Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 114 - 17. juni 2008 Við allan vegin Hóast Jákup í Stórustovu leggur dent á, at hann er fegin um at hava eina kompetenta afturat sær, so tóktist hann serliga fegin um at hava Hjarnar Djurhuus sum part av hesi. – Hjarnar hevur á sín hátt verið undangongumaður innan føroyskan fótbólt. Sum stjóri hjá Shell var hann við til at leggja lunnar undir føroyska fótbóltslandsliðið, tá eingin annar vildi traðka til, og tí hevur hann áður prógvað í verki, at tú kanst røkka langt, um vilji er til tess, segði Jákup í Stórustovu millum annað á tíðindafundinum. Sterkt konsept Umframt at hava sterkar íleggjarar, so byggir konseptið hjá NAFA eisini á ein aktivan leiklut hjá sponsorum. Høvuðsstuðlarnir hjá felagnum eru í dag Atlantic Airways og Vodafone, og Jákup sigur, at tað hevur sína orsøk, at júst hesir eru valdir. – Partvíst, so hava hesi feløg verið ein aktivur partur av verkætlanini frá byrjan. Men ferðing og samskifti fyllir nógv í virkseminum, og tí síggja vit tað sum eitt sterkt konsept, tá vit hava aktivar viðspælarar sum sponsorar. Við íløguni hjá Fram­ tak og Eik­grunn­ inum í North atlantic Football Agency hevur tað eydnast Jákupi í Stórustovu at lyfta virksemi sítt upp á eitt væl hægri støði Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tey flystu yptu bara øksl, tá Jákup í Stórustovu fyri skjótt sjey árum síðani fór undir virksemi sítt sum spælaraumboðsmaður. Hóast Føroyar í nøkur ár høvdu verið á altjóða fót­ bóltspallinum, so mundi hetta ikki veruliga vera nakað, sum nakar vinnu­ møguleiki var í, tí so nógvar góðar fótbóltsspælarar høvdu Føroyar hóast alt ikki. Spakuliga hevur tað tó eydnast Jákupi í Stórustovu at økja um virksemið. Ikki soleiðis, at tað enn er komið hartil, at spælarar verða seldir millum europisk stór­ feløg, men møguleikarnir hjá ungum føroyskum spæl­ arum at sleppa uttanlands eru í dag betri, enn teir nakran tíð áður hava verið. Og fleiri eru eisini, sum hava roynt fótbóltseydnuna, tó at hetta hevur verið við minni og størri hepni. Skulu arbeiða strategiskt Við avmarkaða aktiviteti­ num og kapitalinum hevur virksemið frá byrjan verið skipað sum einstaklinga­ virksemi, men hetta er nú broytt. Á tíðindafundi í gjár kundi Jákup í Stórustovu boða frá, at hann saman við Eik grunninum og Framtaki hevur stovnað partafelag, sum hevur til endamál at reka virksemið hjá NAFA. Og umskipanin gevur væl størri møguleikar í lang­ siktaða partinum av virk­ seminum, sigur Jákup í Stórustovu. ­ Við at hava eina kom­ petenta nevnd fái eg nakrar viðspælarar, sum veruliga kunnu tilføra virkseminum komptetancu. Eg komi sjálvur at standa fyri dagliga rakstrinum, men eg komi at hava fast samband við nakrar sparringspartnarar, og í heyst verður farið undir eina miðvísa ætlan, har endamálið at lyfta støðið á føroyskum fótbólti, sigur Jákup í Stórustovu. ­ Vit hava longu havt sam­ band við nakrar møgugligar samstarvsfelagar, men í stuttum er endamálið við verkætlanini at greina europiskan fótbólt betur, soleiðis at vit í nógv størri mun eru tilvitaðir um, hvussu teirra arbeiði við spælaramenning gongur fyri seg. Út frá hesum vilja vit so royna at knýta fast samstarv við tey feløg ella einstaklingar, sum hóska best til okkara virksemi, og tað skuldi givið øktar møgu­ leikar til føroyskan fótbólt, sigur hann. Synergi til feløgini Uttan føroysku fótbóltsfe­ løgini er tó vónleyst at fáast við virksemi sum spælara­ umboðsmaður, og hetta er Jákup í Stórustovu eisini fult greiður um. ­ Fyrst og fremst, so er sjálvandi umráðandi, at alt verður gjørt í samstarvi feløgini, tá tað jú eru hesi, sum ala spælararnar. Hin­ vegin vóni eg, at vit gjøg­ num okkara virksemi kunnu hjálpa feløgunum í teirra menningararbeiði. Ikki so­ leiðis, at eg ella nevndarlimir mínir skulu út at spæla ung­ dómsvenjarar. Men gjøg­ num mítt netverk kundi ver­ ið upplagt, at onkrir út­ lendskir kapasitetir komu hendavegin at geva feløgum íblástur til spælaramenn­ ing. ­ Og eydnast verkætlanin, so ivist eg ikki í, at vit eisini kunnu røkka málinum. Nevnliga at fáa fleiri spæl­ arar uttanlands, og at hesir koma at spæla á einum hægri støði. Nakað sum verður bæði føroyskum felags­ og landsliðsfótbólti at frama, eins og tað eisini kann skapa ein nýggjan vinnuveg, sigur Jákup í Stórustovu. Í so máta má sigast, at timingin neyvan kundi verið betri í eini tíð, har tað støðugt verður tosað um, at vit mugu finna aðrar vinnu­ møguleikar enn tað, sum finst í sjónum. Vilja skapa lokomotiv Frá svimjingini er Palli Ziskason vanur við einstaklingaítrótt. Og sum so heldur hann ikki, at hetta er stórt øðrvísi við fótbóltsspælarum, hóast talan her er um liðítrótt Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Palli Ziskason er valdur í nevndina í NAFA fyri Framtak. Og tó at hann ikki beinleiðis vil úttala seg vegna grunnin, tá talan fellur inn á grundgevingar fyri íløguni, so metir hann hetta tó vera í tráð við ætlanirnar um at fjøltátta føroyskt vinnulív. ­ Hvussu Framtak raðfestir sínar íløgur, má Framtak sjálvandi svara fyri. Men tað er klárt, at sum støðan er í Føroyum, so er tað umráðandi, at tað verður stuðlað uppundir, tá hugskot koma, sum eru burðardygg, og sum kanska eisini bróta frá tí, sum vit kenna. Og tí hevur mann væl sæð hetta sum ein íløgu, sum kann vera við til at menna eina nýggja og ótraditionella vinnu. Ítróttarliga er tað arbeiði innan svimjing, sum tú er mest kendur fyri. Og ofta verður sagt, at tað er innan einstaklingaítrótt, at føroyingar kunnu gera seg galdandi. Men er hendan verkætlanin hjá NAFA ikki eisini eitt slag av einstaklingaítrótt? ­ Tað kanst tú gott siga, tí hetta ræður um at hjálpa einstaklingum at koma víðari í teirra ítróttagrein. Í hesum førinum er tað í fótbólti, men tað arbeiðið, sum skal gerast, vil altíð vera tað sama. Og megna vit at menna hesar einstaklingar, so vil tað alt annað líka eisini styrkja um aðrar spælarar í Føroyum. Og har við eisini føroyska landsliðið. Um vit halda fast í paralellinum til svimjingina, so hava avrikini hjá eitt nú Pál Joensen og Elspu Mørkøre drigið aðrar svimjarar munandi longur fram. Er tað kanska eisini nakað av tí sama í hesum. At tit á hendan hátt kunnu vera við til at menna nøkur lokomotiv? ­ Tað er nakað tað sama, sum mann vónar, kann henda her. Og at vit á tann hátt eisini kunnu gagna fótbóltinum sum líðítrótt. At menna ein fótbóltsspælara sum einstakling er í prinsippinum tað sama, sum tá tú mennir ein svimjara, sigur Palli Ziskason, sum tó ikki sjálvur fer at fáast beinleiðis við ítróttarliga partin av virkseminum Mynd: Jens Kristian Vang Spælaramarknaðurin vorðin ídnaður Manningin, sum nú skal stjóran NAFA. Svend Stensborg, nevndarlimur, Palli Ziskason, nevndarformaður, Jákup í Stórustovu, stjóri, og Hjarnar Djurhuus, nevndarlimur. Eisini er Fritleif Olsen nevndarlimur í felagnum Mynd: Jens Kristian Vang