týsdagur 17. juni 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 114 - 17. juni 2008 ]
Ronaldinho til USA
Sambært spanska blaðnum, El Mundo Deportivo, hevur
La Galaxy boðið Barcelona á leið 200 milliónir krónur
fyri brasilska Ronaldinho. 28 ára gamli spælarin, sum
áður er kosin heimsins besti, sigst hava fingið loyvi frá
Barcelona at samráðast við onnur feløg, og eitt nú hava
Milan, Chelsea og Manchester City verið nevnd sum
møguligir komandi arbeiðsgevarar. Sambært spanska
blaðnum, so er tilboðið úr USA tó somikið stórt, at tað
verður trupult at siga nei takk til. Millum annað skal
árslønin liggja um tær 250 milliónirnar.
Nú kunnu feløgini skifta spælarar
Síðani síðst í februar hava liðini í fremstu føroysku fótbóltsdeildunum ikki
kunnað fingið sær nýggjar spælarar. Orsøkin er sonevnda flytingarvind
eygað, sum lat aftur í februar. Í dag letur vindeygað uppaftur, og fram til
endan av juli mánaði kunnu føroysku feløgini aftur fáa nýggjar spælarar til
síni lið. Onkur skifti eru á veg. Millum annað frættist úr Klaksvík, at KÍ skal
styrkja seg við HBmiðvallaranum Emil Leifsson og amerikanska álops
spælaranum Joe Zewe. Søgur ganga eisini um onnur feløg, sum skulu hava
nýggjar spælarar, og meira verður ivaleyst at frætta um tað komandi tíðina.
Innanhýsis
uppgerðirnar millum
tey fýra fremstu
enda sum oftast við
heimasigrum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eru tey fýra, ið myndað
oddin, sum tað undan kapp
ingarbyrjan varð roknað við
skuldi gera tað. VB/Sumba,
07 Vestur, TB og AB eru
tey einastu, sum hava møgu
leika at flyta upp í Formula
deildina, og tað eru hesi
fýra, sum eru á fýra teimum
ovastu plássunum.
AB hevur leingi verið
millum trý tey bestu, men
eftir túrin suður á Sevmýri
datt AB niður á fjórða
plássið. Orsøkin er tann, at
TB við at skora 21 sigurs
málið í tíðini, sum dómarin
hevði lagt afturat, leyp um
bukk upp um júst AB.
Útivøllar hagtølini eru
soltin hjá AB, tá ið argja
menn hava spælt ímóti kapp
ingarneytunum til uppflyt
ing. AB hevur tapt 43 í
Vágum, 10 í Vági og í gjár
21 á Tvøroyri.
Merkisvert er tað, at tey
bæði Suðuroyar liðini bara
hava spælt eina ferð í part á
útivølli ímóti teimum, sum
kappast
um
uppflyting,
meðan AB og 07 Vestur
hava spælt tríggjar ferðir í
part á útivølli ímóti kapp
ingarneytunum.
Eisini hjá 07 Vestur hava
ferðirnar
til
Suðuroyar
hilnast illa. 07 Vestur tapti
40 á Sevmýri, og á Vágs
eiði taptu teir 10. Meðan
AB tapti í Sørvági, og
eydnaðist tað 07 Vestur at
fáa stig á Argjum, har úrs
litið var 22. Einasti útisig
urin í toppuppgerðum hig
artil var tað, tá ið VB/
Sumba
vann
20
á
Sevmýri.
At Suðuroyarliðini bara
hava hitt kappingarneytarnar
eina ferð í part á útivølli,
meðan AB og 07 Vestur
hava vitjað tey, sum tað
verður kappast við um
uppflyting, tríggjar ferðir,
hevur ivaleyst sítt árin á, at
støðutalvan sær út soleiðis,
sum hon ger.
Innanhýsis uppgerðirnar
ímillum hesi fýra eru lykla
uppgerðir.
Leygardagin
fara øll hesi fýra at spæla á
útivølli, og tískil verður
talan ikki um nakra innan
hýsis uppgerð.
Tann fyrsta av tí slagnum,
sum stendur fyri framman,
verður, tá ið AB leygardagin
28. juni í 13. umfari fer at
fáa vitjan av oddaliðnum
VB/Sumba. 5. juli fer TB at
vitja í Sørvági, og 12. juli,
tá ið síðsta umfarið undan
summarsteðginum verður á
skránni, fer VB/Sumba at
spæla í Sørvági.
Hjá teimum, sum ætla
sær at flyta upp, eru ikki
ráð at klossa fleiri stig
burtur ímóti eykamonnun
um hjá Formula liðunum.
