týsdagur 17. juli 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 134 - 17. juli 2001
Nr. 134 - 17. juli 2001
5
Tólv ára gamla Malan
Michelsen av Tvør-
oyri hevur vunnið
heili 17 danmarks-
meistaraskap í svimj-
ing. Stóra mál henn-
ara er at sleppa at
svimja á olympisku
leikunum, sum verða
í Grikkalandi um trý
ár
SVIMJIDROTNING
Áki Bertholdsen
Tá íð Malan Michelsen av
Tvøroyri fyri níggju árum
síðani flutti til Danmarkar
at búgva, grunaði hon lítið
um, at hon nøkur ár seinni
skuldi blíva donsk svimji-
drotning.
Men úrslitini talað fyri
seg.
Hesi bæði seinastu árini
hevur Malan tikið lut í
kappingunum
um
dan-
marksmeistaraskapirnar í
svimjing fyri hennara ald-
ursbólk
Og hesar kappingarnar
hava prógvað, at tólv ára
gamla Malan Michelsen er
so nógv besti svimjari í
svimjari í sínum aldurs-
bólki í Danmark nakrantíð.
Og hevur hon lív og
heilsuna og annars ikki
missir hugin at svimja, er
hetta uttan iva eitt navn, vit
fara at hoyra ofta í sam-
bandi við svimjing tey
komandu árini.
Malan var trý ára gomul,
tá ið foreldur hennara Dánj-
al
Jákup,
og
Fríbjørg
Michelsen av Tvøroyri.
gjørdu av at flyta til Dan-
markar, og so fylgdi hon
sjálvsagt við.
Vit fingu eitt orð á hana,
nú hon er komin heim aftur
í føðingardag hjá ommuni
úr Vági, sum fyllir 85 ár
seinni í mánaðinum.
Á ovastu rók upp á trý
ár
Úrslitini, sum Malan hevur
rokkið í svimjing í Dan-
mark, gerast av álvara
undrunarverd, tá ið hugsað
verður um, at tað eru ikki
meiri enn trý og eitt hálvt ár
síðani, at fór at svimja.
Hon svimur við Brøndby,
sum er tætt við, har tey
búgva í Keypmannahavn.
Men síðani hevur svimj-
ingin verið hennara eitt og
alt. Nú livur og doyr hon
fyri svimjing og hevur ikki
stundir til stórt annað, enn
at svimja,siga tey, sum
standa henni nær.
Men tað kann heldur ikki
sigast annað, enn at tað
hevur gingið upp á stás og
hartil so nógv betri, enn
nakar kundi væntað.
Malan hevur nevniliga
víst seg at hava serstakliga
góð evni at svimja og tað
hevur gingið so skjótt
framá, at hesi seinastu trý
árini er hon komin heilt upp
á ovastu rók í danskari
svimjing.
Men tað krevur eisini sítt:
Malan venur seks dagar um
vikuna, tveir tímar hvørja
ferð undir kønari leiðslu.
Men hendan miðvísa
venjingin hevur eisini borið
frukt. Seinastu tvey árini
hevur hon verið í kapp-
ingini um Danmarksmeist-
araskapin í svimjing fyri
hennara aldursbólk, tvs,
fyri børn, sum eru fødd í
1989 ella seinni.
Í
einstaklingasvimjing
hevur hon svomið í 11
ymsum greinum hvørt ár.
Í fjør steyk hon avstað
við heili 10 gullmerkjum
og einum silvurmerki. Í ár
vann hon sjey gullmerki,
trý silvurmerki, men í ein-
ari kapping varð hon koll-
dømd, tí hon rørdi ikki við
kantin, einaferð, hon skuldi
venda.
Við í kappingini vóru væl
yvir 1.000 svimjarar úr øll-
um Danmark, so tað sigur
eitt sindur um, hvørjum
støði tvøragentan er á.
Men í ár svam hon har-
afturat eisini í trimum lið-
kappingum. Á liðnum var
eisini eisini ein onnur før-
oysk genta, Helga Djurhuus
úr Havn og tey vunnu eitt
gullmerki, tvey silvurmerki
og eitt bronsumerki í teim-
um fýra kappingunum.
So vítt, vit vita, er hetta
tað mesta, sum nakar
danskur svimjari nakrantíð
hevur vunnið.
Tað er nevniliga ikki
vanligt, at svimjarar eru so
fjølbroyttir og javnt sterkir í
øllum greinum, sum úrslit-
ini vísa, at Malan er. Van-
liga miðsavna svimjarar
seg um nakrar heilt fáar
svimjigreinar og - teinar,
men at teir vinna í at øllum
greinum, er heilt óvanligt.
