mikudagur 18. juni 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 18. juni 2008
13
F
orargaðir danskarar spyrja
meg um hvalaveiðu. Eg eri
ein skomm fyri tjóðina, tí
eg drepi hval ... tað er ikki pent
at hýsa slíkum barbarum undir
teirri felags trónuni. Alt skal
tykjast so vakurt fyri
umheiminum, tað er bara spell,
at føroyingar ikki duga at halda
seg frá hvalunum ella um ikki
annað so reisa nøkur sláturhús
framvið strondini, har alt kundi
verið beint burtur, og eingin sá
blóðið og teir villu innføddu.
Tvøstið kundi komið út í
smáum, fínum pakkum
beinleiðis í frystaran. Tað hevði
sæð betur út.
Hvalaveiðan er javnan
“dagsins evni”. Ein verður
kløkkur av at skula hoyra, hvat
fólk, sum ikki hava kannað
málið yvirhøvur, siga, og
hvussu tey brádliga vita alt um
føroyskt grindadráp. Tey tosa um
hvalaveiðu – at veiða hval. Tað er
ikki talan um veiðu. Tað eitur
grindadráp. Føroyingar fara ikki
út á tað stóra havið og jagstra
hvalirnar inn móti landi. Teir fáu
grindahvalirnir, vit tosa um, leita
sær sjálvir inn í firðirnar, og ikki
fyrr enn her verða teir riknir inn
at strondini – nú á døgum sam
bært eini kvotuskipan. Viðhvørt
fara hvalirnir heilt upp á turt av
sær sjálvum; eingin veit hví. Í
USA hava vælmeint umhvørvis
fólk roynt at reka strandaðan hval
út aftur á opið hav. Tey hava hild
ið lív í teimum við at veita vatn
útá teir inni við sjóarmálan og
roynt at sleipa teir út við ketum
og ómetaliga stórum kranum. Tað
lukkast ikki hvørja ferð, og hvalir
nir doyggja. Tað hevði verið hum
anari at givið teimum banahøggið
alt fyri eitt. Tað hevur verið syrgt
fyri landsumfatandi fjølmiðla
tænastu. Kenslurnar hjá fólki
kóka yvir, tað verður tikið fram
um alt annað so sum píning,
harðskap og morð móti menni
skjum, misbrúktum børnum,
illgerðunum hjá sinnissjúkum
religiøsum fanatikarum. Soleiðis
kóka kenslurnar yvir í dupult
moralsins heilaga navni.
Føroyingar duga ivaleyst best í
øllum heiminum at handfara
grindadrápið. Teir hava fleiri hundr
aðára royndir. Eftirlitið við drápin
um hevur verið so neyvt, at hvør
tann einasti hvalur er taldur og skrá
settur síðan 1500talið. Tað fær
eingin veiðumaður í verðini gjørt,
sama hvat veiðuhátt hann nýtir.
Paul Watson er ein lygnari, tá ið
hann billar umheiminum inn, at
hvalirnir pínist illa, áðrenn hann
doyr. Tað ber nú einaferð ikki til
at fanga hvalin við hjóli og flugu
og leggja hann á eitt skeribretti og
handfara hann a´la franskan beuf.
Tað er sjálvsagt, at havið verður
reyðlitt at blóði, tað eru jú stór
dýr. Hvalurin verður dripin skjótt
og væl. Hann doyr innan 25
sekund. Longdin á tí serliga
grindaknívinum er neyvt skapaður
til. Tann ekki, sum Watson hevur
fyri hvalinum, ið sambært honum
spjálkar av pínu, er ógrundaður.
Hanin rennur eisini runt við
ongum høvdi, og reyðsprøkan
spraklar víðari á pannuni. Tað
sigur seg sjálvt, at refleksini hjá
hvalinum virka ógvislig.
Paul Watson hevur einki gott í
kvittanum. Tað er reinur fjøl
miðlaleikur. Hann hevur keypt
sær skip í Norra gjøgnum ein
millumkeypara, og norðenn vóru
ógvuliga harmir, tá ið teir frættu,
hvat skipið skuldi brúkast til.
