Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 17. juni 2008 31 Edmund Joensen hevur valt støðugt at bera rong tíðindi um Uttanríkis­ ráðið og undirritaða í almenninginum. Tað kann ikki góðtakast, at villleið­ ing og ósannindi eru amboðini til persónligan partapolitiskan vinning og at leggja vertin á týðandi felags áhugamál Tað tykist sum eitt høvuð­ sendamál í sjálvum sær hjá Edmundi Joensen, fólka­ tingsmanni, at seta føroy­ ska Uttanríkisráðið og undirritaða í ringt ljós Vit kenna hendan fram­ ferðarhátt, sum hevur griv­ ið so nógvar gjáir í føroysk­ an politikk og hevur gjørt tað trupult at røkja føroysk áhugamál í útheiminum á skilvísan hátt. Men hetta er so hansara val og rættur at gera – vit kunnu bert harm­ ast um, at vit ikki eru kom­ in longur fram á leið í før­ oyskum politikki. Men tað kann ikki góð­ takast, at Edmund Joensen støðugt velur at bera rong tíðindi og ósannindi fram, sum skulu tæna hansara persónligu endamálum Lat meg bert nevna nøkur teirra: 1. “Bygningur í New York” Í tíðindaskrivi leggur Ed­ mund Joensen meg undir at hava sagt, at Uttanríkisráðið ætlar at keypa ein bygning í New York. Hesi tíðindi eru ósonn, og íspunnin av Edmundi Joensen. 2. “Alment dulsmál” Í sama skrivi sigur Edmund Joensen, at føroyskur uttanríkispoli­ tikkur er eitt alment duls­ mál, og at tingið ikki er kunnað um ætlanirnar hjá Uttanríkisráðnum. Hann sigur, at “formliga eigur landsstýrismaðurin at kunna uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, men hon hevur ikki fingið upplýsing­ ar...”. Hetta er eisini ósatt. Í fíggjarlógini er væl og virðiliga kunnað um, hvussu pengar verða nýttir. Og – sum formaðurin í Uttan­ landsnevnd Løgtingsins hev­ ur víst á – hava vit kunnað Uttanlandsnevndina frá fyrsta degi um ætlanirnar, og hava fingið góðar við­ merkingar og uppskot frá nevndarlimum í Uttanlands­ nevndini. Harafturat hava verið fleiri kunningarfundir og ráðførslur við Uttanlands­ nevndina um átrokandi mál. 3. “Stórar játtanir til uttanríkismál” Eisini roynir Edmund Joensen at mana fram eina mynd av, at Uttanríkisráðið brúkar so nógvan pening og hevur fingið játtað 30,7 mió. kr. á fíggjarlógini – eins og er henda upphædd nýggj og tikin frá øðrum økjum. Sannleikin er tann, at meginparturin av pening­ inum sum er játtaður til Uttanríkismál varð eisini játtaður í samgonguni undan, sum Edmund Joensen var partur av. Tað, ið er játtað eyka til uttanríkismál í ár í mun til í fjør, eru góðar 4 mió. krónur – og tað er væl greitt frá, hvat peningurin fer til. Nevniliga at vinna føroyskum vinnnulívi, mentanarlívi og borgarum annars atgongd og møgu­ leikar uttanlands, at gera handilssáttmálar og at røkja altjóða skyldur Før­ oya. Mál, ið allir flokkar hava sagt seg vilja fremja. 4. “Føroysk áhugamál væl røkt í hvalamálinum” Í tíðindaskrivi fríggjadagin sigur Edmund Joensen, at føroysk áhugamál verða væl røkt í altjóða hvala­ veiðinevndini, IWC, hóast Danmark atkvøður ímóti føroyskum uttanríkis­ politikki og semjum, sum gjørdar eru. Hann leggur undirritaða undir at hava eina “flokspolitiska herferð móti ríkisfelagsskapinum”. Hesi tíðindi eru bæði ósonn og óskiljandi, tí und­ irritaði var undan samráð­ num í danska fólkatinginum um hetta mál í sambandi við báðar føroysku fólkatings­ limirnar og tosaði persónliga við Edmund Joensen. Tá var hann samdur við undirritaða og landsstýrið um, at Før­ oyar skuldu halda fast við sína støðu í hesum prinsipp­ máli og hann segði seg stuðla landsstýrinum, so vit høvdu eina felags støðu í Føroyum. Kortini sigur Edmund Joensen nú, tá ein meiriluti á fólkatingi gongur ímóti teirri semju, sum