Men sjálv viðgongur
Malan, at hennara sterkastu
greinar eru blandað svimj-
ing og firvaldsvimjing
Sjálv ætlar hon ikki at
spesialisera seg enn. Men
tað verður hon helst noydd
til seinni.
Malan er ikki heilt ókend
í føroyskari svimjing. Í fjør
var hon við í SUM (smá-
unglingameistaraskapurin)
og tá vann hon níggju kapp-
ingar. Hon setti hartil
níggju bólkamet av níggju
møguligum.
Royna at lokka
Hesi frálíku úrslitini hjá
Maluni eru ikki farin aftur-
við borðinum í danska
svimjiheiminum.
Feløg eru farin at leggja
merki til føroysku svimji-
gentuna, men síðani gullið
er farið at regna niðuryvir
hana, er eyðvitað, at tað eru
fleiri feløg, sum vilja hava
hana til sín at svimja.
Fleiri feløg royna at
lokka hana til sín, men enn
er onki avgjørt, hvar hon
fer at svimja. Feløgini
kunnu ikki lokkað eina so
unga gentu beinleiðis við
pengum, men tað er ikki
óvanligt, at tað verður gjørt
óbeinleiðis, fyri at lokka
evnaríkar svimjarar til, eitt
nú við at bjóða teimum at
sleppa undan at betala
limagjald, ella at bjóða
teimum at betala svimji-
ferðir uttanlands, ella við at
geva teimum onkrar aðrar
sømdir.
Eitt nú hevur venjarin hjá
henni fingið starv í einum
øðrum felag, men treytin
er, at hann hevur Maluna
við. Tað eru eisini onkur
feløg sum ætla at byggja
svmjilið upp rundanum
hana.
Tað einasta, sum er
greitt, er, at hon fer undir
venjingarnar aftur fyrst í
august, so er spurningurin,
hvar tað verður.
Hon hevur heldur ikki
gjørt av, hvønn svjimji-
tjóðskap, hon fer at fáa sær,
so enn er ikki heilt, ósagt,
at hon ikki verður at síggja
á
onkrum
føroyskum
svimjilandsliði.
Ætlar sær við á
Olympisku leikirnar
Tey, sum hava eygleitt Mal-
una, siga, at tað eru serliga
tveir eginleikar hjá henni,
sum tey leggja merki til.
Í fyrsta lagi er hon
krútsterk, hóast hon enn
ikki hevur havt styrki-
venjing. Tað er hon ov ung
til enn, men tað vervenjarin
at leggja til rættis fyri hana
seinni.
Í øðrum lagi er hon før
fyri at miðsavna seg 100%
um uppgávuna og hon er
tískil
ikki
darvað
av
nervum, uttan tí sunna
nervøsitetinum, sum skal til
í einhvørjari kapping, fyri
at fáa blóðið at renna
skjótari so hon kann geva
alt hon eigur.
Malan er eisini úttikin til
danska landsliðið. Hon er
einasti svimjari í hennara
árgangi, sum er úttikin til
danska landsliðið og hon er
sostatt nógv yngsti svimjar-
in í á talentstøðini hjá
danska
svimjisamband-
inum, har framtíðarsvimj-
ararnir verða vandir.
Og tað verður heldur ikki
dult fyri, at Malan hevur
sett sær mál sum svimjari.
Stór mál, tey størstu, eitt
ítróttarfólk kann hava. Hon
hevur nevnilga sett sær sum
mál, at svimja so væl, at
hon kvalifiserar seg til
olympisku leikirnar, sum
verða í grikska høvuðsstað-
num, Athen, í 2004. Tá
verður Malan 15 ár og hvør
veit, kanska fáa vit tá á
fyrsta sinni eitt føroyskt
ítróttarfólk á sigursskamm-
ilin í ítróttarkappingini yvir
øllum. Hvør veit. Livst so
spyrst.
Soleiðis svam Malan
Hesi vóru úrslitini hjá Maluni Michelsen
av Tvøroyri í kappingini um danmarks-
meistaraskapin herfyri
SVIMJIBRAGD
Áki Bertholdsen
Her hava vit úrslitini, sum Malan Michelsen av
Tvøroyri fekk fekk í kappingini um danmarks-
meistaraheitið í svimjing herfyri fyri børn, sum eru
fødd í 1989, ella seinni.