Slíkir aktivistar øsa “løtt offur”,
her kenslurnar fyri teimum tittu
dýrunum verða misbrúktar í
staðin fyri at upplýsa við skyn
semi. Á alnetinum kann almenn
ingurin atkvøða fyri og ímóti
grindadrápi. Tey løttu “ofrini”
seta kross við “átti at verið
bannað”. Tey halda við myndini
av nógvum blóði í huga, at før
oyingar eiga at liva við ongum
tvøsti. Tað er neyvan eitt tað
einasta av hesum fólkum, ið vita,
at Føroyar fyri fáum áratíggjum
síðan vóru nummar tvey í heim
inum við tí føðsluríkasta kost
inum. Ja, tað er nettupp kostur og
føðsla, vit tosa um her. Fremm
and fólk vilja ráða yvir okkara
kostvanum. Tey spyrja, hvat vit
vilja við hvalatvøsti í 21. øld, tá
ið nú “sivilisatiónin” hevur borið
okkum pizza og svínahakkikjøt
og reyðar pylsur. Frystiboksirnar
í stórhandlunum eru á tremur við
“siviliseraðum” mati av ógreinil
igum uppruna, pumpað upp og
fylt við vitvitaikkihvørjum og
pent pakkað inn í plast, so at tað
ikki dálkar. Hvussu “fínt” er tað
at eta Foie Gras við silvurbestikki
og spílaðum lítlafingri, tá ið ein
hugsar um, hvussu hesin dýrabari
matur varð til? Gævi tey fingu
tað í hálsin, sum tey neyðars
upphavsdýrini fáa tað! At for
bjóða føroyingum at eta tvøst
hevði verið tað sama sum at vit
tóku rísið frá kinesarum, fruktina
frá sunnanfólki og grønmeti frá
danskarum.
Fáa natúrfólk brádlilga fremm
and evnir í staðin fyri sín gerandis
kost, verða tey sjúk. Bananir og
grønkál eru ivaleyst góður matur
– bara tey ikki eru sprænd við eitri
– men tað hevur aldrin verið grøði
hvørki í Grønlandi ella í Føroyum.
Í sólini í suðurlondum eta fólk
appilsinir og salatbløð. Varð tað
tikið frá teimum, og tey vórðu
tvingað til at eta ráa kópalivur í
staðin, høvdu TEY verði sjúk, tey
eru ikki lagað eftir tí forminum
fyri føðslu. So einfalt er tað.
Síðan “sivilisatiónin” kom hava
tilburðirnir av álvarsligum sjúkum
vundið upp á seg í Føroyum.
Tað er ein endurtøka av
Brigitte Bardot og tí yndiga triks
bílatinum av nósanum! í eini
desperatari roynd at koma í
almannaeygur aftur, eftir at
vænleikin var følnaður og ikki
seldi í sjálvum sær, trein hon
fram sum frelsunareingilin hjá
nósanum og ávirkaði tilveru
grundarlagið hjá einum natúr
fólki. Uttan at hugsa um, at natúr
fólk í áratúsundur byggja upp sín
føðslutørv eftir tí, sum nettupp
teirra natúr ber teimum av mati.
Hvat vita Brigitte Bardot og onn
ur víðagitin fólk sum til dømis
poppmusikarar um matarhald hjá
natúrfólki? Tey gera “eitt ella
annað” umhvørvismál til sína
stórsak til tess at vinna heimsins
samhuga, so at verðin gloymir
teirra grunnskygni. Fleiri teirra
ána ikki, hvat tað er, tey “stuðla”,
og tey eru teimum meiri at skaða
enn gagni.
Vit eru uppvaksin við grinda
drápi, eins og vit sum børn hugdu
at, meðan lombini vórðu flett, og
fuglurin varð kiptur. Misskiltur
eymleiki nyttar einki hjá teimum,
ið eru uppvaksin í eini ómildari
natúr. Í Danmark og øðrum lond
um vita børnini nóg illa, hvaðani
tær reyðu pylsurnar, hamburgar
arnir og høsnarungalørini koma.
Alt kemur frá deyðum djórum –
og tey eru vónandi ikki sjálvdeyð
– við einum sindri av hvørjum útí
og einum litstroyggi, ið fær alt at
síggja so pent út. Hvat lív hava
hesi dýr livað, áðrenn tey vórðu
dripin og tilgjørd til frystaran.
Ikki so gott lív sum okkara fugl
ur, seyður og hvalur. Skulu vit
gevast við at drepa dýr, tí tey eru
so søt og fitt? Ella tí tey eru int
elligent? Svínið sigst vera eitt av
heimsins gløggastu dýrum. Hvør
nístir meira enn ein strongdur
grísur – og hvussu ringt hevur ein
alisúgv tað ikki av sínum legu
sárum, tá ið hon ikki longur fær
reist seg úr sínum bóli, tíansheld
ur rørt seg – men hvussu so víkir
og vendir aftur og aftur verður
kvigin? Hví eta fólk djóratjógv
uttan at gráta um tey dárandi
dádýraeyguni. Ella fitt smálomb.
Hvat við samvitskuni fyri teim
um elskiligu, smáu høsnarung
unum, ið eru kryplaðir av vakstr
arhormonum í búrhøsnastøðini í
sínum vesaliga – tíbetur fyri teir
stutta lívi. Lastbilafylgir við kálv
um, ið verða fluttir livandi, sam
anstúgvaðir í beinleiðis stresstor
turi úr Danmark til Hollands til
tess at nøkta brúkararnar. Svína
flutningur og ditto rossaflutning
ur, har tey ikki halda tað vera
neyðugt at geva teimum neyðars
dýrunum ein vatndropa – tey
skulu doyggja skjótt kortini, og
tíð er pengar.
