týsdagur 17. juni 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 17. juni 2008
13
Góði babba
Tað er so óveruligt, at tú
ert farin - long tíð kemur
fer at ganga, áðrenn eg vil
viðganga, at tú er farin frá
okkum.
Eg hevði glett meg so
nógv til í summar, tá ið tú
og mamma skuldu koma
yvir at vitja okkum - vit
skuldu halda gullbrúðleyp
fyri tykkum.
Eg veit eisini, hvussu
nógv tú hevði glett teg. Tú
skundaði tær at fortelja
mær, at nú hevði tú keypt
billett til tann 27. august
og minti dreingirnar næst-
an hvønn dag á, at nú kem-
ur abbi skjótt, men Guð
hevði aðrar ætlanir við tær.
Túrurin hesaferð var til
himmals.
Tað var so deiligt hesi
seinastu árini at hava eina
so smarta telefon, sum gav
okkum møguleika at bara
trýsta á ein knøtt, so vóru
vit í køkinum hjá hvørjum
øðrum. Kai Leo skuldi
rópa á abba, minna abba á,
at hann skuldi koma at
byggja eitt træhús til hann.
Hetta kemur hann ikki at
skilja.
Tað gleðir meg at vita,
at hvussu gott tú hevði tað
hjá okkum, og hvussu tú
treivst her. Tey seinastu 11
árini eg havi búð í USA,
vóru vit komin nógv tætt-
ari at hvørjum øðrum. Tú
hevði tað ofta betri við pín-
uni - haldi hitin hjáltpi so
nógv - tú virkaði altíð so
glaður og flenti og spældi
við dreingirnar dagin lang-
an. Vit ferðastu nógv sam-
an, í summarhúsi og vóru
nógv úti og ótu og keypti á
støðum, sum tú ikki hevði
gjørt heima í Føroyum, tí í
SMS fór tú ikki - hetta
komi eg at sakna. Sjálvt
um tú ert farin frá okkum,
er tú altíð tætt hjá okkum í
okkara hjørtum og tank-
um.
Vit koma at sakna teg so
nógv. Eg skal passa væl
uppá mammu fyri teg. Eg
elski teg.
Dóttir tín Janita
Til minnis um
Vermund
Joensen
Hóskvøldið gjørdist hend-
ingaríkt og søguligt, tá
tvinnar familjur í fleiri ætt-
arliðum vitjaðu Skarvanes
nú um dagarnar.
Eftirkomararnir hjá Her-
geir og Mariu Petersen,
sum fluttu av Skarvanesi í
1974, tey fýra av systkjunum
Óluva, Irena, Borgar og
Gudrun við familju, eru í
Føroyum og ferðast, og
hava búleikast á Skarvanesi
ein part av tíðini.
Malborg McLaren, sum
giftist eingilskmanni, flutti
til Onglands í 1945, og vitj-
ar saman við soninum Eddi
á somuleiðis á Skarvanesi í
hesum døgum. 86 ára gamla
Malborg er ávikavist fastur
og mostur at Liss og Jolanu,
sum eisini vóru á Skarvanesi
í góðveðrinum.
Hósdagurin varð serligur
“aftur-á-slóðina-dagur”, har
næstringar vitjaðu tey heim-
afturkomnu, og mong góð
minnir flættaðust saman aft-
ur hesa hendingaløtu. Byrjað
varð við krabbafiskikapping,
og tað stóð nógv á luttakandi
liðunum, sum stríddust mill-
um steinarnar í fjøruni.
Aftaná varð farið til búgvi
borð við øllum góðum, og
skyldfólkini hugnaðu sær
við práti, sangi og føroyskum
dansi til væl út á náttina.
Tað stóð kortini ikki á at
fáa skjúts til húsa aftur hjá
gestunum, tí yvirborgar-
stjórin á Skarvanesi, Poul
Jákup, trein í trompetina, tá
farast skuldi til húsa.
Nógvir træðrir eru styrktir
og flættaðir saman aftur, hes-
ar dagarnar tá tey á Skarva-
nesi funnu aftur á slóðina.
sb.
Aftur á slóðina í Skarvanesi
Eldri og yngri hittust á Skarvanesi at minnast aftur á gamlar dagar
Mynd: bkv.fo
Kunngjørt verður fyri vinum og kenningum, at
Jens Cramer
Århus
andaðist mándagin 16. juni, 68 ára gamal.
Jarðarferðin verður leygardagin 21. juni klokkan 10.00
frá Vor Frue Kirke, Vestergade 21, 8000 Århus C.
Cecilie Z. Cramer og Malan Marnersdóttir
Dagurin
18. juni. Leontius, deyður umleið ár 135.
Heryvirmaður í rómverska herinum, sum varð tikin av
døgum fyri trúar sakir.
Lesið
-so eru tit við!