mikudagur 18. juni 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
32
nr. 115 • 18. juni 2008
Eg kom heim við einum fiska
dampara hjá teimum á Gørð
unum. Jógvan Dahl var við sum
supercargo. Hann var sera fittur
maður. Vit komu so til Vágs. Hetta
var ein norskur bátur. Hovmeist
arin umborð var eisini ein sera
fittur maður. Eg varð lagdur í eina
koyggju, og hann bar mær mat.
Ein eiðismaður kom eisini sjúk
ur heim tann túrin. Eg kendi hann
væl, Petur hjá Dánjali. Eg lá so
eina nátt í Vági. Har vóru eingir
bilar tá. Ein eiðismaður, sum búði
í Vági, Marius í Myrðmansstovu,
kom so inn til mín morgunin eftir.
Tjaldrið skuldi fara norður
til Havnar. Ein dani var skipari.
Marius bar meg so á bakinum
oman til skipið og umborð. Eg
kom at liggja á einum beinki
har umborð. Vit fara av Vági til
Tvøroyri, har tað var ein steðgur.
So skuldu teir hava nakrar møblar
upp á Sandi. Hetta tók alt sína
tíð. Eg lá á hesum ólukku beinki.
Eingin hugdi til mín. Nú kemur
ein maður inn. Hetta er Jakku við
Stein. Hann kemur at tosa við
meg. So spyr hann, um eg hevði
fingið nakað at eta. Nei, eingin
hevði talað um tað. Tað skuldi
hann orðna. Tað var eisini skjótt,
at teir komu við einum bakka við
mati. Vit lossaðu so allar hesar
møblarnar upp á Sandi. Tað
var ein lækni, sum skuldi flyta
hagar frá Danmark. Vit komu so
morgunin eftir á Havnina.
Eingin hjálp
Her varð eg so aftur lagdur í
eina song við hús. Hetta tók eina
langa tíð, tá eg eisini gekk við
høkjum. Alt hetta árið fór sum tað
var. Aftur var eingin sosialhjálp
av nøkrum slag. Eg hevði lán í
húsinum í sparikassanum, tað
var upprunaliga kr. 4.000. Og var
komið niður á kr. 2.700.
Meðan eg lá, meinti eg, at eg
átti dagpengar frá honum, sum
hevði skaffað okkum kjansin og
mynstrað okkum við enska trolar
anum. Tað var ein handilsmaður
í Havn. Vit høvdu fingið vørur
frá handlinum hjá honum. Her
vísti kontoin 1200 krónur til
hansara. Eg meinti, at eg átti
1800 krónur til góðar. Tað meinti
Janus Djurhuus, sum arbeiddi fyri
meg, eisini. Men handilsmaðurin
pástóð, at eg skyldaði honum kr.
1200.
Men hetta fekk eg einki burtur
úr og mátti afturat tí gjalda Janus
Djurhuus kr. 200 í ómaksløn.
Handilsmaðurin gjørdi meg hús
villan. Hann fekk húsini seld á
tvingsilssølu.
Eg fór so heim í sparikassan
at tosa við stjóran. Hann lovaði,
at hann skuldi hjálpa mær. Vit
hittast so aftur á dómarakontóri
num. Tá gekk sparikassin frá sín
um lyfti. Tískil blivu húsini seld.
Hesin handilsmaðurin keypti
sjálvur húsini. Tey blivu so seld
fyri so mikið nógv, at eg kortini
var skuldarfríur. Hetta var á ein
hátt ein lætti.
So mistu vit ein drong, hann
doyði av lungnabruna. Tá vit
komu heim frá jarðarferðini lá eitt
bræv á borðinum, at vit skuldu
út úr húsinum. So vit máttu út at
leiga og tað gjørdu vit í fleiri ár.
Fótaði sær aftur
Kommunan keypti Hornagarð, so
kundi man søkja um eitt traðar
stykki. Tað gjørdi eg so beinan
vegin. Tað var her úti undir Gráa
steini. Treytin í sáttmálanum var,
at man skuldi dyrka fjórðingin av
tí. Tá bar til at fáa tað til keyps.
