týsdagur 17. juni 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 114 - 17. juni 2008
- Í fjør ringdu nógv við-
skiftafólk og spurdu um
hitapumpu, men tá veturin
kom, ringdu minst líka
nógv og spurdu seg fyri um
nýggjan ketil. Tað eru eisini
tey, sum hava fingið sær
eina skipan við hitapumpu
og hava ongan ketil, sigur
hann.
Hvat loysir seg?
Stjórin á Hógv sigur, at sum
sethúsaeigari við hitapumpu
skalt tú forrenta 150.000
krónur meira yvir 20 ár enn
ein annar, sum bara hevur
ketil.
- Tá tú byrjar, er íløgan
við
hitapumpu
umleið
50.000 krónur størri enn
við vanligari skipan við
ketli, og tá hitapumpan er
eini 10 ára gomul, má hon
skiftast.
Hann vísir á, at ein hita-
pumpuskipan uttan ketil
kostar einar 100.000 krónur,
meðan ein skipan bara við
ketli kostar millum 30.000
og 40.000 krónur.
- Ein ketil heldur í minsta
lagi í 20 ár og ofta tvífalt so
leingi, meðan mett verður,
at ein skipan við hitapumpu
heldur í eini 10 ár.
Jákup sigur, at við eini
hitapumpuskipan tvífaldast
streymnýtslan í minsta lagi,
og tí torir Hógv ikki so væl
at biðja fólk bara droppa
ketilin.
- Hin besta loysnin er
helst at kombinera tingini
– við ketli og hitapumpu,
og luft til luft-loysnin, sum
hann tekur til, kostar onku-
staðni millum 10.000 og
15.000 krónur. Hetta kann
vera ein rímilig íløga, sum
hjálpir til at halda oljunýtsl-
uni niðri, leggur hann
aftrat.
Tað veldst um
Stjórin á Hógv vísir á, at
ymiskt er, hvussu stór spar-
ingin við hitapumpuskipan
er.
- Er høgt millum loft og
gólv ella opið uppundir
tróðurið, er sparingin lutfals-
liga størri. Hitin endar undir
loftinum, og ein hitapumpu-
skipan syrgir fyri, at hitin
fordeilir seg runt um í rúm-
unum.
Men sambært Jákupi eru
tað ikki øll, sum spara við
hitapumpu.
- Eini nýggj og vælbjálv-
að hús spara einki við eini
slíkari skipan. Har er einki
at spara, tí oljunýtslan við
vanligari sentralhitaskipan
er frammanundan so lág. Í
aðrar mátar brúkar hita-
pumpan nógvan streym, tá
kalt er í veðrinum, sigur
Jákup Olsen.
Stjórin á Hógv heldur
ikki, at tað eigur at vera
uppgávan hjá privatfólki at
føra orkupolitikk.
- Vit eiga í staðin at hava
ein óheftan myndugleika,
sum kann ráðgeva – uttan
at vera heftur at nøkrum
framleiðara ella veitara.
Fólk mugu fáa at vita, hvat
er fakta – og ikki fupp, um
vit so kunnu siga, leggur
hann aftrat.
ráðaloysi
- Vit hava skift ketlar, har fólk hava spart upp í 30-40%. Vit
hava eisini skift ketlar, har oljunýtslan er farin niður í eina
helvt av nýtsluni frammanundan, sigur Jákup Olsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Tekniski framburðurin innan
framleiðslu av ketlum hevur
verið stórur, og hetta hevur
eisini ført til, at tað hevur
eydnast okkum at framleiða
ein ketil, sum er ein rættiligur
lágorkuketil, sigur Jákup Olsen
Framleiðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinnapartin fríggjadagin vitjaði Sosial-
urin inni á gólvinum hjá Hógv í Søldar-
firði.
Høvuðsframleiðslan hjá felagnum er
ketlar, bæði til sethús og størri bygning-
ar, og felagið hevur seinastu tvey árini
eisini framleitt ketlar til fleiri skip og
bátar.
