Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 115 - 18. juni 2008 Í hesum døgum eru 60 ár liðin síðan fyrsti Porsche bil­ urin varð gjørdur. Porsche, sum eru millum heimsins best kendu sport­ bilar, gera í dag fýra ymisk modell sum verða gjørd í nógvum ymiskum útgávum Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Sunnudagin 8. juni vóru 60 ár liðin síðan fyrsti týski Porsche bilurin var gjørdur í 1948. Talan var um ein Porsche 356 við stell-numm- arinum 356-001. Porsche ævintýrið byrjaði við, at Volkswagen stjórin Ferdinald Porsche ynskti sær ein veruligan dreymabil, men fann ongan. Hetta førdi so til, at hann tók avgerð um at framleiða dreymbilin sjálvur. Hesi 60 árini hava Porsche verið í støðugari menning og fleiri modell eru komin afturat. Í dag verða Porsche gjørd- ir í hesum modellum: Porsche Boxster, Cayman, 911 og Cayenne, sum allir verða gjørdir í nógvum ymiskum útgávum. Porsche 60 ár Porsche modellini í 2008 f.v.: Porsche 911 Turbo Cabriolet, Cayman S, Boxster og Cayenne GTS Ferdinand Porsche (1875–1951) (h.m.) og sonurin Ferry við fyrsta Porsche bilinum, sum varð gjørdur í 1948 Í sambandi við at summarið er komið, og nógv ferðafólk vitja í Føroyum bjóðar bilfyritøkan Sp/f Bilrøkt seg fram við síni flutningshjálp at burturbeina bilvrak, sum standa nógva staðni kring landið. Eftir at burturbeiningargjaldið fyri bilvrak hækkaði við nýggju umhvørvislógunum, sum komu í gildi tann 1. juni, er møguleiki fyri at geva fólki eitt sera gott tilboð í sambandi við burturbeining av akførum, sigur Jákup á Borg frá Bilrøkt. Sp/f Bilrøkt í Stiðjagøtu í Havn hevur tveir sergjørdar bilar til hjálpar- og flutningstænastur. Sigurbjørn Ragnarsson er bilførari hjá flutningshjálpini Mynd: Álvur Haraldsen Burturbeining av bilvrakum bilar Porsche 356