týsdagur 17. juli 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 134 - 17. juli 2001
Nr. 134 - 17. juli 2001
3
Tá stríðið endar, ferðin øll
er gjørd,
Sál mín við hond Hans
trygt til heimið førd,
Himmalsk gleði mína sál
skal fylla tá,
Við øllum frelstum skal eg
Harran sjá.
Nú var ferðin hjá Eivindi
komin at enda, og sál hans-
ara trygg við hond Harrans
flutt til tað Himmalska
heimið, har Eivind við
gleði skoðar Harra og
Frelsara sín, sum hann so
trúliga tænti.
Ørindið oman fyri er
síðsta vers úr sanginum
»Eg eigi Hirða, ein mær
kærur er«, sum var Eivindi
ógvuliga kærur, tí tað var
ígjøgnum henda sangin,
hann sum unglingi tók
ímóti Harranum sum sínum
persónliga Frelsara. Hann
segði sjálvur frá, at tað var
einaferð hann sang henda
sangin og kom til strofuna
»Hann á krossi bløddi,
doyði fyri meg«, at ljósið
frá Golgata skein í hansara
hjarta og gleði og friður
fylti hansara sál.
Síðan tá var tað hansara
størsta ynski, at vitna um
Harra og Frelsara sín, og vit
mugu sanna, at við teimum
evnum, ið Harrin honum
gav, lá hansara partur ikki
eftir, bæði í skrift og talu.
Hvussu mangan hava vit
ikki í bløðunum sæð,
hvussu ynski hansara var at
vitna um Harran og ígjøg-
num minningarorð ynskti
at troysta onnur. Eisini
minnast vit hann í Havn-
argøtum á Ólavsøku býta
traktatir út, so tað eru
mangir føroyingar, hann
hevur rokkið við Orðinum.
Man ikki Eivind, nú hann
flutti heim, hava hoyrt frá
Harra og Frelsara sínum,
»Gott tú góði og trúgvi
tænari, kom inn til gleði
Harra tíns«.
Eivind var sonur Onnu
Sofíu og Hans (Hanse-
mann) Thomsen úr Porkeri,
har Eivind eisini varð
føddur, elst av 6 systkjum.
Anna Sofía doyði í 1978.
Eivind vaks upp í einum
góðum og kærleiksfullum
heimi við góðum foreldrum
systkjum, sum hjálptu og
stuðlaðu honum í øllum.
Tá
Hansemann
fekk
arbeiði á Matrikulstovuni,
fluttu tey til Havnar at
búgva. Eivind, ið var fødd-
ur við breki, var tó nøkur ár
niðri, har hann fekk góða
hjálp.
Ikki gloymdi Eivind sína
føðibygd, men hevði stóran
tokka til hana og vitjaði
mangan aftur, har hann
kom at vera í heimi okkara,
tá eg var smágenta. Honum
dámdi ógvuliga væl at fara
við tráðu og at ganga úti í
náttúruni.
Størsta ynski hansara var
tó at liva fyri Harra og
Frelsara sín. Eg minnist,
hvussu hann hvønn morg-
un, middag og kvøld leitaði
inn í kamar sítt at lesa í
Bíbliuni og at biðja. Minn-
ist hann eisini fara til
gongu til Vágs á møti, tí
hann ynskti at samlast um
orð
Harrans.
Eitt
av
teimum kæru minnum, eg
havi um Eivind, er, tá eg og
Meta vóru í Havn á vitjan
hjá
Hansemann
við
mammu okkara. Meta og
eg plagdu at vera saman við
Eivindi, tá hann las í
Bíbliuni, og ein dagin Ei-
vind kemur frá arbeiði,
hevði hann keypt mær og
Metu hvør sína Bíbliu.
Okkara gleði var ómetaliga
stór um okkara fyrstu
Bíbliu og gleðin ikki minni
hjá Eivindi sum gevara. Eg
ivist ikki í, at tað sáð, sum
tá varð sáað í barnahjørt-
uni, var tað sum seinni bar
ávøkst.
Í apríl í ár, tá Eivind fylti
60 ár, hevði hann stóra
veitslu fyri familju og
kenningum í Pálsstovu, og
gleddi tað hann ómetaliga,
at so mong vóru komin
saman at heiðra hann.
Eivind var í Porkeri fyri
trimum árum síðani og var
ætlan hansara at koma
suður ein túr aftur í summar
at ferðast, sum hann gleddi
seg nógv til, men so skuldi
ikki verða. Seinasta mána-
dag bleiv Eivind sjúkur, fór
síðan niður á Ríkissjúkra-
húsið, men fríggjadagin 13.
juli tók Harrin hann heim
til Sín.
Tað untist so ikki Eivindi
at koma aftur til føðibygd
sína, men hann flutti heim
til ein mangan betri stað.
Tey síðstu árini búði
Eivind á Mýruni 6, har
hann treivst og hevði tað
gott.
Góði Hansemann og øll
systkini hjá Eivindi! Tað
var gott at Eivind átti
tykkum, tí tann kærleika og
umsorgan, tit vístu honum,
var so einastandandi.
Eg vil heilsa tykkum við
niðurlagnum í sanginum
»Eg eigi hirða«.
Á við Hans síðu aldri dag
og nátt
ónt kann meg náa, nei
Hann ger alt gott!
Myrkur og sólskin, hvønn
veg tað ber –
Jesus mín Hirði, alt í øllum
er.
Friður verði við minn-
inum um systkinabarnið
Eivind Thomsen.
Anna
Minningarorð um
Eivind Thomsen
f. 14. apríl 1941
d. 13. juli 2001
Johnny Thomsen
60 ár
Týsdagin 17. juli fyllir
Johnny Thomsen, málfrøð-
ingur, 60 ár.
Johnny
Thomsen
er
føddur og uppvaksin í
Klaksvík. Faðirin, Herluf
Thomsen, var ættaður úr
Trongisvági, og móðirin
Karolina, f. Joensen, var
ættað úr Sørvági.
Johnny Thomsen er cand.
mag. í russiskum og eing-
ilskum og ein av teim
fyrstu føroyingunum, ið
nam sær hollan kunnleika í
russiskum. Hann las við
universitetið í Keypmanna-
havn, men partar av lesn-
aðinum í russiskum tók
hann í Moskva.
Johnny Thomsen var
leiðari fyri HF-skeiðnum í
Klaksvík 1974-78 og búði
síðani í Keypmannahavn í
eitt áramál. Hesi seinastu
árini hevur hann arbeitt á
Skipafelagnum,
millum
annað sum tolkur. Hann var
eisini ein av teimum, ið
tolkaðu, tá ið sovjettiski
fiskimálaráðharrin Alex-
ander Ishkov vitjaði í Før-
oyum í 1978.
Í sínum málfrøðisliga ar-
beiði hevur Johnny Thom-
sen serliga nomið sær
kunnleika í lexicografi.
Hann hevur tikið dúgliga
lut í orðaskiftinum um før-
oyska málrøkt og hevur
millum
annað
skrivað
drúgv ummæli av orðabók-
um, bæði í føroyskum og
russiskum tíðarritum.
Johnny Thomsen er gift-
ur Lenu, ið er ættað úr
Russlandi.
NØVN Í VIKUNI
C
M
Y
K
3
2