Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 • 18. juni 2008 MIÐvIkaN 31 í Havnar Arbeiðsmannafelag. Eg varð valdur í eini sovorðnari keðiligari tíð. Hetta var á aðal­ fundi 30. desember 1952. Tá legði Magnus Tórsheim frá sær. Han var blivin formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Hinir nevndarlimirnir vóru Trygvi Árting, Arni Rein, Niels Olsen og Mortan Carlsen. Tá var Kampsax farin í sving við at gera Rundingin. Annars royndi Havnar Arbeiðs­ mannafelag at forða fyri, at bygd­ armenn, sum fluttu til Havnar, skuldu fáa arbeiði. Ótti var fyri, at hesir fóru at taka arbeiði frá havnarmonnum, sum ikki høvdu ov nógv arbeiði frammanundan. Tað er ein stuttlig søga um hetta, sum Andreas Højgaard, ættaður úr Rituvík greiddi frá. Tað var ein rituvíkingur, sum flutti til Havnar. Fyri at fáa arbeiði mátti hann lima seg inn í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hetta var tikið upp á einum felagsfundi, men her var eingin hugur til at ganga umsóknini á møti. Tá reisir ein limur, ættaður úr Rituvík, seg upp og spyr: ”Kenna tit handan mannin?” Nei, tað gjørdi eingin. ”Men tað geri eg. Og eg kann siga tykkum, at hesin maður er so luddovin, at hann tekur ikki arbeiði frá nøkrum manni”. Maðurin slapp í felagið og var líka raskur sum nakar annar. Hesin spurningur um at nokta monnum limaskap og harvið arbeiði, varð lagdur fyri ein gerð­ arrætt, og her tapti felagið. Tað kann jú ikki vera loyvt at nokta fólki eksistensmøguleika. Tað var nógv stríð. Formans­ samsýningin var kr. 100 um mán­ aðin og nevndin fekk kr. 100 um ársfjórðingin. Mær dámdi kortini arbeiðið nokk so væl, tí man kom í samband við arbeiðsgevarar. Vit høvdu samskifti, og teir vóru hampuligir at fáast við. Eg kann nevna Petur Michel­ sen, sum hevði stórarbeiði í gongd millum annað við at byggja hús. Hann bygdi eisini Bacalao. Vit vóru onkuntíð uppá kamp, men vóru vinmenn síðan tá. Handverkarar høvdu verið limir í HA. Men tá vildu handverkarar fara burtur úr og stovna sítt egna felag. Nógvir av teimum gomlu blivu verandi, meðan teir yngru fóru uppí Handverkarafelagið. Ein spurningur, sum var frammi í míni formanstíð, var møguligur limaskapur í tí danska LO, sum tá kallaðist De samvirkende Fagforbund. Teir høvdu stuðlað verkfallinum við kr. 50.000. Hetta var eisini samtykt á fundi í Havnar Arbeiðsmannafelag og síðan í Føroya Arbeiðarafelag. Her spurdist ikki meira burtur úr. Hetta var ein rættuliga politiskur spurningur. Á aðalfundinum tann 29. desemb­ er 1953 varð eg afturvaldur. Í 1954 var verkfall í fiskiflotan­ um. Í hesum sambandi kom áheit­ an frá Føroya Fiskimannafelag um at fara í samhugaverkfall. Síðan skuldi Føroya Arbeiðara­ felag taka støðu til spurningin. Hann var fyrst lagdur fyri aðal­ fund hjá FA. Havnar Abeiðsmanna­ felag vildi ikki vera við uttan Føroya Arbeiðarafelag eisini var við. Aðalfundurin samtykti at senda málið til uratkvøðu. Her var víst meiriluti fyri at fara í samhugaverkfall, men tað var so nógva ógreiða í hesum máli, eisini um verkfallið var lógligt, at einki meira hendi. Á tí næsta aðalfundinum segði eg meg frá sum formann og Martin Kúrberg tók yvir.. Tískil var eg formaður í tvey ár. Kolasølan privatiserað Tað gekk framvegis illa við kolasøl­ uni og á fundi tann 12. juni 1954 varð samtykt at taka hana av. Samstundis varð samtykt, at eg skuldi yvirtaka kolasøluna frá 1. august. Gjørd var ein yvirtøkuavtala, sum millum annað segði, at eg skuldi yvirtaka hølið hjá kola­ søluni í Evensen pakkhúsi og telefonnummarið 140. Vit sigldu eisini við koli. Vit leigaðu Nelly frá Petur próst at sigla við koli ymsa staðni í landinum Vit royndu eisini at fáa koks úr útlandinum. Koks hevur tann fyrimun fram um kol, at tað er reinari. Men so fylti tað dupult so nógv. Tað var eitt sindur dýrari at nýta koks enn kol. So eg leigaði Gudrun Zoegu frá Peter Dahl. Gjáar Sofus (Hilduberg) var skipari. Vit fóru niður til Helmsdal í Moray Firth buktini. Har fingu vit eina last av koksi. Hetta var ein so deilig reisa. Vit gingu í tuflum mestsum allan túrin. Hetta gjørdi, at ein fekk hug til at gera ein túr afturat. Tað fóru vit eisini og Jens Askildsen var skipari. Adolf Rubeksen var dekkari og Bartal Gregersen á Strondum var motorpassari. Vit vóru fýra mans. Vit fóru inn í Leithfjørðin og fingu uppí av koksi. Hetta var fyrst í desember mánaða. Vit fóru avstað, men tá gjørdist illveður av landsynningi. Vit sluppu ikki inn aftur, tí havnin var læst vegna veðrið. Vit royndu so at sigla upp eftir. Eg hevði siglt og fiskað á hesum leiðum, so eg kendi nakað væl farvatnið her. Vit vónaðu at sleppa inn í onkra av havninum. Men veðrið øtlaði, so vit sluppu ongastaðni inn. Tá vit so komu upp móti Holinum, teir kalla, tá var eisini tjúkt. Tá varð ættin eystan. Vit royndu so at taka havn í Hetlandi, men vit sóu einki, og nautiska útgerðin var sera avmarkað. Vit komu so norður um. Tá var sjógvurin ringur. Tað var illveður. Tá vit koma norður frá Hetlandsoyggjunum hækkar ættin upp í landnyrðing eystan við stormi. Vit høvdu eitt sindur av dekslast. Komandi partur Johan hevur mangan brattan farið á sjónum. Men hesa ferð var tað um reppið, at teir bóru boð í bý Laurits á Krákusteini bar flaggið á eini mótmælisgongu undir verkfallinum Mótmælisgonga í Tinganesi undir verkfallinum Tríggir formenn í Havnar Arbeiðsmannafelag. F.v. eru teir Martin Joensen, Carl Johansen og Johan Norðfoss. Bert Johan er á lívi Nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag í 1991: F.v. Kristian Joensen, pápi núverandi formannin, Andreas Debes, Carl Johansen, Kristoffur Joensen og John Eysturoy. Bert Andreas og John eru á lívi