Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 18. juni 2008 29 Tórshavn Marathon, ið Bragdið fyriskipar, fekk herfyri altjóða góðkenning frá heimskenda maraton­ rennaranum Hugh Jones Ítróttur Bjørk Olsen bjork@sosialurin.fo Fyrsta vikuskiftið í juni fekk Bragdið, fyriskiparafe­ lagið av Tórshavn Marathon, vitjan av heimskenda mara­ tonrennaranum Hugh Jones. Hugh Jones varð vinnari av enska London Marathon í 1982 og gjørdist nummar 5 í heimsmeistarakappingini í 1987, men kom í hesum sambandi sum umboðs­ maður frá altjóða felags­ skapinum AIMS. Uppgávan hjá Hugh Jones var at kanna, um rutan hjá Tórs­ havn Marathon kundi góð­ kennast sum eina altjóða maratonrutu, og hetta eydn­ aðist. Hugh Jones kannaði rutuna við serligum mátiút­ gerðum. Rutan fekk nakrar broytingar, men varð síðan góðkend. Tórshavn Maraton verður 7. septembur í ár. Altjóða góðkenningin og lima­ skapurin í AIMS verður ein stórur vinningur hjá markn­ aðarføringini av Føroyum, greiður Bragdið frá í einum tíðindaskrivi til Sosialin. Í ítróttarblaðnum Distance Running hjá AIMS, ið kem­ ur út í 40.000 eintøkum kring allan heimin, verður føroyska tiltakið lýst. Hesin altjóði limaskapurin fer lokka enn fleiri útlendingar henda vegin, skrivar Bragdi. Til ber at melda seg til tiltakið á www.torshavnmarathon.com Studio PegaSuS tlf 456500 ProTools HD í Studio Pegasus, Klaksvík, er til sølu. ProTools HD v/fleiri góðum plug-ins Mac-telda og annað hardware Ring 456500 ella maila til alvin@ras2.fo og fá meir at vita. Føroysk maraton­ renning altjóða góðkend Hugh Jones nýtti ein serligan teljari á einari súkklu, tá ið hann kannaði rutuna hjá Tórshavn Marathon