Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 17. juni 2008 19 Fyri trimum árum síðani var mann­ ingin hjá Sansum 17, meðan hon var økt til 30 við seinasta ársskiftið VINNA www.bl.fo Hóast úrslitini á botnlinjuni fyri 2006 og 2005 ikki vóru nøktandi, kunnu tey á Sans­ um tó staðfesta, at tað eru pengar í marknaðarvinnuni. Og tað ger tað ikki verri, tá tú fært til uppgávu at markn­ aðarføra so mætar persónar sum Bill Clinton og Al Gore. Tað er nógv ferð á hjá stóru marknaðarfyritøkuni Sansir í løtuni. Fyritøkan vinnur aftur pening, sum vit kendu hana mongu fyrstu árini eftir at hon varð stovnað. Tað, ið eyðkennir markn­ aðarfyritøkur er, at tær vaksa sera skjótt, og trupult kann verða hjá leiðslunum at stjórna stóra vøkstrinum. Fyri trimum árum síðani var manningin hjá Sansum 17, meðan hon var økt til 30 við seinasta ársskiftið. Sansir hevur eftir øllum at døma fingið fíggjarstýr­ ingina á rætta kós, og góður samanhangur er nú aftur at síggja millum umseting og úrslit á botnlinjuni. Høvuðsvirksemið hjá Sansum fevnir um sam­ skiftis­ og tøkniloysnir. Sansir ráðgeva um markn­ aðarføring og gera kunn­ ingartilfar, forrita og gera heimasíðuskipanir og hava útgávuvirksemi. Vinnan Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag – eisini aðrar dagar Ein av skjótast vaks­ andi fyritøkum í Før­ oyum seinastu árini er byggifelagið SEA­ STAR í Saltangará VINNA www.bl.fo Bruttovinningurin er sein­ astu fýra árini øktur úr 2,5 mió kr í 2003 til slakar 16,5 mió kr í 2007. Starvsfólka­ talið er komið uppá umleið 50. Sea­Star Contractors myndar høvuðsvirksemið innan samtakið. Fyrsta uppgávan hjá felagnum var at víðka um havnalagið á Toftum, men tað vísti seg skjótt, at brúk var fyri Kjeld­monnum handan SEA­STAR uttan fyri landoddarnar. Felagið hevur seinnu árini luttikið í fleiri størri verkætlanum í Grønlandi, mest innan havnalags­ bygging og – dýping, men eisini hevur felagið luttikið í bygging av háhúsum, vega­ gerð og námsvinnu í Grøn­ landi. Seinastu árini hevur fe­ lagið sett síni fingarmerki í stórar føroyskar byggiverk­ ætlanir. Nevnast kunnu betongarbeiðið í nýggja Miðnámsskúlanum í Hovi, betongarbeiðið í millum­ bygninginum ímillum SMS og Tjaldurs Apotekið. Samtøkan er býtt sundur í 3 eindir: Sea­Star Con­ tractors, ið umfatar byggi­ virksemið, Sea­Star Div­ ing, ið fevnir um Kavingar­ arbeiði og Sea­Star Bilar, ið varð stovnað februar 2007 tá persónbilaverk­ staðið hjá OCD varð keypt. Nevndin í Føroya Havbúnaðar­ felag hevur skipað seg Aðalfundur var í Før­ oya Havbúnaðarfelag 2. mai. Nevndin hevur nú havt sín fyrsta nevndarfund og hevur skipað seg soleiðis: Formaður er Ragnar Joensen frá Marine Harvest, næst­ formaður er Atli Gregersen frá Luna. Hinir í nevndini eru Bogi Jacobsen, Frímund Hansen og Regin Jacobsen. Odd Eliasen og Erhard Joensen eru valdir sum tiltakslimir. Kunningar­ tiltak um útlendska arbeiðsmegi Nú nýggjar reglur fyri útlendskari arbeiðsmegi koma í gildi 1. juli 2008, hava arbeiðsgevarar tørv á, at kenna nýggju reglurnar, og hvørjar nýggjar møguleikar hesar geva. Vinnuhúsið skipar tí saman við løgmála­ ráðnum fyri kunningartiltakið á Hotel Hafnia 24. juni kl. 10.00. Tað verða fólk úr Løgmálaráðnum og frá donsku útlending amyndugleikunum, sum fara at kunna um nýggju reglurnar og um umsitingina av hesum. Tilmelding til kunn­ ingartiltakið fer fram á www.industry.fo ella við at venda sær til Vinnuhúsið telefon 309900. Tilmeldingar­ freistin er 23. juni á middegi. Gongur sera væl hjá SEA­STAR Sansir trífaldað eftir trimum árum Lena Mohr og Høgni Rasmussen, stjórar á Sansum Mynd: Jens Kristian Vang