Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 114 - 17. juni 2008 - Tað eigur ikki at vera uppgávan hjá privatfólki at føra orkupolitikk. Vit eiga í staðin at hava ein óheftan myndugleika, sum kann ráðgeva – uttan at vera heftur at nøkrum framleiðara ella veitara. Fólk mugu fáa at vita, hvat er fakta – og ikki fupp, um vit so kunnu siga Orkusparing Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er Jákup Olsen, stjóri á ketlavirkinum Hógv í Søld­ arfirði, sum eigur hesi orð­ ini. Hógv hevur framleitt ein­ ar 1600 føroyskar sethúsa­ ketlar síðan umleið 1990. Nú oljan er vorðin so dýr, er líkt til, at fólk eru farin at “eksperimentera” á ymisk­ um økjum. ­ Summi gera kanska eina góða íløgu, meðan onn­ ur gera eina íløgu, sum lítil ella eingin nytta er í, sigur stjórin, sum avgjørdur held­ ur, at Føroyar hava brúk fyri einum ráðgevandi stovni á økinum. Vantandi ráðgeving Jákup vísir á, at í Danmark er tað Teknologisk Institut, sum ráðgevur og umsitir slíkar spurningar fyri brúk­ ararnar. ­ Áður var hetta ein al­ mennur stovnur, men nú er hetta ein sjálveigandi stovn­ ur, sum fær almennan stuð­ ul til sítt virksemi. Hann sigur, at bæði Ísland og Noreg hava havt tekno­ logiskar ráðgevandi stovnar í fleiri ár, og hóast londini ikki eru limir í ES, verður samstarvað við ES, soleiðis at fyriskipanir verða tillag­ aðar ES­krøvum á hesum øki. ­ Skalt tú selja ketlar í ES­londum, er neyðugt, at tú hevur eina góðkenning, sum ES góðtekur. Tú slepp­ ur ikki at selja ein ketil utt­ an so, at hann er góðkendur. Sama er galdandi í øðrum londum uttanum okkum. Tá ketilin so er góðkendur, veitst tú samstundis, at eitt nú orkunýtslan er í lagi, og at ketilin annars lýkur tey krøv, sum sett verða til slíkar, sigur stjórin. CE-góðkenning Jákup vísir á, at í Føroyum eru eingi krøv um góðkenn­ ing at ketlum. ­ Eg veit, at onkur stovnur sigur, at krøv eru galdandi, men eg havi kannað hetta og kann bara staðfesta, at í Føroyum eru eingi krøv. Hógv hevur eina CE­góð­ kenning fyri sína fram­ leiðslu av ketlum, og tá felagið selir ketlar av landi­ num verður kravt, at teir hava hesa góðkenning. ­ Vit eru einasta føroyska fyritøkan, sum hevur hesa góðkenning á hesum øki, leggur hann aftrat. Ein slík CE­góðkenning kann fáast frá Teknologisk Institut ella øðrum tilsvar­ andi stovni í øðrum londum, og góðkenningin hjá Hógv er júst frá Teknologisk Insti­ tut. ­ Okkara ketlar hava verið í Danmark til testingar og eru góðkendir, sigur hann. Stór orkusparing Stjórin á Hógv ásannar, at nógv sita við gomlum og ótíðarhóskandi ketlum, sum brúka nógv meira olju enn neyðugt, og hetta merkist av álvara, nú oljan er vorðin so dýr at keypa. ­ Vit hava skift nógvar ketlar kring um landið, og ofta er tað so, at tá ein set­ húsaeigari hevur skift, kem­ ur tann næsti eisini og biðir um nýggjan ketil. Jákup er sannførdur um, at ketilin hjá Hógv, sum gjøgnum árini eru lagaður til føroysk viðurskifti, telist millum teir bestu og mest orkusparandi á marknaði­ num. ­ Vit hava fleiri dømir um sethús, ið hava skift ketil, sum hava spart upp í 30­ 40% av oljunýtsluni, og hetta er ikki smávegis í pen­ ingi. Vit hava eisini skift ketlar, har oljunýtslan er farin niður í eina helvt av nýtsluni frammanundan. Hann sigur, at fleiri av gomlu ketlunum brúka alt ov nógva olju, og at ein út­ skifting kann vinna seg inn­ aftur eftir lutfalsliga stuttari tíð. Eisini hitapumpu Hógv selir eisini hitapumpu­ skipanir, men felagið brúkar eisini nógva tíð til at kunna viðskiftafólk um, hvør loysn helst er hin besta fyri tey. ­ Vit siga ikki við nakran, at keyp tær bara eina hita­ pumpuskipan, so sparir tú ein heilan hóp. Vit greiða fólki frá fyrimunum og vansum við eini slíkari skipan, áðrenn nøkur íløga verður gjørd. Sjálvandi er sparing við hitapumpu, men um ein slík íløga loysir seg, veldst eisini um onnur ting. Jákup sigur, at hevur tú ein gamlan ketil, sum brúk­ ar nógva olju, verður spar­ ingin við eini hitapumpu­ skipan nógv størri, um tú samstundis skiftir gamla ketilin út við ein nýggjan og orkusparandi ketil. Føroyar eru í orkupolitiskum Á skrivstovuni hjá Hógv í Søldarfirði starvast Sólbjørg, sum hevur drúgvar royndir innan skrivstovuyrkið Mynd: Vilmund Jacobsen - Í fjør spurdu nógv seg fyri um hitapumpu, men tá veturin kom, ringdu minst líka nógv og spurdu um nýggjan ketil, sigur Jákup Olsen, stjóri á Hógv Mynd: Vilmund Jacobsen Glitnir hugnar og prýðir um Barrin á Skálatrøð, Glitnir, ger nú eina sokallaða Las Vegas barr við hugnaligum ljósdiodum, sum skifta lit. Sostatt gongur Glitnir nýggjar leiðir, skriva eigararnir í tíðindaskrivi. Fyri stuttum gjørdi leiðslan í Glitni av at gera eina íløgu í eina framkomna skeinkiskipan; og saman við hesum var so eisini avgjørt at seta ljós til, so alt gekk líka upp í eina hægri eind. ­ Tað skal verða ein uppliving at koma á gátt í Glitni, siga eigararnir. ­ Tað er einki at ivast í, at tað áliggur teimum, sum hava støð har fólk samlast til eina hugnaliga løtu, at vit spenna okkum út. Og tað kemur meira enn so fyri, at vit eisini fáa herðaklapp fyri tað vit gera, og tað er altíð hugaligt og stuttligt, verður sagt.