Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 114 - 17. juni 2008 Mikudagin 18. juni verður Katrina Møller Jensen, sum býr í Ørbæk á Fyn, 100 ár. Í Føroyum er hon kend sum Trina við Keldu úr Lorvík. Trina er ein megnarkvinna Pápi Trinu var Jógvan Vita­ lis Samuelsen undir Hús­ inum í Lorvík, og mamman var Olevina Maria Petersen, ættað úr Tungu í Mikladali. Trina fór í skúla í 1915. Lærarin var tann tá nýggi lærarin Andrias Joensen, sum var ættaður frá Gjógv, og hann búði fyrstu tíðina hjá teimum. Hann gjørdist seinni kendur sum “gamli lærari” í Lorvík. Ein ung genta tá í tíðini hevði eitt lív, sum eru púra ókent fyri ung í dag. Tað skuldi saksast og set­ ast epli niður. Tað skuldi farast til neytar, mjólkast og hoyggjast. Kom tari í fjøruna skuldu hann berast niðan í bøin at brúka sum tøð. Torv skuldi skerast og fáast til sættis. Undir fyrra heimsbardaga fekst einki korn uttani frá, og tí mátti korn veltast. Tað var ikki minst stræv­ ið, tá ið pápin var burtur. Tá skuldi tey heima eisini gera alt mannfólkaarbeiði. Út at arbeiða At ferðast var heldur ikki sum í dag. Farleiðin til Fuglafjarðar var við báti, men skuldi farast til Gøtu og víðari, varð gingið um Lorvíksfjall. Hetta var ikki nakað, sum bakkað varð fyri tá í tíðini. Skuldi farast til Havnar varð gingið út á Skipanes, har farið varð umborð á mjólkabátin, sum so legði at í hvørjari bygd, til komið varð til Havnar. Konfirmerað mátti Trina fara út at arbeiða eins og aðrar gentur. Hon fór til Havnar at vera í húsi hjá eini abbasystir, sum var gift við Hans í Funningsstovu. Hon búði mitt í býnum beint yvirav Ebenezer. Her var hampuliga fittligt. Hon skuldu taka sær av øllum tí húsliga. Men her vóru eingi børn og heldur eingin kúgv. Vildi uppliva verðina Tá ið Trina var 18 ár vildi hon royna nakað heilt nýtt. Eins og nógvar gentur tá í tíðini fór hon til Dan­ markar. Her kom hon at arbeiða á einum missiónshotelli, sum var beint við Hovedbane­ gården í Keypmannahavn. Leiðarin her var gubbi Trinu, Niels Jacobsen, sum var suðuroyingur. Hann hevði danska konu. Tey áttu trý børn. Trina fór niður at vera barnagenta. Trina var so her eitt ár. Tá fekk hon aftur hug at royna nakað nýtt. Hon gjørdist stovugenta hjá einum verk­ frøðingi á Frederiksberg. Á Klaksvíkar sjúkrahús og so niður aftur Tá ið Trina hevði verið tvey ár niðri, helt hon tað vera tíð uppá at koma heim aftur til Føroyar. Tá kom hon at arbeiða í køkinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Her var ein øko­ noma og tríggjar gentur. Tær skuldu so gera mat og eisini gera reint. Men tá kom hugurin at fara burtur aftur, og Trina fór aftur til Danmarkar, og nú fekk hon pláss í Gentofte. Tey vóru sera fitt fólk. Her var eisini skipað frítíð. Trina hevði frí annan hvønn sunnudag og annan hvønn mikudag eftir døgurða. Men nú vildi hon vera fyri seg sjálva. Hon fekk sær eitt stað at búgva, og tók á seg reingerðingsarbeiði. Hon gjørdi millum annað reint í einum banka á morgni. Hon arbeiddi eisini hjá einum bankastjóra, Christensen, sum var stjóri í Føroya Banka frá stovnan í 1906 til 1910. Nú forvann Trina 75 krón­ ur um mánaðin, men so mátti hon eisini gjalda innivist og mat sjálv. Men nú ráddi hon meira sær sjálvari. Nú gingu aftur nøkur ár. Og Trina upplivir tann 9. apríl 1940, tann minniligi dagur, tá ið Danmark verður hersett. Hon gloymir ikki hendan morgunin, hon var á veg til arbeiðis. Týskarar flugu yvir Keypmannahavn og blakaðu úr flogførum loftseðlar, har heitt var á danir um at vera kúrrar. Trina giftist Í 1943 giftist Trina við Alfred Møller Jensen. Tey høvdu tá kenst í átta ár. Hann koyrdi vørur fyri eina forrætning. Tey fóru