Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 114 - 17. juni 2008 Altjóða havgransk­ ingarstovnurin ICES er nú komin við sínari ráðgeving um eitt nú botnfiskastovnarnar undir Føroyum – og hetta er alt annað enn hugagóður lesnaður ICES Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í sínum samandrátti í ráð­ gevingini fyri 2008 fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum, verður sagt um toskin á landgrunninum, at stovnurin í ár er mettur at vera so lítil sum ongantíð áður. Við verandi stødd verður stovnurin ikki mettur at klára at framleiða góða til­ gongd, hóast umstøðurnar annars eru góðar í sjónum. Veiðitrýstið er so stórt, at tað ikki er burðardygt. Allir árgangirnir síðani 2001 hava verið umleið ein trið­ ing av tí, sum rópt verður lang­tíðar miðal. ICES mælir tí til, at eing­ in fiskiskapur verður eftir toski í 2009, og at ein ætlan verður løgd fyri at fáa stovn­ in at koma fyri seg aftur. Felagsskapurin heldur, at torført er at meta neyvt um stovnsstøddina á Føroya­ banka í løtuni, men við støði í yvirlitstrolingum er stovnurin tó eftir øllum at døma sera illa fyri. Veiðan er minkað nógv seinastu trý árini, meðan veiðutrýstið hevur verið størri enn miðal. ICES mælir tí til, at eing­ in fiskiskapur verður loyvd­ ur á Føroyabanka, fyrr enn yvirlitstrolingar vísa, at stovnurin er komin fyri seg aftur. Hetta merkir, at stovn­ urin helst skal vera á leið hin sami ella størri, enn hann var árini 1996­2002. Um hýsuna undir Føroy­ um, sigur ICES, at stovnurin í løtuni er væl fyri og er fult førur fyri at framleiða góða tilgongd. Kortini er veiði­ trýstið í hægra lagi, og allir árgangir síðan 2003 hava verið væl undir miðal. Árgangirnir árini 2005­ 2007 eru mettir at vera av tí minsta, nakar veit um. ICES sigur, at vøksturin á hýsu er ikki góður, og tí fer gýtingarstovnurin at minka sera skjótt. Sjálvt við ongari veiðu í 2009 vil stovnurin verða í vanda fyri ikki at megna at framleiða góða tilgongd. Tí verður mælt til, at eingin fiskiskap­ ur verður eftir hýsu í 2009. Felagsskapurin heldur, at ein ætlan eigur at vera løgd fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur, áðrenn fiski­ skapurin kann verða loyvd­ ur aftur. Um upsan, sigur ICES, at vøksturin hevur verið sera lítil seinastu árini. Tí eru vanligu stovnsmetingarnar eisini heftar við stórari óvissu, eins og stovnsstøddin er óvissi. Upsastovnurin tykist vera um miðal, men veiðitrýstið er lutfalsliga høgt. Tilgongd­ in hevur verið størri enn miðal seinastu 10 árini. ICES mælir til, at veiði­ trýstið verður minkað, kanska eini 20% í 2009 sum eitt fyrsta stig, eins og gýtingarfriðingin eigur at halda fram. Spádómarnir hjá ICES eru daprir ICES mælir tí til, at eingin fiskiskapur verður eftir toski í 2009, og at ein ætlan verður løgd fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur Mynd: Vilmund Jacobsen Kann hava fingið hjálp Tingrætturin í Falun í Svøríki hevur fingið eina áheitan um at veita einari kvinnu advokathjálp, tí hon sigur seg gjøgnum tvey samdøgur verða neyðtikna av tveimum monnum í september 2000. Annar av monnunum, sigur kvinnan, er Anders Eklund, sum situr fongslaður fyri at hava myrt 10 ára gomlu Engla Juncosa­Höglund. 