Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 vinnan Nr. 114 - 17. juni 2008 Fiskivinnan tykist liggja í einum andaleypi við stórum óvissum frá øllum síðum og oljuprísum sum effektivt steðga stórum pørtum av virkseminum — og meðan bylgjur ganga høgt í kjaki um, hvussu vinnan eigur at verða skipað framyvir, frættist, at tann uppbygda flutningslinjan til okkara fremsta keyparaland í allari stillheit verður løgd um til at passa íslendskum treytum VINNUKRONIKKUR Búi Tyril Flestu før­ oyingar munu vera samdir um, at tað hevði verið ynskiligt við fleiri høvuðs­ vinnum heldur enn einari. Hinvegin er greitt, at tað kostar bæði stríð, orku, tíð og peningaligt tilfeingi at menna upp nýggjar útflutningsvinnur. Júst hvussu nógv skal leggjast í slíka menning er ein opin spurningur, og tað verður treyðugt so eisini arbeitt við ymiskum — uttan iva eitt arbeiði, ið eigur at halda fram og vaksast um, og tað ongantíð ov skjótt. Eg havi tó ilt við at trúgva, at vit kunnu rokna við at síggja nakrar størri broytingar á hesum øki í bræði. Sum fleiri hava víst á í fleiri Harrans ár, so átti altjóða sjóvinna og hartil knýttar vinnur at verið ein upp­ lagdur møguleiki hjá okkum. Og onnur dømir kundu eisini verðið nevnd. Men hvussu er og ikki, tað vit hava ídag er eitt fiskivinnu samfelag, uttan mun til um meginparturin av okkara fólki fæst við alt annað enn fisk, og uttan mun til um vit ynskja okkum at gerast eitt meira fjølbroytt samfelag bæði búskaparliga og í aðrar mátar. Steðga vit á eina løtu og hugsa um møguleikar við verandi vinnuligum bygnað, kann tað so hugsast, at meira kann fáast burturúr at útflyta fisk? Er kanska ikki eftirspurningurin á fiskavørum stórur og vaksandi? Vit eru kanska ikki von við at rokna fisk fyri nakað fínt, men kanska vit hóast alt ikki skulu skammast yvir, at teljast millum tær tjóðir sum føða heimsins fólk. Tað ber illa til at viðgera spurningar um export í álvara uttan eisini at taka flutning og logistikk við í mentu. Og her dragast vit í løtuni við eitt søguligt bakkast, nú ið Faroe Ship, í dag dóttirfelag hjá íslendska Eimskip, hevur avgjørt at frá og við 1. juli í ár er Skot­ landsleiðin, tann traditionella flutningsleiðin til Stóra Bret­ lands, okkara størsta marknað, dottin burtur. Ístaðin verður víst til ta flutningsleið, sum íslend­ ingar hava umvegis Føroyar til Immingham. Føroyskir fiskaútflytarar síggja seg noyddar at taka málið í egnar hendur. “Vit kunnu ikki leggja alt um fyri at passa í mynstrið hjá tí íslendsku vinnuni,” sigur Regin Mikkelsen, stjóri í Rainbow Seafood, sum saman við øðrum fiskaútflytarum hevur sett sær fyri at fáa til vega skip til at røkja Skotlandsrutuna. “Vit hava arbeitt upp ein marknað tey seinastu 10 árini við feskfiski til Skotlands og norðrara part av Onglandi, og hesin byggir á, at vit hava tvær avskipingar um vikuna. Okkara keyparar kunnu ikki liva við at teimum treytum, sum vit fáa við tí íslendsku Immingham rutuni.” Tað vildi verið heldur bláoygt at roknað við, at útlendingar, ella kappingarneytar, skulu vera áhugaðir í at halda sambandið við Skotland viðlíka fyri okkara skyld; tað broytir tó ikki tann veruleika, at fyri Føroyar eru her stórir partar av einum handli upp á eina milliard danskar krónur um árið settir upp á spæl. Nýggja fiskidagaskipan? Ein røð av fylgjuspurningum