Tala her um djórapínslu so tað
munar. So skal ein finna seg í
lesarabrøvum frá danskarum, ið
sum turistar í nettupp Hollandi
verða spurdir um, hvat tað er fyri
eitt merkiligt land, teir eru í ríkis
felagsskapi við, har tey drepa
hval. Ja, hugsið tykkum, teir neyð
ars turistarnir eru forskammaðir
av hvalaveiðuni hjá føroyingum;
“det er jo primitivt og hører ikke
hjemme i nutiden de kan bare
købe den mad, de har brug for".
Nei, føroyingar eru ikki bar
barar. Okkara dýr liva frítt og uttan
stress. Vit drepa ikki hval til stuttl
eika og aldrin við vinnuligum
endamáli. Grindin, ið kemur fram
við firðum okkara, hevur í allar
tíðir verið mett sum Guds gáva til
okkara fólk sum eitt kærkomið og
neyðugt ískoyti til tann mat, sum
fjallið og havið annars góvu í
einum avbyrgdum samfelag. Spik
ið (meirómettaður fiti) var týdn
ingarmesta vitaminkelda í øldir.
Vit fingu teir spikbitar, ið sam
svaraðu okkara aldri, fimm ár
javnt við fimm spikbitar á ein
rugbreyðbita. Siðurin við at býta
úrdráttin frá grindadrápinum til
hvørt einasta húskið í bygdini var
tann mest einastandandi sosiala
skipanin, ið var til. Tá ið eg var
smágenta gingu grindamenninir
hús úr húsi og vissaðu sær, hvussu
mong hoyrdu til húskið, og vóru
gestir har, vórðu teir taldir við.
Tann viðferð, onnur bjóða sín
um djórum – bara við vinnu
ligum endamáli – er barbarisk
djórapínsla. Tað er syrgiligt at
síggja, hvussu hesi dýr liva,
áðrenn tey verða dripin. Har er
tað bara nøgdin, ið telur. Paul
Watson ella aðrir útlendingar
eiga ikki at stýra okkara mat
vanum. Teir áttu heldur at hugsa
um dálkingina av høvunum, ið
oyðileggur bæði hvalatvøst og
annað úr havinum. Heilt skjótt
sleppa teir frá at stúra fyri hav
sins ríkidømi. Hvalurin er so
fullur av kviksilvuri og skitti frá
tí siviliseraða ídnaðinum, at hann
og hansara beggjatrællir fáa sín
vilja, tá ið tvøstið ikki er etandi
longur. Innan ta tíð man tað vera
funnin onkur mannagongd til at
beina burtur strandaðan hval. Tað
eru dálkingin og aðrar manngjørd
ar vanlukkur, ið oyðileggja yms
an djórastovn og forða føðiketuni
í at virka, sum hon eigur. Vit vita,
at vit tí eru noydd at venja okk
um við nýggjar orkukeldur, ið
verða fluttar inn uttanífrá. Og
áðrenn vit eftir fleiri ættarlið
hava vant okkum við øðrvísi
føðslu, vinda krabbamein og
aðrar álvarsligar sjúkur upp á
seg í Føroyum.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til eirikur@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Orsaka, eg eri
føroyingur!
Tíðargreinin
tíðargreinin
Josefina Smith
Greinina niðanfyri skrivaði
Josefina Smith, sum býr í
Korsør, fyri einum tveimum ár
um síðan mest sum í sinnisrør
slu um eitt álop afturat á “teir
norðuratlantisku barbararnar”,
ein kampanja á Ekstrablaðs
stigi, har fólk kundu atkvøða
um, hvørt grindadráp skuldi
verða bannað ella ikki. Greinin
hevur ligið sum kladda í teld
uni, men nú kyknar sinnisrørsl
an uppaftur, bæði tí, at danskir
politikarar hava kúvent og djóra
vælferð yvirhøvur, herímillum
tað vamlisliga uppskotið hjá
Danska Fólkaflokkinum, setir
djór yvir vælferðina hjá fólki,
sigur hon.
Hugleiðingarnar eru kenslu
løddar, men hetta er eisini eitt
viðbrekið mál hjá føroyingum.
Josefina heldur tað vera ov ván
aligt, at vit føroyingar altíð av
marka okkara verju móti okk
ara barbarimage til eitt lítið
pipp viðhvørt um, at grindahval
urin er ikki eitt hótt slag. Tað
býr so nógv meiri undir.
Josefina Smith hevur búð í
Danmark í meira enn 30 ár,
arbeitt í ferðavinnuni í líka so
mong ár og ferðast um alla
verðina. Tað umframt upp
vøksturin heima í Føroyum
hevur givið henni eina serstaka
fatan av aðrari mentan og siða
arvi. Tað er hetta innlit, hon
sóknast eftir bæði hjá Green
peace, Paul McCartney og
mongum øðrum.