mikudagur 18. juni 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 115 - 18. juni 2008 ]
HB-KÍ:
Summar
turkur í
klassikar
anum
Úrtøkan hjá bæði
KÍ og HB, sum
skal hava nýggja
liðformann í
kvøld, hevur ofta
verið størri, enn
hon hevur verið
seinastu ferðirnar
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
HB fær mikukvøldið
vitjan av KÍ. Klassikarin
hevur ofta havt størri
áhuga millum onnur
enn viðhaldsfólkini hjá
feløgunum, enn hann
er hesa ferð.
Felags fyri bæði liðini
er, at úrtøkan ikki hevur
verið so stór tær seinastu
ferðirnar.
HB
hevur
burturúr fimm teimum
seinastu
umførunum
vunnið níggju stig, og í
somu umførum hevur
KÍ vunnið sjey stig.
Hjá KÍ er Kristian á
Lakjuni við aftur eftir
skaðasteðg. Tað verður
arbeitt við at fáa loyvini
hjá amerikanska álops
spælaranum Joe Zewe
upp á pláss. Tað tykist
ikki serliga sannlíkt, at
hetta verður komið upp
á pláss til mikukvøldið.
Stefan Kalsø er skadd
ur, og Bjarni Jørgensen
er ikki komin nóg langt
í venjingini til, at hann
er førur fyri at spæla.
Hjá HB er neyðugt at
velja nýggjan liðfor
mann, tí Fróði Benja
minsen er leikbannaður.
Tað tykist sannlíkt, at
Vagnur Mohr Morten
sen verður nýggjur mið
verji. Milan Kuljic og
Mortan úr Hørg vandu
fyri fyrstu ferð í gjár
kvøldið, eftir at teir hava
verið skaddir eina tíð.
Malmöbúgvin, sum
er av bosniskum upp
runa, er maðurin,
sum alt Fótbólts
Svøríki setur sína lít
til
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Svenski landsliðsvenjarin,
Lars Lagerbäck útihýsir
ikki, at hann verður noyddir
at seta svensku fólkahetjuna
og
kultfigurin,
Zlatan
Ibrahimovic á beinkin til alt
avgerandi
dystin
ímóti
Russlandi í kvøld. Svøríki
og Russland hava bæði 3
stig, men Svøríki hevur
betri málmun, og kunnu
vinna seg í fjórðingsfinaluna
– har Holland bíðar – við
einum javnleiki í kvøld.
Men tað er við biva og
óttan, at Lars Lagerbäck
verður noyddur at seta
Zlatan Ibrahimovic á beink
in. Ferð eftir ferð hevur
Lars Lagerbäck undirstrika
fyri bæði svenskum og
altjóða fjølmiðlum, hvønn
risastóran týdning Zlatan
Ibrahimovic
hevur
fyri
svenska landsliðið. Uttan
Zlatan er svenska álops
spælið rættuliga tannleyst.
Belastningurin
avgerandi
Belastningurin á knænum
hjá Zlatan er ógvuliga
avgerandi hvørt hann byrjar
inni ímóti Russlandi, ella
ikki. Lagerbäck vónar, at
styrkisvenjingin síðani dyst
in ímóti Spania leygar
kvøldið hevur gjørt mun,
nú tá Zlatan ikki hevur
verið noyddur at belasta
knæið seinastu dagarnar.
Áðrenn
dystirnar
ímóti
Grikkalandi og Spania van
di Zlatan við svenska hópi
num, men tað verður nakað
hann ikki kemur at gera,
áðrenn dystin ímóti Russ
landi. – Hetta er ein avgerð,
sum eg og læknarnir kring
liðið hava tikið saman við
Zlatan. Hetta sigur Lars
Lagerbäck við svenska blað
ið, Expressen.
Av bosniskum
uppruna
Zlatan er føddur 3. oktober
1981 í Malmö, sum er
størsti býurin í Skåne. For
eldrini eru bosnar, sum
eftirnavnið
eisini
sigur:
Ibrahimovic. Zlatan vaks
upp í einum grannalagi,
sum nevnist Rosengård.
Talan er um eitt grannalag,
har rættuliga nógvir til
flytarar búgva. Zlatan hevur
hóast hann nú er ein
heimsstjørna – gloymt sínar
røtur, og fyri stuttum læt
hann byggja eina fótbólts
venjingarmiðstøð í Rosen
gård, og fyrsta dagin fótból
tsvenjingarmiðstøðin
læt
upp, so brúkti Zlatan nógva
tíð at sparka bólt saman við
teimum ovurfegnu smá
dreingjunum, sum búgva í
Rosengårdøkinum.
Fyrsta felagið hjá Zlatan
æt FBK Balkan, her byrjaði
Zlatan at spæla fótbólt, sum
5 ára gamal. Sum navnið á
felagnum sigur, so er talan
um eitt fótbóltsfelag, sum
er stovnað av monnum, sum
eru ættaðir av Balkan
hálvoynni.
Fór til Malmö FF
Men tað var skjótt, at fólk
bóru eyga við eyðsýndu
evnini hjá honum. Zlatan
fór frá FBK Balkan til eitt
nakað størri fótbóltsfelag,
sum eitur BK Flagg, men
her steðgaði hann stutt.
