týsdagur 17. juni 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 114 - 17. juni 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Hósdagin 12. juni 2008
fingu 14 leiðarar handað
prógv á Skeiðsdeplinum í
Marknagili. Skeiðsdepilin
arbeiðir við eftir- og víðari-
útbúgving á Føroya Hand-
ilsskúla og Tekniska Skúla.
Hetta er fimta Diplomleið-
arapróvtøkan á Skeiðsdepl-
inum. Talan er um útbúgv-
ing innan praktiska leiðslu.
Diplomleiðarar fingið prógv
Lærarar og leiðarar, f.v.: Ísak N.Jacobsen, útbúgvingarleiðari og Georg Suðurgarð, lærari. Tey sum
fingu prógv: Æna Reinert (Landssjúkrahúsið), Egil G. Olsen (Almannastovan), Ingolf Joensen
(Fiskaaling P/f), J. Maria Pedersen (Landssjúkrahúsið), Jóan Símun Saltá (Landssjúkrahúsið),
John Mortensen (Almannastovan), Jóngerð Nielsen (Landssjúkrahúsið), Jónsvein Simonsen
(Dimmalætting), Katrin Toftegaard (Landssjúkrahúsið), Pauli Hofgaard (LM-Electric), Susanne
Høgh Olesen, Vagn Foldbo (Heimamissiónin) og Valborg H. Josephsen (Nærverkið). Jákup Jacob-
sen frá LM-Electric vantar á myndini.
Mynd: Jens Kristian Vang
Sunnudagin 15. juni 2008
vóru júst 50 ár liðin síðani
Randi Kilgour á Tvøroyri
hevði sín fyrsta arbeiðsdag
á Suðuroyar Apoteki.
Tann 15. juni 1958 fór
Randi, sum 14 ára gomul,
fyri fyrstu ferð til arbeiðis á
apotekinum. Hon varð biðin
at koma sum summarferiu-
avloysari fyri eina reingerð-
arkonu og var í hesum
avloysarastarvi í einari 3
vikur. Eftir hetta bað frú Jen-
sen, sum Anna Jensen apo-
tekari vanliga varð nevnd,
Randi um at koma inn um
skrankan at arbeiða – og har
hevur hon arbeitt síðani í
samfull 50 ár.
Tey fyrstu árini, Randi
arbeiddi á apotekinum, helt
apotekið til á Tvørabakka,
stutt frá heiminum hjá Randi.
Men í fyrru helvt av 1960-
unum varð nýtt apotek bygt
úti á Tvøroyri, og tann 8. aug-
ust 1964 flutti apotekið so í
nýggju hølini. Síðani er apo-
tekið úti á Tvøroyri eisini
dagført fleiri ferðir, seinast
fyri nøkrum árum síðani,
soleiðis at apoteki í dag er
eitt nútímans apotek.
Hesi 50 árini hevur Randi
arbeitt við fleiri apotek-
arum. Tann fyrsti var Anna
Jensen. Síðani var Annie
Joensen apotekari í eitt tíð-
arskeið,
áðrenn
Hera
Mørkøre, núverandi lands-
apotekara. Og í dag er Fríði
Jensen apotekari á Suðuroy-
ar Apoteki. Afturat teimum
koma so eitt ótal av apotek-
arum, sum hava verið
avloysarar í summafrítíðini,
greiður Randi frá.
Nógv er broytt
hesi 50 árini
Randi greiður Suðuroyar-
portalinum frá, at heilt nógv
er sjálvandi broytt frá teirri
fyrstu tíðini á apotekinum á
Tvørabakka og fram til í
dag. Til dømis blandaðu tey
fyrr medisin, salvur, mix-
ture og so framvegis á Suð-
uroyar Apoteki, umframt at
fylt var í gløs og etikettir
settar á. Í dag verður alt
blandað í Havn ella uttan-
lands.
Fyrr fingu tey t.d. eisini
tabelettir í stórum nøgdum,
sum tey so sjálvi fyltu í
gløs, tað sama var galdandi
við
ymiskum
salvum,
sýrum os.fr. Í dag kemur so
at siga alt í smærri pakn-
ingini, klárt at selja.
Eitt annað sum eisini er
heilt broytt er, at apotekið í
dag í stóran mun er ein sjálv-
tøku handil – tó undantikið
resept-medisin – har kundin
sjálvur kann síggja og velja
tað vøruna, tey vil hava.
Fyrr stóðu kundarnir aftan-
fyri skrankan og bóðu so
um tað tey skuldu keypa.
Eitt gott arbeiðspláss
Randi sigur, at apotekið
hevur verið sera eitt gott
arbeiðspláss við góðum
samstarvsfeløgum.
Tað
hevur eisini verið spennandi
og stuttligt at arbeiða á apo-
tekinum, ikki minst í teirri
tíðini, tá tey blandaðu medi-
sin, salvur o.a. á apotekinum
á Tvøroyri.
Kundarnir hava eisini
altíð verið sera vinarligir og
fyrikomandi, og tað hevur
gjørt sítt til at tað hevur
verið eitt gott arbeiðspláss.
Sambandið við kundarnar
hevur eisini gjørt sítt til, at
arbeiðsdagurin hevur verið
fjølbroyttur
og
áhuga-
verdur.
Hugaligur gongurtúrur
til arbeiðis
Øll árini Randi Kilgour
hevur arbeitt á apotekinum,
hevur hon at kalla hvønn
tann einasta dag gingið til
og frá arbeiði. Randi sigur,
at tað altíð hevur verið ein
hugaligur gongutúrur til
arbeiðis, fyrst út á Tvøra-
bakka og síðan 1964 út á
apoteki úti á Tvøroyri.
Soleiðis verður eisini í
morgin tíðliga, tá Randi fer
til gongu av Tvørabakka,
eins og hon hevur gjørt tey
seinastu 50 árini.
Kelda: www.sudurras.com
Randi Kilgour:
50 ára starvsdag á Suðuroyar Apoteki
Gurið Joensen er í dag sett
í starv sum stjóri á
Útlendingastovuni.
Gurið Joensen er 43 ára
gomul og er útbúgvin
løgfrøðingur.
Seinastu 10 árini hevur
hon starvast sum stjóri á
Føroya
Kærustovni.
Áðrenn tað starvaðist hon
á
Landsskrivstovuni,
Líkningarráðnum og eitt
skifti sum advokatur.
Gurið Joensen tekur við
starvinum tann 1. juli
2008.
Gurið nýggjur
stjóri
Myndin var í viku-
skiftisblaðnum, men
av tí at okkurt navn
var komið skeivt fyri,
er myndin aftur í blað-
num í dag.
Gurið Joensen
-har
tað hendir