Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 134 - 17. juli 2001 Nr. 134 - 17. juli 2001 7 Stjórin á Føroya Fiskavirking heldur, at vit eiga at ansa eftir ikki at økja ferðina á búskapinum. Tað gongur nóg skjótt í løtuni, heldur hann VINNULÍV Edvard Joensen Vit eiga at drýggja virk- semið í landinum nakað, heldur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirk- ing. Hann sigur, at vit eiga at ansa væl eftir, um tað er skilagott at fara undir alt ov nógv nýtt virksemið sam- stundis. Tað er við greiðari á- bending til oljuvinnuna, at stjórin á Føroya Fiskavirk- ing mælir til at hava bæði beinini á jørðini. Hann heldur, at tað kann standast ein ávísur vandi av, at øll eru so spent upp á eina komandi oljuvinnu, sum vit enn ikki kenna nakað til. Tað verða longu nú fleiri fyritøkur stovnaðar, sum hava til endamáls at veita ymsar tænastur í samband við oljuvinnuna. Men enn vita vit als ikki, um tað yvirhøvur verður nøkur olja at vinna. –Men vit uppliva longu nú, at tann vinnan er farin at taka fólk frá eitt nú fiski- vinnuni, sigur Meinhard Jacobsen. Úrslitið kann í ringasta føri gerast, at tað fer at mangla arbeiðsmegi í fiskivinnuni. So er neyðugt at fáa fólk aðrastaðni frá til Føroya at arbeiða. Eins og oljupengarnir, sum øll tosa so nógv um í dag, hitar tað eisini búskap- in, um tað koma kanska fleiri hundrað fremmanda- fólk til Føroya at arbeiða. Nevnt hevur verið onkunstaðni, at kanska eini 500 fremmandafólk fara at koma hendanveg til arbeið- is. –Tað er øgiliga nógv, sig- ur stjórin á Føroya Fiska- virking. Prosenttalið verður rættiliga høgt, um so verð- ur. Meinhard Jacobsen sær í ávísan mun áttatiárini aftur í tí, sum hendir nú. Og hann ávarar í móti at vit koma í ta støðuna, sum alt virk- semið tá endaði við. —Sjálvandi eiga vit at vera so mikið at okkum komin, at vit ikki aftur koma í ta støðuna, vit vóru í í 1992. Men hví vit skulu halda, at vit hesaferð skulu klára at stýra gongdini, um hon verður tann sama sum tá, dugi eg ikki at síggja. Vit eru somu persónarnir, sum vit vóru tá. Og hóast vit halda okkum hava fing- ið einahvørja opinbering, er tað ikki vist, at vit eru so øgiliga feilfrí fyri tað, ávar- ar stjórin á Føroya Fiska- virking. Hann metir seg ikki vera svartskygdan kortini. Bert eitt sindur realistiskan. Eitt nú vísir hann á, at øll hesi størvini, sum lýst verða leys um dagarnar, skulu eisini setast. Serliga eru tað størv í ymsum tæn- astuvinnum, sum nú draga at sær. Fólkið verður so tik- ið úr aðrari vinnu. Tað ger so aftur, at tað verða størv sett við fólki, sum ikki eru fakfólk. –Úrslitið verður bara tað, at samlaða veitingin vers- nar, sigur Meinhard Jacob- sen, stjóri á Føroya Fiska- virking. Nú má ferðin tálmast Nú eiga vit at slakka eitt sindur av og taka bestikk at støðuni, heldur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking. Tað gongur nóg skjótt við búskapinum, og vit eiga at tryggja okkum, at tað, vit fara undir, er skilagott Savnsmynd Føroya Fiskavirking hevur sett eina nýggja gullaksalinju upp á virkinum í Miðvági. Tað fer at geva støð- ugari arbeiði á virk- inum um summarið FISKIVINNA Edvard Joensen Ein nýggja gulllaksalinja er sett upp á virkinum hjá Før- oya Fiskavirking í Miðvági. Linjan verður nú royndar- koyrd. Fyri umleið fjúrtan døg- um síðan varð ein gulllaks- alingja sett upp í Miðvági. Talan er um eina íløgu upp á eina góða milión ella so, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen. Aðrastaðni í blaðnum í dag mælir hann til varsemi í vinnuni. Men hann heldur kortini ikki, at hendan í- løgan kann bíða. –Høvuðsgrundin til, at vit gera hesa íløguna er, at vit vilja fáa støðugari ar- beiði á virkinum. Við hes- um kunnu vit bjóða fólki arbeiði hvønn dag, og tað má væl vera tað, sum telur, sigur stjórin á Føroya Fisk- avirking. Hann greiðir frá, at virkið í Miðvági í stóran mun hev- ur arbeitt hýsu. Veturin er hýsutíð, og um summarið hevur so verið heldur lakari. Men gulllaksurin er summarfiskur, so nú ein gulllaksalinja er sett upp, fer tað at geva støðugari ar- beiði á virkinum, sigur stjórin. Tað eru fýra trolarar, tvey pør, sum fiska gulllaks undir Føroyum. Teir eru Eysturbúgvin og Vestur- búgvin, umframt Stjørnuna og Polarhav. Fiskurin verð- ur keyptur á uppboðssølu í almennari kapping, sigur Meinhard Jacobsen. Hann ber ikki ótta fyri, at tað verður ov nógv roynd eftir gulllaksinum, hóast eitt virki aftrat fer at ar- beiða hendan fiskin. So mikið er til, sigur hann, at tað fer at bera hesa fram- leiðsluna. Ein onnur grund til, at Føroya Fiskavirking nú fer undir hesa framleiðsluna er, at Føroya Fiskavirking hev- ur fingið rætitliga nógvar fyrispurningar frá útlendsk- um keyparum, sum vilja hava gulllaks. –Sjálvandi vita vit ikki, um hesin áhugin eisini verður komandi ár, men vit gera so íløguna fyri at nøkta verandi tørv, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking. Summartíðin er ring tíð til arbeiðsmegi. Fólk vilja, sum vera man, hava summ- arfrí. Men tað fer ikki at verða nakar trupulleiki hjá Føroya Fiskavirking í Mið- vági, sigur Meinhard Jacobsen. Í fyrsta lagi krevur hendan gulllaksalinjan ikki serliga nógv fólk. Og í øðrum lagi er avtalað við arbeiðsfólkið á virkinum at tey skiftast um at halda summarfrí, so virkið kann koyra alla tíðina. Annars sigur stjórin á Føroya Fiskavirking, at tey av og á merkja, at tað er í minna lagi av arbeiðmegi at fáa. Tá er tað, at hugsað verður um, hvørt tað er rætt at innflyta arbeiðsfólk ella ikki. Hann er ikki serliga á- hugaður í at fáa ov nógva fremmanda arbeiðsmegi hendanveg. Vit eiga at klára okkum við okkara egna fólki, heldur hann. Ikki tað, at hann hevur nakað í móti fremmandari arbeiðsmegi. Men hann metir bara ikki, at vit hava umstøður til at hýsa teimum. Tey krevja eins og øll onnur tak yvir høvdið og annars allar teir hentleikar og tilboð, sum øll onnur í samfelagnum hava. Og tað gongur nógvastðani upp sum er at hýsa teimum, sum frammanundan búgva í landinum. –Tað fellur kanska onkr- um fyri brósti, at tað verður sagt soleiðis. Men veruleik- in er, at vit noyðast at fyri- halda okkum til støðuna, sum hon er, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking. Gulllaksur í Miðvági Ein nýggj gulllaksalinja er sett upp á virkinum hjá Før- oya Fiskavirking í Miðvági. Hon fer at skapa støðugari arbeiði á virkinum, sigur stjórin Mynd: Edvard Joensen Formaður Javnaðar- floksins heldur tað ikki vera rætt at nokta at møta, tá tingið verður sett sunnu- dagin, ólavsøkudag. Men hann ætlar sær ikki at átala Hendrik Old fyri ikki at møta, av tí, at talan er um eina persónliga og ópolitiska avgerð TINGFUNDUR John Johannessen – Hendrik Old hevur tikið eina persónliga avgerð, sum hann sjálvur má taka ábyrgd av. Hann er fólka- valdur tingmaður, og eg havi ikki mandat at revsa hann fyri ikki at møta. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javn- aðafloksins, til avgerðina hjá Hendriki Old um at sýta fyri at møta, tá tingið verð- ur sett á ólavsøku, av tí, at setanin í ár fellur á ein sunnudag. Jóannes Eidesgaard vísir á, at Hendrik Old hevur tik- ið avgerð í einum máli, sum ikki kann metast sum eitt politiskt mál. Og tí kann ikki sigast, at hann stríðir móti tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Men í viðtali við Sosialin leygardagin royndi Hendrik Old at gera avgerðina polit- iska. Hann segði tá soleiðis við Sosialin: »Fyri meg er hetta málið ikki ein átrúnaðarligur spurningur. Hetta er ein spurningur, um tingið skal virða, at sunnudagurin er frídagurin hjá øllum. Gongdin í samfelagnum í dag er, at sunnudagurin meira og meira verður gerandisdagur, so tímalønt fólk eru noydd at arbeiða sjey dagar um vikuna. Og eg haldi, at tingið má ganga undan at vísa, at sunnu- dagurin er frídagur. Serliga nú, vit fara inn í olju- vinnuna.