Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 18. juni 2008 15 nøvn Myndir: Jens Kristian Vang Almenn móttøku var á Par­ nassinum á Hotel Hafnia fríggjadagin 13. juni í sam­ bandi við at Jóannes Dals­ garð fer frá sum stjóri í Húsalánsgrunninum, eftir at hava starvast har síðani grunnurin var stovnaður 1964. Seinastu 28 árini var Jóannes stjóri á Húsaláns­ grunninum. Jóannes Dalsgarð er argja­ maður, men vaks fyri tað nógva upp í Sandavági, hið­ ani mamman er ættað. Kom­ in aftur til Argjar eftir lokna skúlagongd lærdi hann í handlinum hjá Valdemar Lútzen í Vágsbotni. Seinni fór hann at starvast hjá verfaðirinum, Hanusi við Høgadalsá, sum var reiðari og eisini umsat tann tá nýstovnaða Húsaláns­ grunninum miðskeiðis í sekstiárunum. Eftir at Húsalánsgrunnur­ in varð umskipaður og Hanus við Høgadalsá legði frá sær sum stjóri, setti landsstýrið Jóannes sum stjóra í grunninum, sum fekk stóran og týðandi lut í sethúsafíggindini sum frá­ leið. Jóannes hevur stjórnað Húsalánsgrunninum fyri­ myndarliga saman við góð­ um starvsfólkum. Bæði í arbeiði, í ítrivi og í øðrum høpi er hann røkin og hjálp­ samur. Jóannes hevur altíð verið virkin. Í mong ár spældi hann við 1. og 2. mansliði hjá Kyndli, eins og hann hevur verið nevndarlimur og formaður í felagnum. Sum hugsjónarmaður og formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag átti Jóannes sín stóra leiklut í at gera Tjóðveldisflokkin til størsta flokk viðvalið í 1998. Næstan hálva øld í Húsalánsgrunninum Hjúnini Guðrun og Jóannes Dalsgarð Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, hevur arbeitt nógv ár í Húsalánsgrunninum Jóannes Dalsgarð fer frá sum stjóri í Húsalánsgrunninum, eftir at hava starvast har síðan 1964 Familja, vinir og kenningar vóru til móttøkuna á Hotel Hafnia fríggjadagin 13. juni