Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 115 - 18. juni 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Fýra 10-mannafør verða við, tá kapp- róðurin á jóansøku verður skotin ígongd Triðja FM-stevnan verður um vikuskiftið. Jóansøkan verður í ár í Vági, Róðrarsambandið hevur nú boðað frá, hvussu bátarnir liggja til kappróðurin. Plássini eru sum vant sett eftir, hvussu bátarnir stóðu seg á seinastu FM-stevnuni. Til 10-mannafarsróðurin verða hesa ferð tveir »Ormar”. Ormurin er nýggi báturin hjá Knørri, meðan Ormurin Langi er báturin hjá vágbingum. Barnaróður, dreingir 5 Blikur 6 Frúgvin 7 Spógvin 8 Jallurin 9 Teistin 10 Junkarin 11 Títlingur 12 Havfrúgvin Barnaróður, gentur 4 Falkur 5 Spógvin 6 Tjaldrið 7 Teistin 8 Ørnin 9 Frúgvin 10 ítlingur 11 Hvassi 12 Blikur 13 Kollur 14 Junkarin 5-mannafør, gentur 6 Blikur (0) 7 Jallurin 8 Hvassi 9 Drekin 10 Junkarin 11 Firvaldur 12 Tambar 6-mannafør, kvinnur 8 Jarnbardur 9 Gongurólvur 10 Lómur (G) 5-mannafør kvinnur 5 Havfrúgvin 6 Katla 7 Ritan 8 Frúgvin 9 Sílið 10 Erla Kongsdóttir 11 Teistin 12 Báran 13 Blikur 6-mannafør menn 5 Víkingur 6 Rádni 7 Gongurólvur 8 Tvørábáturin 9 Sundabáturin 10 Riddarin 11 Lómur 12 Jarnbardur 13 Fortuna 8-mannafør 7 Kvívíkingur 8 Argjabáturin 9 Heiðabáturin 10 Árnfirðingur 11 Knørrur 10-mannafør 7 Nólsoyingur 8 Ormurin 9 Havnarbáturin 10 Ormurin Langi Nólsoyingurin og Ormurin Langi eru við Sjey av teimum átta fjórðingsfinalu- liðunum eru nú funnin. Lagt er upp til nakrar spennandi fjórðingsfinalur, har eitt nú Portugal og Týskland bresta saman FÓTBÓLTUR Pætur Albinnus patur@sosialurin.fo Gleðis- og sorgartár hava longu verið at síggja, nú bara eitt umfar í einum bólki er eftir at leika. Størsta vónbrotið liggur uttan iva í Fraklandi, har landslið teirra endaði aftast í bólki C. Hóast spádómar ikki hava spátt annað, so er tað fyri heimaáskoðararnar eisini eitt vónbrot, at Sveis og Eysturríki ikki komu víðari. Bæði liðini høvdu nógvar góðar fótbóltsligar løtur, men tá ið kom til stykkis, var hvørki av vertslondunum góð nokk. Russland ella Svøríki? Sjey av átta fjórðingsfin- aluliðum eru longu funnin. Ein bólkur vantar framvegis at avgerast, og her spurn- ingurin, hvør tryggjar sær áttanda og seinasta at- gongumerkið til fjórðings- finaluna. Kappingin er ímillum Russland og Svøríki, sum bæði hava trý stig í bólki D. Júst hesi lið hittast í Innsbrück kl.19.45 í kvøld, og vinnarin hevur tryggjað sær forkunnuga plássið í EM-fjórðings- finaluni. Svøríki hevur fyri- munin við einari málúrtøku, ið er trý mál betri enn tann Russiska. Hetta førir við sær, at Svøríki kann sleppa víðari við javnleiki. Bæði liðini tykjast at vera klár til henda sera týdn- ingarmikla dystin. Bilyalet- dinov, Zhirkov og Torbinski hava allir vera ivasamir fyri Russland, men allir væntast at gerast klárir til dystin. Einasti leikari, sum við vissu ikki verður við, er svenski Christian Wilhelmsson. Har- afturat eru Zlatan Ibrahimovic og Niklas Alexandersson ivasamir. Fjórðingsfinalubrak Tvey av luttakandi londun- um, sum helst hava borðreitt við besta fótbóltinum higartil, bresta saman í einari fjórðingsfinalu. Hetta er stórdysturin millum Portugal og Týskland, sum verður leiktur á St. Jakob-Park í Basel hóskvøldið. Megnar Ronaldo at ganga ígjøgnum veiku týsku verjuna, ella fara týskarar við Ballack á odda at berja seg víðari til hálvfinaluna? Hetta verður sera áhugavert at fylgja við í, men framvegis manglar eitt lið til at manna fjórðingsfinalurnar. Og tað liðið verður altso funnið í kvøld klokkan 19.45. Lagt er upp til brak í fjórðingsfinalu Svenski málmunurin er somikið góður, at teir standa seg við javnleiki, tá teir í kvøld spæla móti Russlandi Frakland-Italia 0-2 (0-1) 0-1: Andrea Pirlo (br.), 25. 0-2: Daniele De Rossi, 62. Holland-Rumenia 2-0 (0-0) 1-0: Klaas-Jan Huntelaar, 54. 2-0: Robin Van Persie, 87. Komandi dystir Bólkur D Dagur Klokkan Dystur 18.06 19.45 Russland-Svøríki 18.06 19.45 Grikkaland-Spania Fjórðingsfinalurnar: Dagur Klokkan Dystur 19.06 19.45 Portugal-Týskland 20.06 19.45 Kroatia-Turkaland 21.06 19.45 Holland-Russland/Svøríki 22.06 19.45 Spania-Italia EM-dystir