Fótbóltsrisin í býnum –
Malmö FF – fekk hann uppí
sín talenthóp í 1994, tá var
Zlatan 13 ára gamal. Zlatan
gjørdi Fólkaskúlan lidnan,
samstundis sum hann vandi
nógva talentvenjing við
Malmö FF. Hann byrjaði á
einum studentaskúla, men
her gavst hann aftaná, at ein
tíð var farin, tí hann vildi
satsa 100% uppá fótbóltin.
Í 1999 gjørdist Zlatan yrkis
leikari í Malmö FF. Her
gjørdi hann tíðliga vart við
seg, og tað eydnaðist honum
at skjóta 16 mál í 40 dystum
fyri Malmö FF. Í 2001 seldi
Malmö Zlatan til Ajax
Amsterdam
fyri
82,5
miljónir svenskar krónur,
sum var met í svenskum
fótbólti. Væl gekst hjá
Zlatani í Ajax, í 74 dystum
skoraði hann 35 mál, ella
næstan mál í øðrum hvørj
um dysti. Tað eydaðist eis
ini honum eisini at vinna
hollendsku steypakapping
ina tvær ferðir við Ajax, og
meistaraheitið einaferð.
Til Italia
Í august 2004 skifti Zlatan
til Juventus í italsku Seriu
A. Upprunaliga, so vunnu
Zlatan og liðfelagarnir í
Juventus italska meistara
heitið í 2005 og 2006, men
felagið var dømt at missa
bæði meistaraheitini, og
Juventus fekk eina tvangs
niðurflyting til Seriu B.
Hetta hendi orsaka av
teimum stóru muturgølun
um, sum hendu í felagnum.
Zlatan kann kortini ugga
seg við, at hann var valdur
til ársins fótbóltsspælara í
Svøríki í 2005. 9. august í
2006 var Zlatan seldur til
Inter Milan, og tað er nakað,
sum hvørki Zlatan ella Inter
hava angrað. Í 53 dystum
higartil hevur Zlatan skotið
32 mál, sum er eitt ógvuliga
høgt tal í Seriu A. Zlatan
hevur eisini veruliga vunnið
tað italska meistaraheitið
við Inter í bæði 2007 og
2008, og nú brynjar felagið
seg út til at vinna Champions
League, og hevur leiðslan í
Inter
kjósað
sær
José
Mourinho, sum venjara.
Debut ímóti Føroyum
Av øllum londum, so var
tað ímóti Føroyum, at
Zlatan fekk sína landsliðs
debut. Hetta hendi í innan
dura fótbóltshøllini í Växsjö
tann 31. januar í 2001.
Dysturin endaði 00, sum
man verða millum fremstu
úrslitini
hjá
Føroyum.
Síðani tá hevur Zlatan verið
við til 4 HM og EM
endaspøl saman við Svøríki.
Rok var kortini áðrenn ein
undankappingardyst ímóti
Liktinstein í 2006. Tá sendi
landsliðsvenjarin Christian
Wilhelmson, Olof Mellberg
og Zlatan heim, tí teir møttu
ov seint á gistingarhúsinum.
Wilhelmson og Mellberg
tóku við revsingini, men
Zlatan svaraði við at boy
kotta svenska landsliðið
teir næstu undankappingar
dystirnar. Men í 2007 rann
saman aftur millum Lager
bäck og Zlatan. Og í kvøld
hevur Lagerbäck brúk fyri
Zlatan, meir enn nakrantíð,
men enn liggur tað í óviss
uni, um Zlatan kann byrja
inni. Lagnan hjá Svøríki
kann
verða
tengd
at
knænum hjá Zlatani.
Zlatan fekk sína debut
ímóti Føroyum!
Slitið finalulið
Tað verður eitt skert B36lið, sum í kvøld skal
royna seg á útivølli móti Skála. Leikbannið hjá
Hanusi Thorleifsson gjørdist tveir dagar, og tí er
hann framvegis ikki tøkur, og í steypafinaluni
fekk Magnus Olsen ein snudd á slitna knæið, og
tí er hann heldur ikki tøkur. Hjá Skála er setning
urin at toga seg upp um niðurflytingarstrikuna,
og eftir fleiri góðar javnleikir fara teir nú eftir
øllum stigunum.
Grannabrak í Gøtu
Tá ÍF í øðrum umfari vitjaði hjá Víkingi, tóku fuglfirðingar
tey flestu á bóli við einum sigri. Ein sigur, sum tó vísti seg
at vera meira enn bara eitt lítið upplop. Síðani hava fugl
firðingarnir tó mist stevið aftur, og hjá teimum er umráðandi
at fáa stig, so teir aftur kunnu lyfta seg frá niðurflytingar
vandanum. Tað er ein vandi, sum Víkingur ikki reiðiliga
kennir nakað til, men skal sambandið við ovaru liðini
haldast, er eisini neyðugt hjá teimum við einum sigri.
Zlatan skoraði ikki, tá hann
fekk sín fyrsta landsdyst móti
júst Føroyum í januar mánaði
í 2001. Men síðani hevur hann
vunnið sær status sum kult-
hetjan á svenska landsilðnum
Mynd: Polfoto/AP