Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 116 - 19. juni 2008 Ellisakfør fara at grilla Viðrar leygardagin, fara limir í Føroya Ellisakførum at grilla uttan fyri felagshølini yvir við Strond í Havn. Tað er fastur siður hjá felagnum at skipa fyri einum grilltiltaki um longsta dag. Føroya Ellisafør varð stovnað í 1992. Felagið hevur einar háltannaðhundrað limir og hevur fleiri afturvendandi tiltøk. Tað mest eyðsýnda tiltakið hjá felagnum er, tá ellisakførini verða ”luftað” flaggdagin. Eitt annað tiltak er grillingin longsta dag. Tiltakið leygardagin verður kl 15 – men treytin er, at tað verður turt í veðrinum. Reinsaríið skal eita REINSARÍIÐ Mentamálanevndin hjá Tórshavnar Býráð hevur gjørt av, at gamla reinsaríið skal eita Reinsaríið. Seinastu dagarnar hava vit hoyrt Reinsaríið í Havn verið nevnt “Hansens Pakkhús”. Men millum havnarfólk hevur húsið verið betur kent sum “Reinsaríið”. Hvør minnist ikki ímyndina av Reinsarínum, Mariu á Reinsarínum? Mentamálanevndin sigur, at navnið “Reinsaríið” altíð skal nýtast, tá ið kunnað og lýst verður við tiltøkum í húsinum. Landsstýrið umhugs­ ar at gera Rúsuna til eitt alment partafelag so at hon verður eitt sindur leysari frá beinleiðis politiskari ávirkan Rúsan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Landsstýrið umhugsar nú at umskipa Rúsdrekkasølu Landsins til eitt alment partafelag. Hildið verður, at tað kunnu vera fyrimunir við at umskipa Rúsuna til eitt alment partafelag og tað er ein møguleiki, sum lands­ stýrið nú fer at kanna. Rúsdrekkasølurnar í hinum norðurlondum við einkarsølu, eru almenn partafeløg og tað ger, at tær í ávísan mun kunnu virka undir vanligum handilslig­ um treytum. Verður Rúsan skipað sum eitt alment partafelag, fer tað at loysa hana eitt sindur burtur frá beinleiðis politisk­ ari stýring við tað, at stjórin kemur at vísa til nevndina og ikki til landsstýrismannin. Og harumframt gevur tað henni so eisini fríari ræsir at virka á handilsligum grundarlagi. Sleppa ikki ávirkan Men Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnu­ málum, leggur dent á, at skuldi tað enda við at Rúsan verður eitt alment partafel­ ag, kann endamálsorðingin í rúsdrekkalógini kann verða tann sama, sum er at innflyta og selja rúsdrekka. ­ Men talan verður heldur ikki um at sleppa endamál­ inum um at tálma rús­ drekkanýtsluna. ­ Vit skulu eisini hava í huga, at Rúsan er ein serlig fyritøka, har politikarir altíð vilja hava møguleikan fyri at seta nakrar treytir fyri virkseminum. ­ Talan verður ikki um at einskilja Rúsuna, tí tað kemur ikki upp á tal. Og hóast hon verður skipað sum eitt alment partafelag, verður hon framvegis al­ menn og talan verður altíð um eina fyritøku, sum polit­ iska valdið fer at hava ávirk­ an á, hóast hon verður loyst eitt sindur frá politiska vald­ inum, verður hon skipað sum eitt alment partafelag. ­ Hetta er ein heilt serlig fyritøka og tí er tað umráð­ andi, at vit viðgera tað væl og virðiliga, áðrenn vit gera broytingar. Men nú upplivdu vit fyri nøkrum árum síðani, at Rúsan tók ávís sløg av alko pops av hyllunum eftir stóra politiska misnøgd við, at hon var farin at selja hesi sløgini. Fær Rúsan fríari ræsir at selja um hon verður eitt alment partafelag? ­ Tað er ilt at siga. Sjálv haldi eg, at tað er skeivt at selja alko pops, tí talan er í veruleikanum um sodavatn við rúsdrekka í, sum serliga er ætlað ungum fólki og sum av álvara eggjar ung­ fólki til at drekka. Men eg kann endurtaka, at skuldi Rúsan verið alment partafel­ ag, fer politiska valdið langt frá at sleppa allari ávirkan á Rúsuna og tað er ongin sum sigur, at hon fær púra fríar ræsir at selja tað, hon vil, sigur Bjørt Samuelsen. Fríari