annars er gjørd millum stjórnirnar í Føroyum, Grøn­ landi og Danmark, at hetta tryggjar føroysku áhuga­ málini – og at trupulleikin er undirritaði (!). Støðan er hon, at ein greiða semja millum Før­ oyar og Grønland og don­ sku myndugleikarnar er brotin, tí Fólkatingið hevur valt at fylgja ES­krøvum og krøvum frá felagsskap­ um og londum, ið eru ímóti hvalaveiði sum heild. Hetta hóast landsstýrið hevur fylgt øllum manna­ gongdum og avgreitt alt eftir bókini. Kortini velur Edmund Joensen við ósannindum at gera undirritaða og lands­ stýrið til trupulleikan í málinum. Hetta er mark­ leysa ósakligt. 5. “Uttanríkisráðið og fundir” Fyrr í ár skrivaði Edmund Joensen eisini fleiri tíðinda­ skriv, har hann m.a. legði undirritaða undir ikki á møta á fundum í EFTA og á einum fundi millum fólkatingslimir við ein ES­ kommisér. Hóast hesi tíð­ indi vóru ósonn, og hóast tey vórðu rættað bæði á tingi og í almenninginum, verða tey støðugt endur­ tikin sum sannleikar. Aftur til tað gamla í føroyskum politikki? Eg ivist í, um nakar annar politikari hevði sloppið væl frá at bera so nógv ósannindi fram, uttan at verða settur til svars í almenninginum. Men helst hugsa fólkatingsmaðurin og hansara hjálparfólk, at gongur tað einaferð, so er bara at halda fram. Spurningurin er so bert, hvat endamálið er við hesi framferð hjá Edmundi Joen­ sen? Tey mál, ið hann velur at leggja á við ósannindum, eru mær kunnugt breið semja um í føroyskum politikki, har vit eru samd um føroysku áhugamálini. Men hetta er helst ímynd­ in av tí gamla føroyska politikkinum: Har onnur lond semjast og standa saman um nøkur grund­ leggjandi mál í uttanríkis­ politikkinum – hóast flokk­ arnir eru ósamdir um innan­ ríkispolitikk – so hevur tað verið júst øvut í Føroyum. Her verða okkara viður­ skifti við umheimin til alment partapolitiskt brigsl, við tí úrsliti, at vit standa veik mótvegis okk­ ara samráðingarpørtum. Enntá – sum í hesum før­ um – har ongin ósemja hevur verið frammanundan og har umboð fyri allar flokkar í Uttanlands­ nevndini eru samd. Edmund Joensen ber grov ósannindi í síni herferð móti Uttanríkisráðnum Høgni Hoydal Eg var ein av teimum mongu, sum sat og lurtaði eftir sendingini, nakað, sum viðkemur øllum, tað muga øll jú lurta eftir, tá tað geldur okkara sjúkhúsverk og fólk kundu ringja inn. Tað var nú gott onkur ringdi, summi høvdu notið gott, onnur ikki, soleiðis er tað bara. Eg havi verið sjúklingur bæði í Havn og Klaksvík, har var gott at vera. Tey vóru fitt og blíð, gjørdu hvat tey kundu, nú ljóðar tónin ein annar, so nógvar atfinningar, so nógvar skerjingar, einki røkkur til, læknar fara, portørar siga upp. Onkur nevndi vist Jón á Steig, um yvirlæknan Paula Dahl at hann skifti perir ella skrúvaði perir leysar. Hann var vist ein sparsommiligur maður, hvat mundi hann sagt í dag, eg havi nú sjálv hoyrt hann siga: Hetta var dýrasta hospital í verðini hvat mundi hann sagt í dag? Vit hoyra um hugburðsbroytingar ­ nú er alt jú øðrvísi í dag, sjúkrasystrarnar fyrr tær vóru til tær fóru frá fyri aldur, nú er har øðrvísi, tær renna og eru stressaðar. So var ein spurningur sum ofta er at hoyra. Um tað skulu vera trý sjúkra­ hús ella eitt ­ sjálvandi øll trý. Tí tað sigur seg sjálvt, des nærri hjálpin er, des betri. Vit hava trý vælfungerandi sjúkrahús. Suðringar í suðri og norðingar í Klaksvík. Nú var Tvøroyrar sjúkrahús ikki so nógv við í hesi sending ­ bara Klaksvík. Um so alt annað nú á døgum er broytt. Sjúkra­ húsrøkt og patientar tað eiga til alla tíð at fáa fyrstu røkt. Gud signi tykkum øll, ið arbeiða við sjúkhúsverkið. Klaksvík nicolina Justinussen Tema um