Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 114 - 17. juni 2008 Teir tríggir haga­ partarnir í Nólsoy samdust um viku­ skiftið um at friða lundan komandi tvey árini FRIÐING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í herviliga ódnarveðrinum í vár var uppgangurin so ógvusligur, at fimm av teim­ um tólv fleygingarsessunum á Urðini í Nólsoy skolaðu burtur. Ivi hevur tí verið um, hvørt lundin fer at bera seg at sum vant, nú náttúran er so nógv broytt. Hetta, sam­ stundis sum ógvuliga lítið hevur verið at fingið av lunda seinastu árini hevur gjørt, at tey trý hagastýrini í oynni hildu fund um viku­ skiftið, og har blivu samd um at friða lundan komandi tvey árini. Men hetta er tó bert gald­ andi fyri traditionellu sess­ irnar í Gomlu Urðini. Tað ber framvegis til at fleyga sær eitt kók í Nýggjurð ella á Hósmøl, sigur Rene Han­ sen, sum situr í Hagastýri­ num fyri Heimaru Helvt, ið er størsti hagin í Nólsoy. Hann er samstundis ein av royndu fleygamonnunum í oynni, og fylgir væl við, hvussu støðan hjá lundanum er. Annars frættist, at óvan­ liga nógv hevur verið at sæð til lunda í ár aðrastaðni, so kanska árið í ár fer at roynast. Men óvanligu um­ støðurnar í Nólsoy hava so ført til, at nólsoyingar hava valt at friða lundan tvey tey komandi árini. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Komm­ unu, hevur vegna staðbundnu nevnd­ ina í Nólsoy og kommununa sent skriv til Helenu Dam á Neystabø við áheitan um, at gera skjótt av, so nýtt nólsoyarskip kann setast í sigling í 2009 NÓLSOYARSKIP Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er ein sannroynd, at nólsoyingar eru vónbrotnir um, at arbeiðið við nýggjum nólsoyarskipi er steðgað upp. Tað hevur nú fingið staðbundnu nevndina í Nólsoy við borgarstjóranum sum føddum formanni, at taka til pennin. Í skrivi, stílað til Helenu Dam á Neystabø, landsstýris­ kvinnu í samferðslumálum, verður víst á tað arbeiði, sum undanfarna samgonga setti í gongd, og eftir teirri tíðarætlanini skuldi útbjóð­ ingartilfarið verið klárt um ársskiftið 2007/2008. Somu­ leiðis segði tíðarætlanin, at nýtt skip skuldi verið klárt at sett í sigling um miðan ella seinnapartin av 2009. ­ Men nú er komið fram, at eingir pengar eru settir av til eitt nýtt skip í 2008, og tað kunnu vit ikki góð­ taka, sigur Heðin Morten­ sen, sum vegna kommununa og staðbundnu Nólsoyar­ nevndina hevur sent bræv til Helenu Dam á Neystabø, har hann heitir á lands­ stýriskvinnuna um at bera so í bandi, at nýtt skip kann setast inn í siglingina til Nólsoyar í 2009, so sum upprunaliga ætlað. Hann vísir í brævinum á, at Ritan ikki er nútíðar hóskandi, og at tað kemur fyri, at ógongd fólk mugu hivast umborð og í land við krananum, og tað er óvirði­ ligt fyri fólk og átti at verið óvirðiligt fyri løgting og landsstýri eisini. ­ Alt forarbeiðið er gjørt. Skitsuprojekt er gjørt, og tí vilja vit gera vart við, at hetta ber ikki til. Samstundis sum landsstýrið tosar um Nólsoy sum ein oyggj, har dentur verður lagdur á ferða­ vinnu, hava vit eitt skip, sum als ikki er tíðarhósk­ andi, sigur Heðin Morten­ sen. Í langdrag Borgarstjórin vísir á, at alt, sum skal flytast til Nólsoyar, má berast og dragsast. Alt má hivast og handast um­ borð og í land. ­ Tað ber ikki til í dag, at ein bilur ikki kann koyra umborð og í land við tí tilfari, sum nú einaferð skal flytast til og av oynni, sigur Heðin Mortensen. Hann fílist serliga á, at einasta stað, har illa gongd fólk kunnu vera umborð á Rituni, er eitt sjúkrahøli. Men hesi fólk eru jú ikki sjúk. Tað er ómøguligt hjá fólki í koyristóli at koma niður í salongina, tí har eru vinkultrappur sum tú skal niður ígjøgnum. So tað er ikki hugsingur um at sleppa niður, um tú ikki ert full­ førur, sigur Heðin Morten­ sen. »Einir 40­50 nólsoyingar ferðast hvønn dag um fjørð­ in, og er hetta teirra farleið inn á meginlandið. Ein góð farleið við nútímans skipi hevði stuðlað undir, at fólk verða búgvandi í Nólsoy, og at tey ungu velja at bú­ seta seg í Nólsoy«, skrivar Heðin Mortensen millum annað í brævinum til Helenu Dam á Neystabø. Undanfarna landsstýri hevði fund úti í Nólsoy, har greitt varð frá gongdini í málinum. Eitt nú var skitsu­ projekt lagt fram við skitsu av ætlaða skipinum, men nú er alt slept og málið púra steðgað upp. At enda í brævinum sigur Heðin Mortensen: »Staðbundna nevndin í Nólsoy heitir á landsstýrið um at bera skjótt at soleiðis, at nýtt skip verður sett inn á Nólsoyarfarleiðina í 2009«. Hvat so víðari hendir í Nólsoyingar friða lundan - Eg vildi sæð tann tinglim, sum var hivaður umborð á eina ferju. Tað er lítið virðiligt og ikki at bjóða fólki í dag, sigur Heðin Mortensen Mynd: Álvur Haraldsen Krevja nýggja Ritu nú Fimm av teimum tólv sessunum skolaðu burtur í ódnarveðrinum í vár Mynd: Rene Hansen Genbroyttar matvørur einasta loysn Vinnuhúsið skrivar á sínari heimasíðu, at genbroyttar matvørur vaksa alsamt í tali, og at Evropa sleppur í framtíðini ikki undan hesum fyribrygdinum. Tað eru vantandi 9 milliardir menniskju á jørðini í ár 2050, og tí verður alsamt størri tørvur á proteinum. ­ Landbúnaðurin hevur skjótt nátt markið fyri, hvussu nógv kann framleiðast. Genbroyttar rávørur er tí einasta loysnin, greiðir Wout Dekker, stjóri á Nutreco og eigari av altjóða fóðurfyritøkuni >>Skretting<<, frá. Fyri fáum árum síðani varð genbroytt soya ikki framleitt, men er nú 40 prosent av samlaðu framleiðsluni. Vinnuhúsið greiðir frá, at tað verður ein stór avbjóðing hjá alivinnuni og fóðurframleiðarunum at fyrireika brúkaran og hjálpa honum at skilja hesa støðuna.