Malan var við í 15 kappingum og hon vann
heiðursmerki í teimum øllum - uttan í einari, men í
henni varð hon varð kolldømd, tí at hon ikki rørdi
við kantin, einaferð, hon vendi
Úrslit
Tíð
Besta tíð
Einstaklingakappingar:
50 m. frí:
Gull
0.30,10
0.29,80
100 m. frí:
Gull
1.05,80
200 m. frí:
Silvur
2.22,60
100 m. rygg:
Gull
1.14.50
200 m. rygg:
Silvur
2.41,30
100 m. bringu: Silvur
1.20.70
200 m. bringu: Gull
2.55,30
100 m. firvald: Gull
1.12.40
1.11,81
100 m. blandað:Gull
1.13.80
1.13.30
200 m. blandað:Gull
2.40,30
2.36.50
Liðkappingar
50 m. frí:
Bronsa
0.29,88
0.29,80
50 m. rygg
Gull
0.34,30
50 m. bringu:
Silvur
0.37,10
50 m. firvald:
Silvur
0.31,10
Í kappingini í 400 metra frísvimjing varð Malan
kolldømd tí at hon rørdi ikki við kantin, ta einu
ferðina, hon skuldi venda.
Tilsamans vann Malan sostatt átta gullmerki, fimm
silvurmerki og eitt bronsumerki, ella heili 14
heiðursmerki tilsaman.
Í einstaklingakappingum vann hon sjey gullmerki
og trý silvurmerki og og í liðkappingunum vann hon
eitt
gullmerki,
tvey
silvurmerki
og
eitt
bronskumerki.
Í fjør var Malan eisini við í hesi kappingin og tá
vann hon eisini fleiri heiðursmerki. Hesi bæði sein-
astu árini, hevur Malan Michelsen sostatt vunnið 22
gullmerki í einstaklingakappingum í kappingunum
um danmarksmeistaraskapin. Hetta framúr úrslitið
ger hana til nógv besta danska svimjara í hesum
aldrinum nakrantíð, tí hetta kann eingin annar
danskur svimjari nakrantíð, erpa sær av.
Malan sópar alla mótstøðu til viks
Føroysk svimjidrotning í Danmark: Malan Michelsen av Tvøroyri er nógv besti svimjari í
hennara aldursbólki í Danmark, nakrantíð. Hesi bæði seinastu árini hevur hon vunnið heili 17
gullmerki av 22 møguligum í einstaklingasvimjing í kappingunum um danmarks-
meistaraskapin og so vítt, vit vita, kann ongin annar svimjari í Danmark vísa á so góð úrslit
Aftur hetta vikuskift-
ið kravdi ein ferðslu-
vanlukka eitt ungt
mannalív. Ein 18-ára
gamal drongur fór
útav í Leynum og
endaði í áarósanum,
har hann lat lív
FERÐSLUVANLUKKA
Stefan í Skorini
Klokkan
07.17
leygar-
morgunin fekk løgreglan í
Havn fráboðan um eitt
ferðsluóhapp í Leynum.
Ein bilur var farin útav veg-
num millum Stykkið og
Leynar.
Vanlukkan fór fram um-
leið klokkan 4 leygarmorg-
unin, men eingin varnaðist
tað fyrr enn tríggjar tímar
seinni. Orsøkin er helst, at
bilurin ikki sást av vegnum,
tí hann var farin so langt
omanav.
Førarin var ein 18-ára
gamal drongur av Kambs-
dali, og hann var einsa-
mallur í bilinum. Hann
hevði verið í Vestmanna og
var á veg innaftur í Eystur-
oynna, tá vanlukkan hendi.
Løgreglan
heldur,
at
drongurin er deyður á stað-
num, tí løstirnir frá stoyt-
inum vóru so álvarsamir, at
hann óivað hevur latið lív
beinanvegin. Har er bratt
omanav vegnum, og tí hev-
ur stoyturin verið ógvuliga
harður.
Helst sovnaður
Løgreglan kann ikki siga
við vissu, hvør orsøkin til
óhappið er. Eftir øllum at
døma
hevur
drongurin
durvað í bilinum, og tí er
hann farin útav. Hetta metir
løgreglan, tí eingi spor eru
at síggja á vegnum, har
drongurin hevur koyrt. Tað
er í øllum førum ikki nak-
að, ið bendir á aðra orsøk
til vanlukkuna.
Bilurin hevur koyrt í-
gjøgnum eitt vendipláss,
áðrenn hann er farin útav. Á
hesum vendiplássinum er
eingin bilverja, sum forðar
bilum í at fara útav. Bilverja
hevur verið á hesum vendi-
plássi, men hon er tikin
burtur. Bilurin hevur tikið
tveir stabbar, ið stóðu á
vendiplássinum, við sær.
Landið er enn einaferð
skelkað
av
ferðsluvan-
lukku, ið hevur tikið lívið
hjá einum ungum manni.
Slíkar vanlukkur henda oft-
ast á náttartíð, tá tey ungu
koyra í bili, og hetta er ein
afturvendandi trupulleiki,
ið tykist vera torførur at fáa
bilbugt við.
18-ára gamal fuglfirðingur lat lív:
Sovnaði helst meðan
hann koyrdi
Samráðingarnar í Ís-
landi millum Kall og
TeleF bóru frukt, og
nú verða fyritøkurnar
báðar eftir øllum at
døma lagdar saman.
