Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 114 - 17. juni 2008 ] Vandi var fyri, at Fremad Amager skuldi spæla kanska týdningarmesta heimadystin á árinum á uttanveltaðum vølli Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í annaðkvøld skal Fremad Amager spæla fyrra play- off dystin um uppflyting til donsku 1. deild. Fyrra uppgerðin móti Brabrand er á útivølli, og um vikuskiftið verður heima- dysturin so á skránni. Upprunaliga hevði DBU ásett, at heimadysturin móti Brabrand skuldi spælast leygardagin. Trupulleikin hjá Fremad Amager í hesum var, at grannafelagið, B1908, hevði leigað Sundby Idrætspark til serstakt 100- ára hald. Tí søkti Fremad Amager um, at dysturin varð fluttur til sunnudag, og hetta varð játtað av DBU. Fríggjadagin komu tó kontraboð. Bra- brand hevði nevnliga mót- mælt avgerðini, og hetta setti Fremad Amager í trupla støðu. - Vit stóðu í teirri støðu, at vit kanska ikki høvdu nakran heimavøll til ein dyst, sum er altavgerandi fyri, um vit flyta upp ella ikki, sigur Todi Jónsson, stjóri í Fremad Amager. - Og tað hevði sjálvandi sett okkum í eina trupla støðu. Tú kanst ímynda tær, um eitt nú HB skuldi spælt ein avgerandi heimadyst á Argjum, tí B36 hevði okkurt hátíðarhald í Gundadali. - Ein loysn er tó funnin á málinum. Vit hava tosað við B1908, og teir hava játtað at flyta sítt arrange- mant, soleiðis at vøllurin hjá okkum er tøkur til leygardagin, sigur Todi Jónsson. Fremad mundi mist heimavøllin Tað gjørdist ungi og evnaríki Gudmund Joensen, ið vann súkklukappingina á Sundalagsstevnuni fríggjakvøldið Súkkling Tíðindaskriv Fríggjakvøldið bleiv kapp- ast í einkultstarti í Hósvík. Tá koyrt verður einkultstart starta súkklararnir ein og ein, og man veit ikki hvussu hevur gingist fyrr enn allir eru komnir á mál, og dómarin hevur funnið fram til hvør vinnarin bleiv. Startað verður við einum minutti millum hvønn súkklara, og tí er torført at vita hvussu leikur fer, fyrr enn liðugt er. Kappingin var bert fyri unglingar og vaksin, kvinn- ur og menn, og koyrt bleiv úr Hósvík til Saksunar og aftur til Hósvík. Teinurin var 33 km til longdar, og teinurin úr Hós- vík til Saksunar er ein sera spennandi teinur at súkkla. Tað gongur niðan og tað gongur undan og stórur partur av teininum er slætt- ur. Ein sera væl egnað teinur til einkultstart. Tað var mótvindur av veg til Saksunar og tí vóru tað flest allir súkklararnir, ið høvdu tankarnar til túrin heim aftur úr Saksun, tá ferðin til tíðir fór uppum 50 km/t. Uppmøtingin var góð, men fyrireikararnir kundu gott hugsa sær at fleiri onn- ur, enn tey, ið vanliga súkk- la kapp í Føroyum, luttóku. Tað verður vónandi eina aðru ferð. Tað var tætt millum teir fremstu súkklararnar, og kláraðu Gudmund, Gunnar Dahl-Olsen og Eli Christ- iansen, at halda nøkunlunda somu ferð nær um allan teinin. Fyrru helvt av tein- inum átti Gunnar munin og hálaði inn á bæði Gudmund og Eli, men á veg aftur til Hósvík setti Gudmund alt inn, og vann á Gunnar við hálvum minutti. Hálvan minutt eftir Gunnar kom Eli so á mál. Eisini var tætt millum Sverra M. Edvinsson og Evald Rasmussen. Komir til Saksunar hevði Sverri koyrt Evald inn aftur, men í undanvindinum aftur til Hósvík lá væl fyri hjá Evald, og hann megnaði at koyra Sverra inn aftur, men Sverri svaraði aftur, og tá avtornaði átti Sverri munin millum teir báðar, og vann við uml. trimum minuttum á Evald. Ein kvinna luttók í kapp- ingini, og hon koyrdi teir 33 kilometrarnar líka undir ein tíma, tvs. eina meðalferð uppá góðar 34 km/t. Gudmund vann á Sundalagsstevnuni Úrslitið, menn: Nr Súkklari Tíð 1 Gudmund Joensen 53.02 2 Gunnar Dahl-Olsen 53.42 3 Eli Christiansen 54.13 4 Andrass Joensen 56.00 5 Sverri M. Edvinsson 57.23 6 Evald Rasmussen 1.00.50 Úrslitið, kvinnur: 1 Súsanna S. Sørensen 59.49 Máltindurin 1. deild Johan Eivind R. Mouritsen TB 13 Tróndur Sigurðsson AB 10 Andrzej Stretowicz 07 Vestur 8 Kim Poulsen 07 Vestur 8 Jens Erik Rasmussen 07 Vestur 7 Tór-Ingar Akselsen 07 Vestur 7 Allan Mørkøre AB 7 Dion Splidt AB 7 Birgir Jørgensen VB/S 7 Finnur Justinussen Víkingur 7 Leon Bjartalíð KÍ 6 Jón K. Poulsen VB/S 6 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur 1 VB/S 11 9 - 1 - 1 28 6 22 2 07 Vestur 11 8 - 1 - 2 48 17 31 3 TB 12 7 - 2 - 3 34 10 24 4 AB 11 7 - 1 - 3 37 16 21 5 Víkingur 11 4 - 3 - 4 15 27 -12 6 HB 12 3 - 4 - 5 18 13 5 7 KÍ 11 4 - 1 - 6 16 35 -19 8 NSÍ 12 2 - 3 - 7 20 36 -16 9 EB/S 12 3 - 0 - 9 12 49 -37 10 B68 11 2 - 0 - 9 14 33 -19 Liðskiparin tosar við onnur Andreas Mortensen, sum er bæði liðskipari og toppskjútti hjá Fremad Amager, sigst nú hava hug at skifta felag. Sambært Sjællandske Medier skal spælarin vera ávegis til Slagelse, tí sáttmálaútspælið frá Fremad Amager ikki er nóg gott. – Eg havi so ikki skrivað undir Fremad Amager, og eg havi tosað við onnur feløg. Men eg taki so onga avgerð, fyrr enn teir báðir seinastu dystirnir eru spældir, sigur Mortensen við bold.dk. Amager úr 2. deild Hetta kappingarárið hava trý feløg av Amager spælt í donsku 2. deild, men komandi kappingarár verður kanska einki felag av høvuðsstaðaroynni í deildini. Hetta um Fremad Amager vinnur play-off dystirnar móti Brabrand. Hini bæði feløgini av Amager, sum hava verið í deildini, Tårnby og B1908, endaðu nevnliga á teimum báðum aftastu plássunum í 2. deild eystur, og tey skulu tí eina deild niður at spæla komandi kappingarár. Tað var vandi fyri, at Rókur av Fløtum Jespersen og liðfelagarnir mistu heimavøllin til altavgerandi play-off dystin móti Brabrand