Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 115 • 18. juni 2008 8. partur Kolasølan Seinasta greiddi eg frá, tá ið eg mundi enda á Isle of Man, tí eg hevði tikið ein pakka við úr Íslandi fyri ein mann, sum eg kendi. Her skal skoytast uppí, at hesin maður eisini varð avhoyrdur av bretum í Íslandi, samstundis sum eg var avhoyrdur í Bretlandi. Hetta hevur verið álvarsamt! Aftaná, at eg hevði siglt undir krígnum og eisini aftaná kríggið, fór eg at arbeiða á kolasøluni hjá arbeiðsmannafelagnum. Søgan um kolasøluna er, at tá ið seinni heimsbardagi brast á, fekst so lítið av útlendskum koli. Tí varð so mikið meira av koli høgt í Suðuroy. Á Tvøroyri høvdu menn stovnað Arbeiðsmanna Kolavirki, sum høgdi kol í Ranga­ botni. Tað hevði so mangan verið tosað um, at Havnar Arbeiðs­ mannafelag átti at fingið sær eina kolasølu, sum seldi í smáum til húsarhaldini, og nú hildu teir løtuna vera komna. Felagið átti Evensens pakkhús, og her stóð kjallarin tómur, so har lá fyri at hava goymslu og skrivstovu. Tískil fekk Havnar Arbeiðs­ mannafelag einkarrætt at selja kol frá Kolavirki Arbeiðmanna á Tvøroyri við teirri treyt, at teir altíð skuldu hava teirra kol á goymslu og ikki skuldu selja annað kol enn teirra. Arbeiðsmanna Kolavirki hevði í 1940 yvirtikið kolavirksemið í Rangabotni, eftir at Føroya Kol hevði steðgað sínum virksemi. Tískil var tað arbeiðsmanna­ felagið Fylking, sum gjørdist arbeiðsgevari hjá teimum, sum arbeiddu í kolinum. Havnar Arbeiðsmannafelag skuldi sjálvt koma eftir kolinum á Drelnesi. Kolavirkið skuldi binda seg til at lata kol í teimum nøgdum, teir vóru førir fyri. Men komu fleiri skip í senn eftir koli mátti fermast eftir tørni. Tað var einmælt samtykt á limafundi 21. august 1940 at taka við hesi einkarsølu fyri Havnina, og felagið samtykti at seta sínar ognir í veð fyri einum láni uppá kr. 10.000 til kolahandilin. Tað varð eisini seinni samtykt ein skamtan av koli, sum gav hvørjum húsarhaldi 500 kg av føroyskum koli um mánaðin um veturin og 350 kg um summarið. Søkt varð i bløðunum eftir manni at flýggja kolið út og settur varð Juul Poulsen, skrivari í Havnar Arbeiðsmannafelag. Keypast skuldi eisini ein kolvekt og onnur amboð. Kolaprísirnir vóru settir at vera 62 kr. fyri tonsi av goymslu og ókeypis koyrt til hús. Av bryggju var prísurin kr. 57 og eisini koyrt ókeypis. Í 1943 varð samtykt at hækka kassakredittin hjá kolasøluni í Føroya Banka upp í kr. 50.000, eins og tað var samtykt at byrja klædna­ sølu. Hesa klædnasølu hoyrist ikki nakað serligt um seinni, uttan at hon varð avtikin aftur. Farið verður til Roynds Kolasølu Í 1946 eru teir farnir at keypa kol frá Roynds Kolasølu í Hvalba. Tað sæst ikki, hví hetta var. Men Kola­ virki Arbeiðsmanna fekk trupul­ leikar, og kann hetta vera orsøkin. Kolasølan gongur ikki so væl fíggjarliga hóast nógv verður selt. Í 1947 verður Torbjørn Zac­harias­ sen, sonur Jógvan Zac­hariassen, settur sum leiðari av kolasøluni. Ábyrgdina av virkseminum hevur eitt driftsráð, sum var sett av Havnar Arbeiðsmannafelag. Tá verður eisini farið at selja útlendskt kol og koks. Kolasølan vaks munandi og gjørdist ein tann størsta í landinum. Stjórin á kolasøluni gjørdist eisini stjóri á Sælingahellu, sum átti trolaran Havborgina. Í 1950 vóru seld 2.500 tons av koli og virðið var kr. 393.000, men hóast hetta var fíggjarliga úrslitið vánaligt. Skipini, sum komu við kolinum til Havnar vóru Stapin, sum var úr Suðuroy, og Rókur hjá Skipa­ felagnum. Ikki bert at siga tað at bera kol Eg kom at arbeiða á kolasøluni, tí ein svágur mín, Jóan Petur Poulsen av Eiði, hevði koyrt har, og hann bað meg loysa seg av. Hann hevði fingið ein túr við einum enskum trolara. So eg fekk hansara arbeiði. Hann kom kortini aftur, og eg helt eisini áfram. At bera kol runt um í Havnina var ikki bara sum at siga tað. Tað var nógv nýbygging eftir kríggið. Tað vóru nógvir býlingar, sum í Vaktarhúsbrekku, úti í Hornabø og úti í Grønlandi. Gøtur sum R. C. Effersøesgøta, Bøkjarabrekka og Jóanes Patursonargøta vóru ikki til tá. Tá ið húsini vóru uppkomin, skuldu tey hava hita, so málarar­ nir kundu kom inn. Í hesum nýggju býarpørtinum vóru vegirnir ofta vánaligir, so man mátti ofta bera kolið á bak­ inum langa leið. Tað var so nógv kol brúkt. SEV kom ikki fyrr enn fyrst í 50­unum. Eitt sindur seinni kom eisini fløskugassið hjá Gass Martin og enn seinni komu oljufýringar. Hetta við at bera kol var ofta váttligt. Tað var ofta regn. Sekkir­ nir stóðu úti. Einki var innilokað, so sekkirnir vóru ofta vátir. Kola­ sølan hevði goymslu uppi á Glas­ heyggi. Hetta pláss er heldur ikki tað besta til vind. Men líka mikið. Tað var heilt sjáldan, at vit, sum arbeiddu har, høvdu krím. Ofta lá Havnin niðurslaktað í forkølilsi, men hjá okkum bilaði sjáldan. Tað var nógv broytt við útkoyr­ ing av koli frá tí fyrsta, eg minnist. Tá ið eg var smádrongur koyrdi Jákup Mic­hael Mikkelsen, pápi Gunnar Mikkelsen, hesta­ vogn hjá Valdemar Lützen. Teir tóku einar fýra fimm sekkir, og so fóru teir í býin við hestavogni við kolinum. Eg plagdi onkuntíð sum smádrongur at sleppa uppí. Men tá ið vit so koma til hesi hálvtrýssini vóru so nógvir bilar, sum koyrdu kol. Millum annað hevði Valdemar Lützen einar sjey bilar sum koyrdu kol, kolasølan hjá okkum hevði tveir, Balslev & Goos hevði ein. Umframt hevði Broc­kie stóra kolagoymslu. Hon var serliga til trolarar og aðrar stórar brúkarar. Vit roknaðu við, at vit skuldu koyra tvey less fyrrapartin og tvey less seinnapartin. Tað vóru tveir mans við bilinum. Tveir fyltu uppí sekkirnar. Tað vóru tískil einir Johan Norðfoss: Kolasøla og verkføll Vit eru komin til næstseinasta part í hesi røðini við frásøgn hjá Johan Norðfoss. Nú kemur ein partur av hansara lívi, sum hevur samband við Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann fer at arbeiða á kolasøluni hjá felagnum. Johan gjørdist eisini ein partur av stóra verkfallinum í 1951 Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo At høgga kol var eitt strævið arbeiði. Teir máttu sita niðri og arbeiða Juul Poulsen og Sofus Olsen. Fyrsti og seinasti stjóri á kolasøluni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag