Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnan Nr. 114 - 17. juni 2008 – Tað ræður um at halda grýtuni í kók og fáa so nógva vitan um undirgrundina sum yvirhøvur gjørligt sigur Petur Joensen, stjóri á Jarð­ feingi, ið fegnast um, at StatoilHydro fer undir eina um­ fevnandi seismiska verkætlan Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo - Tað sær ikki so galið út við áhuganum fyri Føroya- økinum, hóast tað hava ver- ið bakkøst. Hetta sigur stjór- in á Jarðfeingi, Petur Joen- sen og við hesum sipar hann til, at tað er sera umráðandi fyri føroyska oljuleiting, at feløg gera kanningar, sum vónandi aftur kunnu føra til, at tað verður borað. Petur Joensen er fegin um, at StatoilHydro hevur avgjørt at longja sítt loyvi frá 2. útbjóðing og nú fer undir eina størri seism- iska kanningarætlan, sum sambart keldum hjá Sosial- inum fer at kosta einar 200 mill. kr. tvs. nærum tað sama sum tað kostar at bora ein brunn. Petur Joensen leggur dent á, at tað er týdningarmikið fyri leitingina, at virksemi er alla tíðina. - Tað finnast sera nógvir áhugaverdir strukturar í før- oysku undirgrundini, sum kunnu goyma olju og gass, og tað, sum umræður, er at fáa teir kannaðar leggur hann aftrat. Higartil hava verið fleiri bakkøst, men tey hava eisini givið týðandi upplýsingar og summi hava ávirkan á onnur leitimið. Potentialið er stórt enn. 3. útbjóðing Á Jarðfeingi sita tey í løt- uni og leggja seinastu hond á tilfarið til 3. útbjóðing. Hetta hevur tó ikki stóran skund, tí í løtuni eru øll eygu vend móti nýggjari útbjóðing í bretskum øki. Petur Joensen sigur tó, at loyvini fara at verða latin í hesum árinum. Annars held- ur Jarðfeingisstjórin tað eis- ini hava stóran týdning fyri okkum, hvussu úrslitið verð- ur av eini komandi rundu í bretskum øki vestan fyri Hetland. Sum skilst verða latin fleiri loyvi upp at før- oyska markinum í hesi nýggju útbjóðingini. Hon lat aftur herfyri, og stórur áhugi tykist vera fyri henni. Hann vil einki siga um áhugan enn fyri okkara komandi útbjóðing. Annars fegnast stjórin í Jarðfeingi um tíðindini í Sosialinum herfyri um, at tað møguliga verða boraðir tveir brunnar á landgrunninum næsta ár. – Vit vita um tann eina, nevniliga tann, sum ENI fer at bora. Hin brunnin vita vit enn einki um, men er tað rætt, sum tit skriva, so er tað gott, um vit fáa tveir brunnar næsta ár. Hin brunnurin, sum vælvitandi keldur siga frá, er í loyvi, sum Chevron stendur fyri. Og sum liggur beint nær- hendis Rosebankoljuleiðini á bretskum øki. Jarðfeingi ætlar sær at vera á altjóða oljuframsýn- ingini í Stavanger í heyst. – Vit vóru ikki við í fjør, men vinnan vil fegin hava okk- um at vera við, og tí hava vit tikið avgerð um at fara til ONS í august sigur Petur Joensen. Tað er annars Olju- vinnufelagið undir Vinnu- húsinum, sum tekur sær av føroysku luttøkuni á ONS. Sum skilst eru fleiri føroysk- ar vinnufyritøkur hugaðar fyri at luttaka á føroyskum bási í Stavanger. Umráðandi at halda grýtuni í kók Kanningar Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað er ikki bara oljuleiting, sum er á skránni, tá kann- ingar verða gjørdar av hav- botninum við Føroyar. Spurningurin um rættin til landgrunnin uttanfyri 200 fjórðingar, bæði norðan fyri og sunnan fyri Føroyar er eisini sera áhugaverdur og av stórum týdningi fyri Før- oyar. Kanningarskipið Sea Surveyor, sum er ein gamal kenningur her, hevur nú í ein mánað gjørt ymsar botn- kanningar á landgrunninum. Skipið kom á Havnina at skifta manning í gjár og fer nú útaftur at halda fram við kanningunum í enn ein mánað. Kanningarnar eru partur av stóru landgrunns- verkætlanini, har føroyingar royna at finna tey neyðugu prógvini fyri at gera krav uppá landgrunnin sunnan og norðan fyri Føroyar. Eisini Ísland, Bretland og Írland gera krav uppá landgrunnin, sum hevur alstóran týdning fyri lond- ini, verður hugsað um møguligar olju- og gass- goymslur. Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi fegnast um, at oljufeløg vísa Føroyaøkinum ans Kanningar av havbotni skulu víðka um Føroyar Kanningarnar hjá Sea Surveyor av havbotninum skulu stuðla uppundir krøvini hjá føroyingum til landgrunnin uttan fyri 200 fjórðingar bæði norðan og sunnan fyri Føroyar Mynd Jensk Vang. Nú skulu útisetar heimaftur Føroyskar fyritøkur og stovnar fara í heyst at bjóða seg fram mótvegis føroyskum útisetum. Hetta verður á eini starvstevnu í Keypmannahavn, sum verður marknaðarførd undir heitinum JobMatch. Tiltakið verður á Norðurbryggjuni 26. og 27. september í ár. Staðfest er, at bæði vinnan og tað almenna hava trupulleikar at finna tey røttu folkini við teimum røttu førleikunum til tey ávísu størvini. Tey ungu fara av landinum at nema sær útbúgving, og fleiri teirra koma ikki heim aftur eftir loknan lestur. Hagtøl yvir fólkatalið í Føroyum vísa, at tey seinastu fimm árini er ein týðilig minking í aldursbólkinum 20-39 ár, og ábendingar eru um, at ein størri og størri partur av hesum fólkum ikki koma aftur til Føroyar. Hetta er ein tann størsta hóttanin móti framhaldandi vøkstri og menning av føroyska samfelagnum, skrivar Bitland, sum bjóðar seg fram við fleiri upplýsingum, í tíðindaskrivi.