hanga í kjakinum um okkara fiskivinnu og stýringina av henni. Hvussu skulu vit gera fyri at vinna eina sterkari positión á altjóða marknaðum – hvussu skulu vit fyrihalda okkum til felagsskapir sum ICES og Marine Stewardship Council, ið tykjast hava so stóra ávirkan á politikk, fjølmiðlar og brúkarar í teimum londum ið keypa okkara vørur? Hvussu klára vit at tillaga okkara fiskivinnu uttan at offra alt ov nógv? Tað er ikki óvanligt, at róp kemur í hesa ársins tíð, tá ið tilmæli um komandi veiðiár verða løgd fram, og myndug­ leikarnir skulu taka avgerðir um fiskidagar og annað av áhuga fyri okkara fiskivinnu samfelag. Eitt fiskivinnusamfelag er framvegis, hvat Føroyar eru, upp á gott og ónt. Her kann man so spyrja um tað ikki átti at borið til at funnið fram til nakrar fiski­ vinnupolitiskar høvuðslinjur, sum tey flestu, ið virka og búleikast her, kunnu vera samd um. Klára vit at skifta gamalt agg og klandur út við framfýsni og samanhald, so verður tað lættari at loysa ta fløkju av trupulleik­ um, sum er komin undan kavi í seinastuni. Tórbjørn Jacobsen, fiski­ og tilfeingismálaráðharri, legði í ársins útgávu av Faroe Business Report dent á at fáa eina breiða semju, sum gongur tvørtur um partapolitisk mørk og røkkur longur enn eitt valskeið. Hann segði: “Vit mugu byggja upp eina meira skipaða linju, tá tað snýr seg um býti og stýring av veiðirættindum, bæði í sambandi við kvotur og fiski­ dagar. Tað var ongantíð ætlanin við lógini um vinnuligan fiskiskap at leggja upp til ein privatan kapitalmarknað fyri fiskirættindi. Og als ikki tá ið slíkur handil hevur lyndi til at lokka ov nógv fólk út úr fiski­ vinnuni og hópa upp skuld í vinnuni, sum kann hótta hennara búskaparligu heilsu, samstundis sum tann fíggjarliga gáttin verður gjørd hægri fyri tey, sum ynskja at koma inn í vinnuna. Í okkara skipan eru veiðirættindi ikki privat ogn.” Síðani legði hann afturat: “Vit fara at hyggja grundiga eftir, hvussu vit sum best kunna fáa hesa skipan at samsvara so væl sum møguligt við dagsins tørv. Skipanin hevur virkað væl og skuldi verið sjálvregulerandi, men vit mugu nú síggja til at hetta sjálvregulerandi hugtakið veruliga virkar sum tað skal. Eg trúgvi, at skal skipanin fram­ haldandi eydnast til fulnar, so verður hetta avgerandi: okkara førleiki at tryggja ta røttu javnvágina millum tann fiskivist­ frøðiliga veruleikan og evnini hjá fiskivinnuni at skapa búskapar­ ligar ágóðar.” Og víðari: “Vit fara ikki at grundleggjandi broyta skipanina men heldur at tillaga ávísar partar av henni har tað er neyðugt.” Fiskiorkunevndin, sum Tórbjørn Jacobsen herfyri setti til at meta um fiskiorkuna í veiði­ flotanum sum fiskar botnfisk undir Føroyum, skrivar m. a. í frágreiðing handað til landsstýris­ mannin tann 6. juni: “Týdning­ urin av at fiskidagatalið er rætt stillað setur stór krøv til umsiting og regluliga eftirmeting av væntandi øktum effektiviteti. Hetta hevur ikki verið so, mest tí samsvar ikki hevur verið millum skipanina og ta fiskifrøðiligu ráðgeving sum er latin sambært lóg um vinnuligan fiskiskap. Stovnsmetingarnar hava ikki verið nýttar til at rokna seg fram til rætta fiskidagatalið. Eingin meting hevur verið tøk av møguligum vøkstri í veiðievnum hjá fiskiflotanum, sum kundi verið vísindaligt grundarlag undir uppskotum um at minka um