týsdagur 17. juni 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 114 - 17. juni 2008
- Tað er møguligt,
at vit tykjast nakað
svartskygdir, men
tað er ein sannroynd,
at toskastovnurin
ongantíð hevur
verið minni enn
nú, heilt frá tí vit
byrjaðu at meta um
stovnin í 1960, sigur
Hjalti í Jákupsstovu,
stjóri á Fiskirann-
sóknarstovuni
STOVNSRØKT
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
- Alt tað, vit vita, hevur
toskastovnurin ikki verið
verri fyri tey seinastu hundr-
að árini, enn nú.
So bersøgin er Hjalti í
Jákupsstovu, stjóri á Fiski-
rannsóknarstovuni.
Hann
fer enntá so langt sum at
siga, at hann ikki veit, um
stovnurin yvirhøvur er førur
fyri at endurnýggja seg.
- Tí er neyðugt at taka
støðuna í fullum álvara, og tí
er tilmælið frá okkum so-
leiðis sum tað er, sigur Hjalti
í Jákupsstovu við Rás2.
Og hetta er enntá ikki so
harligt eitt tilmæli, sum tað,
ICES kemur við, vísir stjór-
in á Fiskirannsóknarstovuni
á.
Talan er kortini ikki um
eindømi um harðlig tilmæli
frá Fiskirannsóknarstovuni.
- Vit høvdu nøkur líkn-
andi tilmælir miðskeiðis í
90-unum, og tá mælti ICES
eisini til at steðga øllum
fiskiskapi eftir toski, sigur
Hjalti í Jákupsstovu.
Hann heldur, at tað verður
trupult heilt at steðga øllum
fiskiskapi eftir toski, og tað
fer undir øllum umstøðum
at koma nakað av hjáveiðu
upp á land, tá roynt verður
eftir øðrum fiskasløgum.
Og búskaparliga fer tað eis-
ini at merkjast.
- Men hava vit ongan
tosk í framtíðini, er betur at
binda um heilan fingur og
steðga við toskaveiðini, sig-
ur Hjalti í Jákupsstovu.
Flestu minnast, hvussu
bankatoskurin
knappliga
hvarv undir New Found-
landi, og tað er ein støða,
sum vit eiga at halda okkum
langt frá, heldur Hjalti í
Jákupsstovu.
- Tað, sum hendur í vist-
skipanini, tá vit troyta tosk-
in so hart, sum vit hava
gjørt, tað vita vit ikki. Tað
er vónleyst at spáa um, sig-
ur Hjalti í Jákupsstovu.
Politikarar mugu
reagera
Stjórin á Fiskirannsóknar-
stovuni sigur, at kanadiu-
menn fingu krabbar og
rækjur í staðin, og teir for-
vinna líka nógv upp á tað.
- Men alt samfelagið
mátti leggja um, og øll fiski-
før broytast, og tað var ein
rættiliga buldraslig prosess.
Sjálvt um tað ikki hevur ver-
ið loyvt at fiska tosk síðani
1992, er stovnurin enn ikki
komin fyri seg, sigur Hjalti
í Jákupsstovu.
Hann sigur víðari, at tað
eru politikararnir, sum mugu
taka sær av tilmælinum.
- Tað eru teir, sum vara
av felagsognini, og tað eru
teir, sum kunnu staðga
fiskiskapinum, sigur Hjalti
í Jákupsstovu.
Løgtingið er sum kunnugt
í summarfrí og kemur ikki
saman aftur fyrr enn á Ólav-
søku. Men tað er eingin
trupulleiki.
- Okkara tilmæli er ætlað
politikarunum at taka støðu
til, tá teir koma saman á
Ólavsøku. Tilmælið er fyri
komandi fiskiár, sum byrjar
1. september, sigur Hjalti í
Jákupsstovu.
Stjórin á Fiskirannsóknar-
stovuni vónar sostatt, at
politikararnir nýta tíðina til
Ólavsøku at hugsa um støð-
una, sum toskastovnurin er
komin í.
Lesið annars um sjálvt til-
mælið hjá Fiskirannsóknar-
stovuni á síðunum 26 og 27
í blaðnum í dag.
Minsti toskastovnur
í hundrað ár
Kitsch í Føroyahúsinum
Føroyahúsið í Keypmannahavn hevur opið fyri seinastu ferð áðrenn
summarfrítíðina fríggjakvøldið 20. juni. Í hesum sambandi verður
skipað fyri einum tiltaki, sum verður kallað, Kitsch Kvøld. Talan
gerst um eitt brak av einum kvøldi, sambærð fyrireikararnar. Dugna-
ligi plátuvendarin, Magni Berg, er boðsendur úr Århus, og hann skal
við sínum stóra úrvali av plátum av 80’ara tónleiki skipa fyri live-aid
konsert á stórskýggja. Summarfestivalurin stuðlar tiltakinum við
trimum atgongumerkjum, sum vera burturlutað tilvildarliga hesar
klokkutíðir: Kokkan 22, 23 og 24. Lagrið í Føroyahúsinum skal
endurnýggjast, soleiðis at prísirnir verða í botni, verður sagt.
Støðan hjá toskastovninum hevur ongantíð verið verri
tað menn vita um, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á
Fiskirannsóknarstovuni
Lívstíðarfangin
Susan Atkins, sum
drap eftir boðum
frá Charles Manson,
er nú deyðasjúk
av krabbameini í
heilanum, og vónar at
verða leyslatin
LÍVSTÍÐARFANGI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Susan Atkins var ein ung
kvinna, tá hon fyri smáum
40 árum síðani var við til at
pína og myrða sjónleikar-
kvinnuna Sharon Tate, sum
var við barn. Hetta hendi
eftir boðum frá hippi-guru-
ini Charles Manson.
Tá Susan Atkins, sum tá
hoyrdi til harkaliðið hjá
Manson, kom fyri í rættin-
um, ákærd fyri ræðuligu
drápini, sang og fnisaði hon
bara.
Hatta svínið hevði uppi-
borið at doy. Eg angri einki,
rópti Susan Atkins í rættin-
um, har tað eisini kom
fram, at hon drakk blóð frá
Sharon Tate.
Nú hava læknar greitt 60
ára gamla lívstíðarfanganum
frá, at hon hevur krabbamein
í heilanum, sum ikki kiann
lekjast, og at hon bert hevur
hálvt ár eftir at liva í.
Susan Atkins hevur tí
søkt um royndarleyslating,
so hon kann doyggja sum
fræls kvinna.
Tú skal meta ein persón
upp á atferðina hjá viðkom-
andi, og mín atferð er broytt
munandi seinastu 30 árini.
Eg eri ikki longur sami per-
sónur í dag, sum tá eg fyrst
kom í fongsul, hevur Susan
Arkins sagt við ABC-
støðina.
Hon hevur áður sagt, at
hon varð heilsvaskað og
ávirkað av hørðum stoffum,
tá hon í august 1969 tók lut
í blóðbaðnum.
Hon hevur sitið í kvinnu-
fongslinum í Corona í
Kalifornia í 37 ár. Hetta er
longri tíð enn nøkur onnur
kvinna í statinum, og 11
ferðir er hon noktað royndar-
leyslating, skrivar ekstra-
bladet.dk
Manson-mordari biður um náði
Susan Atkins var bert 18 ára gomul, tá hon fall í klórnar á
Charles Manson. Nú er hon 60 og deyðasjúk av krabbameini í
heilanum