heim til Føroya í feriu í 1946. Tá fær Alfred í boði arbeiðið sum leiðari á vaskarínum hjá Kjølbro. Tískil fluttu tey til Klaks­ víkar í 1947 at taka við hes­ um starvi, og tey vóru í Klaksvík inntil 1965. Tey bygdu eisini í Klakvík tætt við skrivstovuna hjá Kjøl­ bro. Her var gott at vera, men hetta var eitt tíðarskeið, sum var eitt sindur buldras­ ligt við læknastríðnum. Tá vóru danir ikki so populerir, men Alfred hevði ongantíð nakran trupulleika av, at hann var dani. Hann gavst í vaskarínum og fekk sær heilsølu. Sjálv­ ur fór Alfred at ferðast kring landið sum handils­ reisandi, har hann seldi alt møguligt frá klæði til auto­ matir. Ættin í Føroyum sig­ ur, at Alfred var ein sera skemtiligur og dámligur maður, og vermamman var so sera góð við hann. Trina hevur umsorgan fyri sínum Tey fluttu niður aftur, har yvirtóku tey eitt reinsarí. Men tað gingu ikki nógv ár, so fór heilsan at bila hjá Alfred, hann doyði í 1978, 77 ára gamal. Sjálv flutti Trina í eina íbúð. Tey bæði fingu ikki børn saman. Men í Føroyum tóku tey Dóru, dóttir Mariu, systir Trinu, til fosturs, hon flutti við teimum niður. Samstundis búsettist Martin, beiggi Dóru, eisini í Ørbæk, har Trina enn býr. Dóra er gift við Palle og býr nærindis Holbæk. Tey eiga ein son, Daniel, sum er automekanikari. Martin fekk blóðpropp og gjørdist púra óhjálpin 54 ára gamal. Hann var á røkt­ arheimi í seks ár, tá ið hann doyði. Her komu menniskjans­ ligu dygdirnar hjá Trinu rættuliga fram. Hvønn dag var Trina hjá Martin við ein­ um drekkamunni og franks­ breyðbita við osti. Hon sat so og mataði hann, tí hann fekk ikki etið sjálvur. Øll í Ørbæk kenna hana undir navninum “moster”, tí hon hevur verið mostur at so mongum í Ørbæk eins og í Føroyum. Hon hevur eisini skil á allari ættini í fleiri ættarlið. Trina ger enn hondarbeiði, og hon bindur teppi fyri ein hjálparfelagsskap. Trina hevur sera gott samband við sína ætt. Tey vitja hana, tá ið tað liggur fyri, tá tey eru í Danmark. Tey verða eisini væl mót­ tikin við tí ljósa lyndinum, sum Trina hevur. Og nú Trina fyllir so runt er ættin eisini væl umboðað. Havi sjálvur vitjað Trinu í Ørbæk og var ovfarin um, hvussu glað og positiv hon var. Skilagóð er hon fram­ vegis sum ein unglingi. Hetta var ein av mínum minniligu vitjanum. Alt í alt kann sigast, at Trina er ein merkiskvinna, og hon er eitt gott umboð fyri Føroyar í Danmark. Ynskt verður henni hjarta­ liga tillukku við hesum stóra føðingardegi. ó. Til Káru og Kristian Petersen á silvurbrúdleypsdegnum 17. juni 2008 Silvur hava tit skrivað, vóni gull tit uppliva. Í tykkara verð hevur tað verið eins og Skarðsá á ferð, givið lív við síni vætu ­ skamt ífrá, til hugans heim og lívsins gleim, steintinnur, mýrusólju ljósa, við fløtt og áarósa, Djúpkullu, Gamla svimjihyl og hvørt eitt gyl við lagd og áarhyl. Hetta var tykkara lutur, at hoyra Skarðsá teska og dropan leska uppi í Botni, um Botnsbrúgv og Rossarygg, har løkir og dropar smáir gjørdu stórar áir um lagd og lágir. Ein av teimum var lívsins á, sum eitur Skarðsá, sum kvað og sang í dur og mol ­ øgilig á vetri og í grimdarregni, men yndisvøkur á summardøgum við sálmaløgum um fragdarlív, um børn og vív eins og bassur í kóri stinnur ­ sum Kristian, har lag tú lynnur, fyri tær og Káru ­ unnustu tína ­ inn at hjartarót finnur. Har er tykkara Skarðsá, hon sum hevur runnið í tykkara hjartarótum á lívsins mótum. Al oftast var áin møk, og onkuntíð var hon stríð, men hetta er tað, sum øllum er beskorið á lívsins leiðum vorðið. Hjartaliga til lukku á tykkara brúdleypsdegi og við Skarðsá í sínari megi. Frits Trina við Keldu 100 ár Trina við Keldu. Myndin er tikin í oktober 2007