fiskidagatalið. Somuleiðis er eingin vísindalig meting av hvussu stongdu leiðirnar hava ávirkað veiðievnini, serliga viðvíkjandi toski.” Mett verður at hjá trolarum, serliga partrolarum er veiðiorkan sum heild økt, meðan tað er meira ivasamt tá talan er um húkaveiðina. “Nevndin mælir til at størsti dentur verður lagdur á pelatrekk, tá fiskiorkan hjá trolarum verður mett. Mett eigur eisini at vera um væntaða veiðu. Tá fiskiorkan hjá línuskipum verður mett, verður dentur lagdur á hvussu nógvar húkar fiskifarið kann seta. Eisini her eigur at vera mett um væntaða veiðu.” Formaður í Fiskiorkunevndini er Kjartan Hoydal, fyrrverandi fiskivinnustjóri. Kjartan Hoydal, sum annars er kendur frá sínum arbeiði sum skrivari í (NEAFC) North East Atlantic Fisheries Commission, hevur hesa viðmerk­ ing til tað ofta klandursama kjakið um fiskivinnuna: “Eg vil ógvuliga fegin, at tað burturspilta og nyttuleysa orða­ skiftið millum fiskifrøðingar og vinnu, og onnur, verður lagt niður og funnið verður fram til eina felags støðu, sum sjálvsagt er.” Hann leggur afturat: “Fiski­ rannsóknarstovan er biðin um at endurtaka tað roknistykkið sum var grundarlagið undir fyrstu ásetingunum av fiskidøgum fyri fiskiárið 1996­1997. Vónandi kemur tað skjótt, so Fiskiorku­ nevndin kann gera arbeiðið sítt liðugt. Høvuðstrupulleikin við at byggja alt á stovnsmetingar fyri tað seinasta árið er at hesar, sum øll vita, eru sera óvissar. Tað er betri at nýta tað sum stovnsmet­ ingar siga fleiri ár aftureftir, tí tær verða tryggari og tryggari jú longur tú gongur aftureftir; eini 4­5 ár aftur í tíð eru tær álítandi.” “Stovnsmetingar greina stovns­ stødd og sonevnda fiskideyða­ talið, tað er hvussu stóran part av stovninum fiskiflotin tekur á hvørjum ári í tali. Stovnsstøddin er umframt fiskiskapin ávirkað av náttúruviðurskiftum. Kanning­ ar hjá Fiskirannsóknarstovuni sýna at serliga gróðurin hevur stóran týdning. Vit kunnu ikki stýra náttúruni, men vit kunnu stýra fiskiflotanum og virksemi hansara. Tað er tí mest natúrligt at byggja reguleringar á fiski­ flotan og hava eyguni eftir broyt­ ingum har, effektivitetsbatum og broytingum í veiðimynstri. Hetta skuldi ikki verið so ringt at gjørt, men er lítið gjørt við undir Føroyum. Eisini er vert at hava eyguni eftir hvussu stongdar leiðir virka, hin meginásin í skipan okkara; heldur ikki her hava vit nakrar veruligar kanningar. “ Støðugur karmur Vóru tónarnir frá ICES sum tulkaðir av Fiskirannsóknar­ stovuni døkkir og alarmerandi í fjør, eru teir tað sanniliga eisini í ár. Fyri at eingin ivi skal vera um at ætlanin er at ávara um ikki ræða, skrivar Fiskirannsóknar­ stovan við reyðum stavum á sínari heimasíðu: “Hetta er ikki hugaligur lestur.” Síðani verður víst til samandrátt av tilmælinum frá ICES, sum hesuferð gongur so langt sum at mæla til at steðga øllum fiskiskapi eftir toski á landgrunninum og Føroya Banka umframt allari veiði eftiri hýsu, og harafturat at skerja upsaveiðina við einum fimtingi. Ein og hvør sum kennir til viðurskiftini í Føroyum má stúrsa við av tekstinum. Eitt tað mest løgna er at meðan mett verður at toskurin er niðurfiskaður, verður sagt at hýsan er rímiliga væl fyri — samstundis vil man tó binda um heilan fingur fyri at verja fiskin og steingja heilt fyri fiskiskapinum. Av góðum Ein fløkjustampur ella tveir