Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 114 - 17. juni 2008 ] Svøríki hevur elsta EM-liðið Gamalt er at siga, at besti fótbóltsaldurin liggur millum 25 og 30 ár. Taka vit støði í hesum mugu vit siga, at øll tey luttakandi liðini í EM- endaspælinum eru heppin við sínum meðalaldri. Svøríki hevur elsta hópin. 37 ára gamli Henke Larsson ger mun í so máta Meðalaldurin hjá EM-liðunum: Svøríki: 28,8 ár Italia: 28,8 ár Grikkaland: 28,6 ár Spania: 27,9 ár Kekkia: 27,9 ár Frakland: 27,6 ár Holland: 27,4 ár Rumenia: 27,4 ár Kroatia: 27,1 ár Eysturríki: 26,8 ár Pólland: 26,7 ár Týskland: 26,5 ár Turkaland: 26,4 ár Sveis: 26,2 ár Portugal: 25,9 ár Russland: 25,3 ár HS Italia og Frakland hava ofta dystast í HM og EM-endaspøl- um. Tvær ferðir hevur verið talan um finalur Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Fyrstu ferð Italia og Frak­ land møttust í einum enda­ spæli, varð í HM­enda­ spælinum í Fraklandi í tí Harrans ári 1938. Liðini møttust tá í fjórðingsfinal­ uni. Hóast heimavallar­ fyrimun, so tapti vertstjóðin 3­1 til Italia. Colaussi legði Italia á odda longu eftir 9 minuttum, men minuttin seinni hevði Heisserer javn­ að fyri Frakland. Í 2. hálv­ leiki setti Italia tingini uppá pláss við tveimum málum, sum Piola skeyt. Italia spældi seg í finaluna, sum teir vunnu 4­2 á Ungarn, sum varð ein fótbóltsstórtjóð í gomlum døgum. 40 ár seinni – í 1978 ­ møttust liðini í bólkaspælinum við HM­endaspælið, sum var leikt í Argentina. Italia vann 2­1, hóast Frakland longu kom á odda í 1. minutti við einum máli, sum Lacombe skeyt. Ein ungur álopsleik­ ari, tann seinni so navnframi Paolo Rossi javnaði eftir 30 minuttum. Tíðliga í 2. hálvleiki skoraði Zacarellli sigursmálið hjá Italia. Í 1986 eydnaðist tað loksins Fraklandi at fáa hevnd. Lið­ ini møttust tá í 1/8 finaluni í HM­endaspælinum, sum var spælt í Mexico hetta árið. Frakland vann 2­0, Michel Platini skoraði fyrra málið, meðan Stopyra skor­ aði seinna málið, Frakland sendi heimsmeistarnar frá 1982 út í myrkrið. Brotsspørk og Golden Goal Tær seinastu tríggjar ferð­ irnar dystur hevur verið millum Italia og Frakland í einum endaspæli, hevur talan veruliga verið um sera stóran dramatikk. Í tveimum førum hevur verið talan um eina finalu. Eins og tá Frakland var HM­vertur fyrru ferð í 1938, so møttu teir aftur Italia í fjórðings­ finaluni. Talan gjørdist um ein málleysan dyst, og eisini ein málleysan umdyst. Liðini máttu út í eina dramatiska brotssparks­ kapping. Zinedine Zidane og Roberto Baggio settu tvey tey fyrstu brotsspørkini í málið, men so brendu bæði Lizerazu hjá Fraklandi og Albertini hjá Italia. Liðuni fylgdust so til støðuna 3­3. Laurent Blanc fer fram og skorar til 4­3 til Frakland. Di Biagio má skora fyri at halda Italia inni í dystinum, men hann brennur. Frakland vinnur seg seinni heilt fram til finaluna, har teir vinna ein greiðan 3­0 finalusigur á Brasilia. Fyrstu ferð, liðini møttust í eini finalu, var í EM­endaspælinum, sum var í Belgia og Hollandi í 2000. Liðini spældu á De Kuip í Rotterdam. Delvec­ cio legði Italia á odda 1­0 eftir 55 minuttum, og tað sá út til, at Italia kundi koyra sigurin trygt heim, men í yvirtíðini javnaði Sylvain Wiltord, og liðuni máttu út í longda leiktíð. Tá var Gold­ en Goal ­ liðið, sum skoraði fyrst í umdystinum, vann – galdandi. Ein regla, sum nógvir fótbóltsfjepparar siga seg fegnast um bleiv avtikin. 