42­ára gamli Eklund hevur viðgingið drápið, umframt 8 ára gamla drápið av Pernillu Hellgren, sum varð funnin nakin og kvald hundrað metrar frá bústaði sínum. – Vit vita ikki, hvør hin persónurin er. Vit hava ikki havt høvi at forhoyrt Eklund um nýggju upplýsingarnar. Men talan er um áhugaverdar upplýsingar, sigur kanningarleiðarin, Mats Nygård. Hann vil ikki koma nærri inn á, hvussu kvinnan hevur peika út Eklund sum neyðtøkumannin. Hon meldaði hann, tá hann varð handtikin fyri morðið á Engla. 42­ára gamli lastvongførarin verður settur í samband við eina røð av óuppkláraðum brotsgerðum. h) Meskavíddin í hjá­ veiðiposanum í trolingini á landleiðini eigur at hækkast til 250 mm. i) Bert skip og bátar, ið reka vinnuligan fiskiskap, sleppa at avreiða. Søguliga illa fyri Fiskirannsóknarstovan sig­ ur, at stovnarnir av toski á landgrunninum og á Føroya­ banka eru søguliga illa fyri, hýsustovnurin er í skjótari minking, meðan upsastovn­ urin hinvegin er hampuliga væl fyri. ­ Sera lítið er til av toski, gýtingarstovnurin á land­ grunninum er tað minsta, hann hevur verið síðan 1961. Tí hevur toskurin alla verju fyri neyðini. Sama kann sigast um toskin á Føroyabanka. Hýsustovnur­ in minkar eisini skjótt, og veiðutrýstið fyri upsa er í hægra lagi. Neyðugt er við skerjingum av veiðutrýstin­ um, men ikki er neyðugt at skerja allar skipabólkar líka nógv, sigur stovnurin. Støðan hjá botnfiska­ stovnunum er hættislig. ­ ICES mælir til onga veiðu eftir toski og hýsu í 2009, og at royndin eftir upsa í 2009 verður skerd við 20%. Tað er eingin einføld loysn á trupulleik­ unum, og givið er, at skulu tiltøkini muna nakað, koma tey at merkjast í føroyskari fiskivinnu og samfelagnum annars. Fiskirannsóknarstovan heldur, at landsstýrið eigur at umhugsa stig at linna avleiðingarnar og at eggja til at royna nýggjar leiðir. Størsti trupulleikin ­ Størsti einstaki trupulleik­ in í løtuni er, at húkaflotin er alt ov stórur, og stig eiga at verða tikin til at minka um hendan partin av flot­ anum. Vit taka undir við, at gýtingargarstovnarnir eiga at verða størri eina minstu­ stødd, og at veiðutrýstið verður stillað so, at veiðan er burðardygg. Hetta er grundarsteinurin í okkara ráðgeving. Fiskirannsóknarstovan hevur síðan dagaskipanin kom í gildi, víst á, at dagatalið alla tíðina hevur verið ov høgt, og at fiski­ flotin hevur verið ov stórur. ­ Tað er umráðandi í eini dagaskipan, at dagatalið er ásett soleiðis, at ikki ov ógvuslig sveiggj henda í veiðitrýstinum ár undan ári. Hetta 11­ára skeiðið hevur víst okkum, at veiðitrýstið okkurt árið hevur verið nærum dupult so stórt sum ætlað. Stovnurin sigur, at ein partur av orsøkini stavar frá serligum umstøðum í náttúr­ uni. ­ Men menningin í eitt nú tøkni ger, at skipini so líð­ andi gerast effektivari. Hes­ um má fylgjast væl við og leggjast upp fyri, so ella so. stovninum, og stórur fiskur er eisini betri egnaður í framleiðsluni. ­ Tískil er væntandi, at meira fæst burtur úr við einum hóskandi enn einum ov stórum veiðitrýsti. Eisini kann væntast, at eitt hósk­ andi veiðitrýst gevur færri sveiggj í veiðini ár undan ári. Fiskirannsóknarstovan vísir á, at tilgongdin av ungum fiski er ymisk ár undan ári. ­ Summi ár er tilgongdin góð, onnur ár verri. Við harðari roynd verður fiski­ skapurin góður, tey árini til­ gongdin er góð. Men sam­ stundis verður lítið og einki eftir til árini, tá tilgongdin ikki er góð. Fiskirannsóknarstovan heldur samanumtikið, at við ov harðari roynd kemur minni upp á land í longdini, eins og sveiggini millum góð og ring ár verða alt ov ógvuslig. na avleiðingar Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni