mikudagur 18. juni 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 115 - 18. juni 2008
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan
við
Henry
Christophersen fer úr
Landssjúkrahúskapellin
um hóskvøldið 19. juni
klokkan 18. Jarðarferðin
verður úr Vestmanna
kirkju fríggjadagin 20.
juni klokkan 15. Tey, ið
vilja minnast Henry,
kunnu lata eina gávu til
Missiónshúsið í Vest
manna, konta í peninga
stovnunum.
Jens Cramer, Århus,
andaðist mánadagin 16.
juni, 68 ára gamal. Jarð
arferðin verður leygar
dagin 21. juni klokkan
10.00 frá Vor Frue
Kirke, Vestergade 21,
8000 Århus C.
Anna Elisabeth Vang,
Tórshavn, vanliga nevnd
Lillan í Grønlandi, andað
ist sunnudagin 15. juni,
90 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Hon situr við stokkum í
sínum lenistóli í stovuni.
Hon bindur og bindur. Klút
arnir skula vera 20 x 20 cm.
Tá íð ein er liðugur, tekur
hon annan tráð uppá og
heldur áfram. At enda er
ein favnur bundin til longd
ar. Onkur annar seymar tað
saman til fagurlitt, snotuligt
kloddateppi við snøggari
rond uttanum. Og meðan
hon bindur, veit hon, at í
fjarløgdum londum leita
fátækrafólk sær fløva undir
kloddateppum hennara.
Undir liðini stendur vatn
kannan. Tvær kannur skula
tømast hvønn dag. Hon
brosar og smílist og slær alt
upp í glens, meðan gullstiftir
skyggja í tanngarðinum.
Teir vøkru, sólbrúnkaðu
kvinnuleggirnir liggja fram
á skammilin og fyriklæðið
verjir kjólan móti ullráðnum
og stokkunum. Hon er ikki
í brillum. Trina er mest sum
blind. Kortini bindur hon,
skeinkir sær og ger sær ein
bita.
Láturin. Hon lær og
skemtast, undrast, spyr og
sigur frá. Men ikki úr goml
um døgum, uttan tú spyrst
hana. Hon sigur frá sínum
næstu við Keldu í Leirvík,
børnum teirra, barnabørnum
teirra, útbúgving teirra og
hvussu
teimum
gongst.
Minni er sum ein telda.
Hon undrast, men tað gerst
tú eisini. Men tú undrast á
hesa gomlu lívsjáttandi kon
una, sum dregur fólk til sín.
Heimahjálparkvinnur komu
og fóru, men tær vitjaðu
kortini aftur – og børn
teirra. Kenningar og børn
teirra. Hvussu kann ein 100
ára gomul eiga so nógv at
taka av og lata øðrum.
Hon var barn Við Keldu í
Leirvík. Pápin Jógvan Vita
lis var keypmaður og dekn
ur. Han noyddist at gevast
at handla, var útróðrar og
fiskimaður. Mamman var
Olevina f. Petersen uppi í
Tungu í Mikladali. Hon
plagdi at vera um sjúk og
barnakonur. Dyrnar vóru
víðopnar, so har vuksu børn
upp, fullgingin og gomul
fingu innivist. Hjartarúmið
var vist nógv størri enn hús
rúmið.
Trina fór niður at tæna,
heimaftur og niðuraftur,
fann danskan mann, Alfred
Møller Jensen. Tey áttu
mong ár saman, men hon
hevur livað eini 25 ár eftir
hann. Tey høvdu vaskarí og
reinsarí í Klaksvík í fimtiár
unum,
fluttu
niðuraftur,
hann royndi seg sum heil
sølumaður og at enda lótu
tey reinsarí upp í Ørbæk á
Fyn, har bróðursonur henn
ara arbeiddi. Hon fostraði
eina systurdóttur upp og
hjálpti systrini, sum fekk
12 børn, men Trina og
Alfred fingu sjálvi eingi
børn.
Og tú vendir aftur til
Trinu í síni stovu í Ørbæk.
Eitt guds undur. Er ikki ov
nógv lot, setir hon seg á
stólin úti á altanini og sólar
sær í vesturskininum. Hon
fer ikki longri enn íbúðin
loyvir, hon er innandura.
Men hugurin leitar aftur á
løtur í torvi á Heygnum og
á Vatnbhomrum, í hoyna
uppi á Brekkum og hjá
hálvu kúnni saman við far
bróður. Henni rennur í hug
løtur við sóljum uppi í bøn
um, løtur heima við hús utt
an um trogið, morgun og
aftansálm og løtur á kirkju
beinki. Tó einki er sum
slektin, tey næstu, vinfólk
og kenningar.
Trina
er
summarbarn,
fødd 18. juni 1908. Lyndið
er sum hjá ungari gentu.
Kát, spent og fró við barlast
úr einum longum og fjøl
broyttum lívi, har eisini tung
ar løtur vóru. Men summ
arið sleppur henni ikki. Tað
er í sál hennara, har grør og
blómar eisini á 100 ára
degnum. Henni veri hjarta
liga til lukku og tøkk fyri
mangar hugnaligar løtur.
Martin
Trina við Keldu 100 ár
Dagurin
20. juni. Sylverius. deyður ár 537. Hann var sonur
pávans Hormisades og gjørdist seinni sjálvur pávi,
men av politiskum grundum varð hann skjótt
frákoyrdur. Navnið merkir Skógarbúgvi.
Góða mamma, omma og langomma okkara
Anna Elisabeth Vang
(Lillan í Grønlandi)
andaðist á Landssjúkrahúsinum 15. juni, 90 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum
leygardagin 21. juni kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Hervør og Maria
Mánadagin 16. juni andaðist Óli
Kurt Hansen í Havn á Landssjúkra
húsinum, 73 ára gamal. Óli Kurt var
havnarmaður og kendur skemtari,
undirhaldari og sjónleikari.
Sum 14 ára gamal fór hann í bak
aralæru hjá Frants Restorff, har var
hann í tilsamans 7 ár. Eftir tað
arbeiddi hann í minkagarðunum í
Hoydølum í eini 34 ár, til hann fór
til Íslands at arbeiða á einum bónda
garði á Bessastøðum. Ásgeir Ásgeirs
son var íslendskur forseti í Íslandi tá.
Seinni fór Óli Kurt til Reykjavíkar,
har hann arbeiddi sum bakari í 3 ár.
Tá hann kom aftur til Føroya, fekk
hann 1. oktober 1968 starv í køkinum
á Landssjúkrahúsinum, sum var spild
urnýggjur tá, og arbeiddi hann har til
langt yvir pensiónsaldur. Tann 1.
oktober 2003 kundi hann halda sín
35 ára starvsdag.
Óli Kurt var kendur innan sjónleik
og barnaútvarp. Hann spældi sjón
leik, tá hann búði í Íslandi, og hann
spældi eisini sjónleik í Sjónleikarhús
inum í Havn, í Glæmuni í Kvívík og
í Norðurlandahúsinum.
Óli Kurt var í barnaútvarpinum
saman við Hermanni Jacobsen og
síðan saman við Elini Mouritsen.
Elin & Óli vóru sera væl umtókt mill
um bæði børn og vaksin miðskeiðis í
70unum. Elin og Óli bergtóku hvørt
mansbarn í Føroyum í orðsins sanna
týdningi. Ikki bara hvørt einasta
barn, men vaksin við menn og kon
ur, ung og gomul. Í 2003 kom ein
dupultfløga út við brotum úr teimum
væl umtóktu barnaløtunum hjá
teimum.
Óli Kurt Hansen deyður
Mánadagin 16. juni andaðist
Óli Kurt Hansen
Tórshavn
á Landssjúkrahúsinum, 73 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum
fríggjadagin 20. juni kl. 13.00.
Tey, ið vilja minnast Óla, kunnu geva Hjartafelagnum eina gávu.