Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-18, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 18. juni 2008 33 Eftir 12 ár á markn­ aðinum er Citroën Berlingo nú komin í eini heilt nýggjari útgávu, sum er bæði størri og rúmligari enn forgangarin. Bilurin er praktiskur og familjuvinarliga innrættaður Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Teir sera væl umtóktu vøru- og familjubilarnir Citroën Berlingo og Peugeot Partner hjá fronsku PSA-konsernini eru nú komnir í heilt nýggj- um og størri útgávum, eftir at forgangararnir vóru næst- an 12 ár á marknaðinum. Berlingo og Partner, sum verða bygdir saman á somu verksmiðju, eru bygdir yvir sama plattform sum t.d. Citroën C4 og Peugeot 308. Nýggi Berlingo er mun- andi størri enn forgangarin, og innrættingin er sera liði- ligari við nógvum rúmum og hillum at leggja lutir frá sær á. Girstongin, sum nú er í instrumentborðinum, situr væl fyri og er løtt at handfara. Dragihurðarnar á báðum síðum eru stórar, og lætt er at koma inn og út úr bilinum. Eyðkenni fyri Ber- lingo er, at talan er um ein sera rúmligan bil í mun til støddina og væl egnaður til barnafamiljur. Designið á nýggja Ber- lingo er eisini meira aeoro- dynamiskt og tíðarhóskandi. Bilurin fæst eisini sum vøru- bilur. Berlingo fæst tveim- um 1,6 litra bensinmotorum við ávikavist 90 og 110 hk og tveimum 1,6 litra HDI dieselmotorum við ávika- vist 90 og 110 hk. Vit royndarkoyrdu nýggja Citroën Berlingo í Mutli- space útgávuni við 1,6 litra HDI dieselmotori við 90 hk. Ein vælkoyrandi prakt- iskur bilur við sera góðum plássi og er lættur at koyra og at umgangast í ferðsl- uni. Citroën Berlingo kann síggjast og roynast hjá Ivan Johansen Bilum við Hoy- víksvegin. Prísirnir byrja við 204.000 krónum. Størri og rúmligari Berlingo SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Citroën Berlingo 1,6 HDI Multispace Motorurin 1,6 litra HDI diesel við 90 hk O-100 km/t 14,3 sek Botntrekk 215 Nm við 1.750 snún/min CO2-útlát 150 g/km Oljunýtsla 17,5 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 205/65-15 Stødd og vekt Longd 438,0 m Breidd 181,0 m Hædd 180,1 m Eginvekt 1.532 kg Viðførisrúm 675 litrar Prísur kr. 210.000,- Søluumboð Ivan Johansen Bilar Hoyvíksvegur 63 FO-100 Tórshavn Tel. 313666 www.ivan.fo FAKTA Citroën Berlingo í Mutlispace útgávuni við 1,6 litra HDI dieselmotori við 90 hk Berlingo hevur dragihurðar á báðum síðum. Rúturin í baklúkuni kann latast upp sjálvstøðugt Innrættingin er sera liðilig við nógvum rúmum og hillum. Girstongin situr væl fyri og er løtt at handfara Bilradio á Rás2 Bilradio verður sent týsdag millum kl. 16 og 17, og endursent fríggjadag millum kl. 8 og 9, og leygardag kl. 13