mikudagur 18. juni 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 115 - 18. juni 2008
Stutt Sagt
Eftir
Taliban
Afghanskir og kanadiskir
hermenn fóru í morgun
nundir eitt átak ímóti
uppreistrarmonnum
hjá
Taliban, sum hava tikið
seg
fram
nærhendis
býnum
Kandahar
har
suðuri í Afghanistan í
seinastuni. Talsmaürin hjá
NATO, Mark Laity, segði
í morgun, at teir fyrstu
samanbrestirnir
høvdu
longu verið, men hann
nevndi einki um møguligt
mannfall. CNN sigur seg
hava fingið at vita frá
NATO-keldum, at umleið
800 uppreistrarmenn hjá
Taliban eru komnir til
leiðirnar við Kandahar ta
seinastu tíðina.
Prísurin
ger mun
Vilja politikararnir hava
fólk at leggja av at roykja,
kann príshækking vera
ein loysn, men tað er ikki
vist, at tað er loysnin. Í
USA vísir ein kanning, at
amerikanarar roykja 18
prosent færri sigarettir nú
enn í 2000, tá prísurin á
sigarettum fór upp, sam-
stundis sum onnur tiltøk
vórðu sett í verk.
Men amerikanska kann-
ingin
vísir
eisini,
at
amerikanarar keypa meiri
tubbak at balla nú enn
fyrr, og at teir keypa eisini
meiri snús nú enn fyrr.
Greg Connolly, sum hevur
staðið fyri kanningini, sig-
ur við AP, at meirnýtslan
av balli og snúsi svarar til
umleið ein triðing av tí,
sum sigarettnýtslan er
minkað. Greg Connolly
heldur út frá hesum, at
kanska ber tað ikki til at
skerja roykingina meiri
bara við príshækkingum.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Andstøðuleiðararnir skulu vita, at vit eru til reiðar at
taka teir, um tað so er á alljósum degi
Robert Mugabe
útlond
Fyri fyrstu ferð í
seks mánaðir hevur
kubanska sjónvarpið
víst myndir av Fidel
Castro
Fyrrverandi kubanski leið-
arin Fidel Castro hevur ikki
verið á sjónvarpsskíggj-
anum, síðani hann hitti
brasilska
forsetan,
Luiz
Inacio Lula da Silva, tá
hesin var á vitjan í Kuba í
januar. Alment hevur Castro
ikki verið frammi, síðani
hann bleiv sjúkur fyri skjótt
tveimum árum síðani, og tí
hava fleiri gitt, hvar hann
mundi vera, og um hann
kanska var deyðsjúkur.
Men nú hevur kubanska
sjónvarpið
manað
allar
gitingar í jørðina. Sjón-
varpið vísti í gjár myndir
av Castro saman við bróð-
urinum og eftirmanninum
Raul Castro og venesuelska
forsetanum, Hugo Chavez.
Eygleiðarar siga, at tann
82 ára gamli Fidel tóktist
vera væl fyri likamliga og í
góðum hýri.
Fidel Castro fór frá í
februar eftir at hava verið
kubanskur leiðari í næstan
50 ár. Bróðurin Raul tók
við.
Fidel er ikki deyður
Abu Qatada, sum sigst
vera høgra hond hjá
yvirgangsleiðaranum
Osama bin Laden
í Evropa, varð í
dag latin leysur úr
varðhaldi í Bretlandi
Tað er kærustovnurin í
innflytaramálum, sum hev-
ur gjørt av, at Abu Qatada
skal sleppa úr varðhaldinum,
men stovnurin leggur fleiri
treytir við. Abu Qatada skal
altíð hava eina elektroniska
fótleinkju um annað beinið,
so myndugleikarnir altíð
kunnu vita, hvar hann er
staddur, og hann sleppur
bara út fyri dyr tveir tímar
um dagin.
Herumframt
fær Abu
Qatada forboð fyri at tosa
við ávís fólk, teirra millum
Osama bin Laden og næsta
mann hansara í al-Qaeda,
Ayman al Zawahiri. Hann
sleppur heldur ikki at tosa í
fartelefon ella ígjøgnum
teldu ella aðra samskiftis-
útgerð. Hann kann ikki taka
ímóti gestum uttan loyvi frá
myndugleikunum
burtur-
sæð frá smábørnum, sum
hann er í ætt við. Hann
sleppur
heldur
ikki
í
moskurnar at biðja.
Fyri 10 árum síðani bleiv
Abu Qatada dømdur í
Jordan fyri at hava verið
uppi í yvirgangi. Talan var
um fráverudóm, og tí hava
bretsku
myndugleikarnir
roynt at fáa hann útvístan
til Jordan, men Abu Qatada
legði málið fyri dómsvaldið
og vann har.
Bretska
ákæruvaldið
sigur, at Abu Qatada hevur
eggjað ungum muslimum
til at gerast pínslarváttar, og
amerikanarar siga, at nakrar
av prædikum hansara vórðu
funnar í einari íbúð í
Hamburg. Í íbúðini búðu
nakrir av teimum, sum vóru
við í yvirganginum í USA
11. septembur í 2001.
Høgra hond Bin Ladens
í Evropa latin leysur
Abu Qatada er latin leysur,
men er undir sera strongum
eftirliti
Mynd: Polfoto
Fidel Castro prátar
við bróðurin Raul og
Hugo Chavez
Mynd: Kubanska sjónvarpið