ræsir Hon sigur, at ein stórur fyri­ munur við at gera Rúsuna til alment partafelag, er at hon fær munandi roknskap­ arligar og fíggjarligar fyri­ munir í sambandi við allar menningartilgongdir og íløguætlanir. Í dag verður alt virksemi hjá Rúsuni stýrt av rokn­ skaparárinum og ikki lang­ tíðarætlanum og tað gevur henni støðugari karmar at virka undir, sigur Bjørt Samuelsen. ­ Sum støðan er nú, hevur Rúsan skyldu til at lata landskassanum eitt ávíst avlop og tað ger, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv, hon hevur at arbeiða fyri ár um ár, tí avlopið til landskassan kemur í fremstu røð og so má annað virksemi lagast eftir tí. Men verður hon eitt alment partafelag, verður tað framvegis eitt krav um avlop til landskassan, tí tal­ an er um eina inntøku, sum landskassin ikki vil sleppa. Rúsan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Verður Rúsan alment parta­ felag, fer tað at geva okkum heilt aðrar møguleikar at leggja virksemið til rættis. Tað sigur Elsa Maria Olsen, stjóri í Rúsuni. Hon tekur undir við tank­ anum um, at Rúsan verður alment partafelag. Sum støðan er nú, má virksemið hjá Rúsuni leggjast frá ári til ár. ­ Vit hava krav um, at Rúsan skal geva eitt ávíst avlop í landskassan. Tá ið vit so leggja okkara virk­ semi til rættis, mugu vit fyrst og fremst hugsa um avlopið til landskassan. Síðani skal tað burtur av, sum vit keypa vørur fyri og tað, sum handlarnir kosta í lønum og øðrum rakstri. Tað, sum síðani er eftir er tað, sum Rúsan annars hevur at arbeiða við. Tað ger, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógv vit hava at arbeiða við hvørt ár. Harafturat er kravið, at frávikið í avlopinum skal ikki vera meiri enn 1%. ­ Tað merkir, at vit kunnu ikki hava eitt frávik upp á meiri enn 120.000 krónur um árið av eini sølu upp á 140 milliónir, so tað er ein hárfín javnvág, sum krøvini eru nú. Ein avleiðing av hesum er, at tað tók okkum trý ár at gera handilin í Saltangará lidnan og tað er ikki vist, at tað er bíligari at gera arbeiðið í bitum. Hetta er neyvan ein skila­ góður máti at umsita lands­ ins ognir upp á. Verða vit eitt alment partafelag, fer tað at geva okkum fríari ræsir at gera langtíðarætlanir. Annars verður endamálið við Rúsuni óbroytt, hóast hon verður eitt alment parta­ felag. ­ Endamálið kann fram­ vegis vera at tálma nýtsluna, men tað veldst eisini um, hvat nevndin fyri partafel­ agnum hevði sett sær fyri tænastuna. Hevði úrvalið verið øðr­ vísi, enn tað er í dag? ­ Tað kundi tað saktans við størri úrvalið, sum vit ikki hava møguleika fyri í dag, tí vit hava ikki hylla­ pláss og goymslupláss, men verða vit eitt alment parta­ felag, so at vit kunnu leggja langtíðarætlanir, fáa vit betri møguleika at byggja út. Einaferð var alment frammi at politikarar løgdu upp í, tá ið Rúsan fór at selja alko pops, so tað varð tikið av aftur hyllunum. Er tað ynskiligt at sleppa und­ an slíkum upp íleggingum? ­ Eg haldi ikki, at politik­ arar skulu leggja seg út í úrvalið. Vilja politikarar at tálma nýtsluni, hava teir møguleika at ávirka prísin og hvussu lætt tað er at fáa fatur á. Høvdu tit so kanska fing­ ið alko pops aftur, um so var, at Rúsan verður alment partafelag? ­ Tað dugi eg ikki at siga, men skal alternativið vera at fara frá alko pops, sum er 5%, til sterkt rúsdrekka, er tað ein spurningur um ikki tað veikara alko pops er ein tálming í sær sjálvum, tí tey sterkari sløgini kunnu eisini blandast niður, sigur Elsa Maria Olsen. Rúsan fríari ræsir at virka undir Lættari hjá Rúsuni at vera partafelag Landsstýrið kannar nú møguleikan fyri at gera Rúsuna til eitt alment partafelag, men politikarar fara kortini ikki at sleppa allari ávirkan