RÚNAR REISTRUP
Samanlegging
Samráðingarnar millum tær
báðar størstu privatu far-
skiftisfyritøkurnar, Kall og
TeleF, um at kasta saman,
hava borið frukt. Mikudag-
in fóru umboð fyri eigarar-
nar handan báðar fyritøkur-
nar til Íslands at samráðast
um samanlegging, og um
vikuskiftið ljóðaði, at ein
avtala var komin í lag.
Eingin vildi í gjár siga
nakað nærri um hvat avtal-
an inniber, tí fyritøkurnar
vildu kunna sínar smærru
partaeigararnar fyrst.
Nevndarformaðurin
í
Kalli, Jens Kári Vilhelm,
váttaði, at ein avtala var
fingin í lag millum Kall og
TeleF, men hann vildi einki
siga um hvat nú fer at
henda.
Sosialurin skilir tó frá
øðrum keldum, at TeleF
eftir øllum at døma fer í
søguna sum fjarskiftisfyri-
tøka, meðan Kall heldur
fram.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Leygardagin um nón
fekk løgreglan í Runavík
eina fráboðan av Eiði,
um at ein maður var farin
í bilin við kenning.
Løgreglan fór á staðið
og steðgaði manninum.
Hann varð tikin, og blóð-
roynd er tikin av honum
fyri at staðfesta, hvussu
nógv alkohol er í blóð-
inum.
Maðurin verður skuld-
settur fyri at koyra við
kenning, og kann vænta
sær eina treytaleysa frá-
døming av koyrikortin-
um.
Tikin við
kenning á Eiði
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Fríggjamorgunin varð ein
ungur maður fluttur á
Sjúkrahúsið á Tvøroyri.
Hann hevði fingið skaða,
tá hann rendi í ein stabba
við Núpin á vegnum
millum Lopra og Vág.
Seinni varð hann fluttur á
Landssjúkrahúsið
við
tyrluni.
Vegurin er ógvuliga
smalur á hesum strekkin-
um, og arbeitt verður við
at breiðka vegin. Bilurin
hevur havt ov nógv ferð,
og førarin hevur tí mist
tamarhaldið á bilinum.
Nógvur skervur liggur á
vegnum, og tí er vegtakið
ikki so gott.
Førarin hevur verið
heppin, tí bilurin rendi
fyrst á ein stabba og hekk
síðani í bilverjuni. Um
bilurin fór útav, so endaði
hann í havinum, og før-
arin hevði neyvan slopp-
ið við lívinum.
Ferðsluóhapp
á Núpinum
Herverk í
miðbýnum
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan í Havn hevur
aftur hetta vikuskiftið
fingið fráboðan um her-
verk í miðbýnum. Kunn-
ingarstovan hevur staðið
fyri skotum hesuferð.
Tveir rútar eru farnir, og
hetta hendi leygarnáttina.
Somu nátt hevur onkur
eisini brotið tveir rútar í
einum sethúsum í Mag-
nus Heinasonargøtu.
Løgreglan fær slíkar
fráboðanir hvørt viku-
skiftið, og tað er torført at
finna gerningsmenn, hó-
ast fólk hava sæð onkran
renna av staðnum.
Umframt herverk, so
hava
fleiri
smávegis
ferðsluóhapp
verið
í
Havn. Talan er mest um
parkeraðar bilar, ið eru á-
rendir, har tann seki er
rýmdur av staðnum.
SKIP
Stefan í Skorini
Johan Mortensen er um-
boðsmaður hjá skipinum
Kommandor Jack, sum
hevur verið í Føroyum og
tikið royndir av botninum
við boripallarnar. Nú er
skipið í Føroyum í sam-
bandi við eina heimsum-
fatandi veðurlagskann-
ing.
Skipið hevur serútgerð
at kanna botnin, og eftir-
spurningurin eftir slíkum
skipum hevur verið stórur
seinastu tíðina.
Jóhan Mortensen vænt-
ar, at nógv slík skip fara
at koma hendavegin, nú
borurin er settur í føroy-
sku undirgrundina.
Felagið
hjá
Jóhan,
Baldur, tekur sær m.a. av
at umboða fremmand
skip, tá tey koma til Før-
oyar.
Umboðsmaður væntar:
Nógv skip at gera
botnkanningar
Pílúrin á myndini vísir, hvar bilurin fór av vegnum, og tann 18-ára gamli doyði. Fyri nøkrum mánaðum síðani kravdi ein
ferðsluvanlukka í Runavík trý mannalív. Hesuferð var tað í Leynum. Hvar verður tað næstu ferð?
Mynd: Jens Kr. Vang
Kall og TeleF samdust
C
M
Y
K
5
4