sjúkraverk Meðan skip verða løgd og fólk ikki hava ráð at hava oljufýringina tendraða, arbeiðir landsstýrið við at gera yvirtøkur fyri lántar pengar Í sambandi við at stóru almennu fakfeløgini hava biðið um nýggjar lønar­ samráðingar við Fíggjar­ málaráðið, segði Karsten Hansen, landsstýrismaður, við Útvarpið í farnu viku, at tað er ikki serliga áhuga­ vert at seta seg í skuld fyri eina lønarhækking. Boðskapurin hjá lands­ stýrismanninum var púra greiður. Fíggjarlógin sum fyri bara nøkrum fáum mánaðum síðani skuldi hava eitt trýsifrað millióna avlop, hevur longu eitt reelt undirskot. Allar útreiðslur, sum koma afturat, fara tí at økja um undirskotið, og mugu takast av uppsparing­ ini, ella fíggjast við láni. Og at taka lán, fyri at fíggja eina lønarhækking er ikki serliga spennandi. Men sama dag sum Karsten Hansen kom við hesum úttalilsinum, var freistin úti, sum politisku flokkarnir høvdu fingið frá landsstýriskvinnuni í lógar­ málum, at velja umboð í ein bólk, sum skal arbeiða við yvirtøkuni av útlendinga­ málum og marknaeftirliti. Henda yvirtøkan kostar nógvar pengar, og tí verður spennandi at vita, um hon eisini verður fíggjað við lántøku, nú einki avlop er at gnaga burturav. Eisini aðrar yvirtøkur skulu gerast í hesum valskeiðinum, sum fara at kosta langt omanfyri 100 mió. krónur um árið. Skulu eisini tær fíggjast við lántøku? Og nær skulu lán­ ini gjaldast aftur, og hvørj­ um skulu vit gjalda við, nú skipini ikki hava ráð at loy­ sa, og fiskifrøðingar siga, at vit mugu ikki fiska tosk, og vanliga fólkið hevur ikki ráð at hava oljufýringina tendraða? – Eg spyrji bara! Nei tað er ikki serliga áhugavert at seta seg í skuld fyri eina lønarhækking. Men tað er heldur ikki áhugavert at vera borgari í einum landi, har politikarar eru upptiknir av at gera yvir­ tøkur og opna sendistovur úti í heimi, heldur enn at loysa teir veruligu trupulleik­ arnar, sum hótta samfelagið. Fullveldi og sjálvbjargni fyri lántar pengar, meðan fólk sita køld, ­ tað kunnu vit ikki brúka til nakað! Sjálvbjargni fyri lántar pengar Helgi abraHamsen Rolf Guttesen heldur, at Norðuratlantsbólkurin hevur lagt trýst á Sosialin, til tess at fáa blaðið at koma við eini umbering fyri nakað, sum Rolf hevur skrivað um virk­ semið hjá føroyska partinum av bólkinum. Tað eri eg. Rolf staðfestir í Sosi­ alinum í gjár, at ”ein politiskur bólkur leggur trýst og press á miðlar, so teir ikki tora at skriva ávís orð og meiningar. Eg skal ikki royna at seta navn á hendan tendens. Teir vilja skerja tað talu- og skrivi- frælsi, sum er staðfest í okkara grundlóg § 77. Haraftrat vil eg siga, at hesin lítli bólkur á Fólka- tingi spælir eitt ódámligt og ómansligt hulduspæl. Um teir meina, at nakað er í samrøðuni, sum er átaluvert, so kundu teir lagt navn til eina viðmerk- ing ella rætting. Um teir meina, at nakað straffbart er sagt, so eru teir vælkomnir at saksøkja. Men hundarnir tora ikki.” Góði Rolf! Eg las faktiskt hasa greinina um okkara virksemi. Og eg kundi ikki droymt um at klagað um hana. Hon var heilt øgiliga stuttlig! Tíni orðatorisku evni kunnu kanska ikki samanberast við tey hjá stríðsfelaga tínum Virgari Dalsgaard, men tað er líka við. Tað er fongur í tykk­ um báðum tveimum. Tit eru keldur, sum vit onnur kunnu oysa av. Tí endurgav eg eisini síðsta mikudag ein stóran part av eini grein hjá Virgari á fólkatingsins talarastóli. Allur salurin mundi flána í látri! Eina aðru ferð, um eg fái høvi, taki eg kanska eina grein hjá tær. So halt endiliga á, Rolf! Og eggja Virgari til eisini at hvessa sær pennin! Góði Rolf Guttesen Norðuratlantsbólkurin sJúrður skaale viðmerkingar