á heimasíðuni hjá Samtak, fýlist Samtak á, at
landstýrið einki fátækramark hevur ásett. ES hevur ásett eitt fátækramark
áljóðandi undir 60 prosent av meðalinntøkuni í einum húsarhaldi í landinum.
Í Føroyum er eingin meðalinntøka ásett, og tí ber ikki til at seta eitt
fátækramark. Landstýrið hevur nú sett eina fólkateljing í verk, ið kann
brúkast sum grundarlag fyri at dagføra lógirnar.
Ein kvinna skal
nú í fongsul í sjey
mánaðir, tí hon var
atvoldin til eina
ferðsluvanlukku,
har ein maður doyði.
Hetta er ein hørð
revsing, men tað er
fyri at vísa, hvussu
álvarsliga samfelagið
tekur slíka framferð,
segði dómarin
Ferðsluvanlukka
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað fekk syndarligar avleið
ingar, tá ið ein kvinna tíð
liga ein sunnumorgunin
stutt fyri jól, gjørdi av at
seta seg í bilin við góðari
kenning og ávirkað av
narkotika, og koyra í eitt
morgunball.
Á vegnum misti hon tam
arhaldið á bilinum og tað
kostaði einum ósekum fót
gangara lívið.
Ì morgun fall hamarin í
Føroya Rætti og har varð
avgjørt, at hon nú noyðist í
fongsul í sjey mánaðir.
Harafturat missir hon
koyrikortið í fimm ár.
Hon játtaði seg sekan í at
hava koyrt við kenning og
hon játtaði seg sekan í at
hava tikið amfetamin.
Hon visti eisini, at tað var
ólógligt at koyra bil, tá ið
hon var ávirkað og hon helt
eisini, at hon hevði koyrt
skjótari enn loyvt er.
Men hon minnist onki til
sjálva vanlukkuna og tí
fekk hon ikki tikið støðu til
tann spurningin.
Hon var farin í býin kvøld
ið fyri saman við sjeikinum
og nøkrum vinfólkum.
Og hon hevði drukkið
heilt fitt hetta kvøldið og
nakað eftir midnátt fóru tey
turné í náttarlívinum í
Havn.
Her hevði hon eisini sniff
að eina strípu av amfetamini,
men hon vildi ikki siga,
hvaðani hon fekk tað og
hon vildi heldur ikki siga,
hvør var við henni.
Tá ið barrirnar í Havn
lukkaðu, fóru hon og sjeik
urin til hús, men har drakk
hon uppaftur meiri, men
sjeikurin sovnaði.
Men so ringdi telefonin og
tað setti gongd í eina røð av
hendingum, sum at enda
førdi til eina deyðsvanlukku.
Tann, sum ringdi vildi
hava tey í morgunball og
tað endaði við, at hon vakti
sjeikin við tí endamáli at
fara í morgunball.
Og hon ætlaði sær sjálv
at koyra og hóast sjeikurin
mutaði ímóti, endaði tað
við, at tey fóru bæði avstað
Men tá ið tey komu í
morgunballið, vildi hon
ikki við og setti bara sjeikin
av.
Sjeikurin greiddi frá, at
tey høvdu “diskuterað”,
sum hann segði, men onkur
annar brúkti orðið, skeldast.
Í øllum førum staðfesti
hann, at stemningurin í bil
inum var rættiliga beiskur,
sum hann tók til.
Á veg heimaftur hendir
vanlukkan.
Eitt vitni greiddi frá, at
hon koyrdi “ótrúliga skjótt”
og hugsaði, at tað fór at
ganga galið.
Á veg heimeftir ringvegin,
rendi hon á oyggjarnar beint
við Dalavegin og misti
tamarhaldið á bilinum.
Tað endaði við, at hon fór
tvørtur um vegin og rakti
ein fótgangara, sum gekk á
gongubreytini
og
hann
doyði á staðnum.
Bilurin koyrdi framvegis
eitt langt strekki, áðrenn
hann fór útav.
Kvinnan greiddi frá, at
hon sansaði ikki vanlukkuna
fyrrenn eina góða løtu seinni
og tá ið hon sá eitt lívleyst á
gongubreytini, breyt hon
fullkomiliga saman.
Eitt annað vitni, sum kom
á staðið, greiddi frá, at
kvinnan var fullkomiliga
skelkað og frá sær sjálvum.
Ákærin helt, at fongsul í
sjey mánaðir var hóskandi
og at missa koyrikortið í
fimm ár og tað var dómarin
samdur í.
Dòmarin
ásannaði,
at
talan um harða revsing,
men hetta var fyri at vísa,
hvussu álvarsliga samfelag
ið tekur slíka framferð og
revsingin er hørð fyri at
fyribyrgja meiningsleysum
deyðsvanlukkum í ferðsl
uni.
Minnist onki til deyðsvanlukku
Ein kvinna noyðist nú í
fongsul í sjey mánaðir fyri
eina ferðsluvanlukku her á
ringvegnum, við Dalavegin