13 minuttir vóru farnir av umdystinum tá David Trezeguet bumbaði bóltin í málið, og so var Frakland fyrsti heimsmeist­ arin, sum eisini vinnur EM eftir at hava vunnið HM. Í HM­endaspælinum í Týsk­ landi í 2006 møttust liðini aftur í finaluni. Liðini løgdu hart út í finaluni, sum var leikt á Olympiska Leikvølli­ num í Berlin. Zidane skor­ aði uppá brotsspark longu í 7. minutti, og í 19. minutti hevði Materazzi javnað fyri Italia. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1­1. Liðini noyddust aftur í umdyst, og móti endanum av umdyst­ inum hendi tað, sum fólk minnast best. Málskjúttarnir Zidane og Materazzi hava ein orðadrátt, sum endar við, at Zidane skallar Mater­ azzi niður, sum sjálvandi spælir stórt uppá mistakið hjá Zidane. Zidane er ikki tøkur at skjóta brotsspark fyri Frakland í brotssparks­ kappingini, tí hann verður vístur av vøllinum fyri skallaran, og skilið verður hareftir. Seinni kemur fram, at Materazzi hevur spottað systrina hjá Zidane. Hetjan frá EM­finaluni í 2000, David Trezeguet brennur longu tað næsta brotssparkið hjá Fraklandi, meðan Italiu­ menn banka øll fimm spørk­ ini í netið. Italia gerst HM­ vinnari fyri fjórðu ferð, og Frakland, og tá serliga Zidane mugu sleikja sárini aftaná. Í kvøld eru Italia og Frak­ land bæði líka illa sperd. Annað av teimum rýkur út í myrkrið í kvøld, og veit illa til, og spæla londini javn­ leik, meðan Rumenia bert tapir við einum máli ímóti Hollandi, ja so eru bæði Frakland og Italia úti, og tað hevði verið vorðið sum gøla í londunum báðum. Men lat okkum bara vóna, at vit fáa enn ein klassikkara í kvøld. Klassikari á skránni í kvøld Heimsins besti spælari endaði sína yrkisleið á skammiligan hátt, tá hann í HM-finaluni í 2006 fekk reytt kort fyri hendan stútaran móti Materazzi Mynd: Polfoto/AP Christian Høgni skal fáa AB upp Ronny Saul, stjóri í AB, sigur við heimasíðuna hjá AB, at felagið er frammanfyri sín málsetning, og nú taka teir næsta stigið og styrkja seg við nýggjum spælarum. ­ Eg gleði meg til at byrja í AB. Mær dámar væl felagið og ambitiónirnar hjá felagnum. Tær passa væl til mínar egnu ambitiónir, og tað hevði verið fantastiskt at kunna verið við til at spæla AB uppaftur í superliguna, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá AB. Christian Høgni heldur fram í HB til summarsteðgin, tá hann so leggur leiðina til Danmarkar. Breti royndarvenur við B36 Dimmalætting skrivar í dag, at 21 ára gamli Ben Malson, sum er sáttmálabundin at enska Plymouth Argyle, skal royndarvenja við B36. Malson, sum er 21 ára gamal, er áleypari, og í fyrsta umfari skal hann royndarvenja við B36 í eina viku. Tað er Hans Jacob á Líknargøtu, sum stóð royndina sum spælaraumboðsmaður í vár, ið stendur fyri sambandinum millum B36 og Plymouth.