- Vit hava drúgvar royndir og hava
leingi verið á marknaðinum við ketlum
til sethús og bygningar. Øll árini hava vit
arbeitt við at gjørt framleiðsluna betri. Í
dag hava vit ein lágorkuketil (L2000), og
vit tora at siga, at eingin ketil er á
marknaðinum, sum er meira orkuspar-
andi enn hesin. Vit tora eisini at siga, at
eingin ketil av somu dygd og stødd er
bíligari enn okkara.
Tað sigur Jákup Olsen, stjóri á Hógv.
- Umframt at hava framleitt einar 1600
ketlar til sethús síðan umleið 1990, hava
vit seinastu tvey árini eisini framleitt
fleiri smærri ketlar til skip og bátar.
Stjórin vísir á, at felagið soleiðis hevur
framleitt ketlar til fleiri Awi-bátar,
frítíðarbátar, alibátar og aðrar útróðrar-
bátar.
- Norðlýsið og Magnus Heinason eru
tvey av skipunum, sum sigla við ketlum,
ið vit hava framleitt, sigur hann.
Jákup vísir á, at tekniski framburðurin
innan hesa framleiðslu hevur verið stórur
seinastu árini, og hetta hevur eisini ført
til, at tað hevur eydnast teimum at
framleiða ein ketil, sum er ein rættiligur
lágorkuketil.
- L2000 er ein rørketil. Hann er
ljóðleysur og umhvørvisvinarligur.
Brennikamarið er runt, og hetta gevur
eina sera góða forbrenning, eins og
hitaflatan tá er nógv drúgvari enn við
einum kantutum brennikamari.
Stjórin sigur, at allar hitaflatur í L2000
eru vatnkøldar, og roykurin verður
leiddur gjøgnum rundar roykrásir, sum
eisini eru vatnkøldar og hava roykleiðara.
- Roykgassið verður leitt gjøgnum
flammuna eina ferð eyka, áðrenn tað fer
út í skorsteinin. Hetta gevur eisini eina
betri og reinari forbrenning.
Jákup Olsen sigur, at L2000 tekur
umleið 150 litrar av vatni.
- Koparspiralurin til heita brúksvatnið
verður hitaður væl og viðiliga alla tíðina,
og tí er altíð nóg mikið av heitum vatni.
Hógv framleiðir eisini størri ketlar,
sum kunnu fáast við ella uttan útbúnað
til brúksvatn.
- Lítli ketilin til skip og bátar (B18) er
bygdur til vanliga oljufýr, og kann vera
sera hentur til hita og heitt vatn í krana
og brúsu, sigur Jákup Olsen, stjóri.
Ketlar til hús,
skip og bátar
Soleiðis sær lítli ketilin út, sum Hógv framleiðir til skip og bátar.
Ketilin er bygdur til vanliga oljufýr
Mynd: Vilmund Jacobsen
Myrt fimm hjúnafelagar
Hon sær út sum ein glað omma. Men 76-ára gamla Betty Neumar hevur seinasta
mánaðin sitið handan rimar, ákærd fyri at hava útvega sær ein leigdrápsmann at myrða
fjórða hjúnarfelaga sín, Harold Gentry. Løgreglan kannar nú um hon stendur aftan fyri
deyðsføllini hjá øllum fimm hjúnarfeløgunum, skrivar cnn.com. Harold Gentry varð
funnin skotin í heiminum hjá parinum í 1986, meðan Betty ikki var heima.Drápsmaðurin
varð ongantíð funnin, men bróður hin myrda, Al Gentry, hevur ongantíð ivast í, at Betty
stóð aftan fyri drápið. Í meiri enn 20 ár hevur hann trúliga heitt á løgregluna um at taka
málið upp aftur. Nú er Betty Neumer so handtikin, ákærd fyri at hava leigað ein
leigudrápsmann at skjóta Harold Gentry. Kanningar benda á, at Betty hevur sett seg í
samband við fleiri leigudrápsmenn, tá hon skuldi finna ein til uppgávuna. Ein teirra
smettaði til løgregluna, men hon lætst tó ikki um vón. Ikki fyrr enn nú.