Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 17. juni 2008 15 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Saman við týska venj­ aranum, Joachim Löw, varð Josef Hickersberger rikin upp á áskoðarapláss­ ini, tá Eysturríki í gjár mátti lúta fyri Týsklandi Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað eydnaðist ikki hjá Eyst­ urríki at skapa stóru sensa­ tiónina, tá teir í gjár skulu royna at koppa stórabeiggj­ anum úr Týsklandi. Upp­ gerðin var avgerandi fyri báðar partar, tí við týska tapinum móti Kroatia var trýst eisini á stórveldinum, sum skuldi vinna, um teir skuldu vera vísir í at røkka næsta umfarinum í EM­ endaspælinum. Drama á beinkinum Og leingi livdi Eysturríki í vónini. Sæð burtur frá einum mest sum ótrúligum avbrennara hjá Miroslav Klose tíðliga í dystinum, so var rættiliga avmarkað, hvat týskarar megnaðu og vildu í dystinum. Í so máta spruttaði Eyst­ urríki meira, tá ferð eftir ferð royndu at flyta fólk fram móti týska brotsteigi­ num. Men har var størsti trupulleikin, at liðið vildi meira, enn teir megnaðu, og tí komu teir ongan tíð til teir heilt stóru møguleikarnar. Og hjá venjarunum báð­ um stóð eisini nógv á. Somikið nógv, at Hickers­ berger og Löw stutt fyri hálvleik fingu marchordra frá spanska dómaranum, sum hevði fingið nóg mikið at teimum báðum kamp­ hanunum. Á vøllinum helt spælið fram, men tá Michael Ballack við eini frísparks­ kanón skoraði til 1­0, kámaðist vónin hjá heima­ liðnum av álvara. Ballack hevði annars ein av sínum heilt friðarligu døgum, men frísparkið var væl eitt klassiskt dømi um, at teir stóru spælararnir megna at prógva sítt virði, júst tá tørvurin er størstur. Sterkir kroatar Sigurin bar við sær, at Týsk­ land vann seg víðari sum tvey’ari í bólkinum. Odda­ sessin tók Kroatia sær av, tá teir eisini vunnu triðja dystin í bólkaspælinum. Hesin varð móti Póllandi, sum varð sent heim við 1­0 tapi. Og tann sigurin undir­ strikaði enn eina ferð styrkina hjá Kroatia, sum fór úr bólkaspælinum við fullum stigatali. Um tað so er nóg mikið til at koma eins langt, sum Suker og vinir hansara gjørdu tað í HM­kappingini í 2000, er ein annar spurningur. Men Modric og hinir á kroatiska liðnum, anno 2008, hava helst sína greiðu fatan av hesum. Hickersberger sá reytt Tá stóru fótbólt­ stjóðirnar standa seg illa, gera parta­ brævamarknaðir teirra tað eisini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er óvæntaða úrslitið av eini umfatandi greining, sum norskir granskarar hava gjørt. Øyvind Norli, sum er ein av granskarunum á liðnum, sigur, at teir hava kannað partabrævamarknaðirnar síðani 1973, og at talan er um púrasta greiðar tendensir. ­ Talan er um dramatiskt fall í partabrævamarknað­ inum, tá tey stóru londini tapa. Til dømis vil eitt tap í knock­out umførunum í HM­kappingini bera eitt fall upp á 0,38% við sær á marknaðinum í tapandi landinum. Hinvegin er ávirkan at kalla eingin í vinnandi landinum. Norli sigur, at talan er um sveiggj, sum onga skilvísa frágreiðing hava, og sum tí helst eru úrslit av, at lagið hjá teimum, sum handla við virðisbrøvum snøgt sagt er verri, um landið hevur tapt ein týdningarmiklan dyst. Og við at hyggja at dystarskránni fyri EM­ kappingina, sum verður spæld í hesum døgum, eru norsku granskararnir komnir eftir, at sveiggini hesa ferð kunnu gerast serliga stór í Fraklandi, Italia, Spania, Turkalandi og Portugal, um hesi lond ikki standa seg nóg væl. Sambært norska E24.no, so er talan ikki um nakað serskilt fyribrigdi innan fótbólt. Samsvarandi úrslit eru eisini staðfest við stórar kappingar í eitt nú rugby, cricket, íshockey og kurvabólti. EM fær børsin at sveiggja Stutt fyri hálvleiki hevði spanski Manuel Mejuto Gonzalez fingið nokk. Joachim Löw og Josef Hickersberg vórðu báðir sendir niðan á áskoðaraplássini, soleiðis at friður kundi valda við skiftisbeinkirnar Mynd: Polfoto/AP Bólkur B Eysturríki-Týskland 0-1 (0-0) 0-1: Michael Ballack, 49. Pólland-Kroatia 0-1 (0-0) 0-1: Ivan Klasnic, 52. Komandi dystir Bólkur C Dagur Klokkan Dystur 17.06 19.45 Frakland-Italia 17.06 19.45 Holland-Rumenia Bólkur D 18.06 19.45 Russland-Svøríki 18.06 19.45 Grikkaland-Spania EM-dystir