Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 16 nr. 115 • 18. juni 2008 fýra mans, sum arbeiddu fast fyri kolasøluna. Var pausa fyltu allir í sekkir. Tað vóru 50 sekkir í hvørjum lessi. Nógvastaðni var ikki rúmligt, serliga í teirri gomlu Havnini. Tað var merkiligt, men fólk vildu ofta hava kolið í tann krókin í kjallaran­ um, sum tað var ringast at koma til. Í kjallarunum var ofta lágt og trongt. Tey skuldu hagar minst tvær ferðir um dagin eftir koli. Vit høvdu eisini tann trupul­ leika, sum postmenn ofta hava. Hundunum dámdu ikki, at vit komu. Tá vit fóru avstað aftur við teimum tómu sekkunum, høvdu teir ofta hug til at loypa á. Men tá fingu teir sekkin um oyruni. Men eingin varð kortini hundbitin. Men hetta var eisini stuttligt. Fólk vóru blíð og fyrikomandi at koma til. Máttu avstað aftur við kolinum Men eitt var sera trist. Hetta vóru ringar tíðir, og ráðini vóru vánalig. Vit høvdu ofta krossfiskar, og hetta merkti, at sekkurin skuldi gjaldast, áðrenn hann varð stoytt­ ur, tí viðkomandi var í eftirstøðu. Eg havi staðið í einum køki, har tey ikki kundu gjalda, og so avstað aftur við kolinum. Tað var hart. Onkuntíð hava fólk sitið køld. Ein sekkur kostaði kr. 7­8 Nýttir vóru 2­3 sekkir um vikuna. Men so kom sum fráleið SEV og gassið, so kolnýtslan minkaði. Kolið gjørdist eisini nokk so dýrt. Fyrst var tað Koreakríggið fyrst í 50­unum, og so var tað Suez­ kreppan í 1956, har Suezveitin varð typt av søktum skipum, so tað ikki gjørdist siglandi. Hetta gjørdi, at fraktin fór so nógv upp. Útlendskt kol bleiv so dýrt, at fólk høvdu ikki ráð til at keypa tað. Hetta skapti meira arbeiði í Suðuroy. Nú varð lagt um til føroyskt kol, serliga úr Hvalba. Hetta kolið var meira ódrúgt. Kolið úr Rangabotni var kortini betri, men tað var ikki framleitt í nóg stórum nøgdum. Hvalbiarkolið er hampuliga gott, men tað er so nógv øska av tí. Summi hjálptu sær við torvi, og hetta var serliga galdandi fyri bygdirnar. Men tað varð eisini sent nógv kol út á bygd. Tá skuldu vit møta upp klokkan sjey á morgni í Vágsbotni við rutubátarnar fyri at fáa kolið við. Tað bleiv onkuntíð skrivað í bløðunum, at mjólka­ bátarnir høvdu so nógv kol á dekkinum, at hetta var til ampa fyri ferðafólkini. Tey sótu ofta á dekkinum eisini. Tað gekk meira og meira tann vegin, at limirnir vildu hava kolasøluna at halda uppat, tí tað vísti seg, at tað gekk ikki, hóast dúgliga varð roynt. Plássið var opið, so tað var ikki altíð at lagrið svaraði til tað, sum tað skuldi vera, tá ið upp varð talt. Á einum fundi í losjuni 25. juli 1951 greiddi eg frá, at síðan mars hetta ár, hevði verið selt fyri kr. 95.000 av koli. Arbeiðslønin var kr. 14.000. Og kr. 2.000 vóru farnar at keypa sekkir fyri. Mín løn var kr. 500 um mánaðin fyri 60 tíma viku. Skatturin var kr. 90. Í 1952 er Sofus Olsen stjóri. Hann helt, at tað var óráð at halda fram við kolasøluni, tí vinningurin var so lítil. Men tað var lítil hugur at fylgja hesum tilmæli. Menn óttaðust fyri, at varð kolasølan niðurløgd, fór kola­ prísurin at hækka, tá ið kappingin gjørdist minni. Kolasølan hevði tveir bilar, so tað var uppskot um at selja annan og so at fáa aðrar at koyra út fyri akkord. Stóra verkfallið Eg kom at uppliva nøkur av teim­ um stóru verkføllunum í Havn. Tað fyrsta, eg minnist, var eitt­oyra verkfallið í 1943. Tá var eg bert 22 ára gamal, og mín leiklutur var at luttaka í tí tónleikarliga partinum. Eitt slíkt verkfall er ofta eisini undirhald. Eg var við í tí sokallaða X­orkestrinum, vanliga kallað x­arnir. Vit plagdu at marsjera í samband við verkfallið, og tá var eisini horntónleikur. Hetta verkfall snúði seg um prístalsviðbótina, sum var ein sjálvirkandi hækking av lønini, so hvørt prísirnir hækkaðu. Prístals­ grundarlagið stavaði frá 1939, og ásett