Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 114 - 17. juni 2008 Hoyrdi nakað av orðaskifti úr løgtinginum, tórsdagin 8. mai millum Magna Laksafoss, løgtingsmann og Jóannes Eidesgaard, løgmann um yvirtøku av fíggjareftirlitinum. Magni Laksafoss grund­ gav við greiðum orðum fyri, hví sambandsflokkurin ikki kundi taka undir við at yvirtaka fíggjareftirlitið. Hann vísti til útsagnir frá bankastjórum og einum íslendskum fíggjarfrøðingi, sum allir søgdu, at tann føroyski fíggjarheiminurin fór at fáa tað trengri, um fíggjareftirlitið bleiv yvirtikið av føroyingum. Tá løgmaður kom við sín­ um svari, skuldi ein trúð, at hann kom við einari grund­ igari forkláring, hvar fordeil­ irnir við hesi yvirtøku vóru. Men tað kom hann ikki. Í staðin kom hann við einari langari forkláring um sambandsflokkin, líka frá tí, at hann bleiv stovnað­ ur í 1906 og fram til dagin í dag. At sambandsflokkur­ in hevði verið ímóti øllum framburði í Føroyum. Teir vildu ikki vita av flaggi­ num, teir vildu ikki vita av tí føroyska málinum og teir vóru ímóti at byggja vegir og havnir. Teir vildu ikki taka ábyrgd av nøkrum og høvdu teir í dag fingið sín vilja, so høvdu teir flutt alla ábyrgd niður aftur til Danmark. Hetta er nakað av tí, vit eru vanir við at hoyra frá tjóðveldisflokkinum, so tað er einki at ivast í, at løg­ maður í hesi samgongu við tjóðveldinum er komin í gott selskap, og er fegin um at vera sloppin frá tí »ábyrgdarleysa« sambands­ flokkinum frá seinastu samgongu. Løgmaður hevur, eftir tí, sum hann sigur, ikki álit á sambandsflokkinum. Tað plagar ikki at vera góður siður í løgtinginum at fara eftir teimum, sum farn­ ir eru undir grønu torvu. Men tá løgmaður ger tað, so kann eg ikki lata vera við at nevna at nógv er broytt í javnaðarflokkinum frá tí, at P. M. Dam var for­ maður fyri flokkin. Tá hann eftir valið í 1958 skuldi út í Tinganes sum løgmaður, treytaði hann sær, at Krist­ ian Djurhuus, sum tá var formaður fyri sambands­ flokkin, kom við út í Tinga­ nes at umsita fíggjarmál. So stórt álit hevði hann á sambandsflokkin. Ella kann tað hugsast, at úttalilsi hjá løgmanni um sambandsflokkin kemur frá einum frustreraðum løg­ manni, sum í samgongu noyðist at sita heima og ansa eftir sínum landsstýris­ monnum, meðan Høgni Hoydal, tann veruligi leið­ arin av samgonguni, ferðast »land og rige« runt at umboða Føroyar uttanlands. So er tað kanska ikki nógv skeivt í tí, sum framstandandi tjóðveldis­ maður, tá henda samgonga var komin undir land, segði, at nú høvdu teir roytt allar fjaðrarnar av løgmanni, so at hann sat spillnakin. Er hettar prísurin javn­ aðarflokkurin hevur goldið, fyri at Jóannes Eidesgaard framhaldandi kundi sleppa at sita sum løgmaður, so er hann dýrur. Fyri at koma aftur til ábyrgd, sum var grundgev­ ingin hjá løgmanni fyri at yvirtaka fíggjareftirlitið. Havi ongantíð duga at sæð, at sambandsflokkurin, teir sum manna flokkin í løgtinginum, og teir mongu veljarar, sum mynda flokk­ in, hava víst minni ábyrgd yvir fyri landinum enn aðrir. Heldur tvørturímóti. Tað er fleiri ferðir prógva. Ein leiðari vísir ábyrgd, tá hann ger umstøðurnar betri hjá tí fólki, hann er leiðari hjá. Tað verður tað ikki eftir serkønum útsøgn­ um við at yvirtaka fíggjar­ eftirlitið. So, harra løgmaður, halt teg heldur til politikkin enn at lýsa søguna hjá sam­ bandsflokkinum við niður­ setandi tónum frá tingsins røðarapalli. Porkeri Zacharias Bech Halt teg til politikk, løgmaður Um formaðurin í uttan­ landsnevndini hevur fingið upplýsingar um, hvørji ítøkilig úrslit eru komin burtur úr vitjan­ unum hjá landsstýris­ manninum í uttanlands­ málum í 7 ymsum lond­ um, eigur nevndarfor­ maðurin at útflýggja hesar upplýsingar uttan at drála. Hvør er uttanríkispoli­ tikkurin hjá Føroyum, og hvat er ítøkiliga komið burtur úr almennum ferð­ um og fundum hjá lands­ stýrismanninum í uttan­ landsmálum í tilsamans 7 londum? Hesar báðar spurningar reisti undirritaði alment í gjár. Beinleiðis orsøkin til spurningarnar er, at Løg­ tingið hevur ikki fingið nakra kunning um hesar spurningar, hóast Tingið hevur játtað at lata uttan­ ríkisráðnum hjá heima­ stýrinum 30,7 mió. kr. til virksemi tess. Undirritaði heitti somu­ leiðis á formannin í uttan­ landsnevndini um at útvega nevndini og Tinginum kunning um nevndu spurningar. Útvarpið tók málið upp í tíðindaflutningi sínum í gjár. Har segði Jenis av Rana, formaður í uttan­ landsnevndini og partur av CHE­samgonguni, m. a., at nevndin hevur fingið nøktandi kunning frá uttanríkisráðnum, og at ongin tørvur er á at fáa meira kunning. Úttalilsið hjá nevndar­ formanninum samsvarar ikki við gerðabókina hjá uttanlandsnevndini, ið má metast at vera ein álít­ andi kelda, ið embætis­ fólk hjá Tinginum hava skrivað. Gerðabókin er alment atkomilig, og hon vísir, at landsstýrismaðurin í uttan­ landsmálum higartil hevur verið á 4 fundum í uttanlandsnevndini. Á hesum fundum hevur nevndin fingið kunning um ymisk mál. Tó hevur hon IKKI fingið kunning um tað, sum higartil er komið burtur úr vitjanum hjá landsstýrismanninum í uttanlandsmálum í tilsamans 7 londum. Sambært almennum upplýsingum hevur lands­ stýrismaðurin í uttan­ landsmálum havt fundir í hesum londum: Íslandi 9.­10. mars, Grønlandi 11.­13. mars, Liktinstein 15. mai, Noreg 26. mai og London, Isle of Man og Edinburgh 28.­30. apríl. Um so er, at formað­ urin í uttanlandsnevndini hevur fingið upplýsingar um, hvørji úrslit eru komin burtur úr fund­ unum í nevndu londum, eigur formaðurin uttan at drála at lata hinum nevnd­ arlimunum upplýsing­ arnar. Um hesar upp­ lýsingar ikki eru fevndar av tagnarskyldu, hevði verið hóskandi, at eisini tingfólk og almenn­ ingurin verða kunnað. Úrslitið av fundunum í nevndu londum er kanska – vit vita tað jú ikki – týð­ andi partur av uttanlands­ politikki Føroya, og tað er ikki meira enn rímiligt, at tingfólk og almenningurin annars fáa innlit í politikkin. Tað er ikki nóg mikið at seta seg at lesa burtur úr samgonguskjalinum, so sum formaðurin í uttanlandsnevndini gjørdi í tíðindaflutninginum hjá Útvarpinum fyrrapartin í gjár. Tað grundleggjandi í málinum er, at Løgtingið má vita, hvør uttanlands­ politikkurin er. Tingið hevur jú skyldu at hava eftirlit við landsstýrinum. Upplýsingar mugu útflýggjast løgtings- og fólkatingsmaður edmund Joensen viðmerkingar Ótolmaður gessur eftir havsins gulli hevur ført til grova neyðtøku av før­ oyskum fiskastovnum. Talan er serliga um toska­ stovnarnar og upsastovn­ in. Toska­ og upsaveiða er stórt sæð horvin. Tey seinastu nógvu árini hava vit veitt smáfisk, millum­ fisk og stórseið. Hesin harðrendi og eirindaleysi ágangur móti fæframleið­ andi tilfeingi alra okkara kostar føroysku tjóðini minst 100 milliónir Dkr um árið Toskurin Í 2006 varð ein løtt útgáva av greiningum av veiðu­ trýstinum á føroyskar fiska­ stovnar almannakunngjørd í tíðarritinum Frøði (Regin Reinert, Frøði 2/2006). Úrs­ litið av hesum kanningum vístu, at veiðutrýstið eftir upsa og toski hevur verið 2 ferðir og 3 ferðir so høgt sum tað veiðutrýst, ið kann væntast at geva størstu lív­ frøðiligu og fíggjarligu úrtøkuna. Høvundurin nýt­ ir rættuliga sterkar orðing­ ar og vísir á, at veiðutrýstið eftir toski seinastu árini hevur verið burtur úr vón og viti. Í dag er ein stórur partur (70 – 80) % av veiðuni smáfiskur (aldur < 2,5 ár, longd < 45 cm) og millumfiskur (3 ár < aldur < 5 ár, 45 cm < longd < 70 cm). Restin (20­30) % er toskur (6 ár < aldur < 20 ár, longd > 70 cm). Høga veiðutrýstið á stað­ bundnu toskastovnarnar ger, at sveiggini í stovns­ støddunum gerast rættuliga ógvuslig. Fyrilitarleysa veiðan higartil ger, at eitt nú Landgrunnstovnurin hevur nógv stórri sannlík­ indi fyri at minka niður á hættisliga váðamarkið