« Hetta hevur Jóannes Eidesgaard ikki stórvegis viðmerkingar til. Hann sig- ur bert, at tað er lógarfest í stýrisskipanarlógini, at tingið skal setast á ólav- søku, sjálvt um hetta fellur á ein sunnudag. Og tí held- ur hann, at tingmenn skuldu havt gjørt vart við seg fyri seks árum síðani, tá lógin varð samtykt. – Eg eri ikki persónliga samdur við Hendriki í hes- um máli. Eg fari sjálvur at møta til tingfundin, og tað rokni eg eisini við, at restin av tingmanningini, burtur- sæð frá Hendriki Old, fer at gera, sigur Jóannes Eides- gaard. Formaður Javnaðarflok- sins staðfestir, at samstarv- ið í tingbólkinum hjá Javn- aðarflokkinum er gott, og at avgerðin hjá Hedriki Old ikki fer at broyta upp á hetta. – Hendrik hevur tikið eina persónliga avgerð, ið ikki er politisk, og tað skal hann hava loyvi til, sigur Jóannes Eidesgaard. Eidesgaard um tingfund sunnudag: Old má sjálvur taka ábyrgd Jóannes Eidesgaard er ikki samdur við avgerðini hjá Hendriki Old, um ikki at møta, tá tingið verður sett á ólavsøku. Men hann ætlar ikki at átala Hendrik Old fyri avgerðinq Tingforðmaðurin hevur í tingskipanini ongan møguleika at átala Hendrik Old fyri, at hann sýtir at møta til tingfundin sunnudagin á ólav- søku, eins og hann hevur skyldu til. Men Jóannes Eidesgaard hevur, sum formaður í Javnaðarflokkinum, ábyrgd fyri, at Hend- rik Old røkir sýtt starv TINGFUNDUR John Johannessen At Hendrik Old, tingmaður, sýtir fyri at møta, tá tingið verður sett á ólavsøku, kann gerast ein trupulleiki hjá Jóannes Eidesgaard. Hendrik Old brýtur ting- skipanina við ikki at møta til tingfundin á ólavsøku, eins og hann hevur fingið boð um. Men kortini hevur tingformaðurin ongan sanktiónsmøguleika móti honum. – Eg havi bert sank- tiónsmøguleikar móti ting- monnum, sum eru á fundi. Tað vil siga, at eg kann taka orðið frá tingmonnum, ið bera seg óhøviskt at í ting- inum. Men møta teir ikki á fundi, kann eg einki gera. Tá er tað ein spurningur millum einstaka tingmann- in og veljarar hansara, sigur Finnbogi Ísakson, tingfor- maður. Men samstudis vísir Finnbogi Ísakson á, at um vit hyggja at mannagongd- unum í grannalondunum, hevur formaðurin fyri flokkin ábyrgdina av, at tingmaður sýtir fyri at møta. Finnbogi Ísakson heldur, at Hendrik Old bæði brýtur stýrisskipanina og tingskip- anina, tá hann sýtir fyri at møta á tingfundi ólavsøku- dag Eftir hansara fatan brýtur Hendrik Old stýris- skipanina, tá hann sýtir fyri at møta til ein tingfund, sum er ásettur við lóg í stýrisskipanini. Og har- afturat brýtur Hendrik Old tingaskipanina við at vera ólýðin boðunum frá ting- formanninum. – Eg havi sent út fundar- boðini um fundin ólav- søkudag, og í innkallanini sigi eg, at eg vil hava at vita frá tingmonnum, um teir ikki kunnu møta. Eg havi einki hoyrt enn frá Hendriki Old, men eg vænti at fáa formlig boð frá hon- um, sigur Finnbogi Ísak- son. Finnbogi Ísakson heldur tað annars vera keðiligt, at spurningurin, hvørt tað er rætt ella skeivt at seta ting- ið sunnudag á ólavsøku tekur seg upp nú, tá spurn- ingurin varð avgreiddur í tinginum fyri sjey árum síðani. Tað verður Hans Eiler Hammer, prestur í Klaks- vík, sum í ár fer at halda ólavsøkuprædikuna. Hans Eiler Hammer er kendur fyri sínar avgjørdu meiningar um hvat er rætt og hvat er skeivt í sam- felagnum. Tí kunnu vit helst vænta eina eitt sind- ur »hvassari« ólavsøku- prædiku í ár, enn teirri frá Meinhardi Bjartalíð í fjør. Hans Eiler prædikar á ólavsøku Tingfundur sunnudag: Eidesgaard hevur ábyrgdina av Old Finnbogi Ísakson, tingfor- maður, hevur ongan møgu- leika at átala Hendrik Old, fyri at hann sýtir at møta til tingfund C M Y K 7 6