var, at fyri hvørt stig, prístalið fór upp, skuldi tímalønin hækka við eini upphædd. Men skjótt gjørdist ósemja millum partarnar, hvørt hækkingin skuldi vera 0,85 ella 1 oyra fyri hvørt prístalsstig. Hetta førdi til ting­ ingar, gerðarrætt og samtyktir í tinginum og verkfall. Men sum øll onnur verkføll fekk hetta eisini ein enda. Her vunnu arbeiðsmenn og fingu kravdu viðbótina. Í 1951 var tað stóra verkfallið hjá arbeiðsmonnum í Havn. Hetta var eitt sera alvorligt verkfall. Alt varð stoppað. Søgan aftanfyri hetta verkfall er henda: Tann 6. mai 1951 lýsir Føroya Arbeiðarafelag verkfall fyri allar arbeiðarar í landinum. Tá var Havnin eisini við í FA. Landið liggur lamið. Bert neyðsynjarvørur frá tí almenna landshandlinum koma til tær smærru bygdirnar. Annars eru handlarnir skjótt tómir. Bakaríini eru stongd, so bert sjúkrahúsini fáa breyð. Aðrar vørur verða skamtaðar. Allur inn­ og útflutningur steðgaði. Hetta ger eisini tað, at fiskur spillist. Undantaksstøða í Havn Tað verður tingast millum partar­ nar. Tíðin gongur og skjótt fæst heldur ikki brenni. Føroya Arbeiðarafelag samtykk­ ir við eini uratkvøðu tann 21. mai at avblása verkfallið uttan stórvegis úrslit. Hetta fær øði í arbeiðsmenn í Havn og Tvøroyri, og teir samtykk­ ja at halda áfram við verkfallinum. Havnin verður sett í eina undan­ taksstøðu. Øll ferðsla til og úr býnum verður steðgað. Tað sama var við bilkoyring í Havn. Tað vóru bert lastbilar hjá kolasøluni hjá arbeiðsmannafelagnum, sum sluppu at koyra. El­framleiðslan var eisini steðg­ að, og elverkið varð blokerað. Tá ið løgreglan royndi at bróta blokaduna, varð politibilurin punkteraður. Og harvið varð tað. Dimmalætting sendi duplikerað neyðbløð út. Her lýsti landsstýrið, at tað hevði tikið stig til, at børn undir tvey ár kundu fáa útflýggj­ að hálvan litur av mjólk frá hospitalinum um dagin. Eisini rakti verkfallið sanatoriið, har sjúklingarnir hvørki høvdu hita ella ljós eitt skifti. Tann 30. mai verður verkfallið avlýst, og nakað kom uppá tíma­ lønina. Einastu sum arbeiddu í Havn Teir einastu menn, sum arbeiddu, vóru eg og Grækaris hjá Berinti. Vit koyrdu bilarnar hjá arbeiðs­ mannafelagnum. Vit høvdu nokk so nógv at gera. Verkfallið skuldi ikki ganga útyvir hospitalið, so vit vóru millum annað á Velbastað eftir mjólk. Tað er eingin ivi um, at hetta verkfallið var sera álvarsamt. Bygdamenn hava altíð roynt at sloppið inn í Havnina at fáa arbeiði. Teir vóru sum so ikki í verkfalli tá. Eg var vitandi um, at bilurin fór heilt niðan á Hvítanes at steðga teimum, tá ið teir komu hagar. Verkfallð vardi í meira enn tríggjar vikur, og tað var kalt. Tað byrjaði at stramma í hjá fólki við neyðsynjarvørum. Eg fekk at vita, at teir vóru í ferð við at gera eina borgaravernd. Hevði hetta hent, hevði tað verið ein stór vanlukka fyri Havnina, tí tað vóru bæði bensinsbumbur gjørdar og byrsur løddar. Tað hevði verið ein tragedia fyri Havnina um verkfallið ikki helt uppat tá. Eisini var tað so, at fiskimanna­ felagið og reiðarafelagið høvdu hug til at seta seg upp ímóti arbeiðsmonnum. Skipini komu heim av Suðurlandinum, og teir vildu hava tey lossaði. Fiskimenn hóttu við at landa sjálvir, so teir kundu sleppa avstað aftur. Verkfallið helt uppat og virk­ semið byrjaði aftur, men hvat hendi so? Tá reyk Sjóvinnubankin. Hetta fór beinanvegin at merkj­ ast. Allir pengar blivu vekk. Tað vóru eingir pengar at forvinna, so føroyingar fóru við týskum og enskum trolarum, og nógvir fóru til Íslands. Tíðirnar vóru vánaligar inntil út móti 60­unum, tá gongd var komin á endurnýggjan av skipaflotanum. Formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag Eg havi eisini verið formaður Húsini hjá Arbeiðsmannafelagnum, Evensens pakkhús, har eisini kolasølan helt til Frá verkfallinum í 1951