Men tað skuldi sýnast fyrst.
Stykkið skuldi eisini hegnast
inni. Hetta gjørdi eg, so hvørt eg
velti, so eg kundi fáa nøkur epli
niður. So fekk mann kúgv og seldi
eisini mjólk. Hetta var eisini ein
góður stuðul.
Torv hevði eg uppi í Hoyvíkshaga
num, sum eg fekk, tá ið eg giftist.
Hetta var langt burtur. Hetta var
eitt grúiligt knoss. Tá man var
liðugur at arbeiða var at fara eftir
einum torvleypi. Bilar vóru tá, men
tað hevði man ikki ráð til.
Steingrim Winther skuldi
dekka ósan til á eystaru vág og
gera brúnna út undir Hjalla út í
Tinganes. Har kom eg at arbeiða.
Jens Marius Poulsen í Skopun
var formaður hjá honum. Hann
dugdi væl at stíla fyri. Hann var
eisini álitismaður hjá løgtinginum
fyri lendingar og slíkt. Tað var
alt klettur út undir Hjalla, og alt
skuldi borast við hond. Tað vóru
tveir sum sleggjaðu og ein helt
borinum. Tað var einki maskinarí.
Jampan, Jákup Andreas Arge, var
annars ein álitismaður í grótar
beiðinum. Gimme og hann vóru
ofta uppá kamp um, hvussu nógv
sement skuldi blandast í sandin.
Ringar tíðir
30árini vóru ring alla staðni
og ikki minst í Havn. Skipini
komu heim og sluppu ikki av
við fiskin. Um tað var farið út á
fjørðin, slapst heldur ikki av við
tann fiskin. Tað vóru snøgt sagt
eingir pengar tá. Timburmenn og
málarar høvdu sera lítið arbeiði,
og hjá arbeiðsmonnum var tað
heilt bedrøviligt. Teir einastu,
sum fingu nakað vóru teir sum
vóru fastløntir. Menn komu oman
í Vágsbotn og á Kongabrúnna
í eini roynd at fáa arbeiði. Har
var fult av fólki, men einki at
gera. Tað var eisini ringt at vera
arbeiðsformaður og at taka fólk
út til arbeiðis. Tað var nærmast
hungur. Úti á bygdunum man tað
eisini hava verið ringt.
Seinni gjørdist kortini væl av
arbeiði. Tá eg arbeiddi hjá Gimmi
num var lønin 90 oyru um tíman.
Eg var eisini við til at knúsa
skerv til útflutning til Danmarkar.
Har var tað verkfrøðingurin Hans
Olavus Jacobsen, sum stóð fyri
tí arbeiðinum. Tað var eisini eitt
tungt arbeiði. Hetta var í eini tvey
ár 193839. Men tá Danmark varð
tikið av Týsklandi steðgaði hetta
av sær sjálvum. Tað var ikki tikið
upp aftur eftir kríggið.
Hetta var so í høvuðsheitum
søgan hjá Albert. Hann doyði í
1988 og gjørdist 92 ára gamal.
Anna doyði í 1993 og gjørdist 97
ára gomul.
Tað verður ein partur eftir av
frásøgnini hjá Johan. Tá hava vit
eina fína lýsing av lívinum hjá
einum feðgum í Havn.
Albert í Horni:
Misti hús og son í senn
Nú koma vit til seinasta
partin hjá Albert í Horni,
sum var pápi Johan.
Seinast greiddi hann frá,
at hann breyt beinið
umborð á einum enskum
trolara og varð langdur
inn á sjúkrahús í Íslandi í
fleiri mánaðir. Hann
heldur áfram
Hetta er eitt gamalt postkort úr gomlu Havnina. Her er okkurt á vási. Men hvat?
Postkort úr Havn við heitinum Landingsplads