AB og 07 Vestur hava
higartil fingið fult ímóti
eykaliðunum, meðan tey
bæði feløgini úr Suðuroy
longu hava mist. Víkingur
hevur í Leirvík vunnið 10
á bæði VB/Sumba og TB,
og
HB
hevur
megnað
javnleik bæði á Sevmýri og
á Vágseiði. Á Tvøroyri var
úrslitið 22, og leygardagin
endaði tað málleyst í Vági.
Merkisvert í hesi vikuni
var tað, at NSÍ, sum eftir
síðsta vikuskifti hevði fýra
stig og var aftast, nú hevur
tvífaldað úrtøkuna. Miku
kvøldið endaði tað 11, tá
ið HB vitjaði við Løkin, og
fríggjakvøldið endaði tað
50, tá ið EB/Streymur –
ivaleyst í stevnutonkum og
finalutonkum – vitjaði á
sama vølli.
Nú er B68 aftast. Granna
dystur millum B68 og NSÍ
verður á Svangaskarði 28.
juni.
Fáa lítið burturúr á útivølli
Tað gjørdust Óli Johannesen
og TB, sum drógu longra
stráðið í uppgerðini móti
Allan Mørkøre og AB
Mynd: Talgilt
Í kvøld kl. 19.45 spæla Ital
iaFrakland og Rumenia
Holland, og tað einasta,
sum er víst undan hesum,
er, at Holland kemur víðari.
Holland hevur 6 stig, Ru
menia hevur 2 stig, og fyrr
verandi Heims og Evropa
meistarnir, Italia og Frak
land hava 1 stig. Vinnur Ru
menia á Hollandi eru teir
púra vísir í, at teir hava
vunnið seg í fjórðingsfinal
una. Spæla Italia og Frak
land javnleik, so sleppur
Rumenia til fjórðingsfinal
una við einum javnleiki
imóti Hollandi. Vinnur ann
ar av Italia og Fraklandi, og
Rumenia ikki fær meir enn
1 stig, so er Rumenia úti.
Um Italia og Frakland
spæla javnleik 11, 22 ella
33, og Rumenia tapir óan
sæð um tað er lítið ella
stórt so er Italia í fjórð
ingsfinaluni, sjálvt um
bæði Rumenia, Frakland og
Italia øll hava 2 stig tá. Tí
tá hevur Italia skorað flest
mál í dystunum ímillum
hesi trý londini. Frakland
Rumenia 00 og ItaliaRu
menia 11 elvir til hesa
støðu. Tá telur ikki, at ein
tapir minni ímóti Hollandi,
enn hini bæði londini. Frak
land tapti 14, og Italia tap
ti 03 ímóti Hollandi. Og
forvirringin endar ikki her.
Italia og Frakland hava
bæði málmunin 14 og 1
stig. Spæla Italia og Frak
land javnleik, og Rumenia
fær stig, so mugu Italia og
Frakland út í eina brots
sparkskapping, sjálvt um
hvørgin av teimum tá kem
ur í fjórðingsfinaluna.
Hetta verður gjørt fyri at
staðfesta hvør verður nr. 3
og 4 í bólkinum. Tað skal
brúkast til seedingar og
styrkismetingar í framtíðar
kappingum. Óansæð, tað
verður stuttligt at fylgja við
í kvøld. Italski venjarin,
Roberto Donadoni er vísur
í, at vinurin Marco van
Basten fer at syrgja fyri
hollendskum sigri í kvøld.
HS
Kanska brots
sparkskapping
í kvøld
Mikukvøldið
NSÍ-HB 1-1 (1-0)
1-0: Kári Hansen
1-1: Torkil Kollsker
Reytt kort: Poul Thomas Dam 75. (2 gul)
Fríggjakvøldið
NSÍ-EB/Streymur 5-0 (5-0)
1-0: Sonni L. Petersen
2-0: Sonni L. Petersen
3-0: Sjálvmál
4-0: Jann Martin Mortensen
5-0: Kári Hansen
Leygardagin
VB/Sumba-HB 0-0
Sunnudagin
07 Vestur-B68 8-2 (2-1)
1-0: Jens Erik Rasmussen 17.
2-0: Jóan Petur á Stongum
2-1: Jonleif Højgaard br
2-2: Emil Olsen
3-2: Andrzej Stretovicz 52.
4-2: Ingi Ole-Jacobsen 52.
5-2: Kim Poulsen 56.
6-2: Tór-Ingar Akselsen 56.
7-2: Tór-Ingar Akselsen 78.
8-2: Kim Poulsen 80.
TB-AB 2-1 (1-0)
1-0: Bárður Dimon 42.
1-1: Rógvi Holm 52.
2-1: Bárður Dimon 90.
Víkingur-KÍ 5-2 (3-1)
0-1: Álvur F. Christiansen
1-1: Bárður Hansen
2-1: Bárður Hansen
3-1: Finnur Justinussen
4-1: Per Jacobsen
5-1: Finnur Justinussen
5-2: Leon Bjartalíð
FAKTA um 1. deild