fyri gýtingarstovnin, sum ligg­ ur umleið 5000­ 6000 tons. Avleiðingin kann verða óbótaligur vistfrøðiligur, sosialur og fíggjarligur skaði. Hevði veiðutrýstið harafturímóti verið tað tilrádda frá Fiskirannsókn­ arstovuni (FRS) og ICES, so høvdu sannlíkindini verið smá fyri, at stovnurin hevði minkað langt niður um lívfrøðiliga skilagóða FRS­ICES­markið, ið er umleið 20.000 tons. Miðal­ vektin av toski hevði vaks­ ið. Stovnurin, veiðan og fíggjaravkastið hevði verið tryggari og støðugari. Mongdin av livur, rogni og innvølum hevði eisini verið væl stórri. Hagfrøðiligar greiningar Hagfrøðiligar og lívfrøði­ ligar greiningar av fylgjun­ um av hesum alt ov høga veiðutrýstinum hava greitt víst, at var veiðutrýstið optimalt, so kundu í meðal umleið 5000 tons/ár verði landaði meira av toski øll tey seinastu 20 árini. Tað merkir, at við einum toska­ prísi ájøvnum 20 kr/kg, so kundi føroyska tjóðin vunn­ ið 100 milliónir Dkr meiri um árið, høvdu vit fylgt ráðunum frá sakkunnleik­ anum á Fiskirannsóknar­ stovuni og ICES. Seinasta 20­ára skeiðið hava vit alt­ so mist umleið 2 milliardir Dkr. Ein upphædd, ið hevði kunnað fíggjað bæði Tanga­ fjarðar­tunnilin og Skopun­ arfjarðar­tunnilin. Hetta stóra tapið stavar einans frá skilaleysa toskafiskiskapi­ num. Aðrir stovnar eru eisini trároyndir. Upsin Veiðutrýstið eftir upsa hevur verið og er fram­ vegis alt ov høgt. Í dag er veiðan 100% stórseiður og 0% upsi. Í áttati­árunum vigaði ein vanligur upsi (2 ­ 3) kg. Í dag, 20­30 ár seinni, vigar stórseiðurin (1­2) kg. Varð veiðutrýstið skert, so sum mælt til av FRS, so høvdu vit fingið stórri og betri fisk og veið­ an hevði verið virðismikl­ ari. Livra­ og rognanøgdin hevði eisini verið væl stórri. Miðaldarhugburður valdar Men vit, Føroya fólk um­ boðað av Løgtinginum og Landsstýrinum, hava higar­ til valt at venda blinda eyga og deyva oyra til sak­ kunnleikan. Litið verður ikki á rannsóknarúrslit. Einki álit er á vísindum. Vit og skil verður ikki nýtt. Vinnulívið er vanstýrt. Fæ til gransking og menning verður mett sum útreiðslur í Føroyum, alla aðrastaðni er tað ein íløga. Vit hava ikki ráð at granska og menna. Umheimurin hevur ikki ráð at lata vera. Vit hava ikki ráð at taka rogn og livur. Umheimurin hev­ ur ikki ráð at blaka ráevn­ ini burtur. Upplýsingartíðin er útihýst. Partur av grund­ leggjandi hugburðinum her á landi er framvegis miðaldarligur. Marina Skaparverkið hótt Harðrendi og eirindarleysi ágangurin móti fæframleið­ andi tilfeingi alra okkara kann í ringasta føri avlaga vistskipanir og íleguligt lívfrøðiligt margfeldi (gen­ etiskan biodiversitet) í so stóran mun, at framdi skað­ in á marinu økoskipanirnar verður óbótaligur. Niður­ fiskaði Canadiski toska­ stovnurin er eitt ræðandi dømi; hesin er ikki komin fyri seg enn, hóast fullkom­ ið varandi veiðubann varð sett í gildi 1992.Torført er at ána nakran munagóðan djúptøknan tøknifrøðiligan, lívfrøðiligan og vistfrøði­ ligan vísdóm í higartil førda fiskivinnupolitikki­ num. Høvuðsvinnugreinin, vit sita á, verður spakuliga og miðvíst avsagað. Innan­ tóma og irrationella mater­ ialisman tykist at vera farin í sjálvspinn. Sjálvsøkni, úrnýtsla og ótamd egoisma vísa enn einaferð hógvar, horn og hala. Vit og skil eru úrkøkt. Moralur, etikk­ ur og náttúran eru lágt raðfest. Móti hesum lívs­ týnandi hugburði og siða­ frøðiliga forfalli eru kiosk­ upplatingartíðir sunnu­ morgnar í Havn, homosexu­ alitetur og grein 266B týdningarleys viðurskifti. Men hygnu andaligu slóð­ ararnir syvja. Aðrir tosa í svøvni. Moralskt myrkur valdar. Einki lýsi er á lamp­ uni. Hugburðsbroyting er bráðneyðug. Ein kvirtil av konduite, ein færri av fyriliti, eitt vet av virðing og spekt yvir fyri marina Skaparverkinum hevði verið almannagagnligt og ynskiligt. Ovveiða kostar Føroyum minst 100 milliónir Dkr um árið Granskingarleiðari hóraldur Joensen